mánadagur 11. november 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá bygdaráðið í Nes kommunu
viðgjørdi
fíggjarætlanina
fyri 2014, vóru tað tríggir
bygdaráðslimir, sum mæltu
til at hækka skattaprosentið
við einum prosenti - úr 20,5
upp í 21,5 prosent.
Teir, sum vildu hækka
skattin hjá borgarunum í
kommununi við einum pro
senti, vóru Mortan Højgaard,
Jákup Olsen og Niclas David
sen, sum allir eru nývaldir í
bygdaráðið.
- Vit høvdu ein arbeiðsfund
við Gjógv og soleiðis, sum vit
skiltu meiningarnar tá, vóru
fleiri enn vit tríggir samd
um, at neyðugt er at hækka
skattin við einum prosenti.
Tað sigur Mortan Høj
gaard, sum at enda var hin
einasti bygdaráðslimurin í
Nes kommunu, sum atkvøddi
blankt, tá tað vísti seg, at
skattaprosentið fór at vera
óbroytt, 20,5.
Tað vóru annars teir
tríggir, Mortan, Jákup og
Niclas, sum høvdu uppskot
um at hækka skattin við
hesum eina prosentinum.
Nærkast loftinum
Mortan Højgaard vísir á, at
skuldin hjá Nes kommunu
nú nærkast loftinum, sum
er ein álíkning, og tí heldur
hann, at rættast hevði verið
at lagt eitt prosent oman yvir
skattin aftrat - fyri at goldið
niður skuld.
- Vit hava íløgur, sum liggja
á láni. Atløgusíða er bygd við
nýggju saltgoymsluna, men
enn er eftir at asfaltera økið.
Bygdaráðslimurin
vísir
á,
at
spillivatnsætlanin,
sum skal fullførast, krev
ur eisini nógv, og í nýggja
barnagarðinum á Svanga
skarði er einki gjørt í kjallara
hæddini.
- Samstundis, sum vit
soleiðis hava arbeiðir, ið
liggja á láni, nærkast vit
loftinum, og tí hildu vit, at
rættast hevði verið at lagt
eitt prosent oman yvir skatt
in aftrat.
Mortan Højgaard heldur,
at besta íløgan, sum ein
kommuna kann gera, er at
gjalda niður skuld.
- Eg haldi tað vera ábyrgd
arleyst av meirilutanum ikki
at vilja leggja hetta eina
prosentið oman á skattin,
sigur bygdaráðslimurin.
Tí vildi Mortan hækka
skattin við einum prosenti
- Eg standi við mítt og haldi, at vit áttu at hækkað skattin í skommununi við einum prosenti
- fyri at gjalda niður skuld, sigur Mortan Højgaard, bygdaráðslimur í Nes kommuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Árliga jólasølan hjá
Verkhúsinum
Stíggi
í Saltangará verður
leygardagin
23.
november frá klokkan
10 til 18.
- Vit fara at selja
hondgjørdar lutir úr
træ, eitt nú krakkar,
hillar, hjørtu og annað.
Vit fara eisini at selja
bundnar og seymaðar
lutir, og her eru nissur,
jólamýs,
einglar,
borðlappar og nógv
annað forvitnisligt.
Á Stíggi siga tey, at
tá
jólasølan
verður,
fara tey eisini at selja
kaffi, rísalamande og
eplaskivur, og tombola
verður eisini á skánni.
Stíggjur
bjóðar til
jólasølu
Bergur Olsen, fuglafrøðingur,
hevur grein í seinastu út
gávuni av Sjóvarmáli um
gongdina við nebbasildini og
støðuni hjá lundanum.
- Nebbasildin, sum er
besta føðin hjá lundanum,
hevur svikið so dyggiliga, at
stórur partur av lundanum
verpur als ikki ella gevst at
verma, áðrenn pisan er kom
in út.
Fuglafrøðingurin
vísir
á, at teir fáu lundarnir, sum
halda á at verma, til pisan
kemur út, hava ilt við at
finna føði til pisurnar.
- Tí doyggja pisurnar í
hungri, tá tær eru nakrar
fáar dagar gamlar. Men onk
ur hendinga pisa kemur tó
undan, leggur Bergur Olsen
aftrat.
Um neyvu kanningarnar,
sum eru gjørdar av støðuni
hjá lundapisunum, nevnir
fuglafrøðingurin sum dømi,
at lundar vóru inni í øllum
teimum 14 reiðrunum, sum
eftirlit var við í Byrgisbakka
í Skúvoy.
- Lundi varp í 11 av teimum,
so tað sá gott út. Men tað
vísti seg skjótt, at lundarnir
høvdu trupulleikar við at
finna føði. Lundarnir skiftast
um at liggja á, men summir
komu ikki aftur til tíðina, tá
teir skuldu loysa av.
Bergur Olsen sigur, at
viðhvørt rýmdi tann, sum lá
á, áðrenn makin var komin
aftur.
- Eggið lá so einsamalt
í fleiri tímar og viðhvørt
dagar. Hvørja ferð lundi
kom aftur til eitt egg, sum lá
einsamalt, helt hann tó fram
við at verma, sum um einki
var, sigur fuglafrøðingurin.
Greinin í fullum orðaljóði
kann lesast í Sjóvarmál.
Nebbasildin svíkir lundapisurnar
Tað er hóttafall á, nú nebbasildin, sum er besta
føðin hjá lundanum, svíkur so dyggiliga.
Gamalt er at taka til "sum lundi á jólanátt", men nú
er tað nebbasildin, ið er sum lundi á jólanátt
“First Lego
League” var í viku
skiftinum, og vinnari
gjørdist 7B í skúlanum
á Argjahamri. Liðið
kallaðist “Lego
Holics”, og liðleiðari
er Erling í Liða.
81 rennarar luttóku í fyrstu TF-kappingini
í vetur, 46 menn, 22 kvinnur, átta dreingir
og fimm gentur. Runnið varð runt
Agnið, og fyrireikararnir minnast ikki,
at luttøkan áður hevur verið so stór.
- Vit vóru tríggir í bygdaráðnum,
sum hildu, at skilabest hevði verið
at goldið niður skuld, nú kommunan
nærkast loftinum til eina álíkning
í skuld, samstundis sum arbeiði
liggja á láni, sigur Mortan Højgaard,
bygdaráðslimur í Nes kommunu