Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Síðani 2007 er umfatandi arbeiði farið fram við at gera nýggjar standmyndir til Frendensborg Slotshave. Talan hevur verið um eina stóra verkætlan, ið hevur kostað útvið 50 milliónir krónur. Føroyski steinhøggarin, Jeffri Berg, hevur verið part­ur av verkætlanini, og hevur seinastu seks árini arbeitt upp á fýra nýggjar standmyndir, ið nú prýða kenda urtagarðin, ið hoyrir til kenda slottið hjá donsku kongshjúnunum. – Urtagarðurin er al­ menn­ur, og hvørt ár vitja nógv fólk slottið og ganga runt í garðinum, har stand­ mynd­irnar eru. Tað er sjálv­ andi stuttligt at vita, at tey vitjandi næstu 300 árini koma at síggja nakað, sum eg havi verið við til at gjørt, sigur Jeffri Berg, sum er av Strondum. Síðani aldarskiftið hava hann og familjan búð í Lyngby, og dagliga starv­ast hann hjá eini stein­høgg­ara­ fyritøku, Raad­vaad Sten­ huggeri, sum hevur staðið fyri verkætlanini at umvæla stand­myndirnar. – Kongshjúnini búgva á slottinum umleið sjey mán­ aðir av árinum, so tey koma dagliga at síggja míni verk, sigur Jeffri Berg. Eitt drúgt arbeiði Arbeiðið at gera tær fýra nýggju standmyndirnar til urtagarðin byrjaði í 2007, og síðani hevur verið arbeitt hvønn dag við at høgga nýggju standmyndirnar úr steini. – Gomlu standmyndirnar, sum eru frá umleið 1740, vóru ógvuliga illa farnar, og tí bleiv arbeiðið at høgga tær av nýggjum boðið út. Fyritøkan, eg arbeiði hjá, vann ta lisita­ tiónina, og síðani hava vit arbeitt støðugt við at fáa standmyndirnar lidnar, greiðir Jeffri Berg frá. Hvør standmyndin er umleið fimm metrar høg við sokkli, og tí verður arbeiðið gjørt í fleiri pørtum. – Standmyndirnar eru høgd­ar í 4-5 stykkjum, ið síð­ani eru høgd saman. Á onkrari standmynd havi eg høgt tvey stykki, á eini aðrari kanska bara eitt, men eg havi so gjørt okkurt á øllum fýra standmyndunum, fortelur Jeffri Berg og leggur afturat, at hetta hevur verið ein rættiliga drúgv verkætlan: – Tveir steinhøggarar hava arbeitt burturav við standmyndunum, og so hava aðrir hjálpt til. Tað hevur fungerað soleiðis, at vit hava høgt nýggju standmyndirnar eftir gipsmodellum av gomlu standmyndunum, og sostatt eru nýggju standmyndirnar akkurát líka sum tær gomlu. Annað hvønn mánað eru eftirlitsfólk komin á vitjan á verkstaðnum í Raadvaad, har vit hava arbeitt, fyri at fylgja við, hvussu arbeiðið hevur gingið, sigur Jeffri Berg. Avbjóðandi frá byrjan til enda Hóast Jeffri Berg heldur, at arbeiðið samanumtikið hev­ ur gingið væl, dylir hann ikki fyri, at tað eisini hevur ógvuliga avbjóðandi. – Hetta hevur verið ein stór avbjóðing. Verkætlanin er mett at kosta 50 milliónir, og tí er umráðandi, at einki gongur galið. Men at skula saga gipsmodellini í eini 4-5 stykki, tilevna tað sama úr gróti, og síðani at fáa gips­ modellið til at passa niður í steinin, tað hevur verið torført, men tíbetur hevur alt í seinasta enda riggað, soleiðis sum tað skuldi, sigur Jeffri Berg. Tá standmyndirnar vóru lidnar tíðliga í summar, skuldu tær setast upp í stóra urtgarðinum. Bara tað arbeiðið tók eini tríggjar mánaðir. – Hvør standmynd er ógvuliga tung, og tískil máttu vit brúka ein stóran krana, tá Jeffri prýðir kongaligan urtagarð – Væntandi fara standmyndirnar at prýða henda stóra urtagarðin í eini 300 ár, sigur 39 ára gamli Jeffri Berg, ið er steinhøggari. Seinastu seks árini hevur hann verið partur av eini stórari verkætlan, har fýra standmyndir í Fredensborg Slotshave skuldu umvælast. Nú er arbeiðið liðugt. – Eg eri ótrúliga errin av at hava verið partur av eini so stórari verkætlan, sigur føroyski steinhøggarin