Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 11. november 2013 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Føroyar hava absolutt onga ávirkan á støðuna við manna­rættindum Kaj Leo Holm Johannesen Rólant Waag Dam Í farnu viku var løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, á ferð í Russlandi og Ka­ sak­stan. Endamálið við ferð­ini var at slóða fyri betri marknaðaratgongd í eystan­londum fyri før­ oysk­ar útflytarar, ljóðaði tað í tíð­indab­rævi frá Løg­ mans­skriv­stovuni tann 1. no­vem­ber. Ætlan hansara er at gera eina fríhandilsavtalju við Eurasisku tollsamgonguna, sum fevnir um Russland, Hvítarussland og Kasa­k­ stan. Hetta fekk Amnesty at rópa varskó. - Amnesty heldur, at ferð­in hjá løgmanni er eitt gylt høvi at vísa á, hvørji grundleggjandi manna­ rættindi verða brotin í teimum londunum, hann fer at vitja, segði Jaco­ba Kruse, aðalskrivari hjá Føroya deildini hjá Am­nes­ ty International. Hon vísti á, at Russ­ landi, Kasakstan og Hvíta­ russ­land øll verða nevnd í ársfrágreiðingini hjá Am­nes­ty. Hvørji brot á manna­rættindi talan er um, stendur aðrastaðni á hesi síðu. - Løgmaður kemur í sam­band við valdsharrar í hesum londunum. Hann far givið boðini beinleiðis, at mannarættindi hava týdn­ing og skulu virðast. Tann boðskapin skal løg­ mað­ur hava við á síni ferð, segði Jacoba Kruse, aðal­skrivari hjá Amnesty Interna­tion­al Føroyar. MANNARÆTTINDI Tá løgmaður kemur beinleiðis í samband við valdsharrar í Russlandi, Hvítarusslandi og Kasakstan, so eigur hann at gera vart við, hvørji mannarættindini verða brotin í hesum londum, heldur Amnesty Gylt høvi hjá løgmanni Brot á mannarættindi Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty Intarnational fyri 2013 verða Russland, Hvítarussland og Kasakstan øll trý umrødd. Kasakstan tí tey ikki virða talufrælsi, nýta píning og at fleiri dømi eru um órættvísa rættargongd. Hvítarussland verður millum annað nevnt, tí tað sum einasta land í Evropa loyvir deyðarevsing. Og Russlandi verður millum annað nevnt fyri síni áhaldandi brot á talu- og savningarfrælsi. eru mong, sum síðani hand­ tøkuna í august í fjør hava ført fram, at tað er hetta, sum handtiknu limirnir í Pussy Riot nú eru dømd­ ar fyri - at finnast at og at seta spurnartekin við Putin og hansara stýri. Talan er um tríggjar kvinnur, Maria Alekhina, Ekaterina Samut­ sevich og Nadezhda Tolo­ konni­kova, sum allar fingu hvør sín dóm áljóðandi tvey ár. Seinasta gongdin í máli­ num er, at Nadezhda Tolo­ konnikova er hor­vin, meðan russisku fongsuls­myndug­ leikarnir hava havt ábyrgd­ ina av henni. Tað var tann 22. oktober, at Nadezhda Tolokonnikova skuldi flytast frá einum fongsli til eitt annað. Hon er ikki sædd síðani. Am­ nesty International stúr­ir fyri støðuni hja Nadez­hda Tolokonnikova, tí fongsuls­ myndug­leikarnir vilja ikki upp­lýsa hvar hon er. Fongsulsmyndug­leik­ ar­nir hava ikki skyldu til at upplýsa hvar ein fangi er, so leingi hann verður fluttur frá einum fongsli til eitt annað. Og familja hjá Nadezhda Tolokonnikova hevur ikki krav upp á at vita hvar hon er, fyrr enn tíggju dagar eftir at hon er komin upp á pláss í nýggja fongslinum. Sak­ før­ar­in hjá Nadezhda Tolo­ konni­kova stúrir fyri, at myndug­leikarnir gera sær dælt av hesum fyri at ræða Nadezhda Tolokonnikova og familju hennara.