Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. november 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýútbúgvin skulu ikki í ALS HUXA Vit í HUXA halda, at ný­út­ búgvin eru ein stórur og ein sterkur samfelagsbólkur. Tey skulu bera og menna Før­ oyska samfelagið framá. ALS er ein trygging, til tey, ið hava havt eina fasta inntøku, og missa arbeiðið. Hetta er ein útsettur samfelagsbólkur – tað eru tey nýútbúnu ikki á sama hátt. Jenis av Rana førdi fram í KVF leygardagin, at nýút­ búgvin skulu sleppa upp í ALS, meðan tey flyta heim og søkja arbeiði. Tey skulu hava rætt til kr. 14.144,- í útgjaldi um mánaðin. Javnaðarflokkurin hevur eisini meldað út, at hann stuðl­ar eini tílíkari skipan. Hetta skal venda fráflyt­ ing til tilflyting. Vit í HUXA stuðla fultút at fáa vent rákinum, men vit halda, at hetta er skeivur máti at fara fram. Heldur enn at taka nýút­ búgvin upp í ALS, kundu tey hildið fram við at fingið somu upphædd, sum tey fingu í studningi, meðan tey vórðu undir útbúgving. Tað kann so verða útgoldið frá Studna ella aðrari skipan, men samstundis skuldi tað verið peningur, tey skuldu rinda aftur, tá tey fáa ar­ beiðs­inntøku. Uppskotið hjá Mið- og Javnaðarflokkinum kann gera, at nógv heldur vilja hava 14.000 kr frá ALS enn at taka eitt ófaklært arbeiði, ið kanska gevur áleið somu løn. Tað halda vit í HUXA ikki er rætt. Arbeiðarar eiga ALS Vit halda, tað er sosialpolitiskt og moralskt skeivt, at fólk, ið ikki hava goldið inn í ALS skipanina, skulu fáa pening úr henni. Tey eiga ALS, ið hava goldið inní fleiri ár og møgu­ liga fáa brúk fyri stuðli seinni. Arbeiðarar hava gold­ið inn, og tískil eiga ar­ beiðarar skipanina – ikki ný­ út­búgvin. ALS inngjaldið hevur eitt hámark á 6500 krón­ ur um árið. Hetta merkir, at uppskotið hjá Javnaðar­ flokkinum, ger at lág- og miðalløntu lutfalsliga gjalda tann størsta partin fyri at nýútbúgvin skulu fáa ALS útgjald. Javnaðarflokkurin vil javna frá lág- og miðal­ løntum til komandi háløntar akademikarar. Hjálp til sjálvhjálp Nýútbúgvin skulu sleppa at skráseta seg á starvsportalin hjá ALS. Hetta skal hjálpa teimum at koma skjótari út á arbeiðsmarknaðin eftir lok­nan lestur. Sum ein liður í at fáa fólk heim skuldi mann held­ur lagt seg eftir at sett skipanir í verk, ið gera tað smidligt og lætt hjá fólki at fáa arbeiðsroyndir. Tað skuldu verið skipanir í flestu økjum, so flest øll kunnu fáa viðkomandi royndir eftir útbúgving. At vera ella ikki at vera: kopi Vil man vera seg sjálvur - ella tað sum samfelagsins trongskygdu karmar vænta, tað avgert tú sjálvur. Ella gert tú-? Er sinnið lagt við sínum forritaðu mynstrum við títt upphav? Tað eru tey ið fingu Møguleikan, høvdu dirvi at bróta út og so eru tað hini. Anna Elisabeth í Kálvalíð Høvundurin sigur, at hon 1. november í 2012 byrjaði á kreativ skriving á Giljanesi við Petur Pólsson, sama dag hevði hon verið til minningarhald í Miðvági, har átti hon ein beiggja. – Okkara fyrsta uppgáva á kvøldskúlanum bleiv at skriva um tað vit høvdu upplivað um dagin. Soleiðis kom yrkingin 1. november, sum stendur í vikuskiftis Sosialinum 1. nov í ár. Yrkingina omanfyri hevur danska Lisbeth Zorning sæð, og hon helt hana vera so fantastiska, at hon spurdi, um hon slapp at leggja hana á sín vegg. Sjálvandi var tað í lagi. Fríðálvur Jensen – “Dýrdarlandið” er ikki bara andaligur boðberi, men eis­ini ein góð tónleikalig upp­living Tað er sanniliga ikki altíð, at ein følir seg verdan at seta orð á tónleikin og er tað júst tann kenslan, eg siti við. Tá eg taki júst Kvartettina í Betesda fram, so er tað tí, at tað var í eini tíð, tá eg sjálv­ ur royndi meg á tón­leika­ pallinum, har tað júst vóru slíkir bólkar og sangarar, ið góvu okkum ávísan íblástur. Kann eisini minnast Mið­ náttarsangbólkin í Runavík, sum eisini tóku, millum ann­ að, elektriskar guitarar við í teirra framløgum. Í 70´unum var ein ávísur fjáltur á okkum innan anda­ liga tónleikin í Føroyum - var tað nú sømiligt...? Tá eg havi sitið og lurtað eftir nýggju útgávuni hjá Kvartettini, er hon øll inn­ blást av góðum væl gjøgnum­ førdum arbeiði. Tað er eisini stuttligt at hoyra okkurt av eldru løg­ un­um í nýggjum búna. Eg skal ansa mær at taka nakran av sangarunum fram um annan, men eg minnist serliga kláru røddina hjá Sámal Johannesen, sum enn er klár og góð. Hetta eru ikki unglingar, tí tann yngsti er 60- og tann elsti 73 ára gamal, men tað er avgjørt ikki eitt minus fyri útgávuna, tí røddirnar eru ikki verri enn í 70´unum – heldur tvørturímóti. At teir hava valt stóra stigið, at fara longu ferðina yvir til Nashville, er sanniliga ein góð íløga, tí eg merki eitt væl gjøgnumført arbeiði, sum gevur útgávuni ein ser­ ligan dám. Tað sermerkta við út­ gávuni “Dýrdarlandið” er, at hon ikki kann vísast til nakran ávísan aldursbólk – øll kunnu ogna sær útgávuna og fáa eina góða kenslu. Sanniliga ein góð og gjøgnumførd útgáva, sum ivaleyst fer at liggju undir nógvum jólatrøum í ár og skal hon fáa 9 av 10 stjørnum frá mær. Hoyr lagið “Sæl er mín sál:” http://www.youtube.com/ watch?v=TKwbjmdU208 Kvartettin í Betesda eblaðið sos.fo