Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 129 · 8. november 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? - Tónleikari. Hvat er tað besta við starvinum? - Tađ besta viđ einum starvi, iđ man verðuliga dámar, er, at tađ gevur gleði og kreativan íblástur. Hvønn eginleiki hjá tær ert tú fegnast um? - Eg havi lætt og positivt lyndi. Hvør eginleiki hjá tær irriterar teg? - Eg eri í so tolin til tíđir. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? - Lurti eftir øllum góðum tónleiki Hvør er besti sangur, sum er gjørdur? - Tað eru ótruliga nógvir góðir sangir gjørdir, og ein av teimum er What a Wonderful World. Hvat ger teg glaðan? - Tað kann verða so nógv – til dømis glað fólk. Hvat ger teg keddan? - Eg kann til dømis blíva keddur, tá fólk ikki hava møguleika at útliva sinar dreymar. Hvat er luksus fyri teg? - At vera føroyingur. Hvat ert tú glaðast fyri at eiga? - At eiga kensluna av, at eg til tíðir hvíli í mær sjálvum. Hvat brúkar tú frítíðina til? - Hugni mær saman við familju og vinum. Hvat tímur tú ikki at hoyra uppá? - Grenj! Hvønn sang eiga øll fólk at hava hoyrt? - Tann sang, ið sigur teimum nakað. Hevur tú eina fyrimynd? Eg havi fleiri fyrimyndir, men um vit tosa um tónlist, so slepst ikki undan at nevna Jimi Hendrix. Í dag er so ætlanin at borðreiða við einari borðbærari konspira­ sjónsteori, einum dyggum ástøði um svikaráð. Ein konspirasjónsteori er, tá framtíðin fer at prógva, at eg í dag hevði rætt í tí, at talan var um eina óvanliga og óreina ráðagerð, óreina, júst tað. Tað, sum í dag ljóðar høpis­ leyst og langt úti, verður ein skila­ góð og, ikki minst, røtt nið­ur­støða um ikki so nógv ár. Vell, vit leggja á vaðið í einari av áunum hjá SEV, oman fyri tunn­ilsmunnan sjálvandi. Elfelagið brúkar rátt vatn til at gera streym. Vit brúka streym til at kóka vatn. Vit kunnu ikki drekka vatnið rátt, tí ein lorta­ bakteria, sum eitur okk­urt fínt á latíni ella øðrum fremm­andum máli, E-Coli, okkirt sórit nak­að har, er í vatninum. Bara ein, men eingin veit, í hvørjum krana, hon endar. Kókið tí vatnið. Kommunurnar eiga SEV. Komm­unustýrini halda, at SEV krevur ov nógv fyri SEV, streym­ urin er ov dýrur. Sum alt annað í Føroyum, heimsins dýr­asti. Men, hugsa tey klóku komm­unuhøvdini so, selur SEV meira streym, hækkar prísurin kanska ikki. Og, nú nærkast vit ástøðinum, nógvur streymur skal brúkast til at spruttkóka nógv tons, ella kubikk, av vatni í minst tveir minuttir. Sum sagt kommunurnar lata lort í vatnið av og á fyri at halda prís­inum hjá SEV niðri. Lort í býin og lort í vatnið. Ein neyv og gløgg konspirasjónsteori. SEV eigur vatnið. Og SEV eig­ ur vindin, hóast onnur røkja hann. Og allar 40.000 perurnar á Tórs­vølli lýstu alla náttina eftir heið­urliga sigurstapið móti ES her­fyri. Hatta var so ein konspira­sjóns­ teori, ein av mongum. Ein onnur er, at eingin amerik­ anari hevur verið á mánanum. Og alt var betri fyrr. Kavin var hvítari fyrr. Sjálvandi var hann tað, nú er eingin kavi. Havnin skal skína, søgdu tey í Havn. Reinur og frí(ð)ur, við ella utt­an ð, tað var, hvussu lagið var, svar­aðu tey í lítla høvuðsstaði. Nógv ár og nógvar lýsinga­ stovur seinni svaraði stórbýurin Tórsvík so aftur við lorti í býnum. Sum ein segði: Eg kom lort í býin. Fór í býin í Havn leygar­ kvøld­ið og vaknaði í brummuni í Klaks­vík sunnumorgunin. Hooked í Klaksvík. 2000 kvinnur runnu í Havn hand­an eina leygardagin í summ­ ar, eingin mjørki var. So eing­in teirra viltist. Óneyðugt var at tendra kumpassina í fet­telj­ara­ num. Tað var bara at renna aft­an á øllum hinum. Ein suðringur segði eina ferð, at í Havn er so nógvur mjørki, at hann hevði ikki sæð skógvarnar hjá sær í ein heilan mánað. 2000 av kvenkyni, júst so nógv­ar eru færri enn menn í Før­oyum. Men har vóru tær so all­ar, allar 2000. Gentur, kvinnur, mamm­ur, ommur, langommur, oldur­ommur - kvinnur liva leingi - frillur, hjákonur, kvøldarvív, sig­ur orðabókin, rennandi undan Før­oyum. Allar í svørtum, sum eitt renn­ andi, sveittandi, tivandi, bylgjandi líkfylgi. Føroyska sendistovan í London skuldi latast aftur. Men tað var eis­ini ein konspirasjónteori. Einki ríki hevur so nógvar sendi­stovur í Føroyum sum himmi­ríki. Tær lata ongantíð aft­ ur, tíverri. Leigan er goldin fyri allar ævir. Nú eru bara Piss-Off dystirnir eftir í undankappingini um at sleppa til Brasil at raka dagin næsta summar. Eina ferð koma Føroyar so langt, siga optimistarnir í fót­bólts­ verðini, tað er føroysku fót­bólts­ verðini. Bara vit koma í ein lættan bólk, so koma stigini av sær sjálv­ um sjálvandi. Hvussu skulu tey annars koma? Hvør er ein lættur bólkur hjá Føroyum? Til dømis Bornholm, Svalbard, Rock All, Lesbos og Grønland. Og so eitt muslimskt skoritrikk, tá kvinnurnar hava drigið fyri andlitið. “Tú líkist einari millión – einari CIP-millión.” Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Uni Debess lagt til rættis: Eyðun Klakstein Tími ikki at hoyra grenj Bluestónleikarin Uni Debess um, hvat er luksus hjá honum, hvat ger hann glaðan, og hvat hann ikki tímur at hoyra Prógvað seinni