Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. november 2013 · Nr. 130 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Rólant Waag Dam Løgmaður hevur ikki tikið áheitan­ina frá Amnesty Inter­natio­nal Føroyar til eftir­tekt­ar. Tey ynsktu, at Kaj Leo Holm Johannesen minti polit­isku myndugleikarnar í Russlandi, Kasakstan og Hvíta­russ­landi á týdningin av at virða grundleggjandi manna­rættindi. Men løg­mað­ ur hevur ikki nevnt manna­ rætt­indi við einum orði, tá hann í farnu viku tosaði við ting­limir, ráðharrar og aðrar politisk­ar myndugleikar frá Russlandi, Kasakstan og Hvíta­russlandi. Føroyar hava onga ávirkan Í eina viku hevur Miðlahúsið roynt at fingið fatur í løg­ma­ nni, Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen, fyri at spyrja hann, hvat hann hevur gjørt fyri at varpa ljós á týdningin av at virða grundleggjandi manna­rætt­indi. Miðlahúsið hevur ringt hvønn dag, men hava ein­ans fingið fatur á hansara ráð­gev­um. Heldur ikki nú løg­mað­ur er aftur í Føroyum, ber til at tosa við. Men eftir at hava sent spurningarnar til ein av hansara ráðgevum, fingu vit spurningarnar svaraðir skriv­liga. Vit prenta spurn­ ingar og svar niðanfyri. Hvørjar tankar hevur løg­maður gjørt sær um manna­rætt­indi, tá hann ætlar at gera avtalu um fríhandilssáttmála við trý lond, sum ikki virða grund­ leggj­a­ndi manna­rætt­indi (Russ­land og Kasak­stan til døm­is virða ikki talu- og savn­ing­ar­frælsi og Hvíta­ russ­land loyvir deyða­rev­s­ ing)? - Fyri eitt lítið samfelag sum tað føroyska, er tað av­gerandi at vit hava góð handil­s­sambond úteftir. Tað er mítt fremsta mál. Tá tað er sagt er tað sjálvandi harmiligt, at nøkur lond ikki virða grundleggjandi manna­rættindi. Hevur løgmaður á síni ferð í Russlandi og Kasakstan tos­að um mannarættindi, tá hann hevur tosað við poli­tisk umboð frá Russ­lan­di, Kasak­ stan og Hvíta­russ­landi­? - Nei, tað havi eg ikki. Sum sagt royni eg av øllum alvi at trygg­ja føroyskum laksa- og uppsjóvarútflytarum bestu marknaðartreytirnar, vit kunnu fáa. Eg helt ikki tað var rætt at blanda handils­ samráðingar og manna­rætt­ indi saman hesa ferð. Fyri tað fyrsta hitti eg persónar, sum sita ítøkiliga við handils- og tollspurningum. Teirra ávirkan á mannarættinda støðu­na er rættiliga av­mark­ að. Í øðrum lagi stan­da 30 lond klár at gera frí­handils­ sátt­mála við Russland, og tá Føroyar absolutt onga ávirk­an hava á støðuna við mannarættindum, val­di eg ikki blanda tingini sam­an. Í sama viðfangi er tað týdn­ing­ ar­mikið at hava í huga, at tað eru vit, sum banka á dyrnar hjá umrøddu londum fyri at fáa betur marknaðaratgongd – og ikki øvugt. Hvussu heldur løgmaður at tað sampakkar at gera fríhandilsavtalu við Russ­ land, Kasakstan og Hvíta­ russ­land, tá hesi londini ikki virða grundleggjandi mannarættindi? - Sum sagt, so er mítt frems­ta mál at útvega før­ oysk­um útflytarum so góð­ ar møguleikar sum gjør­ligt. Tað er sjálvandi harmi­ligt, at mannarættindi ikki verða vird, men mítt aðal­mál er at betra okkara út­flutn­ings­ møgu­leikar. Eg kann bara skriva mær aftanfyri oyra, at Kina og Russland eru í dag tey londini, sum flest øll vestanlond vilja gera frí­handils­sáttmála við, tí júst russiski og kinesiski mark­nað­ur­in eru so stórir. Bæði Russland og Kina vera kritiser­að fyri teirra vantandi manna­rætt­indi, men kortini vilja øll vestan­ lond hava góð handil­s­við­ ur­skifti við tey. Tað sama er gald­andi fyri Føroyar. Løgmaður ger einki við mannarættindi MANNARÆTTINDI - Eg havi ikki tosað um mannarættindi á míni ferð í Russlandi og Kasakstan, sigur Kaj Leo Holm Johannensen, sum heldur, at góð handilssambond hava størri týdning enn mannarættindi Rólant Waag Dam Tá russiski sendiharrin í Dan­mark, Mikhail Vanin, vitjaði í Føroyum síðst í mai, minti Amnesty løg­mann á týdningin av manna­rætti­ ndum. Sambært Am­nesty International er tað ein vaksandi trupulleiki í Russ­ landi, at grundleggjandi man­na­rættindi ikki verða vird. Amnesty International hev­ur beinleiðis lagt stýrið hjá Vladimir Putin undir at fremja eina heksa-jagstran eftir politiskum mót­støðu­ fólki og atfinningarsomum rødd­um. - Russland er tað økið, sum er mest týdningarmikið hjá okkum og har tað brennir mest. Seinastu árini hevur stat­ur­in og skipanin har kúgað og trýst einstaklingar, gjøgnumskygni er minkað og talu- og savningarfrælsi er skert ógvusligt, gjørdi Katrin á Neystabø, átakssamskipari hjá Amnesty International Før­oyar, greitt tann 29. mai. Hon vísti á, at tað er ógvu­ liga trupult at koma í tal við russ­iskar myndugleikar og at fáa teir at lurta. Tí hevði tað týdning, at løgmaður nýtti høvi at tosa um manna­ rættindi, tá sendiharri Russ­ lands í Danmark vitjaði í Føroyum. - Løgmaður eigur at tosa um týdningin av manna­ rættindum, at tað er týdn­ inga­rmikið og um­ráð­andi at virða manna­rætt­indi. Tað er okkara ynski, at teir eisini geva sær stundir at um­røða hetta, segði Katrin á Neystabø, átakssamskipari hjá Amnesty International Før­oy­ar. Heittu eisini á løgmann í vár MANNARÆTTINDI Amnesty heitti eisini á løgmann um at viðgera mannarættindi í Russlandi, tá løgmaður í vár fekk vitjan av russiskum sendiharra Rólant Waag Dam Málið um punk­tón­leika­ bólkin Pussy Riot hevur vakt ans kring allan knøtt­ in. Í stuttum snýr málið seg um, at tríggir limir í tón­ leika­bólkinum Pussy Riot vórðu handtiknir og settir í geglið í august í fjør, eftir at tær høvdu framført í eini kirkju í Moskva. Pussy Riot hava funnist at stýrinum hjá Vladimir Putin – og tey Nadezhda er horvin PUSSY RIOT Ein limur í tónleikabólkinum Pussy Riot er horvin. Russisku fongsulsmyndugleikarnir hava ábyrgdina av henni, og Amnesty Internatioal stúrir fyri støðuni hja Nadezhda Tolokonnikova