Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í seinastu viku var Fólkaheilsuráðið í Vágum, har tey kannaðu fólk fyri KOL og typu2 diabetes. - Undirtøkan í Vágum var góð, og nú Vágarnar eru lidnar í hesum umfari, er samlaða talið av teimum, sum hava latið seg kannað, komið upp á umleið 720. - Vit settu tríggjar dagar av til Vágarnar, men undirtøkan var so stór, at vit noyddust at brúka leygardagin eisini. Kunningarleiðarin vísir á, at í dag og í morgin stendur tilboðið um kanning til fólk í Vestmanna. - Vit ætlaðu at brúka ein dag í Vestmanna, men eisini har hevur undirtøkan verið so góð, at vit eisini brúka dagin í morgin í Vestmanna. Úr Vestmanna verður farið til Suðuroyar, har fólk hava møguleikan at lata seg kanna tað, ið eftir er av hesi vikuni. Ólavur Jøkladal sigur, at tá Fólkaheilsuráðið hevur verið í Suðuroy, verður í næstu viku farið í Sandoynna. - Ætlanin er at verða tríggjar dagar í Sandoynni, og síðan verður møguliga farið ein túr til Suðuroyar aftrat. Kunningarleiðarin vísir á, at tað eru tvær sjúkrasystrar, sum fara út við eyðkenda bilinum. - Onnur tekur sær av lutflsliga simplu diabetes- kanningini, har tey, sum vilja kanna seg, fáa eitt lítið prik í longutong. Síðan verður blóðið greinað á staðnum við framkomnum tóli, og hetta tekur bert einar fýra minuttir. Fólk verða eisini mátað í hædd og vigað, og BMI verður roknað út. Hann sigur, at KOL-kanningin er ein lungnakanning, har lunguni verða roynd við at blæsa. Ólavur Jøkladal vísir á, at áhugin fyri kanningini, sum Fólkaheilsuráðið nú ger, hevur havt misjavna undirtøku, og hann heldur, at fleiri fólk kundu havt latið seg kannað í miðstaðarøkinum. - Men, um landið annars hevur áhugin verið stórur, og tað fegnast vit um, sigur hann. Kunningarleiðarin sigur, at Fólkaheilsuráðið er farið undir hetta átak, tí mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes - uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í diabetes-kanning, sum endaði í mai mánaði í ár. - Vit hava sett okkum fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri - og eisini yngri - fólk fara at fáa sjúkuna. Fólkaheilsuráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúku) - ella “roykjaralungu” - sum tað eisini verður rópt. - Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL, sigur Ólavur Jøkladal. Misjavnur áhugi at lata seg kanna Eftir at Fólkaheilsuráðið seinastu dagarnar hevur verið í Vágum, stendur tilboðið nú til fólk í Vestmanna. Seinni í hesi vikuni verður farið til Suðuroyar og í næstu viku í Sandoynna Eyðstein Djurhuus, for­ mað­ur í Føroya Skipara- og Naviga­tør­felag, sigur seg vera so nøkulunda nøgdan við semjuna, sum manningarfeløgini og fíggjarmálaráðið undir­ skrivaðu seinnapartin fríggja­dagin. - Enn er sjálvur sátt­ málin ikki undirskrivaður. Tað nýggja, sum semja nú er fingin um í dag, verður bygt inn í verandi sáttmála, og síðan verður nýggj­ur fundur, har sjálv­ ur trý ára sáttálin, sum nú er avtalaður, verður undirskrivaður. Formaðurin í Føroya Skipara-og Naviga­tør­felag, dylur ikki fyri, at politiskt trýst hev­ur ligið yvir hesum sam­ráð­ing­ar­um­ farinum. - Nú hava partarnir góð­tikið ein sáttmála, har arbeiðstíðir verða broytt­ar í samsvar við tær nýggju altjóða hvíli­ regl­ur­nar, sum eru settar í gildi. Tá tvey ár eru farin av sáttmálaskeiðnum, eru hesi viðurskifti komin upp á pláss. Hann vísir á, at sam­ bært semjuni verða strand­ fara­leiðir ikki so hart raktar av einum møgu­lig­ um verkfalli. - Semjan byggir eisini á, at í framtíðini verður tað soleiðis, at eitt verkfall fram­vegis skal fráboðast 48 tímar frammanundan, og harafturat skal ein túr­ ur siglast við øllum strand­ fara­skipum um dagin, meðan verkfall er. Eyðstein Djurhuus vísir á, at á leiðunum til Nóls­oy­ ar, Kalsoynna og Sand­oyn­ na skulu tveir dag­lig­ir túrar siglast, tá arbeiðs­steð­gur er - í upp til tríggjar vikur. - Sjálvandi vildu vit rokkið longri í hesum sam­ ráð­ingum, men vit mugu ásanna, at sam­ráð­ing­ar­ nar høvdu rent seg rætt­ iliga fastar, og tá so stórt politiskt trýst varð lagt á manningarfeløgini, var ikki nógv at gera. Formaðurin í Før­oya Skipara-og Naviga­tør­ felag sigur, at politiski myndugleikin framman­ undan var klárur at leggja seg út í eitt møgu­ ligt verkfall, og tá tað er útgangsstøðið, er greitt, at feløgini ikki stan­da ser­liga sterk í sam­ráð­ing­unum. -­ Eg fegnist tó um, at nøk­ur ting komu upp á pláss - ella ávegis upp á pláss - í semjuni, sum undirskrivaðu fríggjadagin, sigur Eyðstein Djurhuus. Polit­iskt trýst í sam­ráð­ing­um Vilmund Jacobsen Eldurin gjørdi feigdina um seg, og húsini fórust so illa, at tað ikki loysti seg at byggja tey uppaftur. Húsini, sum fórust í eldi, vórðu bygd í 1932, og hjúnini Poul og Sóley høvdu tá átt tey og búð í teimum í 30 ár. Nú er lív í aftur, har húsini hjá Poul og Sóley stóðu. - Vit eru í holt við at byggja heimið uppaftur á matrikkulnummarinum, og tað er timburmeistarin, Niels Johannus Tjaldrastein, sum stendur fyri arbeiðnum. Nýggju húsini eru stoypt upp, og vónandi kunnu tey standa innilokað, tá hesin mánaðurin er farin at halla. - Búfermetratalið í nýggju húsunum verður 280. Húsini eru 160 fermetrar í tveimum hæddum, men burtur av fer plássið til bilhús. Hetta er ein spennandi verkætlan og so hvørt, sum arbeiðið gongur, verður gjørt av, hvussu alt kemur at síggja út. Poul Klementsen væntar, at klárt verður at flyta inn í nýggju húsini í juni næsta ár - ella umleið eitt ár eftir, at gomlu húsini fóru upp í royk. Poul og Sóley byggja nýtt Tað var hin 6. juni í ár, at eldur kom í sethúsini hjá Poul Klementsen á Sandi. Nú verða nýggj hús bygd á matrikkulnummarinum - Nýggju húsini eru stoypt upp, og vónandi verður klárt at flyta inn í juni mánaði næsta ár - ella eitt ár eftir, at gomlu húsini brendu, sigur Poul Klementsen Tað er framvegis nógv sild at fáa í føroyskum sjógvi, men lítil og eingin makrelur er at síggja. Skipini sigla javnan inn at feltinum við matsild. Framsýning við 52 listaverkum eftir flestu av okkara best umtóktu listafólkum er í hesum døgum Listaglugganum í Dr. Jakobsensgøtu 15 í Havn.