Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi A lt Ísland fer at standa stilt, og nógvir føroyingar eru eisini spentir uppá komandi fríggja­kvøld. Tá verður tann mest avgerandi fótbóltslandsdysturin hjá Íslandi á skránni á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Ísland tekur tá ímóti Kroatia í tí fyrra av tveimum play-off dystum, har samlaði vinnarin vinnur sær eitt pláss í HM-endaspælinum, sum verður í tí risa­ stóra fótbóltslandinum, Brasil, komandi summar. Týskvøldið 19. november hittast liðini aftur í Zagreb í Kroatia. Týdningarmikið er, at Ísland vinnur sær eitt gott útgangsstøðið, áðrenn returdystin í Kroatia, um teir skulu hava ein møguleika at vinna ein samlaðan sigur á Kroatia. Tað er ikki uttan grund, at íslendingar hava vunnið seg so langt. Teir hava nógvar yrkisspælarar í stórum evropeiskum ligum, og tað er ikki bara hjá miðalfeløgum. Talan er um stjørnur hjá kendum evropeiskum feløgum. Nevnast kunnu framherjin, Kolbeinn Sigþórsson hjá Ajax Amsterdam, Eiður Smári Guðjohnsen hjá Club Brügge í Belgia, sum er vorðin 35 ár, og hevur eina fortíð í bæði Chelsea og FC Barcelona. Gylfi Þór Sigurðsson, sum er miðvallari hjá Tottenham í Premier League er ein stór stjørna millum spurs- fjeppararnir. Listin av góðum íslendskum spælarum, sum spæla uttanfyri Ísland er langur. Av teimum 24 spælarunum, sum tann gløggi og væl grundaði, svenski landsliðsvenjarin hjá Íslandi, Lars Lagerbäck hevur tikið út til play-off dystirnar ímóti Kroatia, eru bert tríggir, sum spæla í tí bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Valið av Lars Lagerbäck, sum landsliðsvenjara er sanniliga eisini eitt plettskot hjá íslendingum. Lars Lagerbäck hevur áður royndir, sum landsliðsvenjari hjá Svøríki og Nigeria. Landsliðsvenjarin hevur torað at givið ungum spælarum møguleikan, og hann hevur bygt nógv uppá avrikið hjá tí íslendska U21 landsliðnum, sum spældi seg í EM-endaspælið fyri nøkrum árum síðani. Og hetta hevur sanniliga givið úrslit. Eigur føroyska fótbóltslandsliðið at hava nakra fyrimynd, so er Ísland fyrimyndin. Íslendingar skylda ongantíð uppá tað lítla fólkatalið teir hava, men teir eru hinvegin eyðvitaðir um egna megi, og egnan mátt. Hjá ungum íslendskum fótbóltsspælarum er tað einki, sum eitur at stinga halan millum beinini, tá ein er komin uttanlands til eitt stórt felag í einari stórari evropeiskari fótbóltsliga. Tað hevði havt stóran týdning fyri aðrar smátjóðir, um Ísland, sum nógv tann minsta tjóðin nakrantíð hevði vunnið seg í eitt HM-endaspæl. Tað verður ikki lætt, men einhvør føroyskur fótbóltsfjeppari eigur og skal krossa allar fingrar og tær fyri, at Ísland fremur sítt størsta ítróttarbragd nakrantíð, og spælir seg í HM- endaspælið í Brasil. Allir føroyingar eiga at rópa í kór komandi dagarnar: »Áfram Ísland!«. Áfram Ísland! www.ab.fo: Samrøða við Andras Brixen Vágsheyg Nú er hann vorðin ABari, og hetta heldur hann vera frálíkt. "Eg havi spælt við NSÍ síðani í summar, men av tí eg búgvi í Havn, bleiv tað nakað langt at koyra ímillum” www.hb.fo: Hvonn Live hjá Rás2 var á skránni leygarkvøldið. Í tí sambandi vóru bestu fólkini innan Føroyskan Fótbólt 2013 heiðrað. HB var, sum verða man, vælumboðað á pallinum. www.b36.fo: Bert eitt ár eftir, at hann av føroyskum fótbóltsvenjarum varð kosin ársins unglingaspælari, fekk Hørður Askham í gjár enn størri heiður. Hesa ferð vóru tað venjarar, liðformenn og fjølmiðlafólk, sum høvdu greitt atkvøðu, og her varð Hørður altso kosin sum besti ungi spælarin í landinum. www.tb.fo: Aðalfundurin sum skuldi vera týskvøldið er útsettur eina viku. Aðalfundurin verður sostatt í hølum felagsins í TB Húsinum við Stórá týskvøldið 19. november klokkan 19:00 www.eb-streymur.fo: EB/Streymur hevur í kvøld gjørt 1 ára sáttmála við miðvallara okkara, Arnar Dam. Burtursæð frá 4 dystum við ÍF í 2008 hevur Arnar spælt við EB/Streymi. Í 2013 bleiv tað til 32 dystir, harav ein í 1. deild. Arnar hevur síðani 2008 spælt 190 dystir fyri EB/Streym og skotið 41 mál. www.hsf.fo: Fríggjakvøldið 8. november var á fyrsta sinni skipað fyri tiltakinum “Lógvatak”. Endamálið við tiltakinum er at skapa eitt samskiftisforum hjá teimum, sum eru rundan um kappingarnar í fremstu deildunum – og harvið møguleika fyri samstarvi arbeiði móti felags málum – hondbóltinum at frama. www.fsf.fo: U21-landsliðsvenjararnir hava úttikið Anders Vágsheyg Brixen til dystin ímóti Írlandi, ístaðin fyri Beinir Ellefsen, ið hevur givið avboð vegna skaða. www.nordlysid.fo: Tá KÍF fór at mansuppdekka báðar útlendingarnar hjá Team Klaksvík, so hevði heimaliðið einki mótspæl eftir ein annars fínan fyrra hálvleik. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Heri Simonsen Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen HB fór við tí mesta Rólant Waag Dam Ársins toppskjútti, Ársins áleyp­ari og Ársins leikari. Tað kann Heidi Sevdal hjá HB kalla seg nú. Hon vann allar tær virðislønirnar, tá Miðla­ húsið, Fótbóltssamband Før­ oya og Hvonn fagnaðu fót­ bóltinum. Soleiðis vann HB tríggjar av seks virðislønum, sum leik­ararnir kundu kappast um. Hetta er áhuga­vert, tá tað annars enn eina­ferð var KÍ, sum fór við meistara­heit­ inum. Sum tit síggja aðra­ staðni í Ítróttinum, so vann KÍ bara eina virðisløn leygar­ kvøldið. Hesa fekk Malena Josephsen, sum gjørdist Ársins verjuleikari. Hjá monnum var tað øðr­ vísi. HB vann meistara­heitið har – og HB fekk eisini flestar virðislønir leygarkvøldið. Fróði Benjaminsen gjørd­ ist Ársins miðvallari og Ársins leikari, umframt at Jóhan Troest Davidsen gjørd­ ist Ársins verjuleikari. Soleiðis fór HB við til­ samans seks virðislønum. Tað eru venjarar, liðfor­ menn og journalistar, sum hava greitt atkvøðu. Soleiðis plagar tað eisini at vera, men árið í ár er tó øðrvísi á tann hátt, at atkvøðubýti nú er alment. Aðrastaðni í Ítróttinum fært tú eitt yvir­lit yvir hvørjir venjarar, lið­for­ menn og journalistar hava atkvøtt – og hvussu hesir hava atkvøtt. Hetta er gjørt fyri at tryggja gjøgnum­ skygni, samstundis sum tað eisini skapar eitt breiðari og betri grundarlag at kjakast út frá. rolant@sosialurin.fo Heidi Sevdal vann tríggjar heiðurslønir hjá kvinnunum, meðan Fróði Benjaminsen fekk tvær hjá monnum, tá Ársins leikarar vórðu fagnaðir á Hvonn Live leygarkvøldið. Soleiðis fór HB við teimum flestu av virðislønunum Heims­meistara­stevnan í Barcelona í summar hevði metstóra hyggjara­ fjøld; tilsamans næstan 4.5 milliardir hyggjarar um allan heimin. Hetta er eitt stórt lop uppeftir, í mun til teir næstan 3.7 milliardir sjón­ varpshyggjararnar sum fylgdu við heims­meistarastevnuna í Shanghai í 2011. HM í Barce­lona varð víst í tilsamans 185 londum. (svimjing.fo)