Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2004 19 HB skal fyri fyrstu ferð í ár royna seg á heimavølli, tá ið VB fyri triðju ferð í ár kemur í Gundadal UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í HB er eingin ivi um, at alt annað enn trý stig er ikki nøktandi. Føroyameistar- arnir hava bert fingið eitt stig av seks møguligum í teimum báðum fyrstu leik- umførunum í landskapp- ingini, og tá ið mótstøðu- liðini hava verið Skála og EB-Streymur, eru teir í havnarfelagnum alt annað enn nøgdir. Hinvegin hava vágbingar havt fitt av vindi í seglunum seinastu tíðina, og tá ið teir vóru í Gunda- dali fyri viku síðani, bastu teir B36. Liðskiparin ivasamur Einasta ivamálið hjá HB undan dystinum sunnudag- in er, um liðskiparin Rúni Nolsøe verður klárur til at taka dystin upp við sínar bygdarmenn. Rúni var ikki við í fjórðingsfinaluni sein- asta vikuskifti, og sum skilst verður hann testaður stutt undan dystinum sunnudagin, so at greiða kann fáast á, um hann er førur fyri at spæla. Hvørki Hans á Lag ella Bárður Jo- hannesen eru tøkir enn, men væntandi fer Hans undir aftur venjingina um eina viku, meðan tað verður væl drúgvari hjá Bárði. Milan við aftur Vágbingar hava alt fólkið tøkt, ið var við til at basa gullfavorittunum úr B36 seinasta vikuskifti. Onkrir leikarar fingu smávegis snuddir undir tí dystinum, men allir eru tó klárir aftur sunnudagin. Harafturat er stýrimaðurin á miðvøll- inum hjá VB, Milan Kuljic, við aftur, eftir at hann hevði leikbann ímóti B36 í fjórðingsfinaluni um Løg- manssteypið. HB og VB hava hitst tvær ferðir áður í hesum kappingarárinum, tí liðini vóru í bólki saman í kappingini um Løgmans- steypið, og tá vunnu vág- bingar 4-0 á heimavølli, meðan havnarmenninir vunnu 6-0, tá ið leikt var í Gundadali. Í Runavík verður grannauppgerð sunnudagin, tá ið toftamenn kom inn til Runavíkar at dystast við NSÍ UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað eru tvey lið, ið eru rættuliga svong eftir stig- um, sum fara á vøllin í Runavík sunnudagin í einari rættuligari granna- uppgerð. Bæði NSÍ og B68 hava fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, og tí er al- neyðugt hjá báðum lið- um at ogna sær stig. Dystirnir millum NSÍ og B68 plaga at verða rættu- liga javnir og spennandi, og sunnudagin verður neyvan nakað undantak. B68 nýggjan málmann Runavíkingar hava ongan leikara skaddan, og held- ur ikki er nakað leikbann. Sigurin á GÍ í fjórðings- finaluni seinasta viku- skifti hevur bøtt munandi um hýrin í hópinum, og tað er einki at ivast í, at NSÍ ætlar sær øll trý stig- ini móti toftamonnum. Ein av leikarunum hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, sigur, at nú er tað eitt krav at fáa nøkur stig, tí alt annað er ikki gott nokk. Á Toftum hava teir fingið eina enn verri byrjan upp á árið, enn hvat grannarnir í Runa- vík hava. B68 hava tapt báðir teir fyrstu dystir- nar, og fyri at gera ilt verri, er sterki málverjin hjá B68, Albert Svævars- son, fara heim aftur til Ís- lands av persónligum orsøkum. Sum skilst á Toftum, bendir alt á, at tað verður Mortan Han- sen, ið stendur millum stengurnar, tá ið dysturin í Runavík verður bríksl- aður í gongd sunnudagin. Hinvegin kunnu tofta- menn fegnast um, at teir ongan mans hava skadd- ar ella leikbannaðar í løtuni. Klaksvíkingar fáa vitjan av EB-Streymi sunnudagin, og í KÍ ætla teir sær øll trý stigini, so at góða byrjanin upp á lands- kappingina kann halda fram UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í Klaksvík eru teir nøgdir við tey fýra stigini, ið teir hava tryggjað sær aftaná tey bæði fyrstu leikumfør- ini í landskappingini. Ósigurin í fjórðingsfinaluni í Løgmanssteypinum móti fuglfirðingum seinasta leygardag er farið í gloymi- bókina, og nú verður bara hugsað um landskapping- ina. Tvey ivamál hjá KÍ Hjálparvenjarin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen, sigur, at tað sær rímuligt út við fólk- inum til dystin sunnudagin, men tó eru nøkur ivamál. Polski veteranurin Marek Wierbicki er ivasamur, tí hann hevur fingið ein lítlan skaða í lærið, og tað verður neyvan avgjørt fyrr enn sunnudagin, um hann er førur fyri at leika. Hinvegin er danin, Jacob Bymar, sum hevur verið uttan fyri við skaða, farin undir venjing- ina aftur, men tað er tó iva- samt, um hann verður við í hópinum sunnudagin. Jákup Mikkelsen sigur, at KÍ nú hevur tveir heima- dystir á rað, og fáa teir fulla úrtøku burtur úr teimum, sær tað bara heilt gott út. Ivi um liðskiparan hjá sundalagsmonnum EB-Streymur fingu ein ordans umgang, tá ið teir vóru í Havn leygardagin og leiktu fjórðingsfinalu móti HB. Í 1-7 ósigrinum var sjónligt, at pólverjin, An- drej Pacek, manglaði í verjuni hjá EB-Streymi, men hann verður við aftur, nú leikbannið hjá honum er av. Tað er tó ivasamt, um liðskiparin hjá sundalags- monnum, Jákup Martin Joensen, verður við, tí hann hevur ikki vant alla vikuna, tí hann hevur fingið ein skaða at dragast við. NSÍ-B68: Bæði liðini svang eftir stigum KÍ-EB/S: KÍ ætlar sær trý stig HB-VB: Vágbingar aftur til Havnar KÍ skal reisa seg eftir tapið á ÍF Spennandi verður, um vágbingar megna at endurtaka bragdið frá seinasta vikuskifti Tað verður helst runavíkingurin Mortan Hansen, sum fer at verja málið hjá B68 19 Mest áhugaverdi dysturin í 1. deild hetta vikuskifti er óivað dysturin í Gøtu millum oddaliðið GÍ og næstfremsta liðið B36. UPPTAKT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bæði liðini vóru heldur ó- væntað sligin út, tá ið fjórðingsfinalurnar í kapp- ingini um Løgmanssteypið vóru leiktar seinasta viku- skifti, og tí eru tað tvey lið, ið skulu reisast, ið fara á vøllin í Gøtu sunnudagin. Profilar aftur á liðnum hjá B36 Gøtumenn hava allar sínar mans klárar til dystin sunnudagin, og teir ætla at leggja nógv fyri, so at teir framvegis hava fult stigtal, tá ið triðja leikumfar er farið aftur um bak. Súni Olsen, landsliðsleikari í GÍ, sigur, at gøtumenn hava koyrt dystin móti NSÍ sein- asta leygardag í gloymi- bókina, og nú verður bara hugt frameftir. Hjá havnarliðnum eru góð tíðindi at frætta. Tríggir av mest markantu profilun- um í hópinum eru farnir undir venjingina aftur, eftir at hava verið skaddir. Talan er um landsliðsleikaran Jo- hannus Joensen, og teir báðar fyrrverandi lands- liðsleikararnar, Jens Krist- ian Hansen og Allan Mørk- øre. Hetta eru óivað góð tíðindi fyri B36-venjaran, Jóannes Jakobsen, sum tó má verða teir báðar, Niels Joensen og Klæmint Matr- as, fyriuttan, tí teir eru skaddir. Tað er eisini iva- samt, hvørjir av teimum trimum oman fyri nenvdu profilunum hjá B36 verða við í hópinum til dystin í Gøtu sunnudagin. Dystirnir millum GÍ og B36 í Gøtu eru tiltiknir undirhaldandi dystir við nógvum málum og kontant- um nærdystum, og uttan iva verða tað ein stór áskoðara- fjøld til dystin. Nr. 92 • leygardagur • 15. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tølini tala Bæði í Havn og í Gøtu hava heimaliðini, HB og GÍ, havt tak á, tá ávíkavist VB og B36 vitja. Hinvegin hevur tað verið meira javnt í Runavík, tá grannauppgerð er við toftamenn, og í Klaksvík hevur EB/ Streymur onkra tíð argað, tó at tað KÍ samanlagt er væl omaná. Nú eru tað so ikki hagtøl- ini, sum avgera nakran dyst, men stuttlig kunnu tey kortini vera, og á talvuni sæst, hvussu tað hevur gingist seinastu tíggju árini, tá mótstøðuliðini sunnu- dagin hava hitst í bestu mansdeildini. -jm Dystir um vikuskiftið 1. deild menn Dagur Dystur Dómari 16.05 KÍ-EB/SGeorg Rasmussen 16.05 Skála-ÍF Páll Augustinussen 16.05 HB-VB Birgir Sondum 16.05 GÍ-B36 Dagfinn Olsen 16.05 NSÍ-B68 Petur Skarðenni 2. deild menn 15.05 TB-KÍ Hans F. Hansen 15.05 Sumba-B36 Jens P. Brattalíð 15.05 FSV-B71 Palli Gregersen 15.05 LÍF-VB Dan Højgaard 15.05 AB-Royn Petur H. Joensen 3. deild menn 16.05 SÍ-EB/S Emil Hentze 16.05 NSÍ-B68 Jóannes Mikkelsen 16.05 HB-TB Andrew Christiansen 16.05 Skála-ÍF Johnleif Gerðisá 16.05 GÍ-FramJan Gardar 1. deild kvinnur 16.05 FSV-B36 Kristian av Kák 16.05 AB-GÍ/B68 Ransin N. Djurhuus 16.05 KÍ-Sumba Jón K. Frederiksen GÍ-B36: Oddadystur í Gøtu Spennandi verður, um John Petersen og co. fara at vinna á GÍ í Gøtu sunnudagin C M Y K 18