hósdagur 7. november 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 129 · 8. november 2013
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Tað er stutt millum
fløguútgávurnar. Summar
hoyrist nógv um, áðrenn
tær eru almennar, og so
er tað tær, sum millum lítið
og einki hoyrist um, áðrenn tær
eru at hoyra. Millum hesar síðstu
telist tann, sum her verður umrødd.
Í vikuskiftinum kemur solo
fløga við Árna Bech Jensen
ella Árna Bass, sum hann ofta
varð nevndur. Hann andaðist av
herviligari sjúku 28. november í
2011 ella fyri knappliga tveimum
árum síðani. Konan, Maiken Jen
sen, fegnast um at dreymurin
nú er vorðin til veruleika, og hon
greiðir soleiðis frá um fløguna:
-Árni droymdi um at geva
fløgu út, men tað var ikki vorðið
til veruleika, tá ið hann gjørdist
sjúkur og viknaði. Tá fór hann í
studio og sang “Longur á leið”,
sum nú er vorðið heitið á fløguni.
Hann sang eisini “Í Jesusar hond
um” saman við dóttur okkara
Erlu, greiðir Maiken frá.
Á fløguni eru fjúrtan sangir.
Nakrir vórðu upptiknir í 1997, og
tann upptøkan hevur sína serligu
søgu. Maiken Jensen sigur soleiðis:
-Ein skyldmaður Árna var deyð
ur, og Árni varð biðin at syngja við
jarðarferðina, sum var úr Vest
urkirkjuni. Hann sang “Er Jesus
nær”, og eftir jarðarferðina spurdi
hon, sum nú sat einkja, Árna, um
hon ikki kundi fáa eina upptøku
av sanginum. Árni gjørdi ikki
vandari enn at fara í EVR studio,
og har sang hann seks sangir
inn. Jóannes á Váli spældi klaver
og Johannes Danielsen tók upp.
Kvinnan fekk so hesar sangirnar á
einum kasettubandi, og hann gav
eisini mær eitt kopi. Hetta vóru
sangir, sungnir “unplugged” eitt
kvøldið í 1997. Fimm av hesum
sangum eru við í á fløguni, nú
við fleiri øðrum ljóðførum og
bakgrundsrøddum, sum Jákup
Zachariassen hevurt lagt aftrat.
Árni og Sangbrøður
Miðskeiðis í seksti árunum gjørdist
Árni partur av Sangbrøðrum, sum
sungu í Ebenezer og aðra staðni
kring landið, og sum góvu plátur út.
Øssur Berghamar stílaði
fyri. Hann og Árni vóru vinir frá
heilt ungum av, og tað er Øssur,
sum hevur gingið undan í at fáa
dreymin hjá Árna um at geva
fløgu út til veruleika. Øssur greiðir
soleiðis frá um Árna Bass:
-Tá fyrsta EP-plátan við fýra
sangum kom út móti jólum í
1966, var tað serliga bassrøddin
hjá Árna, sum hugtók lurtararnar.
Árni Bass á fløgu
Geislar máttu yvirtala
mammu Henning
Focus forvitnisliga framsýning
Tvey ár eftir at hann doyði,
er dreymurin hjá Árna
Jensen um at geva fløgu
út vorðin til veruleika
Bólkurin av Sandi ger comeback leygarkvøldið,
25 ár eftir at teir blaðungir fóru at spæla saman
Teir vóru millum 14 og 17 ára
gamlir, tá ið teir stovnaðu sín
egna tónleikabólk. Teir spældu
nógv árini eftir, og hóast teir nú
hava ligið í dvala í longri tíð, eru
teir aftur klárir at fara á pallin.
Talan er um tónleikabólkin
Geislar, sum leygarkvøldið
ger comeback í sambandi við
at ungmannafelagið Virkið á
Sandi verður 90 ár, og Ung
mannahúsið verður 60 ár.
- Sum ungir dreingir sóu vit
upp til teir tónleikarar, ið vóru
eitt sindur eldri enn vit, og har
var tað serliga bólkurin Ravnar
við Torbjørn Jensen, Oddfríður
Rasmussen, Eyðstein Johanne
sen og Sverra Mohr Edvinsson,
ið vit valdu at leggja okkum
tætt uppat. Tí bleiv navnið
eisini Geislar, tí “ar” máttu vit
hava, eins og Ravnar, Hjarnar og
onnur, greiðir Frankie Jensen frá.
Hann og Jógvan Jón Petersen
vóru 16 ára gamlir, tá ið teir
gjørdu bólkin í 1988. Jónsvein
Poulsen, sum var 17 ár, var
elstur, Ási Mikkelsen var 15,
og Henning Nicodemussen
var bert 14 ára gamal.
- Vit spældu nakrar ferðir á
Sandi í 1988, síðan til eitt brúd
leyp í Skálavík, har tey gjarna vildu
hava hesar ungu fittu dreingirnar
at spæla. Vit máttu í samráðingar
við mammu Henning fyri at fáa
hana at geva honum loyvi til
at verða uppi heilt til klokkan
04 um náttina, sigur Frankie.
Ferðaðust eisini
Fyrstu ferð Geislar fóru av oynni,
var nakrar mánaðir seinni, tá ið teir
fóru til Sørvágs at spæla. Eisini
tá lukkaðist at fáa Henning við.
- Tá hevði ikki verið dansur í
Sørvági í langa tíð, men tey hildu,
at vit skuldu royna tað. Vit spældu
bæði fríggjakvøld og leygarkvøld,
og tað eydnaðist sera væl.
- Tað eggjaði okkum til at
hugsa stórt. Vit høvdu tá lánt
eitt ljóðanlegg, ið fór at larma,
bara vit trampaðu á pallinum,
og tí keyptu vit eitt nýtt ljóð
anlegg fyri 100.000 krónur frá
Høgna Andreasen. Vit áttu ikki
pengarnar, men Jónsvein, sum
tá varð blivin 18 ár, setti seg fyri
einum láni í Sjóvinnubankanum,
greiðir Frankie frá.
Eftir hetta spældu Geislar
javnan, og serliga var tað í Glyvra
Bio og í Eydnuni á Oyrabakka, at
teir slitu sínar gittarstreingir.
- Tað bleiv spælt bæði
fríggjakvøld og leygarkvøld,
og tí leigaðu vit altíð ein størri
bil til 11 persónar, ið vit kundu
cruisa runt við eftir dansin og
dagin eftir, sigur Frankie.
Teir fingu eisini boð um at
koma til Suðuroyar at spæla.
- Vit vóru bidnir um at koma til
Hvalbiar at spæla. Vit hildu, at tey
høvdu tikið feil við onkran annan
bólk, men slaturin um teir fittu
Geislarnar av Sandi rukku eftir
øllum at døma eisini til Suðuroyar.
Dansur var eisini á Tvøroyri hetta
vikuskiftið, men heilt nógv fólk
var í dans í Hvalba hóast tað.
Comeback
Manningin í Geislum broyttist
nakað gjøgnum árini. Jónsvein
gavst, og Jógvan Jón fór at spæla
bass. Seinni gavst Ási, og
Eyðfinn Jensen, ið var lærari
á Sandi, tók yvir. Seinni valdi
Henning at royna nýggjar leiðir
innan tónleik, og tá varð tað
eingin annar enn Elis Poulsen,
sum setti seg við trummur
nar í bólkinum, sum tá varð
kallaður Elis & Geislar.
Hóast Frankie flutti til Dan
markar í 1994 og Jógvan Jón í
1995, spældu Elis og Geislar
til høgtíðir á Sandi og í Skála
vík í nøkur ár, men eftir at
Jógvan Jón flutti út á Dímun,
steðgaði eisini hetta.
Teir hava tó onkuntíð verið
aftur á palli. Í 1998 spældu teir
í Vági til brúdleypið hjá Jón
sveini, fyri fimm árum síðan
spældu teir til jubileum á Sandi,
og nú leygarkvøldið verður
so tiltakið Geislar 25 ár.
Manningin leygarkvøldið verður
tann sama, sum byrjaði bólkin í
1988: Jónsvein Poulsen (bass),
Ási Mikkelsen (keyboard), Henning
Hjalt Nicodemussen (trummur),
Jógvan Jón Petersen (gittar/sang)
og Frankie Jensen (gittar/sang).
Um vikuskiftið hevur Galerie Focus
framsýning við ymiskum verkum
eftir kend føroysk listarfólk. Á
framsýningini verða málningar,
tekningar og litografir.
Á framsýningini er ein málning
ur av Tommy Arge, Hans Jákup
Glerfoss og J. Waagstein, Eyvindur
Mohr og Frida Zachariasen. Tveir
málningar av Zacharias Heinesen
og Torbjørn Olsen. Fýra málning
ar av Steffan Danielsen. Nøkur
verk av Ingálvi av Reyni, Arnold
Vegghamar og øðrum listafólkum.
Nakað serligt, sum eisini er
á framsýningini, eru akvarellir
av danska arkitektinum Holger
Jensen (1918-2004) av føroyskum
kirkjum. Í Føroyum teknaði Holger
Jensen, kirkjuna í Fuglafirði,
sum stóð liðug í 1983.
Framsýningin er opin frá
fríggjadegnum til sunnudagin
Verk hjá Glerfoss, Waagstein, Vegghamar
og fleiri verða at síggja á somu framsýning
Geislar í 1988. Upprunamanningin í
bólkinum spælir á Sandi leygarkvøldið
Árni Bech Jensen
Árni Bass