Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 11. november 2013 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hilmar Jan Hansen Av øllum spælarunum á vøllinum í Vestmanna í gjár, tá gamli hond­bólts­klassi­k­ arin millum VÍF og Kyn­dil var á skránni, var tað serliga ein, ið skaraði fram­úr: Filip Jojic. Hann var her og har og allastaðni, og tá avtornaði, hevði hann skor­aði ikki færri enn 14 av teim­um 28 málunum hjá vest­menn­ing­ um í dystinum, ið hevði nógv at siga fyri báðar partar. Eftir eina javna byrjan, fekk VÍF síðstu løtuna av fyrra hálvleiki lagt seg fram­ um við trimum málum, og hó­ast Kyndil beinanvegin eft­ir steðgin royndi at svara aftu­r, var munurin restina av dysti­num eini fýra, fimm ella seks mál. Serliga væl lá fyri hjá Filip Jojic, ið fekk mál burtur úr tí nógva, ið hann royndi, tí av teim­um 14 málunum vóru tey 12 í opnum spæli og bara tvey upp á brotskast. Sigurin merkir, at VÍF av álvara bjóðar KÍF av, meðan Kyndil liggur nakað aftanfyri og nú hevur tapt tvær ferðir upp í slag – fyrst fyri Team Klaks­vík og nú fyri VÍF. H71 vann trygt Eftir tap í trimum teimum síðstu dystunum, máttu hoy­vík­ing­ar royna at koma í gongd aftur, nú teir høvdu stran­d­ingar á vitjan, og tað eydn­að­ist eisini. Longu beinanvegin fór H71 eitt sindur framum og megnaði eisini at halda leiðslu­na allan vegin, so talan var í veruleikanum um ein væl meira sannførandi sigur, enn tølini siga, tí dysturin bara endaði við tveimum mál­um á muni. Tá góðir tveir minuttir vóru eftir, var H71 á odda 30-25, so hóast StÍF gjørdi ein vørr við trimum málum á rað, rakk tað ikki til meira enn at pynta um úrslitið. Mótstøða í Klaksvík Síðsta vetur kom meiri enn so fyri, at Team Klaksvík megn­aði at fylgja við tað mes­ta av fyrra hálvleiki, men so var orkan uppi og mót­støðu­lið­ini fóru avstað og tóku alt. Leygardagin vóru meist­ ar­ar­nir á vitjan, og í fyrra hálv­leiki fingu kollfirðingar so mikið dygga mótstøðu, at tað stóð á jøvnum í steðgi­ num. Men so var eisini uppi við viðgongdini hjá Team Klaks­vík, tí rættiliga tíðliga í seinna hálvleiki setti KÍF ferð á og hugdi so ikki aftur um seg aftur. Serliga síðsta korter­ið var stórur munur á, so ongum nýttist at ivast í, hvør var hvar á stigatalvuni, og KÍF vann at enda við nígg­ ju málum. hilmarjan@sosialurin.fo ítróttur hondbóltur Hilmar Jan Hansen Nú øll liðini í Elektron-kapp­ ing­ini hjá kvinnum hava spælt seks dystir, uttan Neist­in og StÍF við fimm, hev­ur VÍF tikið oddasessin frá Kyndli, sum VÍF vann á í gjár. Liðini hava tó sama stiga­tal. Serliga beiskt mundi tað kenn­ast hjá Kyndli, at skula úr aftur Vestmanna við ong­ um, tí tað koyrdi fínt í fyrra hálv­leiki, og tær grønu vóru sann­før­andi á odda við fimm mál­um í steðinum. Men tað eydnaðist VÍF- kvinnun­um at pilka Simonu Peter­sen burturúr, og tað var nóg mikið til eisini at fáa Kynd­il niður við nakkanum, tí í álopsspælinum sakn­ aði liðið alternativ, tá topp­ skjútt­in ikki slapp at skjóta eftir vild. Miðskeiðis í seinna hálv­ leiki var avgerandi løtan í dysti­num, tá VÍF fór frá 10- 14 upp á 15-14, og eftir hetta var tað VÍF, ið gekk undan og vann dystin við tveimum málum. VB væl við Hin kvinnudysturin í gjár var í Vági, har VB vann ein trygg­an og avgjørdan sigur á Stjørnun­i, sum annars í fyrs­ ta umfari í kappingini vann á VB norðuri í Klaksvík. Longu undan dystinum tókt­ist greitt, at tað fór at vera meira enn vanliga tor­ført hjá Stjørnuni at endur­taka tað bragdið á úti­vølli, tí hvørki Anna Maria Ecaterinescu ella Una Váðklett vóru við. Tað vísti seg eisini so, at VB frá byrjan til enda sat á øll­um, og miðskeiðis í fyrra hálv­leiki var munurin longu komin upp á fimm mál. VB-kvinnurnar vóru av­ gjørdar og koyrdu á allan dyst­in, og tá avtornaði, høvdu tær vunnið við 14 mál­um, sum eisini røkkur til eitt trygt triðjapláss, bara eitt stig aftan fyri VÍF og Kyndil, með­an Stjørnan framvegis er næst­aftast. hilmarjan@sosialurin.fo Tað eydnaðist VÍF at basa Kyndli, og bæði H71 og KÍF vunnu sínar dystir, so enn kann alt henda hjá monnunum Elektron deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 VÍF 6 153 127 26 8 2 Kyndil 6 124 103 21 8 3 VB 6 159 147 12 7 4 Neistin 5 122 109 13 6 5 Stjørnan 6 123 156 -33 3 6 StÍF 5 100 139 -39 2 Jojic vann klassikaran Tætt í toppinum Atlantic Airways deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 7 207 165 42 10 2 VÍF 7 218 183 35 10 3 H71 7 192 188 4 8 4 Neistin 6 157 167 -10 8 5 Kyndil 7 170 177 -7 6 6 StÍF 7 179 190 -11 4 7 Team Klaksvík 7 172 225 -53 2 VÍF-Kyndil 28-23 (13-10) VÍF: Filip Jojic 14 (2), Julian Olsen 4, Agnar Joensen 3, Sámal J. Djurhuus 2, Áki Egilsnes 2 (1), Andrias Eriksen 2, Bjarni Durhuus 1 Kyndil: Josef Abrahamsen 8 (5), Høgni Klein Olsen 5, David Edvardsen 4 (1), Janus Einar Sørensen 3, Finnur Hansson 2, Bjarni Sørensen 1 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Uni Wardum H71-StÍF 31-29 (13-10) H71: Bogdan Florea 10 (3), Rúni Højgaard 6, Sigmundur Nolsøe 5, Bogi G. Davidsen 3, Jónas Djurhuus 2, Hanus Norðberg 2, Tróndur Arge 1, Sigmundur Dahl 1, Andor Sivertsen 1 StÍF: Kjartan Johansen 7 (1), Sveinur Justinussen 6 (5), Jógvan G. Joensen 5, Marius Joensen 5, Fríði R. Djurhuus 3, Borgar Danielsen 2, Aleksandur Johansen 1 Dómarar: Daniel Rapa & Ragnar Simonsen Team Klaksvík-KÍF 25-34 (16-16) Team Klaksvík: Zarko Pejovic 7 (5), Jákup Joensen 4, Igor Petrikeev 4, Jón Jacobsen 3, Dánjal Kjærbo 3, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 3, Vilhelm Vilhelmsen 1 KÍF: Jákup Trygvason 9, Hans Eli Sigurbjørnsson 8 (1), Rasmus Junker 6, Nicklas Selvig 5, Andrias Nielsen 2, Rógvi Weyhe 2, Ási Dam 1, Teitur Joensen 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Heri Petersen VÍF-Kyndil 19-17 (6-11) VÍF: Durita Ljósstein 5, Durita Christophersen 5 (2), Tóra Seloy 4, Agnas Olsen 3, Elin Hansen 1, Rakul Joensen 1 Kyndil: Simona Petersen 9 (3), Jórun Ludvig 2, Anna S.H. Mohr 2, Annika Sigurdardóttir 2, Anna Brimnes 1, Bjarta O. Johansen 1 Dómarar: Uni Wardum & Dánjal Samuelsen VB-Stjørnan 35-21 (19-11) VB: Ingrida Kuodyte 8, Helga Kjærbo 8 (4), Gintare Butkeviciute 6, Rannvá Johannessen 6, Rúna M. Jacobsen 2 (2), Una Nolsøe 2, Barbara K. Hjelm 1, Laila Jespersen 1, Birita Olsen 1 Stjørnan: Mina Sirdal 7, Anna Jakobsen 5 (3), Edith Hansen 2, Jansy Jacobsen 2, Kristina Poulsen 2, Jóhanna í Króki 1, Jórun Nielsen 1, Ella Petersen 1 Dómarar: Gert Hansen & Arnar Dam Mynd: Álvur Haraldsen Toppskjúttar Gintare Butkeviciute, VB 43 (5) Simona Petersen, Kyndil 43 (9) Jacklin Durhuus, Neistin 31 (1) Rebekka Justinussen, StÍF 30 (6) Mina Sirdal, Stjørnan 30 (5) Liljan Djurhuus, VÍF 29 (6) Durita Christophersen, VÍF 28 (4) Ingrida Kuodyte, VB 27 Anna Brimnes, Kyndil 27 (1) Bára Hansen, Neistin 27 (12) Helga Kjærbo, VB 27 (13) Toppskjúttar Filip Jojic, VÍF 55 (5) Bogdan Florea, H71 53 (13) Zarko Pejovic, Team Klaksvík 50 (17) David Edvardsen, Kyndil 47 (4) Kjartan Johansen, StÍF 44 (15) Hans Eli Sigurdbjørnsson, KÍF 40 (5) Sámal á T. Olsen, Team Klaksvík 36 Marius Joensen, StÍF 35 (6) Nicklas Selvig, KÍF 33 (2) Áki Egilsnes, VÍF 32 (5) VÍF vann á Kyndli og yvirtók oddasessin, og VB gjørdi greitt av við Stjørnuna