Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. november 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 129 · 8. november 2013 15 VIKUSKIFTI Jóannes Christiansen, 23 ár, Jóannes hjá Svend Samuel Frederik Olsen, 21 ár, Sámal í Króki. Her hendi tað vanliga, tá ið skip vórðu sakn­að, at tað var bíðað eftir teimum leingi eftir, at øll vón var farin. Petur Martin Peter­ s­en greiðir frá, at avvarðandi í Leirvík gingu út á Egg ella eystur á Hagaleitið at hyggja eftir skipinum. Pápi Sámal í Króki, Líggjas, plagdi heilt fram til jóla at fara eystur á Hagaleiti at skimast út í havið, um skonnartin ikki fór at koma afturíafur. Hann hevði mist fostursonin og brøður­nar nøkur ár frammanundan. Seinni, í 1924, misti hann sonin Johan Hendrik við toftaslupp­ini Onnu. Greitt er frá hesi vanlukku í bók­ini Havið tók Teir. Sámal hevði hetta summarið verið við enskum trolara og hevði fingið væl burtur úr. Teir kallaðu hann “handsome” Sam. So umtóktur hevur hann verið. Petur Martin hevur eisini greitt frá, at mamma hansara, fødd í 1916, sum var hálv­ systir Jóannes Christiansen, varð upp­kall­að eftir leirvíkingunum, sum fórust við Mari­ onnu. Hon æt Johanna Saloma Hans­ina. Í 1918 fekk hon ein beiggja, og hann verð­ ur kallaður Jóannes, og hetta var kendi lista­ maðurin Jóannes Christiansen. Tummas Thomsen, í Heimistovu, av Eiði hev­ði helst hetta heystið arbeitt í Leirvík, tí er hann farin saman við øðrum leirvíkingum við Marionnu. Tað vóru eisini tveir klaksvíkingar við. Skipari hendan túrin var tann 27 ára gamli Hans Jacob Saul Jacobsen, sonur Poulinu Olinu og Jóan Jakku í Búðunum. Sagt verður í ætt­ini hjá Andreas, at talan var um, at hann skuldi fara við, men hetta gjørdist av ongum. Hin var 40 ára gamli Hans J. Niclassen úr Klaksvík. Hann var giftur við Cathrinu Sofíu Christiansen av Tjaldrafløtti á Uppsølum. Tey giftust í 1899 og bygdu sama árið omanfyri húsini í Uttara Horni, Reyðhús kallað. Har hevði systir Sofíu seinni kafé. Sofía doyði stutt eftir mannin. Edvard Mitens skrivar um sína tíð sum sýslumaður í Eysturoynni um sínar ymisku uppgávur. Ein var um ungar menn, sum umkomust við Marionnu, har tað varð upp­ lýst, at teir fyri ein part høvdu verið for­syrgj­ arar hjá foreldrunum, sum annars ikki var óvanligt. Í hesum førinum vóru 5 av teimum 6 monn­unum ógiftir. Bara Hans J. Niclassen var giftur. ...... 210 ár síðani Blankskálamenn overvaðu seg til deyðis á útróðri Í ár er eisini ein “hálvrundur” dagur í Kals­ oynni fyri einum sorgarleiki á sjónum. 3. feb­ruar vóru liðin 210 ár síðan, at brøðurnir Sím­un og Poul Poulsen overvaði seg so nógv á ringum útróðrartúri, at teir doyðu eftir at vera komnir at landi. J. Símun Hansen greiðir frá hesi hending í Havið og vit II. Blankskálamenn vóru farnir út um Skall­ ar­nar. Sum dagurin leið ruskaði hann lágt, og bátarnir fóru til lands aftur. Søgan sigur, at blank­skálamenninir, sum vóru av raskastu monn­um, hildu, at teir kundu taka eina rakstur afturat. Men andróðurin til lands gjørdist av tí harðasta, og teir máttu seta inn móti Við­ ar­eiðishellu. Teir vunnu heim fyri Torv­una, men fingu tá eina glaðu so harða, at teir fingu ikki bátin upp í móti aftur og róku norð um Viðoynna. Har lógu teir alla náttina og andøvdu. Kvøldið eftir gekk hann vestur á, og um náttina settu teir upp á Eiðsvík, lend­ ingina eystantil á Viðareiði. Tá høvdu teir róð harðasta andróður í 27 tím­ar. Tveir av teimum doyðu i bátinum eftir at vera komnir til lands, og sagt var, at hesir vóru teir raskastu. Símun og Poul teir vórðu grivnir á Við­ar­ eiði. Símun var giftur og átti seks børn. Hann var forrestin tipptippoldurabbi mín. ....... 135 ár síðani, at bóndin á Trøllanesi datt oman Tað eru eisini fólk, sum eru farin av van­lukk­ um á landi. Ein slík vanlukka hendi 10. august 1878, tá ið bóndin í Innistovu á Trøllanes, Joen Joensen, doyði í fleyging, 29 ára gamal. Jóg­van var sonur Sofíu Malenu og Símun í Inni­stovu. Jógvan giftist í 1874 við Petronellu Jac­ob­ sen av Viðareiði, og hann hevði júst í 1878 yvir­tikið garðin. Hvat ið hendi kann síggjast í frásøgnini hjá Klæmint Olsen, sýslumanni: For Rapporten fremstod Ungkarl Hans Joen­sen (Hanus á Gørðum, Klaksvík) af Trolle­næs, 19 Aar gammel, som for­manet til at sige Sandhed paa given An­led­ning, af­gav følg­ende For­klaring: Om Morgenen den nævnte Dag gik HJ og den forulykkede som sædvanligt i Fælles­skab med nogle Folk fra Mygledal med Baad til Fugle­bjergene paa Vestsiden af Kalsø. HJ og den Forulykkede gik først paa Land (omtrent kl. 9) og fulgtes op ad Bjerget, ca. 30 Favne, der­efter steg han endnu en 30 Favne op i Bjerg­et, hvor hann satte sig til at Fleie. Da Stedet hvor han opholdt sig er meget stejlt havde han som sædvanligt et Reb med for at fastgjøre i en dertil anbragt Jernring i nærheden af Fleiestedet. Nogen Tid derefter, omtrent kl. 11, vare Dan­iel Jacob Hansen og Peter Heinesen af Mygle­dal også kommet op i Bjerget omtrent i samme Højde som HJ. Et Øjeblik derefter hørte han, at noget faldt i Bjerget, hvilket han an­tog at være en Sten, og idet han saa op imod Bjerget, saa han den Forulykkede styrte fra sit Sæde. Han standsende igen i Nærhed­en hvor HJ sad. Tilligemed de andre to gik han saa snart de kunde hen til den Forulykkede, som viste sig at være aldeles livløs. Ved Undersøg­elsen opdagede de et stort Hul i Baghovedet ca 1“ i Gjennemsnit. HJ er sikker paa, at dette Hul hidrørte fra en Sten, der maatte have Faldet i Hovedet paa den Forulykkede og som har slaaet ham ihjel paa Stedet. HJ hørte som be­ mærket Stenen falde, men saa den dog ikke. Det sker saa tit, at Stene dels gaar løs af sig selv og dels rives løse af den masse Lunder, som bygger højere oppe i Bjerget. Saa snart den nødvendige Hjælp var til­ stede­komm­en fra det paa Baaden værende Mands­kab blev Liget firet ned i Baaden i en Line, da det ikke kunde føres ned paa anden Maade. Peter Heinesen í Tungu í Mikladali hevði eina líknandi frágreiðing, men hann helt ikki, at Jógvan var íbundin. Daniel Jacob Hansen úr Mikladali var eis­ini við, og hann gav eina frágreiðing sum sam­svaraði við hinar báðar. Petronella giftist aftur við Mikkjal, sum var hálvpápabeiggi mannin, Jógvan. Tað kann eisini skoytast uppí, at beiggi Jógvan, Erik Joensen, kallaður Heiðrikkur, var fyrsti smiðjumaður í Klaksvík, sum hevði lærlingar. Millum hesar vóru kendu smiðirnir Jógvan á Grótinum og Samson Joensen Komandi partur: Í komandi parti verður hildið fram við frásøgn hjá Torleif Bech í Porkeri. Fyrst verður greitt frá einum útróðrardegi í 1934, sum kundi verðið ein vanlukkudagur, men har alt spældi væl av. Sámal í Króki, fórst við Marionnu Marianna og Andreas Jacobsen. Skipið varð uppkallað eftir Marionnu Tað kundi vera vanda­fult ­at fara í bjørg­ini sum í 1878 hjá Jógvan í Innistovu. Her er tað ein seinni bónda­- konan, Anna í Innistovu, sum roynir seg. Poul Sørensen, keypti Marionnu saman við Andreas Jacobsen Handilin hjá Poul Sørensen á Húsum Mynd: Leirvíkar bygdarsøga