Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fólkunum neyðuga rygg­ dekningin og finna eina veru­liga og varandi loysn á trupulleikanum? Spurningurin er eisini, hvat veruliga aðalmálið hjá embætisverkinum skal verða – at tæna politikarunum ella fólkinum? Man kundi t.d. broytt lógarteknisku eftir­kann­ ing­ina hjá løgdeildini í Inn­ lendismálaráðnum frá at vera eitt tilboð til at verða eitt krav, fyri at mál kunnu leggjast fyri landsstýrisfund. Heilt fram til januar 2010 var tað ein tvungin skipan. Man kundi kravt, at eftir­ kanningin eisini skal liggja við uppskotinum, tá tað verður lagt fyri landsstýrisfund, og tá uppskot seinni verða løgd fyri Løgtingið. Hvat hendir, tá tann eini av landsins hægstu em­bætis­ fólkum, sum veruliga hevur torað at givið politikarum eitt mótspæl, bæði sjálv og við ryggdekningi til síni em­bætisfólk, fer frá vegna aldur? Kennir nakar nakran embætismann, sum er komin styrktur fram á síni starvsleið við at gera vart við seg, ímóti politiskum ætlanum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at embætisfólk vilja standa fram sum embætisfólkini á Gjaldstovuni og Landsverk nú hava gjørt? Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá embætisfólkum at gera vart við seg og geva polit­isku skipanini eitt fak­ ligt mótspæl? Ella í øllum før­um, at tað ikki fær nei­ ligar avleiðingar fyri við­kom­ andi? Hava vit ikki løgmans­ stjó­rar og aðalstjórar, sum kunnu geva hesum em­bætis­ fólkunum neyðuga rygg­ dekningin og finna eina veru­liga og varandi loysn á trupul­leikanum? Spurningurin er eisini, hvat veruliga aðalmálið hjá embætisverkinum skal verða – at tæna politikarunum ella fólkinum? Hesin spurningurin varð einaferð settur á eini ráð­ stevnu fyri nøkrum árum síðani. Har varð bara ein av landsins hægstu em­ bætis­fólkum, ið metti sína aðal­uppgávu verða at tæna fólkinum. Hetta varð stjórin á løgtingsumsitingini. Hallbera West, stjórnmálafrøðingur Formliga er eingin stað­fest­ ing av, at alt vald í Før­oyu­m stavar frá føroyska fólk­ inum, sum jú sum kunn­ugt er út­gangs­støði í demo­krati­ hugtakinum. Før­oyar hava tó sjálvræði á ein­um ótali av máls­økjum og blokk­ stuð­ulin er, sum kunnugt, ein lut­falsliga lítil partur av búskapinum. Vit hava tí - fyri ein stóran part - eina sjálvstøðuga polit­iska skip­ an, og tað er henda sjálv­støð­ uga politiska skipan, sum er løgd undir lupp í hesum døgum. Ógreiða form­liga grundarlagið er ein trupul­ leiki, og tað er ikki ætlanin hjá mær at bagatelli­sera hetta, men eg fegnist tó um, at vit loksins hava sett okkara egnu skipan á dagsskránna. Fyri at siga heilt stutt (og foreinklað), hvørji krøv eru til demokratiskar skip­ anir, so fevna hesi um: vald umboð; frí, rættvís og reglu­ lig val, val millum meiri enn ein politiskan flokk; talu- og skrivi frælsi umframt onn­ ur persónlig frælsis rætt­ indi; savningar- og sam­ komu­frælsi; rætturin til alternativa informatión (sum ikki er stýrd el.l.); meir­luta­ avgerðir og minnilutavernd; eitt samfelag eyðkent við áliti, tollyndi og atlit til fe­ lags­skapin. Harumframt er vanliga eisini treyt um rættar­ trygd í breiðari merking. Fleir av hesum atlitum hugsa vit ikki stórvegis um, tí vit taka tey sum eina sjálvfylgju. Til hetta kann eg leggja afturat, at væntanir eisini eru um, at fólkaræði inni­ held­ur samrøður og kjak, eyð­kend av virðing, sum vit eitt nú kenna tað frá danska guðfrøðinginum, Hal Kock. Í hesum sambandi kann eg nevna, at Hal Kock varð nevndur í eini løgmansrøðu fyri fáum árum síðani. Tað kann undra, tá nú politiska skipanin í so lítlan mun hev­ur tikið bók og boðskap hansara til sín. Men fólkaræði - á skipan­ arligum støði – snýr seg so sanniliga eisini um at avmarka vald. Um vit yvir­ høvur skulu gera okkum nakra vón um at nærkast idealinum um, at tað er fólkið sum ræður, so skal vald hjá stovnum og einstaklingum avmarkast. Hvussu hetta kann gerast er eitt stórt evnið í sær sjálvum. Útgangsstøðið fyri okkara fólkaræði er, sum kunnugt, at hvør einstakur fer á val og velur okkara umboð á Løgting til at taka avgerðir okkara vegna. Men fyri tað, um ein er valdur, so merkir tað ikki, at man hervið hevur fríar hendur. Um lurtað verður eftir orðavalinum hjá okkara fólkavaldu, so ber lætt­liga til at halda, at so er. Okkara umboð á Løg­ ting­ið skulu m.a. tryggja, at landsstýrisfólk ikki hava ov stórt vald. Landsstýrisfólk eru ikki beinleiðis vald, men eru landsstýrisfólk sum úr­slit av bæði eini sam­ gongu­telving og eini telving innanfloks. Tað er tískil ikki í samsvari við eina demo­ krat­iska stýrisskipan, at lands­stýrisfólk fáa tillutað suverent vald, sum tað at fáa sonevndar blankokekkar, er eitt dømi um. Av eini ella aðrari orsøk so hevur Løg­ tingið lyndi til at geva lands­ stýrisfólkum hesar blanko­ kekkar, og tað er ein ósikkur í føroyskum lógarsmíði. Sein­asta dømið um hetta er í aktuella tunnilsmálinum, men vit kenna tað eisini frá fiski­vinnu­økinum og onnur dømi eru eisini. Fólkaræði snýr seg – fram um alt annað - at avmarka valdið hjá einstaklingum. Tí tað er ikki uttan grund, at sagt verður, at vald korrum­ per­ar, og at absolut vald kor­ rumperar absolut. Um valdið ikki verður avmarkað, so hevur fólkið einki reelt vald. Tankarnir leita til Kina, sum búskaparliga buldrar avstað í heimshøpi. Fyri meg er tað nýtt at hoyra føroy­ ingar tosa um, at vit áttu at fingið ein kinesara til Føroyar at stýra. Tað er heldur ikki vist, at hesar útsagnir skulu takast bókstavliga, men kanska skulu skiljast sum eitt krav um størri effektivitet í politisku skipanini. Men tað er tó umráðandi at minnast til, at tá vit tosa um Kina, so tosa vit ikki um eitt fólkaræði. Í mun til fólkaræði eru vit jú komin longur enn Kina, so hví leita handa vegin. Orsøkin til at eg havi heft meg við hesa nýggju fyri­ myndina hjá føroyingum er, at hon hevur nakað til felags við eina aðra fyrimynd hjá føroyingum. Eg havi mangan hoyrt útsagnir um, at vit eiga at koyra Løgtingið og Lands­stýrið til hús og í stað­in seta ein skipara at stýra Føroyum. Einki skal her takast frá skiparum og teirra avriki á havinum, men henda fyrimynd hóskar seg ikki í einum demokratiskum stýris­skipanarligum saman­ hangi. Ímyndin um ein skip­ ara á brúnni, sum gevur harraboð til øll onnur at akta og arbeiða eftir, er altso ein autoriter fyrimynd. Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, sambært Kringvarpi Føroya Tað er brot á bæði lógina um ábyrgd landsstýrismanna og á tingskipanina, at týð­ andi upplýsingar verða hild­ nar aftur fyri løgting­inum í málinum um Skála­fjarðar­ tunnilin. Kári á Rógvi, doktari í løgfrøði Tú hevur eina heimild at gera okkurt, men ikki til at gera alt. Heimildin er ítøkilig, og tað er ein trupulleiki, at hvørki embætisverkið ella landsstýrismaðurin halda seg innan fyri tað, sum heim­ ildin greitt sigur. Svar um alment innlit eru galin upp á so nógvar mát­ar. Standardsvar vísa til par­ graffir, ein svada sum grugg­ ar og teppibumbar borgaran. Víst verður til dømi, sum einki hava við málið at gera. Alt (hjá tí almenna) er al­ ment. Um nakað skal loyn­ ast, so skal tað grundast ítøkiliga út frá tí máli, sum innlit verður søkt í, um innlit skal noktast. Í spurninginum um sáttmálan um tunnilin er alt liðugt, so um innlit skal noktast, kann tað ikki vera til allan sáttmálan, men bert til partar har ítøkiligar grundir eru fyri at nokta, at júst tann parturin av sáttmálanum hevur upplýsingar, sum aðrir partar ikki eiga at fáa innlit í. Trupulleikin er at almenna fyrisitingin ikki vil lyfta inn­ litsreglurnar upp á eitt hægri stig. Tagnarskylda kann ikki áleggjast tingfólki. Tey skulu hava møguleika fyri frítt at tosa um øll viðurskifti. Har er bara eitt undantak. Tað er bara eitt undantak, tað er í uttanlandsnevndini, og tann heimildin er heldur óviss og átti at haft eina greiða lógar­ heimild. Dimmalætting, oddagrein Í dag er neyðugt at minna á, at tað ikki ber til at vinna fram á leið uttan stríð, sveitta og tár. Og somuleiðis er neyð­ ugt at minna á, at uttan mun til, hvussu óð ella ónøgd vit eru, so er einki frægari alterna­tiv í at velja enn tað torføra demokratiið. Føroyar eru í dag ikki at rokna sum eitt nóg væl virk­andi demokrati við skil­ vísari parla-mentarismu og greiðum valdsbýti. Vit síggja í hesum døgum, hvussu stýris­ skipanin verður skeikl­að av bæði landsstýri og løgtingi, soleiðis at illa ber til at siga, hvør hevur hvat vald, og hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Aftur at hesum gongur ikki dagur, har vit ikki hoyra og síggja, hvussu illa mangir tinglimir og landsstýrisfólk duga at grundgeva fyri sín­ um støðutakanum, og hvussu út av lagi illa verður lurtað eftir tí fakligheit, sum hóast alt spírar fram í Føroyum, og sum er alneyðug fyri at nakað sum helst skil skal vera í. Landsstýrið fremur í sínum lagi avgerðir í óð­ um verkum og fær ein alt ov ofta illa upplýstan ting­ meiri­luta at atkvøða fyri. Eisini verða alsamt fleiri av­ gerð­ir í landsstýrinum tik­ nar kollektivt, so ikki ber til at siga, hvat einstakt lands­ stýrisfólk hevur ábyrgdina av. Jú, sanniliga hava vit mangt og hvat at finnast at, og jú, sanniliga krevjast stórar ábøtur og størri krøv til tey fólkavaldu og teirra lands­stýrisfólk. Men tá atfinningarnar umskapast til vandamikla lifran fyri ódemokratiskum nýskipanum, avmarkingum av valrætti ella uppstillingar­ rætti, so mugu ávaringarljós tendrast. Enn einaferð: Einki land í heiminum hevur vunnið fram á vælvirkandi demokratiska leið uttan stríð og sveitta og sumstaðni enntá blóð, so tað er vitleyst at freistast at avtaka demokratiið, bara tí ein fær ilt í høvdið av manglandi vitskapi og van­ligari idioti hjá nøkrum fólka­valdum umboðum ella lands­stýris­umboðum teirra. Um viljin til demokrati í Føroyum er so lítil, at totali­ terir tankar vekjast, bara tí ein, tvær, tríggjar ella tíggju samgongur virka illa, so er tað tað og einki annað, sum skal ovast á listan yvir høv­ uðstrupulleikar. Okkum tørvar betri upp­ lýsing, betri skúling av bæði veljarum og valevnum, ja. Men hetta skal loysast tann rætta vegin við at taka tunga og drúgva takið at lyfta alt skúlaverkið í landinum. Ja, tað tekur tíð, ja, kanska 100 ár ganga, áðrenn vit koma fram, og tá verða eisini tøk eftir, tí eitt demokrati blómar ongantíð uttan støðuga røkt. Vit mugu til arbeiðis, land­ inum at frama, og kveistra burt­ur allar totaliterar tank­ ar, samstundis sum vit gera ábøtur á bæði stýriskipan, upplýsing og krøv til okkum sjálv. Demokratiið er torfør dissiplin, men einki alternativ er til demokratiið.