Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 92 - 15. mai 2004 Nr. 92 - 15. mai 2004 17 Skal nakað spyrjast burturúr, má javn- støðuarbeiðið leggja upp fyri tí veruleika- num, tað er ein partur av. Og føroyski veru- leikin er ikki til reiðar at taka ímóti bráð- feingis kravboðum um til dømis kyns- kvotubýti. Gera vit tað kortini, hava vit ikki ein livandi kjans, tí so hava vit spilt alt frá byrjan, sigur Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í javn- støðumálum. VISIÓNIR FYRI JAVNSTØÐU Anna V. Ellingsgaard, anna@sosialurin.fo Á ráðstevnuni í Norður- landahúsinum mánadagin var tað litið landsstýris- manninum í javnstøðumál- um, Hans Paula Strøm, upp í hendi, at leggja fram sínar visiónir fyri javnstøðu. Tað er ilt at vita, hvat fólk høvdu væntað, men tað er langt síðani, ein politikari hevur veri so bersøgin og realistiskur um hetta evnið. Og ikki minni forkunnugt var tað, at landsstýrismað- urin hevur sett sær fyri at seta ítøkilig tiltøk í verk longu áðrenn næsta val. Uppskot til samtyktar Sum eitt tað fyrsta, fer landsstýrismaðurin at leggja fram eitt uppskot til samtyktar um at seta eina nevnd, hvørs arbeiðssetn- ingur kann ljóða nakað so- leiðis: - at arbeiða fyri at fáa tal- ið á kvinnum í løgtinginum upp á minst 25%, og talið á kvinnum í kommunustýr- unum upp á minst 30% tey næstu 8 árini. Nevndin skal enda sítt arbeiði við ein frágreiðing, sum verður handað lands- stýrismanninum, so hann kann leggja hana fyri løg- tingið til aðalorðaskiftis á Ólavsøku 2007. Hetta, fyri at politiska skipanin kann forplikta seg í hesum máli, tá umleið _ ár er eftir til næsta regluliga løgtingsval. Føroyski veruleikin Ikki óvæntað, vildi onkur halda landsstýrismannin hava sett eitt óneyðuga langt áramál á hetta arbeið- ið. Sjálvur heldur Hans Pauli skotbráið vera stutt, tí sum hann sigur: - Veruleikin er, at arbeið- ið fyri javnstøðu ikki er góðtikið allastaðni í sam- felagnum. Summi fara í verjustøðu, onnur hava hug at øsa seg upp, tá prátið fellur á javnstøðu og javn- støðuspurningar. Summi vilja halda, at vit longu hava javnstøðu, og at tí er ikki neyðugt við politiskum tiltøkum. Somuleiðis eru umboð á tingi, sum ganga inn fyri javnstøðu, men sum ikki taka undir við javnstøðulógini sjálvari. Eisini tey vilja vera við, at javnstøða er í Føroyum, og at politiski mynduleikin ikki skal leggja uppí. Men er hesin negativi hugburðurin ikki ein ov stórur trupulleiki, til at landsstýrismaðurin kann gera sær nakran vónir um at fáa uppskotið samtykt? - At fólk hava aðrar mein- ingar, enn tú sjálvur, er í sær sjálvum ikki nakar trupulleiki. Men tað er ein veruleiki, sum øll, ið arb- eiða fyri javnstøðumálum, mugu fyrihalda seg til í teirra útgangstøði. Uttan mun til, um vit halda tað vera rímiligt ella ikki, so er galdandi hugburðurin í samfelagnum ein fortreyt, vit mugu laga okkum eftir. Tað nyttar onki at koma við kravboðum og lidnum loysnum, sum partarnir fáa boð um at seta í verk alt fyri eitt. Ger man tað, hevur man ikki ein livandi kjans, tí man hevur spilt alt frá byrjan, sigur Hans Pauli. Javnstøðu, men ikki javn- støðulóg. Men hví væntar tú, at títt uppskot fer at fáa eina øðr- vísi móttøku? - Tí tað miðar ikki ímóti at diktera nakað við lóg. Tað leggur upp til kjak og eitt tvørpolitiskt samstarv millum flokkarnar og aðrar avvarandi partar, til dømis Kommunusamskipan Før- oya, Javnstøðunevndina og Løgmannskrivstovuna. Tað finnast nógvar góðar kreft- ir, sum vilja arbeiða við javnstøðuspurningum. Endamálið er, at savna tær í eini tvørpolitiskari nevnd, sum sjálv skal gera av, hvussu arbeiðast skal fyri at røkka málunum. Eg havi longu hitt fólk, sum ikki taka undir við javnstøðu- lógini, men sum fegin vilja arbeiða fyri javnstøðu, og tí hava bjóða seg fram at vera við í hesi nevndini. Men um endamálið við uppskotinum ikki er ein lóg, sum skal áseta ein ávísan framferðarhátt ella eitt endamál, hvat skal hetta uppskotið so gera? - Tað skal fyrst og fremst syrgja fyri, at vit fáa eina semju um eina ítøkiliga virkisætlan fyri, hvussu vit skulu arbeiða fyri at fáa eitt javnari býti millum kynini á øllum tí politiska økinum. Sum heild eru fólk ikki ósamd um, hvørt vit skulu hava javnstøðu ella ikki. Men tey eru ósamd um, hvussu vit skulu røkka hes- um endamáli. So vit skulu neyvan vænta okkum eitt uppskot um til dømis eitt helvtar kyns- kvotubýti? Tað hendir tað neyvan, tí kemur eitt slíkt uppskot á borðið í nevndini, vænti eg, at hon fer í tvíningar. Vit skulu minnast til, at í lond- unum, vit vanliga saman- bera okkum við, hava tey havt javnstøðulógir síðani miðskeiðis í 70 unum. Síð- ani eru hesar lógir endur- skoðaðar og broyttar og til- lagaðar til tær skiftandi samfelagsumstøðurnar. Vit kunnu ikki vænta, at vit bara kunnu flyta hesar lógir beinleiðis yvir á tað før- oyska samfelagið, sum hvørki hevur royndir ella nakra siðvenju á hesum økinum. Tað elvir bara til mótstøðu, og til eina enn meir negativa fatan av, hvat orðið javnstøða merkir. Positivt ja-orð. Í fyrilestrinum minti Hans Pauli á, at tað framvegis eru fólk, ið hava lyndi til at snerkja at orðinum javn- støða, tí tey seta tað í sam- band við nakað grenjut og tvørligt. - Fatanin av orðinum er eisini ein partur av tí veru- leika, vit mugu hava í huga. Men eg trúgvi, at tað ber til at gera orðið til eitt positivt ja-orð, soleiðis at tað kem- ur at merkja framstig, menning og vøkstur ájavnt við dagsins positivu ganda- orð, sum eitt nú kt-menning og gransking. Fara vit bara eini fimm ár aftur í tíðina, vóru hetta orð, vit neyvan rættiliga skiltu. Og vit hálv- gum flentu, tá vit hoyrdu, at hesi hugtøk stóðu fyri stór- um tilfeingis- og vakstrar- virðum. Nú ivast vit ikki í, at her liggja stórir møgu- leikar. Hetta prógvar jú, at tað ber til at broyta fatanina hjá fólki av einum lutfalls- liga nýggjum orði og har- við hugburðin til, hvat tað inniber. - Kunnu vit gera tað sama við orðið ’javnstøða’, fær tað avgerandi týdning fyri, hvørja undirtøku vit kunnu vænta at fáa fyri javnstøðu- arbeiðinum í framtíðini, Javnstøða og føroyski veruleikin Gongur tað, sum Hans Pauli Strøm ætlar, skal politiska skipanin plikta seg til at seta ítøkilig tiltøk í verk í javn- støðuarbeiðinum, áðrenn næsta løgtingsval FORNMINNISSAVNIÐ Edvard Joensen Formaðurin í Magistara- felagnum heldur, at nú má Mentamálaráðið fáa skil á viðurskiftunum á Forn- minnissavninum. Stig mugu nú takast, sum loysa málið einaferð fyri allar Persónsstríðið á Forn- minnissavninum er nú farið so vítt, at Magistarafelagið metir, at nú skulu munagóð stig takast beinanveg, so málið kann loysast enda- liga. Arne Thorsteinsson, fyrr- verandi landsantikvarur, sigur, at hann er burturvíst- ur av Fornminnissavninum av Steffeni Stumman Han- sen, landsantikvari. Hetta avsannar landsantikvarurin. Men støðan er tann, at Arne Thorsteinsson ikki er til arbeiðis á Fornminnis- savninum í løtuni. Hóast royndir hevur tað ikki eydnast at fáa orð á teir báðar høvuðspersónarnar í hesum málinum til við- merkingar. Heldur ikki á Mentamálráðnum vóru ábygdarpersónar at hitta, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Bæði landsstýris- maðurin við mentamálum, Jógvan á Lakjuni, og aðal- stjórin á Mentamálaráð- num, Petur Petersen, vóru upptiknir á fundi fyrra- partin fríggjadagin. Triðji partur í málinum er fakfelagið hjá Arna Thor- steinsson, Magistarafelag- ið, sum hann hevur vent sær til við málinum. Bjarni Mikkelsen, for- maður í Magistarafelag- num, sigur, at felagið nú bíðar efir einum útspæli, sum hann sigur eigur at koma frá Mentamálaráð- num. Hann sigur, at Arne Thor- steinsson, hevur tosað við Mentamálaráðið og har fingið tey ráð at halda seg burtur frá Fornminnis- savninum og verða heima. –Men nú má Mentamála- ráðið gera enda á hesum, sigur Bjarni Mikkelsen. Hann sigur, at eitt útspæl, sum eftir hansara tykki skal vera ein endalig loysn, eig- ur at koma mánadagin. Hvat tann endaliga loysn- in skal ganga út uppá, vil hann ikki geva nakað boð uppá. Men hann heldur ikki, at tað er nokk, at Mentamálaráðið skipar fyri skeiði í samstarvi ella slík- um fyri starvsfólkunum á Fornminnissavninum, sum hann tekur til. Mentamálaráðið má taka seg saman UTTAN ÚR HEIMI Bush hevur skyldina Pápi tann 28 ára gamla amerikanaran, sum bleiv háls- høgdur í Irak fyri nøkrum døgum síðani, gevur George W. Bush, forseta og Donald Rumsfeld, verjumálaráð- harra skyldina av, at sonurin bleiv avrættaður. Teir báð- ir hava skyldina av, at sonur mín varð avrættaður. Bush-stjórnin hevur skyldina, sigur pápin. Hann heldur, at teir amerikonsku myndugleikarnir gjørdu ov lítið fyri at bjarga soninum, men myndug- leikarnir avsanna, at teir kundu havt bjarga tí 28 ára gamla manninum. Amerikanska fregnartænastan heldur, at tað var tann eftirlýsti yvirgangsmaðurin Abu Musab al-Zarqawi, sum hálshøgdi amerikanaran. Amerikanararnir hava leingi leitað eftir al-Zarqawi, og tann, sum kann av- dúka, hvar hann er, fær tíggju milliónir dollarar í finn- ingarløn. Enn hevur tað kortini ikki freistað nakran til at avdúka yvirgangsmannin, ið verður hildin at hava tætt samband við al-Qaeda. Hóttir OL Ein víðgongdur grikskur felagsskapur, ið kallar seg "Kollveltingarligur bardagi", hóttir nú við at gera seg inn á tey, sum ætla sær til Athen í sambandi við teir olympisku summarleikirnar í august. Í einari kunngerð hósdagin boðaði felagsskapurin frá, at tað var hann, sum sprongdi tvær bumbur nær- hendis einari løgreglustøð í Athen tann 5. mai. Sama dag, sum kunngerðin kom, fann grikska løgreglan eina bumbu uttan fyri ein bretskan banka í grikska høvuðs- staðnum, og nakað seinni brustu tvey gasshylki uttan fyri ein grikskan banka í Athen-forstaðnum Voula. Í kunngerðini frá tí higartil ókenda felagsskapinum stóð, at embætismenn, vinnulívsmenn, trygdarmenn og múgvandi ferðafólk, sum ætla sær til teir olymp- isku summarleikirnar, eru ikki vælkomin. Fyrr í vik- uni boðaði grikska stjórnin frá, at 70.000 trygdarfólk skulu tryggja ítróttarfólkini og áskoðararnar. Brixtofte fær fleiri krøv Ein sakføraravirki, sum hevur kannað embætisførsl- una hjá fyrrverandi borgarstjóranum í donsku komm- ununi Farum, Peter Bristofte, mælir kommununi til at reisa endurgjaldskrav ímóti gamla borgarstjóranum. Sakføraravirkið sigur í einari drúgvari frágreiðing, at kommunan eigur at krevja tríggjar milliónir krónur, sum Peter Brixtofte nýtti til vín, mat og ferðir í 2000 og í 2001. Í frágreiðingini siga sakførararnir beinleið- is, at Peter Brixtofte nýtti pengar hjá kommununi til egin áhugamál. Frammanundan hevur býráðið í Farum kravt, at gamli borgarstjórin skal endurrinda kommun- uni 925.000 krónur fyri misnýtslu við skattaborgarans pengum í 1998 og í 1999. Sambært Jyllandspostinum kann tann einaferð so væl umtókti borgarstjórin vænta at fáa uppaftur fleiri krøv. Sakføraravirkið, sum hevur kannað embætis- førslu hansara, nevnir í frágreiðingini, at grundarlag er helst eisini fyri at krevja endurgjald fyri eina ferð til Ísraels. Hetta var vorðið sum ferð, tí sambært sakfør- aravirkinum kostaði hon kommununi 409.000 krónur. Olja eftir í skipsvraki Hildið verður, at meiri enn 100 tons av tungolju eru eftir í tangunum á einum kinesiskum farmaskipi, sum sakk við Bornholm fyri einum ári síðani. Danska verjuleiðslan, sum hevur ábyrgdina í slíkum málum, heldur tað vera frægast at lata oljuna verða verandi í vrakinum, sum liggur á 35 favna dýpi. Tað heldur umhvørvisstýrið eisini. Stýrið sigur í einari frá- greiðing, at tað er ikki serliga sannlíkt, at oljan fer at renna úr tangunum. Niðri á 35 favna dýpi er trýstið so stórt, at oljan verður trýst saman, sigur umhvørvis- stýrið. Umhvørvisverdnarfelagsskapurin Greenpeace held- ur harafturímóti, at vandi er fyri, at oljan fer at renna úr tangunum á "Fu Shan Hai". Heimsnáttúrugrunnurin WWF kennir seg heldur ikki tryggan. Grunnurin sigur sambært Berlingske Tidende, at málið um oljun í tí kinesiska skipinum er enn eitt dømi um oljudálking í Eystrasalti, og at tað er ógjørligt at siga, hvørjar av- leiðingarnar verða. Enn ein Gandhi Stjórnarleiðarin í India eitur nú aftur Gandhi, og soleiðis hevur tað verið meginpartin av tíðini, síðani landið fekk sjálvræði INDIA Árni Joensen, fartekst@mail.dk Tað eru fá demokratisk lond, sum kunnu vísa á fýra stjórnarleiðarar við sama eftirnavni, men tað kunnu indarar aftan á tjóðartings- valið, sum endaði hósdag- in. Tað er kortini ein munur á Mahatma Gandhi, Indiru Gandhi, Rajiv Gandhi og Sonju Gandhi. Tey trý fyrstu vóru av sama kjøti og blóði, men tað er Sonja Gandhi ikki. Hon var gift við Rajiv Gandhi, sum doyði, tá ein tamilskur sjálvmorðsbumbumaður myrdi hann í 1991. Ein annar munur er eisini. Sonja Gandhi er ikki indari, men úr Italia, og júst hetta bleiv brúkt ímóti henni undir valstríðnum. Gamli stjórnarflokkurin hjá Atal Behari Vajpayee mælti indarum frá at velja ein útlending til stjórnarleið- ara, men tað munti ov lítið. Tann 58 ára gamla Sonja Gandhi ætlaði sær als ikki upp í politikk, eftir at mað- ur hennara var myrdur. Hon tók seg av tí almenna palli- num, men í 1998 vendi hon aftur, og sama árið varð hon vald til formann í Kon- gressflokkinum. Á valinum nú stillaði sonur hennara, Rahul, upp, og so gjørdi hon av at gera tað sama. Nú skal hon so leiða heimsins størsta demokrati. Undan hennara skeiði hev- ur ein Gandhi sitið í tí ov- asta politiska sessinum í India í 44 av teimum 57 ár- unum, India hevur havt sjálvræði. Oljuprísurin setir met Ein fundur hjá OPEC-londunum tann 3. juni fer neyv- an at broyta prís- gongdina OLJUPRÍSUR Árni Joensen, fartekst@mail.dk Oljuprísurin hækkar støð- ugt. Gjáramorgunin kostaði Brent-oljan 38,24 dollarar fyri tunnuna á marknaði- num í London, og á ameri- kanska marknaðinum kom prísurin heilt upp í 41,17 dollarar fyri tunnuna. So dýr hevur oljan ikki verið seinastu 21 árini, skrivar Reuters. Eygleiðarar á altjóða oljumarknaðinum siga, at tann lutfalsliga stóri bú- skaparvøksturin kring heimin hevur elvt til størri eftirspurning enn væntað, og tað hevur trýst oljuprísin upp. Harafturat er tað iva- samt, at OPEC-londini fara at økja sína framleiðslu, og tað hevur eisini skrúvað prísin uppeftir. OPEC londini framleiða í løtuni væl meiri enn tær kvoturnar, sum felagsskap- urin hevur álagt limalond- unum. Tann 3. juni hittast londini í Beirut. Eygleiðar- ar vænta, at tey fara at semjast um at hækka kvot- urnar, men at tað kortini ikki fer at geva størri fram- leiðslu, av tí at framleiðslan longu er oman fyri kvotur- nar, skrivar Reuters. Eygleiðarar hava fyrr sagt, at oljuprísurin kann lættliga koma upp á einar 43 dollarar í summar. Sonja Gandhi er tann fjórði indiski stjórnarleiðarin við Gandhi-navninum. C M Y K 17 16 eina yrking, sum hann roynir at tekna. Áðrenn hvør fer til sítt verður logg- bók skrivað. Annan dagin aftan á morgunsang og lesiløtu verður greitt frá manna- gongdini, tá ið farið verður at skitsa. Síðan fara øll í holt við at skitsa, onkur fer útum og onnur fara inn í stovuna. Arbeitt verður framvegis út frá eini yrking. Skitsan verður gjørd liðug og teknað á løriftið. Næmingarnir verða kunnaðir um litlæru, og um hvussu teir koma í gongd við at mála. Mikumorgun er klárt at fara at mála. Dagurin byrjar sum vanligt, og síðan verð- ur riggað til. Næmingarnir eru spentir og arbeiða miðvíst. Hildið verður fram at mála aftaná fríkorterið. Aftaná matarsteðgin savnast øll í Skálanum, nú er Alexandur komin. Løtan byrjar við, at næmingarnir syngja tveir sangir við klaver- og kornettfylgi- spæli. Alexandur greiðir síðan frá, hvussu hann yrkir. Hann greiðir frá muninum millum ein sang og eina yrking og tosar um modernað skjaldur, tvætli- rímur. Honum dámar at spæla sær við orðum og at finna orð, sum eru tvítýdd, og setir tey saman, so okk- urt skemtiligt kemur burt- urúr. Alexandur lesur nakr- ar yrkingar úr nýggja savn- inum, sum kemur út í heyst, og næmingarnir fáa høvi at spyrja. Hugagóður svarar hann teimum skilagóðu spurningunum. At enda býtir hann næmingarnar sundur í yngri og eldri og gevur teimum uppgávur. Yrkingarlagið hjá Alex- anduri er við til at skerpa málsliga tilvitið hjá børn- unum, og spennandi verður at vita, hvussu fer at gang- ast, tá ið tey skulu gera sín- ar egnu yrkingar. Málning- urin skal gerast liðugur, og síðan skal alt gerast klárt til framsýningina. Leygardag- in koma foreldrini í skúla. Nú vikan er liðug hava næmingarnir lisið og skriv- að, teknað og málað, sung- ið og yrkt, tingast og mett um. Soleiðis hevur skúlin roynt at møtt næminginum, har hann er staddur, og givið honum møguleika at menna seg í treysti til sín sjálvs og til felagsskapin. Hvør nýggjur dagur er framhald av degnum fyri. Dagurin verður ikki tægað- ur sundur, og tá ið ringt verður fyri fríkorteri, hava næmingarnir einki annað í huganum enn at skula út at røra seg. Sum nevnt fara næming- arnir í skúla leygardagin. Teir møta kl. 9.00. For- eldrini eru væl komin frá 10.00 til 12.00. Framsýningin stendur eisini uppi mánakvøldið, 17. mai kl. 20.00, tá ið Sunda bókasavn skipar fyri kvøldsetu. Alexandur Kristiansen fer at greiða frá um skaldaverk sítt, yrking- ar og týðingar, og Bárður Jákupsson, sum hevur myndprýtt bókina Grísa- flísa-Pætur, tosar um tað at tekna til børn og um tekn- ingar hjá børnum. Øll eru hjartaliga væl komin, heilsa tey úr Norð- skála/Oyra skúla á Oyrar- bakka. Skeivir upp- lýsingar Í týsdagsblaðnum stóð stubbi um eitt ferðslu- óhapp í Kunoyarberghol- inum. Gerast skal vart við, at upplýsingarnir, sum har stóðu ikki vóru heilt rættir. Har stóð, at óhappíð hendi beint við tunnils- munnan og at orsøkin helst var, at eini bilførar- in varð blendaður av sólini. Men óhappið hendi við fjórða víki- plássið inni í tunlinum, og er tað tískil lítið sann- líkt, at sólin hevur havt nakað við óhappið at gera. So skuldi hendan rætt- ingin verið komin upp á pláss. - sae - Framhald av síðu 4