mánadagur 11. november 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Jón Brian Hvidtfeldt
Bjarni Arnason hevur í mong
ár greinað og samanborið
roknskapirnar hjá føroysku
fiskivinnuni. Aftur í ár kann
hann staðfesta, at tað bara
eru
uppsjóvarskipini
og
stóru verksmiðjutrolararnir,
ið tjena pengar. Aðrir skipa
bólkar, trolarar og línuskip,
fáa ikki endarnar at røkka
saman. Tó so gevur okkurt
skipið yvirskot, men samlað
sæð tjena hesir skipabólkar
ikki pengar.
Ein
felagsnevnari
fyri
uppsjóvarskipini og verk
smiðjutrolararnar er, at báðir
skipabólkar eiga sínar egnu
kvotur at fiska. Haraftur
ímóti fiska aðrir skipabólkar
í størstan mun eftir fiski
dagaskipanini.
- Felags fyri teir skipa
bólkar, sum tjena pengar, er
at teir eiga sínar egnu kvotur.
Hinvegin klára skipabólkar
nir, sum fiska undir Føroyum
í fiskidagaskipanini, seg illa,
staðfestir Bjarni Arnason,
sum millum annað tí heldur
at ein kvotuskipan hevði ver
ið betri fyri reiðaríini.
Men ein kvotuskipan klár
ar ikki einsamøll at venda
gongdini hjá teimum skipa
bólkum, sum í dag liggja
tungt í sjónum.
- Nærliggjandi er at loyva
øllum føroyskum skipum
at útvega sær veiðirættindi,
har føroyskir myndugleikar
hava ræði á fiskirættindum.
At skipa eitt sonevnt ”opið
føroyskt hav”, sigur Bjarni
Arnason.
Opið hav
Hugtakið ”opið hav” brýtur
við traditionellu hugsanina,
har hvør skipabólkur hevur
síni rættindi og sínar fiski
leiðir. Eftir at hava roknað
uppá modellið er grannskoð
arin sannførdur:
- Tað er nærliggjandi at
loyva øllum føroyskum skip
um at útega sær veiðirætt
indi, alla staðni har Føoyar
hava rætt til at fiska. Tað veri
seg undir Føroyum, í Barents
havinum, undir Íslandi, á
Flemish Kap og so framvegis,
sigur Bjarni Arnason.
Grundtankin
við
hug
takinum ”opið hav” er, at
leisturin kann taka hædd
fyri sveiggjunum í fiski
skapinum.
- Tað gongur upp og niður
við, hvussu fiskastovnar eru
fyri á ymsum leiðum, og veið
an er ymisk á ymsum leiðum
alt eftir árstíð. Tí vil eitt ”opið
hav” hava við sær, at skip
ikki eru tvungin at trároyna
vánaligar leiðir, men kunnu
skifta millum leiðir, alt eftir
fiskiskapinum, sigur Bjarni
Arnason.
Lyklaorðini eru umseti-
ligheit og fleksibilitetur.
- Tí hví skal til dømis eitt
línuskip pr definitión vera
fastlæst inni í ávísum kass
um og frammanundan vera
avskorið frá at royna leiðir,
sum kanska kundu givið
eitt gott avkast, spyr Bjarni
Arnason.
Grundtankin í hugtaki
num ”opið hav” er, at møgu
leiki skal vera hjá øllum at
royna tær leiðir, sum kunnu
geva pengar. Umsetiligheitin
skal vera har.
Grannskoðarin er greiður
yvir vandan fyri ógvusligari
miðsavnan, har nøkur heilt
fá, sterk reiðarí keypa upp
øll rættindi.
- Jú, vandin er har. Men
her er tað, at lóggávan eigur
at koma til sín rætt. Politiskt
ber til at lóggeva avmarkingar
í samlaða ognarpartinum hjá
einum reiðaríi, sigur Bjarni
Arnason.
Virðisøking
Sambært Bjarna Arnason vil
grundtankin í hugtakinum
”opið hav” skunda undir at
fáa størri virðisøking inn í
fiskivinnuna.
- Virðisøkingin má vera í
fokus, tá fiskivinnan verður
løgd til rættis, sigur Bjarni
Arnason og nevnir aftur
línuskipini sum dømi:
- Ímynda vit okkum,
at trý frystilínuskip fingu
loyvi at fara í Barentshavið
at royna eftir toski, heldur
enn ein verksmiðjutrolari, so
vildi tað also givið eina mun
andi størri virðisøking fyri
føroyska samfelagið, sigur
Bjarni Arnason.
Í døminum verður roknað
við eini kvotu á 6000 tons av
toski, og at veiðan verður
landað og virkað í Føroyum.
-
Meðan
virðisøkingin
umborð á einum verksmiðju
trolara er umleið 39 milliónir,
so hevði samlaða virðis-øk
ingin umborð á teim-um
trimum frystilínuskipunum
og á landi í Føroyum verið 108
milliónir krónur, sigur Bjarni
Arnason og heldur fram:
- Tí eiga vit at leggja fiski
vinnuna soleiðis til rættis,
at hon hevur við sær størst
møguligu virðisøking.
Bjarni
Arnason
er
sannførdur um, at øll veiða
eigur at vera løgd upp í
Føroywum. Tí tað er lykilin
til virðisøking.
- Men tað setir sjálvandi
krøv um betri atgond til
marknaðirnar. Og tí eiga
myndugleikarnir
sjálvandi
at gera alt fyri at fáa í lag
handilsavtalur við so nógv
lond sum tilber, sigur Bjarni
Arnason.
Tilfeingisgjaldið
Politiska skipanin hevur í
fleiri ár umrøtt, hvør leist
urin tann rætti at brúka, tá
tilfeingisgjald ella –renta
skal leggjast á fiskivinnuna.
Higartil er svarið ikki funnið.
Tí er tilfeingisgjaldið ásett
við fyribilsloysnum fyri eitt
ár í senn, og tilfeingisgjaldið
er bara lagt á makrel- og
sildafiskiskapin.
Sambært
grannskoðaranum
Bjarna
Arnason er økt umsetiligheit
og fleksibilitetur ein fortreyt
fyri eini varandi skipan við
tilfeingisrentu.
- Eisini her letur hugtakið
”opið hav” upp fyri nýggjum
møguleikum. Sleppur vinnan
at skipa seg frítt og fiska,
har tað best loysir seg, so ber
eisini til at tosa um eina ein
falda og varandi skipan við
tilfeingisrentu, sigur Bjarni
Arnason og heldur fram:
- Eitt tílíkt gjald eigur at
vera einfalt og ”forútsigiligt”.
Ein máti kundi verið at fiski
vinnan rindar tað, sum tað nú
kostar at umsita fiskivinnu
na, og pengarnir verða kravd
ir inn sum kilogjald býtt út á
tey einstøku fiskasløgini.
jonbrian@sos.fo a
Vit mugu fáa fleksibilitet
inn í fiskivinnuna
Myndugleikarnir brúka alt ov nógva orku til at byrgja inni ymsu skipabólkarnar í hvør sín
kassa. Úrslitið er, at skipabólkar er fastlæstir í eini støðu, har teir ikki megna at tjena
pengar. Tað sigur grannskoðarin Bjarni Arnason, sum mælir til nýhugsan í vinnuni
- Tað kann ikki vera rætt, at einstakir skipabólkar eru fastlæstir í eini støðu, har teir ikki kunnu tjena pengar,
sigur Bjarni Arnason, sum tí mælir til at skipa fiskivinnuna eftir hugtakinum ”opið hav”, har allir skipabólkar
sum útgangsstøði hava loyvi at handla sær rætt til at fiska allastaðni, har Føroyar eiga fiskirættindi
Á Fiskivinnutinginum í síðstu viku vísti Bjarni Arnason á roknistykki, sum
vísir at fyri samfelagið er virðisøkingin munandi størri, um trý frystilínuskip
fiska tosk í Barentshavinum, heldur enn ein verksmiðjutrolari