Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 129 · 8. november 2013 11 VIKUSKIFTI at eg bara burdi komið upp at arbeitt. Men eg visti einki um, at nakað starv var tøkt í Vágum, fortelur Petur Skeel Jac­ob­sen, ið tó fekk eina uppring­ing, beint eftir at hann var komin niður aft­ ur til Danmarkar. - Stjórin á DMI ringdi til mín og spurdi, um eg ikki hevði hug at verða út­sendur til Føroya sum veðurfrøðing­ur og arbeiða á veðurstøðini í Vágum. Tað tímdi eg væl, og tað bleiv so avtalað, at eg skuldi arbeiða har vestri í eitt ár í fyrstu atløgu. Bleiv verðandi Á veðurstøðini í Vágum syrgdi Pet­ ur Skeel Jacobsen fyri at gera veð­ur­ tíðindini fyri Føroyar og serliga flúgv­ ing­ina. Seinni fekk hann starv hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni hjá Ziska­son, og har arbeiddi hann líka til hann varð 70 ára gamal. Hóast hann gavst tá vegna aldur, kom hann ikki at sita hendur í favn. - Tá fekk eg eina rúgvu at takast við. Sama mánað, sum eg gavst, fekk eg bjóðað at vera sensor á Sjó­mans­ skúlanum, og árið eftir bóðu tey meg gera uppgávur saman við øðrum lær­ ar­um til skipasførararnar. Tað tókst eg so við, til eg var 80 ár, sigur Petur Skeel Jacobsen, sum tó ikki varð arb­ eiðsleysur. Mitt í 90unum byrjaði hann at gera veðurtíðindini til Sosialin, og tað ger hann framvegis. - Eg hitti Jan Müller, táverandi blað­ stjóran, umborð á Rituni á veg út til Nólsoyar á ovastevnu. Hann spurdi meg, um eg kundi hjálpa við veð­ur­tíð­ indunum á Sosialinum, og tað vildi eg fegin, sigur Petur Skeel Jacob­sen, sum eisini hevur lisið veðurtíðindini á Rás2, síðani útvarpsstøðin byrjaði í 2007. Øll spyrja um veðrið Sum veðurfrøðingur í Føroyum uppliv­ ir Petur Skeel Jacobsen, at rætiliga nógv fólk vita, hvør hann er, og tískil spyrja hann um veðurvánir, líka mikið hvar hann er staddur. - Føroyingar tosa nógv um veðrið, men tað haldi eg er nattúrligt, tí upp á mangar mátar eru vit rættiliga bundin at veðrinum. Tá fólk møta mær, er eitt tað fyrsta, tey gera, at viðmerkja veð­rið og spyrja, hvussu næstu dagarnir fara at verða, sigur Petur Skeel Jacobsen og heldur fram: - Serliga tá eg standi á flogvøll­i­num á veg til Danmarkar er ikki óvanligt, at fólk koma yvir til mín at spyrja, hvussu veðrið fer at verða á túrinum. Eg hyggi altíð eftir kortunum á netinum, áðrenn eg fari úr Havn í Vágar, og sostatt havi eg altíð kunnað meg um veður­ván­ir­ nar áðrenn og plagi at kunna for­telja fólkunum, sum spyrja, hvussu veð­rið fer at hátta sær á túrinum, fortel­ur Pet­ ur Skeel Jacobsen. Hóast hann hevur gjørt forsagn­ir fyri føroyska veðrið í meira enn 40 ár, heldur hann tað framvegis vera eina av­bjóðandi uppgávu. - Tað er ikki bara sum at siga tað, tí veðrið í Føroyum er so ómetaliga skift­ andi. Har eru fleiri faktorar, tú mást taka hædd fyri, tí veðrið er ótrúliga ymiskt, alt eftir hvar í landinum tú ert. Tað kann vera summar og sól eina staðni, meðan mjørki og regn er eina aðra staðni í landinum. Men has­ um finnur mann útav, tá mann hev­ur fing­ist við veð­ur­for­sagn­ir í drúgva tíð, sig­ur Pet­ur Skeel Jacobsen og legg­ur afturat: - Tað kemur fyri, at veðurforsøgn­in ikki passar, men tað fái eg ikki gjørt nógv við. Eg fái ikki broytt veðrið. Petur Skeel Jacobsen hevur lisið veðurtíðindini á Rás2 síðani 2007, tá útvarpsstøðin byrjaði. - Eg tími tað væl enn, og finni neyvan nakað nú, sum mær hevði dámt líka væl, sigur Petur Skeel Jacobsen myndir: álvur haraldsen