hósdagur 7. november 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 129 · 8. november 2013
9
VIKUSKIFTI
Serliga var tað sangurin “Eg havi
Kristi kærleik”, sum gjørdlist ser
ligi sangurin, ið fólk fóru at seta í
samband við Árna. Tað er tí ikki av
ongum, at Árni hevur verið kallaður
Árni Bass. Men hann hevði eisini
gott máloyra, var sera musikalskur,
og hetta gjørdi, at hann altíð arb
eiddi fyri at fáa støðið á einum
sangi so gott sum gjørligt.
Av og á hava Sangbrøður hitst
aftur og sungið til onkur serstøk
høvi. Í 2002 funnu teir saman aftur
og sungu nakrar nýggjar sangir inn,
sum vóru útgivnir við einum úrvali
av gomlum sangum. Nakrir teirra,
har Árni hevur berandi leiklut, eru
tiknir við aftur á nýggju fløguni.
Kend nøvn
Tað verður lýst nærri, nær fløgan
verður løgd fram, men tað verður
ivaleyst fyrst í næstu viku, sigur
Maiken Jensen. Hon fegnast um,
at børn teirra – Erla, Bogi og Jákup
– á fløguni syngja ein av sang
unum, sum Árna dámdi serliga
væl, og so leggur hon aftrat:
-Sangurin um Harran var ein
stórur partur av gerandisdegi
hansara. Hann sang altíð og var
við í so nógvum innan andaligan
sang og tónleik. Hann legði altíð
dent á boðskapin í sanginum – at
hann skuldi hoyrast væl. Árni
sang um Jesus alt lívið og ynskti,
at sangirnir skuldu peika á hann.
Tað er eisini ynski mítt við hesari
minnisfløgu, sigur Maiken Jensen,
einkjan eftir Árna Jensen, sum
droymdi um at syngja á fløgu.
Tvey ár eftir at hann andaðist
er dreymurin vorðin veruleiki.
Millum teirra, sum hava verið
við til syngja, at taka upp, mixa
og á annan hátt verið við til at
mynda fløguna, eru fleiri, ið so
mangan eru at síggja og hoyra
í sambandi við sang, tónleik,
upptøkur og útgávur: Jóannes á
Váli, Árni av Reyni, Sangbrøður,
Hans Poulsen, Jákup Zachariassen,
Kristoffur Mørkøre, Bárður Háberg
og Kári við Rættará.
Soleiðis broderar tú til
føroyska tjóðarbúnan
Tríggir góðir úr Lübeck
“Millum
teir mongu
góðu film
arnar, eg sá
á Norður
lendsku
Film
stevnuni
í Lübeck í ár, vóru svenski
“Monica Z”, sum danski Per
Fly leikstjórnaði við svensk-
íslendsku Eddu Magnason,
29, í høvuðsleiklutinum. Hon
bæði spældi og sang, sum
var tað hin ektaða Monica
Zetterlund (1937-2005), ið
trúnaði framman fyri okk
um. Serliga trupla sambandið
við pápan, ið aldri var nøgdur
við dóttrina, er væl lýst.
Ein annar filmur, sum var
hugtakandi á ein heilt annan
hátt, var íslendski “Málmhaus”
hjá Ragnari Bragason, ið ber
enska heitið “Metalhead”. Í
sjálvum sær ikki um heavy
metal, men um eina gentu á
einum íslendskum bóndagarði,
sum er 12 ára gomul, tá eldri
beiggin doyr í arbeiðsvanlukku
við einum traktori. At koma yvir
sorgina leitar hon innar í heavy
metal tónleikin í kamarinum
hjá beiggjanum og fer á eina
destruktiva myrkursferð í allari
bygdini. Partar av nemandi søguni
eru nýggi ungi presturin, sum
hevur eina Iron Maiden tattovering
á arminum, og so ein brennandi
kirkja, ið øll bygdin byggir upp
aftur. Ikki bara tí at Norrøna
verður nevnd, men mest tí
at kirkjan í dag verður brúkt
sum pallur til heavy metal
konsertir, vóni eg at júst hesin
filmur kemur til Føroya, tí, sum
prestur sigur í filminum: “Guds
ljós skínur eisini í tí svarta”.
Triði filmur eg havi hug
at nevna er norska politiska
nøtrisøgan “Pionér”, sum Erik
Skjoldbærg úr Tromsø hevur
leikstjórnað. Søgan, sum byggir
á veruligar hendingar, er um
tá norska oljuævintýrið byrjaði
í sjeytiárunum, og norskir
kavarar skulu arbeiða saman
við amerikumonnum at leggja
oljurør eftir botninum á 500
metra dýpi. Men dreymastarvið
hjá eina kavaranum, leiktur
av Aksel Hennie, verður til
eina markleysa marru, har
eingin veit, hvør er vinur ella
fíggindi. Kavarar, læknar,
djúphavsgranskarar, norskir
politikarar og amerikanskir
stórkapitalistar verða øll sett
upp mót hvørjum øðrum. Eitt
effektivt ævintýr úr okkara egna
veruleika. Norðurlendskur filmur
stendur sterkur á altjóða pallinum.
Nú er bara at fáa nakrar av hesum
filmum til Føroya at vísa.”
Paulina M. K. Eliasen, sum í 30 ár hevur
undirvíst í brodering, hevur latið bók gjørt
Í meira enn 30 ár hevur Paulina
M. K. Eliasen undirvíst í brod
ering og serstakliga nógv í
brodering til tjóðbúnan.
Hon hevur nú latið bók úr
hondum, har hon sigur frá, hvussu
hon broderar, og við einari rúgvu
av litmyndum verður víst, hvussu
til dømis sama mynstur fær
ymiska útsjónd við ymsum litum.
Paula M.K. Eliasen vísir á, at vit
í Føroyum eru heppin at hava ein
tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at
klæða okkum til serligar dagar.
At brodera fyriklæði og turri
klæði til føroyska búnan er ikki
so gamal siður í Føroyum, men
frá 1950’unum tók brodering
rættiligt dyk á seg og breiddi seg
kring alt landið. Við hesi bók er fyri
fyrstu ferð tilfar givið út við hollari
vegleiðing, ið bæði kann nýtast
til undirvísing og heimbrúks. Í
bókini eru eisini nógvar myndir
av ymiskum fólkum í tjóðbúna.
Stigið til útgávuna er tikið á
Tórshavnar Kvøld,- Ungdóms-
og Listaskúla, har Paulina M.K.
Eliasen hevur verið lærari síðani
1982, og bókin finst bæði í einari
føroyskari og einari enskar útgávu.
Framløgur av bókini
verða í Havn leygardagin og
í Klaksvík mánadagin.
Birgir Kruse, sum hevur verið á Norð
urlendsku Filmsstevnuni í Lübeck,
viðmælir tríggjar filmar frá stevnuni
UPPLIV