mánadagur 11. november 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annufía farin
Fríggajakvøldið 8/11-2013 and
aðist Anna Sofía Sigurðsson,
f. Gåsedal, 87 ára gomul eftir
stutta sjúkralegu.
Hon var ættað úr Gásadali,
hagar mamman við húsum
flutti av Víkum á Vágoynni.
Lítil og eingin jørð var
í húsinum og nógv børn.
Annufía var ikki hálvvaks
in, tá hon fór út at tæna.
Har hevði hon tað ikki gott,
longdist illa og rímdi loksins
av neyð aftur til Gásadals.
Seinri fór hon so til
Klaksvíkar á sjúkrahúsið
at arbeiða og síðani sum ar
beiðsgenta í ymisk valahús,
sum hon ivaleyst lærdi væl
av og treivst væl í, harav hon
varandi sýndi tokka til tey
fólkini og teirra.
Hon
giftist
Haldor
Sigurðsson, stýrimanni og
seinri skipara. Tey fingu sam
an eitt hugnaligt heim norð
arlaga á Gørðum í Klaksvík
og saman tríggjar døtur, sum
eru komnar væl undan.
Haldor sigldi sum yvir
maður,
meðan
Annufía
passaði døturnar og heima
frontin av einslistum, og
onkuntíð
arbeiddi
hon
ískoytis i fiski. Tey seinastu
mongu árini, áðrenn hon var
pensionerað, arbeiddi hon
á hvíldarheiminum Naina í
Havn, har henni dámdi av
bera væl at vera.
Annufía hevur alt sítt lív
verið sera verkliga virkin,
ein brandur og eitt ordans
fólk og í sínum verimáta
vinnandi í vinarsambondum
víða hvar.
Frá tí at eg fekk eygu vóru
hon og hennara gerandis
gestir okkara á Biskupstøð.
Tað var kanska bara okkurt
við vágafólki har í bygdini,
men hevur hesin kennskapur
hildið sær til denna dag. Vit
vitjaðu hvønn annan, snakk
aðu um felags forløg og tað
uttan nærri skyldskap.
Tá eg las niðri og búði í
studentabýli, læntu Annufía
og døturnar um sumrarnar
mítt kamar at húsast í,
meðan Haldor sigldi millu
danskar havnir. Afturfyri
fraktaði Haldor meg og mítt
habengutt til og frá landana
millum ókeypis. Tað var
ein fín kontrakt. Eg spardi
ferðaseðlar, meðan Annufía,
sær vænt, tiltrongt mugaði
út á mínum kamari uframt
víða hvar í studentabýlinum,
meðan
meðstudentar
og
pedellur tignarliga titteluer
aðu hana sum frú Sigurðs
son.
Síðani Annufía kom til
Havnar at búgva og arbeiða
hava vit mangan hildið jól
og nýar saman, ringt saman
og vitjað hvønn annan í
ósvikaligum hugnaði.
Samskiftið við Annufíu
var altíð hugfarsligt. Hon
visti nógv at siga frá um
familju í søguligum høpi og
dugdi frágera væl at luta
gaman og álvara hvørt til
sínar náðir. Væl kundi hon
vera avgjørd og bersøgin,
men tú visti altíð, hvar tú
hevði hana. Hon var sonn,
útvend og fyrikomandi, tískil
sosial og kundi vera saman
við øllum fólkum óansæð
trúgv og politiska áskoðan.
Fastur siður var leingi hjá
okkkum at fara til taffils hjá
Annufíu ólavssøkukvøld, og
har manglaði so sanniliga
einki.
Annufía hevur, púra klár í
erva, fortalt um sítt lív, skift
andi forløg og sýnt okkum
og okkara børnum stórt upp
merksemi, eins og hon hevur
minst hvønn føðingardag.
Børn okkara hava forgud
að hana. Hon spurdi javnan
til tey, eins og hon var sera
tíðindafró og fegin um egin
børn og ommubørnini.
Annufía var alt sítt lív eitt
arbeiðsgrev og hartil gávu
mild. Plagi sjálvur stundum
at egna hana við nøkrum
fiskum, sum hon við fragd
og hegni tilvirkaði og gjarna
gav øðrum burturav, og tá
eg nú í heyst beyð henni,
87 ára gamlari, ein sveita,
vildi hon hava allar tríggj
ar, sum hon arbeiðsvon í
eini
handavending
hag
reiddi og lovaði okkum eitt
indur burturav. Hon var
heilt einastandandi ófør og
læt eisini fegin burturav til
onnur, sum eyðvitað so ella
so egndu henni afturímóti.
Soleiðis eigur gott vinarlag
og grannalag at vera.
Hon megnaði til tað sein
asta at húsast einsamøll utt
an heimahjálp, tó við góðari
hjálp frá Eyð og góðum
grannum.
Tá
um
meðmenniskju
ræður, rennur ofta ein heild
armynd ella yvirskrivt fram
fyri ein.
Viðvíkjandi
Annufíu
Sigurðsson er okkum eingin
ivi: ”TRÚSKAPUR”.
Trúgv sum trøllið hevur
hon allar sínar dagar verið í
okkara føri eins og í granna
skapunum, bæði í Klaksvík
og nú seinri í Havnini.
Sum persónur heilstoypt,
støðuføst og trúgv, og nú
hon forrestin andaðist mitt
undir
samfelagsmøtunum,
hevði hon annars sær vant
eyðvitað riggað seg til okkurt
av møtunum, eisini í ljósinum
av, at tey í forum har vesturi
í Gásadali sum familja vóru
millum tey allarfyrstu ”brøð
ur og systrar” har á staðnum
eins og í landinum sum
heild.
Vit, Karin, eg og okkara
fara sáran at sakna Annufíu,
hóast hon í ætt ikki var okk
ara allarnærmasta, tó hon í
huga og verki kendist okkum
av allarnærmastu og kærastu
næstringum á staðnum og í
sínum verimáta altíð kendist
hjá- og nærverandi okkum.
Góða Annufía, vit drípa
høvur og saman við tínum
nærmastu sakna vit teg.
Hvíl í friði, góða Annufía.
Eyðun & Karin
á Ternuryggi±
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo