Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 129 · 8. november 2013 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen ­100 ár síðani húsaskonnartin Marianna gekk burtur Sum greitt frá í seinasta parti eru í ár 50 ár síðani, at báturin Kallur á Syðradali gekk burtur við trimum monnum. Men Húsa sókn hevur enn ein minnisdag í ár. Í hesum døgum eru 100 ár síðani, at Marianna gekk burtur við seks monnum Árið 1913 er størsta vanlukkuár í Føroyum, í hvussu er síðan 1870. Hetta ár fórust 37 menn á sjónum. Seks av hesum fórust við Marianu, ella Mari­onnu, sum hon vanliga var kallað. Á heysti 1913 var Marianna niðri og landaði. Tað var helst í Leith. Hon fór á vegnum heim inni í Lerwick. Farið var haðani til Føroya 12. november, men hon kom ikki vegin fram. Tað stendur einki í bløðunum tá um hesa vanlukku. Men tað stóð tó í Dimmalætting, at seinna­partin í november hevði verið eitt ógvus­ligt illveður við nógvum regni. Havnará varð so stór, at Áarvegur stóð undir í vatni, og tað rann inn í kjallararnar. Páll Nolsøe skrivar eisini í siglingarsøg­ uni, at tvey onnur skip vóru millum londini í hesum illveðrinum. Annað var Jane Elisabeth í Vági, sum sakk, og har skiparin Sofus á Durtu­fløtti í Porkeri druknaði. Hitt skipið var Grace, sum kom við øllum seglum í lepum inn í Flekkefjord í Noregi. Teir sum áttu Marionnu vóru Poul Matt­ hias Sørensen og Andreas Jacobsen á Húsum. Teir báðir vóru systkinabørn. Navnið fekk skonn­artin eftir konu Andreas, Marianna, sum var av Evensenættini í Hvalba. Tey vóru gift í 1903. Marianna hevði tá arvað jørð í Hvalba, og hon man hava útvegað Andreas eginpening til hansara part av keypinum. Andreas førdi Marionnu tey fyrru árini. Poul var reiðari, og fiskurin varð turkaður á Húsum, sum tá var ein blómandi bygd. Poul á Bakka var tann stóri keypmaður­ in á Húsum hesa tíðina. Hann var føddur í 1869, og hevði helst arbeitt hjá Faktorinum í Klaksvík, har hann hevur fingið áhuga fyri handilsskapi. Í 1896 fekk hann handilsloyvi, og fór at handla fyri seg sjálvan. Hetta hevur helst ver­ið eitt sindur óvanligt tá. Tað meira van­ liga hevði verið at stýrt einum úthandli hjá ein­um av teimum stóru keypmonnunum í stór­plássunum. Sjálvur hevði hann úthandil í Lor­vík umleið 1908-1911. Poul bygdi pakkhús og fór at keypa fisk at virka til salt- og klippfisk umframt lýsi. Eisini fekk hann motorbát, sum eisini kundi útvega ráfisk til at arbeiða. Hetta var Nøvin, sum var bygdur í Suðuroy. Men Poul fær so hug at víðka um virksemi, og hetta var við Marionnu. Bygd í Noregi sum línuskip Marianna var bygd á Framnæs mekaniske værk­sted í Sandefjord í 1883. Hon var 102 BRT til støddar og var nakað minni enn tær van­liga kendu skonn­artirnar men størri enn ein vanlig slupp. Marianna varð smíðað til Svend Foyn í Tøns­berg. Sjálv skipsgerðin var óvanlig. Mari­anna var serbygd eftir amerikanskum tekningum til línufiskiskap eftir toski á norð­ aru grunnunum. Serligur dentur varð lagdur á eitt skjóttgangandi skip við serstakum stór­ um rigningi. Sagt varð, at mastrar og segl hóskaðu betur til eitt 300 tons stórt skip enn til eitt sum var 100 tons. Tað gekk ikki væl við línufiskiskapin­um, og tvey ár seinni fekk Marianna skaða út fyri Haugesund og misti fimm menn. Marianna sigldi seinastu ár við frakt, og kom í hesum sambandi eisini til Suðuroyar, har eigararnir av henni vóru uppi í hvalastøðini i Lopra. Í Tingakrossi 15., 22., og 29. juni 1904 er henda lýsing í Tingakrossi: Udmærket godt Fartøj til Salgs Fore and aft Skonnert “Gungner”, bygget af Eg, Metal­fast, Netto 62 Tons, dybtgaaende 11,5 Fod, har 1. Klasses Norsk Veritas for fire Aar, indrettet til Fiskeri­brug straks, ud­ mærk­et Sejler, er for Tiden beliggende i Lobra paa Sud­erø. Nærmere ved Henvendelse til J. Mort­en­sen, Markøre, Vaag J. Mortensen stóð annars tá fyri hvala­støð­ ini í Lopra, og tað mundi vera fyri hana, at skipið sigldi. Tað sigldi annars samb. skips­ dagbókini fram til 10. juli, so tað hevur staðið til sølu meðan tað var í sigling. Lýsingin stóð ikki í Dimmalætting, men eftir øllum at døma hava tey hildið Tinga­kross á Húsum, og hetta hevur vakt teirra áhuga. Poul, Geila Jakku og helst eisini Andreas fóru suður at hyggja at henni. Julius, sonur Poul, hevur seinastu dagbøk­ ur­nar hjá Marionnu undir norskum flaggi. Her sæst at Marianna hevur verið í farmaflutningi fram til henda dag. Seinastu tíðina var tað millum Lopra og Grangemouth í Skotlandi. Dagbøkurnar frá tíðini aftaná munnu vera farnar við skipinum. Óhapp í 1913 Marianna hevði verið úti fyri einum óhappi á vári 1913. Marianna lá fyri vetrarteymi í Klaksvík, og í mars hevði ein enskur trolari A 237 Chieftain rikið á Matrionnu og hevði skatt hana, galliónin var knúst og spritið farið. Tað var eingin maður umborð. Men, skip­arin, Andreas á Høvdanum, sum var av Strond­um, var sum tað skilst staddur í Klaks­vík, so helst eru teir farnar at rigga til at fara til fiskiskap. Tað var greitt, at skotski reiðarin skuldi gjalda skaðan, og tað varð avrátt, at seta tveir serkønar at meta um kostnaðin av honum. Teir vóru Jacob Jacobsen, timb­ur­ meistari, helst Jákup á Bakkanum, seinni kommu­stýrisformaður í Klaksvík, og Jógvan í Grótinum, kendur smiðjumeistari. Marianna hevur verið til fiskarí hetta summ­arið. Andreas á Høvdanum á Strond­um hevði verið skipari bæði í 1912 og 1913. Ein av manningini í 1913 var Rasmus Rasmus­ sen á Ytru Trøð á Strondum. Hann gjørdist seinni skipari. Sum vanligt fór bara ein partur av mann­ ing­ini, seks mans, niður at selja. Hildið varð, at hon fórst stutt úr Føroy­um. Ein ábending um hetta er, at trolarin Rankin møgu­liga fekk stevnið av Marionnu í trol­ ið á Munkagrunninum fyri nøkrum árum síðani. Andrass Joensen av Húsum, sum er ein kelda til hesa grein, er skipstimbrari og metti, at her kundi talan vera um Marionnu, men tað vóru mong líknandi skip, sum tað eisini kundi vera. Ein ábending var tó, at tað hómaðist ein grøn skón á stevninum. Skipini í norska reið­ ar­í­num hjá Marionnu vóru grønmálað. Teir ið fórust Tað fórust tríggir leirvíkingar við Marionnu. Teir vóru: Hans Frederik Lervig, 25 ár, Hanus á Mýruni. Miðvikan hjá Óla, fær nú heitið Siðsøga... Húsar var ein framburðsbygd