hósdagur 7. november 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 129 · 8. november 2013
6
VIKUSKIFTI
onkran sum eg kenni ella onkran, eg eri
í familju við. Akkurát sum so nógvir
aðrir føroyingar gera. Eg havi valt Jenis
av Rana tvær ferðir, Høgna Hoydal eina
ferð og Sunnevu Háberg Eysturstein
eina ferð. So eg havi verið víða.
– Og eg veit ikki hvørjum flokki,
eg fari at atkvøða fyri næstu ferð. Øll
hála hvør sín veg, so eg kenni meg ikki
tryggan. Faktiskt fresi eg runt á øllum
politiska aksanum, sum fólk ofta tosa
um.
– Men eg haldi, at eg havi rætt
at hava eina meining um politikk.
Vit skulu tala at, tá vit síggja okkurt
órættvíst. Vit skulu eisini gera vart við
tað, tá vit ikki skilja hvussu okkurt
hongur saman, hetta uttan at verða
jarðløgd, kallað býtt og innantóm.
Snýr seg um fólkið
– Vit mugu ikki gloyma, at politikkur
snýr seg um fólkið. Tað er fólkið, sum
hevur valt tey, sum stýra skútini. At
politikkarar ikki strekkja seg fyri at gera
tað so skilligt fyri øll, er mær óskiljandi.
Tað er so umráðandi, at fólki skilir, hvat
gongur fyri seg og hvat tað er, vit eru í
gongd við í hesum landinum.
– Tá eg eri lærari í fimta flokki, so
má eg orða meg soleiðis, at tað gevur
meining hjá næmingunum. Eg kann gott
halda alt møguligt út frá námsætlanum,
málfrøði og siga, at føroyskt er horna
steinurin í skúlanum, men hetta fer
beint yvir høvdið á næmingunum. Tað
skilja tey einki av.
– Eg giti ikki, at politikkarar gera
tað við vilja. Og eg giti heldur ikki, at
nakar roynir at ljóða innviklaður fyri
at ljóða klókur. Eg haldi bara, at tað
er umráðandi, at fólkið skilir tað, sum
fer fram, tí tað er okkum, tað snýr seg
um.
– Hyggja vit hinvegin eftir lesara
brøvum, so er tað skrivað frá einum
politikkara til ein annan. Teir skriva
fyri at verja seg sjálvar, og fyri ikki at
missa andlit yvir fyri øðrum politikkar
um. Tað ræður um at orða seg soleiðis,
at tað ljóðar skilagott innanfyri tann
diskursin. Har áttu teir heldur at skriva
soleiðis, at fólkið skilir hvat teir royna
at siga, og hvat teir ætla sær at gera. Eg
skilji ikki, at teir ikki kýta seg, fyri at
gera tað einfalt fyri fjøldini.
–Eg havi eisini eina kenslu av, at
fleiri politikkarar halda, at tað snýr
seg um teir. At tað ikki snýr seg um at
tæna fólkinum. Men tað er jú ábyrgdin
hjá einum politikkara at hava samband
við fólkið. Tað er ikki fólkið, sum skal
renna aftaná og siga ”góði, kanst tú ikki
fortelja mær, hvat tit gera?” Tað eigur
at vera ábyrgdin hjá einum politikkara
at siga, ”okay, tað sum hendir nú er”, at
forklára okkum tað og siga, at ”tað er
umráðandi, at tit eru við”. Á onkran
hátt haldi eg, at tað er skyldan hjá pol
itikkarunum at fáa fólkið við. Eg dugi
ikki at síggja meiningina í at gera tað
meiri innviklað enn tað er.
Politikkur er ikki fótbóltur
– Eg haldi, at tað er umráðandi ikki at
vera fastlastur. Eg trúgvi ikki uppá, at tú
hevur eina meining, tá tú er 18 ár og so
broytist henda meiningin ikki restina av
lívinum. At nú haldi eg bara við hesum
flokkinum og hetta er mín meining,
sum ikki kann broytast. Eg skilji ikki,
at nakar hevur tað so. At fólk siga, at
tey altíð hava atkvøtt fyri Tjóðveldi, at
tað hevur omman eisini altíð gjørt, og
abbi var eisini við í flokkinum. Alt tað
er líka mikið. At vera skrásikkur í síni
meining drepur alt kjak. Tað snýr seg
bara um at vinna kjakið og ikki at blíva
klókari av at kjakast.
– Tað, sum eigur at vera umráðandi,
er, hvør umboðar teg best beint her og
nú. Tað er hann ella hana, tú eigur at
velja. So ganga fýra ár og so skalt tú
aftur taka støðu.
– Hetta er ikki fótbóltur. Eg eri
HB'ari, havi altíð hildið við HB og fari
nokk altíð at gera tað. Men tað eru tvey
heilt ymisk ting, politikkur og fótbóltur.
Eg fái mat á borðið hóast HB ikki verður
Føroyameistari, men við politikki er tað
nakað heilt annað. Politikkur er so sera
álvarsamt. Tað er størsta og mest um
ráðandi arbeiði í landinum. Eg dugi
ikki at ímynda mær eitt torførari starv.
Men eg haldi ikki, at virðingin fyri hesi
ábyrgd og tað álitið, sum fólkið gevur
teimum valdu, er til staðar.
Vónbrot og trúvirði
– Eg verði vónbrotin av fólkum, sum
siga eitt og gera eitt annað. Hetta er
galdandi fyri øll, ikki einans politikk
arar. Men tá tað eru politikkarar, so er
tað eyka álvarsamt. Um eg avtali við
onkran av fara í Kaffihúsið klokkan
fimm, og viðkomandi ikki kemur, so er
tað ergiligt, men eingin stór katastrofa.
Men at siga eitt við føroyingar, fáa
atkvøður upp á tað og so gera nakað
heilt annað, tað er ikki tað sama sum
at lúgva um, at tú kemur til kaffi og so
ikki gert tað.
– Hetta er ein spurningur um trú
virði. Trúvirði er ikki nakað, sum tú skalt
begrundað. Tú kanst ikki argumentera
teg til tað. Tað skalt tú arbeiða upp, og
tað eigur at vera rímiliga klárt fyri øll.
At rættvísgera trúvirðið eigur ikki at
vera neyðugt. Tað eigur tú at síggja og
merkja.
Alskurin til Føroyar
– Alt, sum eg skrivi, hongur saman við,
at eg eri so sera góður við Føroyar. Eg
elski at vera her. Eg elski mátan, vit liva
uppá, hvussu vit eru móti hvør øðrum,
og hugburð okkara. At øll kenna øll.
Eg elski tað. Føroyar eru sum gjørdar
til mín. Út frá hesum er tað, at eg eri
farin at skriva. Tað ljóðar sum ein klisje,
men tað er út frá kærleika til Føroyar,
at eg geri tað.
– Og eg havi allar fortreytir fyri
at eydnast her í samfelagnum. Eg eri
31 ár, akkurát byrjaður á setrinum, eg
havi eingi børn og havi havt ein super
uppvøkstur, har alt var harmoniskt.
– Eg havi førleikar at gera nógv,
og vil eg tjena pengar, jamen so geri
eg tað. Men tað eru ikki øll, sum hava
fingið so góð kort á hondina sum eg.
Men eg, sum havi fingið alt serverað
á einum silvurfati, havi ábyrgd at taka
mær av teimum, sum ikki hava tað gott.
Har mugu vit hjálpa hvørjum øðrum.
Tá onkur dettur, jamen so hjálpa vit
teimum upp.
– Vit eru Føroyar, øll skulu vera her
og tí er spurningurin, hvussu fáa vit
tað so gott sum gjørligt fyri øll. Eg vil
gjarna varðveita tað so einfalt, tí hetta
gloyma fólk, tá tey fara upp í politikk.
- Náttin og eg eri bestu vinir At sita
einsamallur í myrkrinum og eingin
telefon ringir. Tá kann eg savna
tankarnar og fara eitt sindur
djúpri enn í gerandisdegnum