mánadagur 11. november 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tær skuldu setast tey ymsu
støðini í urtagarðinum. Tað
var ótrúliga nervapirrandi,
tá teir ymsu partarnir av
standmyndunum
skuldu
setast saman í garðinum, tí
tað skal einki til, so brotna
kantarnir. Men tað gekk
uttan stórvegis trupulleikar,
sigur Jeffri Berg.
Hóast
standmyndirnar
síggja út sum tær gomlu, so
eru tær ikki heilt eins.
– Tær gomlu vóru høgdar
úr einum sandsteini, sum
eitur Gottland, og er úr
Svøríki. Hesar nýggju stand
myndirnar eru úr sansteini
úr Týsklandi, og tað skuldi,
gjørt tær nógv sterkari, so
leiðis at tær ivaleyst kunnu
halda í eini 300 ár. Og tá
sleppur so onkur annar at
høgga nýggjar.
Kongshjúnini
lata væl at
Tá
arbeiðið
við
nýggju
standmyndunum var lið
ugt seinast í september
mánaði,
var
skipað
fyri
stórum hátíðarhaldið, har
eisini Margreta Drotning og
Hendrik Prinsur luttóku.
–
Har
vóru
rættiliga
nógv fólk. Tá talurnar vóru
lidnar, blivu kongshjúnini
koyrd í hestavogni runt í
urtagarðinum, har tey so
sóu endaliga úrslitið. Nakað
aftan á vóru vit øll til ábit í
einum tjaldi, sum stóð í garð
inum, fortelur Jeffri Berg,
sum eisini fekk høvi at heilsa
upp á tey kongaligu.
– Tað gekk soleiðis fyri
seg, at tú bleivst so at siga
prikaður á økslina, tá tú
kundi fara yvir til borði,
har
kongshjúnini
sótu,
og práta við tey. Eg og ein
starvsfelagið blivu boðin at
fara yvir at práta, men av
tíð at tíðin var avmarkað,
bleiv tað bert til eitt prát við
Hendrik prins, men eg náddi
kortini at taka í hondina á
Drotningini. Bæði lótu væl
at okkara arbeiði, so tað var
bara stuttligt, sigur Jeffri
Berg, sum næstu tíðina skal
vera við til at umvæla eitt
stórt slott í Stokkhólmi.
– Tað arbeiðið er mett at
taka millum 25 og 30 ár, so vit
eru ikki arbeiðsleys í nógv ár,
heldur Jeffri Berg skemtiliga
fyri.
Tó verður føroyski stein
høggarin bert partur av
tí verkætlanini fram til í
summar, tí tá flyta hann og
familjan aftur til Føroya.
– Enn havi eg ikki gjørt
nakað í Føroyum, men tað er
als ikki óhugsandi, nú tá eg
flyti heim og veruliga kann
fáa glið á mína egnu fyritøku,
sigur Jeffri Berg.
Fredensborg Slotshave
Síðani 2007 hevur Jeffri Berg saman við starvsfeløgunum arbeitt upp á nýggju standmyndirnar, sum væntandi fara at standa í kongaliga garðinum í eini 300 ár
Mynd: Privat