Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2004 21 Á Skála ætla teir sær at halda fram við góðu byrjanini upp á kappingarárið, nú uppflytararnir úr Fuglafirði koma á vitjan UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Skála hevur fingið eina sjáldsama góða byrjan upp á kappingarárið í ár. Fýra stig av seks møguligum aftaná tvey tey fyrstu leik- umførini er óhoyrt hjá Skála í bestu deildini. Fyrst vunnu teir á føroyameist- arunum úr HB á Skála, og í øðrum umfari fingu teir javnleik á útivølli móti VB. Liðskiparin leikbannaður Heimaliðið hevur alt sítt fólk tøkt til dystin móti fuglfirðingum sunnudagin, og vónirnar eru góðar undan dystinum. Venjarin hjá Skála, Johan Nielsen, sigur, at teir fara at royna at halda fram við góðu byrj- anini, og sjálvsagt fara teir eftir øllum trimum stigun- um, hóast tað altíð er trup- ult. Fuglfirðingar hava næst- an allar mans klárar til dystin sunnudagin. Einasta undantakið er liðskiparin, Eyðolvur Petersen, sum fekk reyða kortið í fjórð- ingsfinaluni móti KÍ sein- asta vikuskifti, og sum tí- skil er leikbannaður til dystin sunnudagin. Høgni Zachariassen, ið hevur drigist við ein skaða í hond- ini, er við aftur í hópinum hjá ÍF, sum ætlar sær øll trý stigini heim við aftur av Skála. Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 GÍ 2 2 - 0 - 0 5 2 3 6 2 B36 2 1 - 1 - 0 6 2 4 4 3 Skála 2 1 - 1 - 0 3 1 2 4 4 KÍ 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 5 ÍF 2 1 - 0 - 1 6 5 1 3 6 VB 2 0 - 2 - 0 1 1 0 2 7 NSÍ 2 0 - 1 - 1 3 5 -2 1 8 HB 2 0 - 1 - 1 1 3 -2 1 9 EB/ Streymur 2 0 - 1 - 1 0 4 -4 1 10 B68 2 0 - 0 - 2 0 3 -3 0 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 FSV 2 2 - 0 - 0 10 2 8 6 2 TB 2 2 - 0 - 0 8 3 5 6 3 AB 2 1 - 1 - 0 3 2 1 4 4 Royn 2 1 - 0 - 1 7 4 3 3 5 B36 2 1 - 0 - 1 3 3 0 3 6 B71 2 1 - 0 - 1 4 7 -3 3 7 VB 2 1 - 0 - 1 3 7 -4 3 8 KÍ 2 0 - 1 - 1 3 4 -1 1 9 Sumba 2 0 - 0 - 2 2 4 -2 0 10 LÍF 2 0 - 0 - 2 0 7 -7 0 Skála-ÍF: Skálamenn ríða á aldukambinum VIÐMERKING Tað er hugstoytt at frætta í fjølmiðlunum, at tað fe- lagið, sum vit leikarar ofra okkara tíð uppá, sigst vera farið í søguna. Vit leikarar hava langt síðan gjørt okkum greitt, at um fótbóltinum skal verða lív lagað í Vágum, so skulu vit hava eitt »Oyggjarlið« í fremstu røð. Tað er týdningarmikið, at vit hava savnandi kreftir. Tí fara vit at mæla øllum framburðshugaðum kreft- um í oynni at taka saman hendur, so øll oyggin kann gerast stolt av at eiga ein ungdóm, ið tekur kapping- ina upp við onnur økir í landinum. Vit eru vága- menn úr FS Vágum, og tað fara vit at halda fram at vera. Vit bjóða øllum góð- um kreftum í oynni at verða við til at skapa uppaftur betri karmar um ítróttina. Tað er ikki spurningurin um, hvat slag av grasi ella á hvørjum stað tað liggur, ið er avgerandi fyri okkum. Vit fara har viljin til fram- burð er størstur. Vit leikarar, stuðlaðir av góðum leiðarum, venjarum og áhugaðum stuðlum vilja tí við hesum alment boða frá, at vit standa saman um »Oyggjarliðið FS Vágar« bæði nú og í framtíðini. Leikararnir FS Vágar er ikki søga Í viðtalu við fyrrverandi FS Vágar leikaran Bjarna Prior stendur í gjár at lesa í Sosialinum, at "so at siga allir leikararnir vilja um- boða SÍF í landskapping- ini", um felagsliðið FS Vágar skuldið verið upp- loyst. Hetta er ikki rætt, tí líkamikið hvat hendir, upp- lýsir Bjarni Prior, at leik- ararnir vilja umboða eitt felagslið, óansæð hvussu felagið kemur at eita. Leikararnir standa sostatt saman um felagsliðið í Vágunum. Ein nýggjur spælari varð á Svangaskarði, tá 1. deild hjá B68 vandi í gjárkvøld- ið. Talan er um ein áleypara úr Bulgaria, sum í gjár kom við flogfarinum til Føroya. Beint undan evstamarki fríggjadagin á døgverða var soljóðandi skriv at síggja á B68 heimasíðuni: B68 hevur einki mál fingið tveir teir fyrstu landskappingardystirnar, og tí er neyðugt at gera álopið skarpari. Tað er ætlanin at 26 ára gamli Stanislav Valeriev Stankov úr Bulgaria skal gera. Og hagtølini hjá honum skuldu borgað fyri, at hann er førur fyri at skjóta nøkur mál. Í Bulgaria hevur hann spælt 98 dystir í bestu deildini og hann hevur skotið 46 mál. Í 2. deild hevur hann spælt 47 dystir og hevur skotið 29 mál. Hann hevur til seinasta kappingarár spælt við so kendum liðum sum Levski Sofia og Lokomotiv Sofia. Ætlanin var, at hann í vetur skuldi til India at spæla í bestu deildini har, men hann tók ikki av sáttmál- anum við indiska felagið. Tí hevur hann higartil í ár spælt sum áhugaleikari í einum 2. deildarfelag í heimlandinum. Har hevur hann spælt 23 dystir og skotið 15 mál. Umframt at hava spælt sum áleypari, hevur Stanis- lav Valeriev Stankov við- hvørt spælt sum spælstýrari og hann hevur eisini víst góð evni á miðvøllinum. Tað er tó lítil ivi um, at B68 fer at brúka hann í álopin- um um báðir partar eru nøgdir og sáttmáli verður gjørdur. Stankov hevur spælt fleiri dystir bæði á U16 og U18 landsliðnum hjá Bul- garia. B68-formaðurin Niclas Davidsen upplýsir, at bul- garin er komin til Føroya at vísa hvat hann dugur, og eru báðir partar samdir um at gera sáttmála, verður hann gjørdur so skjótt tey neyðugu loyvini eru fingin. Tó er greitt, at Stankov verður ikki við móti NSÍ nú sunnudagin. Leikarin er komin til Føroya gjøgnum North Atlantic Football Agency við Jákup í Stórustovu. Bulgarskur áleypari til B68 Rætting til FSV grein 21 20 Nr. 92 - 15. mai 2004 Leikluturin hjá Toda Jónsson í kapprenn- ingini um danska meistaraskapin var hóskvøldið uppaftur minni, enn hann hevur verið undan- farnu ferðirnar SUPERLIGAN Jóannes Hansen SOSIALURIN- KEYPMANNAHAVN: FCK tók hóskvøldið eitt risa stig fram ímóti endur- tøku av at vinna meistara- heitið. Samstundis var tað staðfest, at í løtuni hevur FCK venjarin ikki serligan hug at geva føroyska álopsspælaranum, Toda Jónsson, loyvi at vera á vøllinum. Hóskvøldið vísti, at Todi Jónsson er fimti álops- spælarin. Zuma, sum er skaddur, og Álvaro Santos, sum við at vera einasti málskjúttin ímóti Brøndby, styrkti uppaftur meiri um sína støðu, er nummar tvey í røðini, og Jesper Bech, sum í útgangsstøðuni ímóti Brøndby, var í álopinum saman við Álvaro Santos, er nummar trý. Síðstu ferðirnar hevur Hans Backe víst Peter Møller størri álit, enn hann hevur víst Toda Jónsson, og tað gjørdi hann orduliga hóskvøldið. Tá ið fyrra um- farið var knappliga hálv- runnið, fóru Todi Jónsson og Peter Møller at hita upp. Todi rann í meiri enn ein tíma aftur og fram frá mið- strikuni og ímóti baklinj- uni, har Brøndby áskoðar- arnir sótu. Tá ið miðvallarin í vinstru, Morten Bisgaard, orsakað av vøddaskaða noyddist at taka seg av vøllinum longu í 1. hálv- leiki, varð Peter Møller skiftur inn í álopið, og Jesper Bech var fluttur aftur á miðvøllin. Todi kom ikki á vøllin, fyrrenn hann fór at ynskja liðfeløgunum tillukku við 1-0 sigrinum. Er tað ikki stórt vónbrot ikki at sleppa á vøllin, men heldur at renna uttanfyri allar 90 minuttirnar? Todi Jónsson: – Eg kenni treytirnar, og eg havi sligið meg til tols við, at mín leiklutur restina av hesum kappingarárinum verður ikki millum teir fyrstu ellivu. Sum skiftis- spælari vónar tú sjálvandi at sleppa á vøllin. Men tað nyttar einki at iðra seg um tað. Eg fegnist saman við liðfeløgunum um, at tað eydnaðist at vinna, og so eigi eg, sum allir hinir í FCK hópinum, at líta fram- eftir og vera klárur, um tað verður brúk fyri mær í Esbjerg sunnudagin. Hvat sigur tú um tann dystin? – At tað verður torført. Fyri okkum kom tað sjálv- andi væl við, at bæði Es- bjerg og Brøndby taptu í kvøld. Møguleikin hjá Es- bjerg er nú treytaður av, at teir fáa øll stigini ímóti okkum. Tí verður talan um stórt stríð sunnudagin, heldur Todi Jónsson. Hann er sáttmálabundin í FCK í eitt ár afturat, og hann hevur ongar ætlanir um at biðja um at verða loystur frá sáttmálanum, nú hann hevur havt torført at sleppa upp í part. – Eg haldi framvegis, at eg havi førleika at kappast við hinar spælararnar um plássini í FCK álopinum. Eg eri ikki enn so væl fyri, sum eg eigi at vera. Men aftaná summarfrítíðina verður tað vónandi, sum tað eigur at vera, og eg veit við meg sjálvan, at so eigur tað at bera til at vera við. Sum so ofta áður Tá ið finaludystir eru í Europa Cup og í eitt nú eingilsku steypakappingini, so vísir tað seg ofta at vera soleiðis, at fótbóltsspælið er stóri taparin. Nervarnir og týdningurin av tí eina málinum hava ofta við sær, at tað verður lagdur serliga stórur dentur á verjupartin og ikki at gera mistøk. Soleiðis var tað eisini hóskvøldið, har 41.005 áskoðarar, sum er nýtt met í superliguni, gjørdu karmin altjóða kendan. FCK fekk yvirhøvur ikki glið á spælið í fyrra hálv- leiki. Brøndby spælararnir sótu tætt í teimum, og tá ið FCK verjan og miðvøllurin royndu við longum send- ingum fram til Álvaro og Jesper Bech, spurdist ikki tað stóra burturúr. Brøndby hevði betri tak á spælinum, og tað lá í luftini, at um nakað mál fór at koma, so fóru teir at fáa tað. Brøndby fekk einki mál, og tá ið FCK tíðliga í 2. hálvleiki skoraði, vóru teir í Brøndby ikki førir fyri at svara aftur. FCK hevði yvirvág, og tað var tættari 2-0, enn Brøndby útjavn- andi máli. Miðvallarin í høgru, Michael Silberbauer, var meistari aftanfyri málið. Á miðjuni vann hann bóltin frá vinstra verjumanninum hjá Brøndby, Asbjørn Sennels, sum frammanfyri Morten Olsen spældi fyri at sleppa upp í part í EM hópinum. Silberbauer setti ferð á, slepti nett í røttu løtuni eitt sindur til vinstru til Peter Møller, sum einum boksspælara líkur, foku- seraði upp á málið. Møller smekkaði til, men hann rakti ikki, sum hann hevði ætlað. Tíbetur fyri hann og FCK, so var Álvaro Santos klárur við handara stólpan, og skuldi bara stýra bóltin- um síðsta teinin inn um strikuna. Ein øgiligur fagnaður um mesta partin av Parkini. Aftanfyri annað málið tagnaðu tiltiknu gulu og bláu áskoðararnir. Michael Laudrup gav sínum monn- um boð um at spenna álopsbogan so nógv, sum tað bar til. Men einki bar til. FCK miðverjan var tøtt, og meistaraskapurin er eftir hóskvøldið nógv nærri FCK, enn hann var undan hóskvøldinum. Alt lagaði seg eftir vild Í Parkini eru tvær veldugar talvur, sum vísa einstakar støður umaftur. Á hesum talvunum verða srtøður og úrslit í hinum dystunum eisini víst. Hjá bæði Brøndby og FCK áskoðaruunum var fagnaðurin stórur, tá ið tað sást, at Herfølge hevði smurt Esbjerg av. Í botninum er tað næstan avgjørt, at heiðurskrýnda AB næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. Uttan Jákup á Borg vann OB 3-1 í Gladsaxe á AB. Frem gjørdi sítt, tá ið teir vunnu 3-1 á Viborg, sum einki hevur at spæla fyri. Nú eru teir í Valby bara trý stig aftanfyri FCN og Her- følge. FCN greiddi mál- leysan javnleik á heima- vølli ímóti steypafinalist- unum úr AaB. Herfølge gjørdi sítt, tá ið teir vunnu á Esbjerg. Úrslitið var 3-1, eftir at Herfølge hevði ver- ið frammanfyri 3-0. AGF tapti 5-2 í Herning, og harvið er AGF, sum í morg- in fer at fáa vitjan av Frem, aftur í vanda fyri at flyta niður. Sunnudagin verður spælt soleiðis: AaB-Her- følge, Viborg-AB, Brønd- by-FCM, OB-FCN, AGF- Frem og Esbjerg-FCK. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK (M) 30 18 - 7 - 5 49 24 25 61 2 Esbjerg 30 17 - 8 - 5 64 37 27 59 3 Brøndby (S) 30 17 - 7 - 6 48 26 22 58 4 OB 30 15 - 7 - 8 59 43 16 52 5 AaB 30 14 - 8 - 8 44 37 7 50 6 FCM 30 13 - 6 -11 61 45 16 45 7 Viborg 30 10 - 8 -12 43 40 3 38 8 AGF 30 10 - 3 -17 43 62 -19 33 9 Herfølge 30 8 - 6 -16 31 45 -14 30 10 FC Nordsj. 30 7 - 9 -14 31 53 -22 30 11 Frem 30 8 - 3 -19 36 55 -19 27 12 AB 30 6 - 2 -22 25 67 -42 20 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jákup á Borg (OB) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Silkeborg 24 17 - 4 - 3 53 17 36 55 2 AC Horsens 24 16 - 4 - 4 42 17 25 52 3 Randers FC 24 16 - 3 - 5 64 36 28 51 4 Sønder- jyske E 24 14 - 5 - 5 62 33 29 47 5 Køge 24 13 - 6 - 5 46 33 13 45 6 Skjold 24 12 - 4 - 8 51 39 12 40 7 Ølstykke 24 11 - 3 -10 49 43 6 36 8 Nykøbing 24 11 - 3 -10 36 39 -3 36 9 FC Nord- jylland 24 8 - 7 - 9 28 35 -7 31 10 Fredericia 24 7 - 9 - 8 31 34 -3 30 11 Fremad Amager 24 6 - 6 -12 33 44 -11 24 12 B 93 24 5 - 7 -12 32 42 -10 22 13 Vejle 24 5 - 6 -13 32 48 -16 21 14 Brønshøj 24 5 - 6 -13 29 57 -28 21 15 FC Aarhus 24 4 - 3 -17 22 56 -34 15 16 B 1913 24 1 - 6 -17 16 53 -37 9 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen,(Vejle), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) FCK fekk fult og hinir einki Todi Jónsson hitaði upp í 60 min. uttan at sleppa á vøllin C M Y K 20