Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 129 · 8. november 2013 10 VIKUSKIFTI veður Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo -”Hvat sigur Petur Skeel um veðrið?” ella ”So bleiv sól, júst sum Petur Skeel lovaði” Tá tosað verður um føroyska veð­ ur­lagið, er torført ikki at nevna Petur Skeel Jacobsen. Hann er maðurin, sum seinastu mongu árini hevur greitt føroying­ um frá, hvussu veðrið fer at hátta sær næstu dagarnar. - Mær dámar ótrúliga væl at fylgja við, hvussu veðrið broytist gjøgnum dagin, og um tað samsvarar við tað, sum eg havi lisið út frá veðurkort­ un­um. Viðhvørt passar ikki, og hóast eg altíð fái nógvar viðmerkingar um veð­rið, havi eg ongantíð upplivað, at fólk eru blivin irriterað ella ill við meg, sig­ur Petur Skeel Jacobsen, sum hvønn ger­andisdag fer til arbeiðis eina løtu í Miðla­húsinum, har hann ger veðrið til Sosialin og tíðindasendingarnar á Rás2. Hóast sín høga aldur, hevur hann ong­ar ætlanir um at gevast sum veður­ frøð­ingur. - Eg tími tað væl enn, og eg finni neyv­an nakað nú, sum mær hevði dámt líka væl, sigur Petur Skeel Jacobsen. Hugdi altíð eftir luftini Áhugin fyri veðrinum stavar frá heilt ungum árum. Longu sum smádrong­ur fylgdi hann væl við veðrinum og dugdi ofta at siga, hvussu veðrið fór at verða tann dagin. - Eg minnist væl, tá vit hoyggjaðu í Kaldbak. Eg havi ikki verið konfirm­ er­aður, og longu tá plagdi eg at hyggja at luftini tíðliga um morgunin, og segði við hoyfólki, at vit máttu hoyggja fyrra­ partin, tí aftan á middag fór at regna. Eg hevði sum oftast rætt, og eg haldi, at tað var har, tað heila longu byrjaði, sigur Petur Skeel Jacobsen, ið flutti til Kald­bak sum seks ára gamal og er upp­ vaksin har. Hann vísir á, at tað tó ongantíð var hans­ara dreingjadreymur at gerast veð­ ur­frøðingur. - Áhugin var altíð har, men eg visti ikki sum smá­drongur, at til bara at út­ búgva seg innan veður og vind, for­ telur Petur Skeel Jac­obsen, ið sum 23 ára gamal fyrstu ferð fekk arbeiði á eini veð­urstøð. - Tað var í 1948. Tá byrjaði ein dansk­ ari eina veðurstøð á Skansanum í Havn, og eg tonkti, at hatta arbeiðið kundi eg hugsað mær. Eg arbeiddi annars á Gjald­sstovuni áðrenn tað, men hóast eg fór á nýggju veðurstøðina, var eg av og á eisini á Gjaldsstovuni og hjálpti eitt sindur til, serliga tá eykaskattur kom, fortelur Petur Skeel Jacobsen. Eftir eina tíð á Skansanum fór hann á veð­urstøðina, ið lá niðast á Svald­ bards­gøtu, har hann starvaðist í nøkur ár. Speakari hjá DR Eftir at hava drigist við tuberklar eina tíð, fór Petur Skeel Jacobsen í 1962 til Danmarkar, tí nú søkti Danmarks Meteor­ologiske Insitut eftir fólki. - Eg fekk alt fyri eitt arbeiði hjá DMI, og har lærdi eg eina rúgvu. Eisini fór eg tá undir at útbúgva meg veðurfrøð­ing, sigur Petur Skeel Jacobsen, sum í 1970 fekk prógvið sum veðurfrøðingur. Tá prógvið var komið í hús, helt før­ oyski veðurmaðurin fram við at arb­eiða hjá Danmarks Meteorologiske Institut. Ein partur av arbeiðinum var at lesa veðurtíðindini hjá Danmarks Radio. At vera speakari dámdi honum væl. - Eg plagdi rættiliga ofta at lesa veð­ ur­tíðindini um morgunin, á middegi og um kvøldið. Tey søgdu, at eg dugdi væl at speaka, ja onkur vildi vera við, at eg var tann besti, men tað veit eg nú ikki. Tað gekk í hvusssu so er væl, held­ur Petur Skeel skemtiliga fyri. Eftir at hava verið fleiri ár í Danmark kom Petur Skeel Jacobsen aftur til Før­ oya í 1989. Hetta var í sambandi við, at tað vóru 50 ár liðin, síðani at tey vóru fleiri, ið vóru konfirmerað, og nú skuldu tey hittast aftur. - Fleiri søgdu tá við meg, at nú mangl­aði ein veðurmaður í Vágum, og Veðrið fái eg ikki broytt - Tað fyrsta, eg geri um morgunin, er at vita, um veðrið passar við tað, eg havi lovað fólki. Onkuntíð passa forsagnirnar ikki, men tá kann eg ikki gera annað enn yppa øksl. Veðrið fái eg ikki gjørt nakað við. Soleiðis sigur 88 ára gamli Petur Skeel Jacobsen, sum í meira enn 40 ár hevur verið veðurfrøðingur