Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Opið bræv til løgtingið og landsstýrið Kjartan Hoydal kjartanhoy@gmail.com Vanliga havi eg ta fatan, at politisk orðaskifti ikki skulu vera um persónar, men um politisk mál. Málini og yvirskipaðu karmarnir um skilagott politiskt ar­beiði, sum miða ímóti at loysa grundleggjandi trupul­leik­ ar í samfelagnum, dygg fyri­sit­ing og virðing fyri demo­krat­iskum reglum og rætt­ar­trygd hava týdning. Parta­politisk atlit og roynd­ ir­nar hjá einstaklingum at verða afturvaldir hava minni áhuga. Tað kunnu tó vera tíðir, har tað ikki ber til at halda hesa meginreglu. Júst nú eru vit í tílíkari tíð. Fyri­ sitingarliga óskilið og rumbl­ ið, sum hevur valdað, síð­ani núverandi samgonga tók við, krevur skarpari lút enn fólka­ ligar greiningar av málum. Eftir kreppuna í nítiáru­ num lærdu føroyingar, hin harða vegin, hvussu langt eitt samfelag kann fara av leið, um einki vigar ímóti maktini. Vantandi javnvág og eftirlit við føroysku politisku skip­ anini var til almiklan skaða fyri samfelagið og fólkið í Før­oyum. Soleiðis nýtist ikki at vera Í nógvum londum eru skip­ anir, sum royna at tálma valdið hjá einum politiskum stovni. Onkustaðni tvey ting ella hús, sum bæði skulu sam­tykkja lógir. Eisini dóm­ stólar, sum kunnu taka upp lógaruppskot og politiskar avgerðir, um tey stríða móti stjórnarskipanini ella van­lig­ um lógarsiði og rætti. Eisini er nógvastaðni møgu­leikin at leggja mál út til fólka­at­ kvøðu. Einki av hesum finst í Føroyum enn, men í upp­ skot­inum til nýggja stjórnar­ skipan, sum løgtingið hevur ligið á nú í nógv ár, eru skipanir og møguleikar at fáa betri eftirlit við politisku skipanini og møguleikar at tryggja minnilutum rætt­ar­ trygd. Løgtingið hevur ligið á hesum máli í nógv ár. Vit vunnu valið, so nú ráða vit - tit taptu, so haldið tit kjaft! Hetta varð hugburðurin í nýggju ABDH-samgonguni eftir valið í november 2011. Hetta varð sagt av leiðandi politikarum, og hetta hev­ ur verið arbeiðslagið í fleiri, skjótum og skitnum politi­sk­ um avgerðum, sum eru settar í verk uttan virðing fyri greiniligari lýsing av málum og veruligum hoyringum. Hetta er prógv um stóra demo­kratiska undirskotið og vant­andi demokratiska med­ vitið hjá teimum ráðandi. Ein yvirlýsing frá norður­ landa yrkisfeløgunum fyri starvsfólk hjá tí al­menna lýsir gongdina. Gongd­in er ikki serstøk fyri Før­oy­ar, men sæst í hinum Norður­lond­ unum og í ríku londunum yvir­høvur. Í yvirlýsingini verð­ur støðan í Føroyum lýst so­leiðis: “Í Føroyum hava vit merkt fleiri álvarsamar broy­t­ingar seinastu tíðina. Ógvus­lig skattabroyting við at und­an­skatta og seta í gildi felags­skatt fór fram í bráðum skundi og uttan stundir og vilja til greiningar og uttan atlit til tey hørðu mótmælini. Flat­skatturin og mink­aða skattainnkrevjingin bera í sær eitt skeivt býti og gera væl­ferðarsamfelagið og al­menna geiran veikari...... Nú upp­liva vit beinleiðis avtøku av týdningarmiklum eftirlits­stovni og demo­krat­ iskar spæli­reglur verða lítils­ virdar” Eitt annað dømi um, hvussu farið verður fram, er lógin um broyting í løg­ tingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggi­ samtyktir, har vanlig rættar­ trygd kann verða sett til viks, um privat feløg eru nóg stór og forvinna so nógvan pening, at tað ikki verður hildið at vera møguligt at við­gera teirra viðurskifti eftir góðum fyrisitingarsiði. Áhuga­málini hjá øðrum, sum ikki eiga so nógvan pen­ ing, mugu tá víkja. Hend­an undirbrotligheitin hjá sam­ gonguni fyri seráhuga­málum er tess meira láturlig, tí hetta varð gjørt fyri at loysa ein trupulleika, sum partarnir í málinum lættliga kundi loyst sjálvir. Verandi stýris­ skipanar­lóg verður ikki hildin – skil er ikki á lands­stýris- og løgtings­arbeiðinum Stýrisskipanarlógin frá 1996 royndi at fáa í lag javn­ vág millum lóggevandi og út­innandi valdið. Eftir gomlu stýrisskipanarlógini frá 1948 var eingin greiður skiln­aður millum hesi bæði vald. Umsitingarligar av­ gerðir vóru í stórum tali tiknar í løgtingsnevndum, og ábyrgdin hjá lands­stýris­ monnum var kollegial, altso í felag. Sostatt var ringt at ábyrgda einstøkum lands­ stýris- ella løgtingsfólki fyri politiskar avgerðir. Men, sum tíðin er liðin, er løgtingið dottið aftur á gamla skeiva lagið, og tað sama er hent í landsstýrinum. Greflig dømi um, at stýris­ skipanarlógin ikki verð­ur vird, eru fíggjarlógar­við­ gerð­ir, har fíggjarnevndin ikki virðir hinar løgtings­ nevnd­irnar og heldur ikki polit­isku ábyrgdina hjá lands­stýrismanninum í fíggj­ ar­málum. Fíggjar­nevnd­in broytir ofta sjálv í fíggj­ar­ lóg­ini. Tað rætta er sjálv­andi, at fíggjarnevndin sendir fíggjarlógina aftur til lands­ stýrið við kravi um, at at broyt­ingar verða framdar á ymiskum postum. Eitt nýggjari og sera gref­ligt dømi var “makrel­ bólk­urin”, har løgmaður, for­ maðurin í fíggjarnevndini og floksformenn vóru bein­ leiðis innblandaðir í fyri­sit­ ingarligar avgerðir á fiski­ vinnuøkinum. Lógir, sum veruliga broyta sosialu kontraktina (flat­ skattur, skatting av eft­ir­ lønar­inngjøldum, krav um inngjald til eftir­lønir, men ikki restin av eftir­lønar­ reforminum) eru skrumblað ígjøgnum uttan neyðugu hoyr­ingarnar og politisku viðgerðina. Eftirlitsstovnar og aðalráð eru tikin av við umberingini “rationalisering”, og hetta móti allari fakligari ráðgeving. Ásetingin um, at løg­mað­ ur ikki skal umsita máls­øki (hvør skal tá hava eftir­lit við honum?) verður reglu­ liga brotin. Eftirlitið hjá løgmanni við, at hvørt ein­ stakt landsstýrisfólk situr fyri sínum málsøki á lóg­lig­an og fullgóðan hátt, er til­vildar­ l­igt og óskipað. Kanska mest ræðandi var avgerðin í 2010 at avtaka tving­aða lógareftirlitið í Tinganesi. Tað, sum er neyðugt at gera fyri sum skjótast at steðga spilluni, sum er komin í hjá landsins myndugleikum, er at samtykkja stjórnar­ skip­anaruppskotið skjót­ast gjørligt. Hetta fer í minsta lagi at gera tað møgu­ligt at krevja eitt mál til fólka­at­ kvøðu, bæði í løgting­in­um og helst eisini við at savna undirskriftir millum velj­ ararnar. Eisini eiga mann­ agongdir at verða skip­aðir fyri at leggja bæði lógar­ uppskot og týðandi um­ sitingarligar avgerðir fyri ser­ligan rætt. Løgtingið hevur bølt á hesum máli nú í nógv ár. Málið má takast frá løg­ting­inum og út millum fólk til viðgera. Sterkar fakligar røddir Greinar í bløðunum og við­ merkingar á fundum hjá Kristinu Samuelsen, løg­ frøð­ingi, Hallberu West, stjórn­málafrøðingi og Bárð­ ur Larsen, løgfrøðingi, sam­ røður við Halgir Winth­er Poulsen, advokati, í KVF, ein “masterclass” í fyri­sitingar­ rætti hjá Kára á Rógvi, dokt­ ara í løgfrøði í send­ing­ini hjá KVF “Radarin”, hava greitt víst á, at allar fyri­ sitingarreglur eru settar til viks í tunnilsmálinum og ikki bara har. Samstundis verður tað greitt, at miðfyrisitingin ikki er før fyri at standa ímóti landsstýrisfólki, ið eru so altrá eftir at fáa politisk mál ígjøgnum, at tey seta til viks alment inn­lit og fyrisitingarreglur. Máls­við­ gerðin av lógaruppskotum er tilvildarlig og stendur ikki mát við tað vit mugu krevja í einum nútímans fólka­ ræði. Avleiðingar av lógar­ uppskotum eru vanliga alt ov illa lýstar og løgtingið tekur tí avgerðir uttan hava fullan kunnleika um málini. Dimmalætting hevur í fleiri oddagreinum seinast í august og fyrst í september víst á, at miðfyrisitingin svík­ur sínar skyldur í mál­um av hesum slag. (* Tær sterku fakligu røddirnar eru saman­ fataðar niðanfyri). Tingfólk og lands­ stýrisfólk mugu svara Nú er tíð at tala at teimum fólkavaldu og teimum í lands­ stýrinum, sum lata hetta um seg ganga. Vit mugu krevja, at lim­ ir­nir í formansskapurin í løgtinginum, allir løgtings­ lim­ir í samgonguna og lands­ stýris­fólki siga sína hugs­an um fólkaræðið og um hví tær reglur, teir sjálvir hava sam­ tykt sum karmar um polit­ iska lívið, ikki vera hildnar. Tey eru: Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu. Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Eivin Jacobsen, Rei­mund Langgaard, Jóna Mariusardóttir Mortensen, Bárður á Steig Nielsen, Rósa Samuelsen, Bill Justinus­sen, Jenis av Rana, Bjarni Djur­ holm, Elsebeth Mer­cedis Gunnleygs­dóttur, Rod­mund­ ur Nielsen, Brandur Sandoy, Hanus Samró, Joen Magnus Rasmussen, Jákup Mikkel­ sen, Janus Rein, Kári Høj­ gaard Kaj Leo Holm Johannesen, Johan Dahl, Karsten Hansen, Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Annika Olsen, *Fylgiskjal til opið bræv Sterku fakligu røddirnar Bárður Larsen, løgfrøðingur. Bárður Larsen, løgfrøðingur, hevur arbeitt nógv við, hvussu grundlógir ella stjórn­ arskipanir verða broyttar. Hann vísir á, at spurningurin er fakliga torførur og hartil lítið fakliga greinaður. Hann sigur í grein í bløðunum, at hóast hetta, so: “.... er stór undirtøka fyri, at í minsta lagi trý element mugu vera í einum grundleggjandi skjali, skal hetta kunna metast sum grundlóg ella stjórnarskipan. Reglur mugu nevniliga sum tað minsta vera um: 1) stýrisskipan, 2) borgarans rættindi og 3) ein lýsing av grund­ leggjandi virðum, ið fólkið tekur undir við” Av hesum trimum pørt­ um hevur føroyska stýris­ skipanarlógin einki um borg­ arans rættindi og einki um grundleggjandi virði. Danska grundlógin er fólkaræðiliga ivingarsom, - tó hevur hon eina rættindadeild, men sigur Bárður: ” ....mannarættindini í ríkis­grundlógini eru fátøk og ófullfíggjað í mun til ta verju, sum einstaklingurin fær í mongum modernaðum grundlógum og manna­ rætt­indaskjølum. Tey taka hartil ikki atlit til serføroysk viðurskifti” “Stjórnarskipanaruppskotið hevur hinvegin øll elementini 1) – 3), og ætlanin var, at hon skuldi vera væl fólkaræðiliga kjølfest við endaligari sam­ tykt á fólkaatkvøðu. Ivi kann tí ikki Kristina Samuelsen, løgfrøðingur Hevði nú vóna, at onkur fór at spyrja løgmansstjóran, hvat hon helt, at man kann gera fyri at sleppa undan hesi ónøgd við arbeiðslagnum hjá landsstýrinum eina aðru ferð. Tá tað framvegis ikki tykist finnast aðrar loysnir, enn at ofta ein landsstýrismann, havi eg hug at koma við nøkrum hugskotum! Kennir nakar nakran embætismann, sum er komin styrktur fram á síni starvsleið við at gera vart við seg, ímóti politiskum ætlanum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at embætisfólk vilja standa fram sum embætisfólkini á Gjaldstovuni og Landsverk nú hava gjørt? Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá embætisfólkum at gera vart við seg og geva politisku skipanini eitt fak­ ligt mótspæl? Ella í øllu­m før­um, at tað ikki fær nei­l­ igar avleiðingar fyri við­kom­ andi? Hava vit ikki løgmans­ stjór­ar og aðalstjórar, sum kunnu geva hesum em­bætis­ Demokratiska undirskotið í Føroyum hevur víst seg at vera stórt og vaksandi. Fjølmiðlarnir hava av­dúkað brot á allar fyri­sit­ingar­reglur, men eingin í lands­stýrinum tekur ábyrgd, og samgongumeirlutin ger einki við málið. Hetta er óhald­bært, og vit mugu øll taka tøk, fólkaræðinum at frama. Tingfólk, serliga í sam­gong­uni mugu alment siga sína hugsan um hesar spurn­ingar.