mánadagur 11. november 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 11. november 2013 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sólborg Dulavík
Henda spurning setti eg
mær, tá eg hevði lisið grein,
har Jenis av Rana, langar út
eftir teimum samkyndu. Eg
bleiv skelkað og í fleiri dagar
orkaði eg ikki at lesa tað
umaftur. Eg havi havt teg,
Jenis sum kommunulækna
í fleiri ár, og havi bara gott
at bera tær frá tí síðuni. Eg
skilji ikki at vit bæði, sum
kallað okkum trúgvandi,
kunnu verða so ósamd um
hvørji rættindi næsti okk
ara hevur.
Men aftur til tað tú skriv
aði – tú bólkar samkynd
undir eitt og dregur tey nið
ur í díkið og traðkar á tey,
samstundis sum tú tekur
rættin til, at draga Guð, sum
einki menniskja hevur sæð,
niður á títt støðið og tínar
tulkingar – eg citeri “Men
tað kann ikki verða øðrvísi,
tá man ikki livir tað lív man
er skaptur til.”
Nær liva vit lívið vit eru
skapt til ? Hvør kasti fyrsta
steinin?
Útsøgnin ella skrivingin
er á einum støði sum er sera
ræðandi fyri meg.
Eg eri 79 ár og havi livað
meginpartin av mínum lívi
í Føroyum, og eisini verið
tíðarskeið í Danmark og
Noregi, uttan at síggja nak
að til henda bólka-ræðu
leika, tú skrivar um.
Tey eg havi hitt, hava
verið hampulig og fitt og
tá eg havi tosað við onnur
um tað sama, hevur eingin
hesa ræðumyndina av sam
kyndum. Tí hevði tað verið
áhugavert at vita, hvagani
tú hevur hesi tíðindi ella
hvar tú hevur hitt hesi
menniskjuni.
Eftir míni sannføring
virðir tú ikki landsins lóg
sum paragraf 266 b. Sam
bært hesi lóg eru vit øll
javnsett við at tað ikki er
loyvt at happa ella dis
krimenera onnur.
Eg veit ikki hví tú leggur
eftir minniluta bólkum, eg
síggi ikki at tað kann verða
av kærleika, men heldur ein
eggjan til tey sum hava eina
fragd í at happa hendan
umtalað bólk. Sannleikin
er tann, at nøkur verða
happa so nógv at tey rýma
av landinum, ella tað í verri
er - ikki at orka at liva.
Sjálvsagt veit eg, at lívs
førsla og meiningar eru
ymiskar innan allar sam
felagsbólkar. Vit eru øll
skapað í Guðs mynd, - og
eingin av okkum hevur
havt nakað sum helst at
siga ella gera við, hvussu
vit blivu skapað ella undir
hvørjum
umstøðum
vit
sluppu at liva í.
Til seinast vil eg vísa á
nøkur vers úr bíbliuni sum
greina væl hvussu eg eigi
at liva – Matteus. Kap. 22,
vers 36 t. og v.40
Eg kann ikki reypa mær
av at røkka tí altíð, men
tað tekur ikki álvaran frá
skriftini, fyri tað.
Viðmerking
til Jenis av
Rana, lækna
og tingmann
Eru Føroyar eitt demokratiskt
og kristiligt land?
Trípartasamráðingar um
arbeiðsmegi eru vegurin framá
Samtak
Nú tosað verður um at lata
arbeiðsmarknaðin upp fyri
arbeiðsfólki uttan fyri norð
anlond er týdningarmikið at
rætt verður borið at. Har trot
er á arbeiðsmegi skulu ar
beiðsfólk sleppa inn í landið,
men tað er ikki ráðiligt at
lata arbeiðsmarknaðin upp
á víðan vegg meðan arbeiðs-
loysi innan nógvar vinnur er
metstórt.
Eins og føroyingar fara út
um landoddarnar at fáa sær
arbeiði skal verða gjørligt
hjá útlendingum at koma til
Føroyar at arbeiða í styttri og
longri tíðarskeið, tá ið trot er
á arbeiðsmegi.
Mentunarliga,
politiskt
og sosialt ríkað útlendingar
samfelagið og eiga Føroyar
ikki at ræðast at lata dyrnar
upp fyri útlendingum. Sum
er kann arbeiðsmegi úr
Norðanlondum frítt ferðast
millum lond, og hava sera
nógvir føroyingar nýtt møgu
leikan at fara í annað norður
land at arbeiða og norður
lendingar eru eisini komnir
hendavegin.
Fáa smidliga skipan
Feløgini í Samtak halda, at
atlit má takast til arbeiðsloysi
í landinum, tá ið útlendsk
arbeiðsmegi skal inn í landið,
men at har tørvur er á, og
ongin er í landinum at gera
arbeiða, har skal loyvast at
taka fólk inn uttanfyri norð
urlond.
Tað ber til at fáa arbeiðs
megi inn í landið, um talan
er um trot ella “væsentlige
beskæftigelsesmæssige hen
syn”, sum tað stendur í lógini,
tó eru atfinningar um, at tað
er ov long tíð frá at søkt
verður um arbeiðsloyvi, til
arbeiðstakarin kann koma
inn í landið.
Feløgini í Samtak halda, at
har trot er á arbeiðsmegi, skal
tað loyvast á ein smidligan
hátt at taka fólk inn, men at
tað skal ikki opnast upp fyri
útlendskari arbeiðsmegi sum
heild, tí arbeiðsloysi er enn
metstórt.
“Mangla tað elektrikarar,
serligir ráðgevar, læknar ella
onnur, sum vit ikki hava í
landinum, so skal vera gjør
ligt at fáa hesi inn í landið
uttan stórvegis hóvasták,”
siga feløgini í Samtak
“Soleingi vit hava 1000
– 1500 fólk, sum eru ar
beiðsleys, so kunnu vit ikki
lata arbeiðsmarknaðin full
komiliga upp”, leggja feløgini
í Samtak dent á.
Trípartasamráðingar
Feløgini eftirlýsa fleiri ar
beiðsskapandi
tiltøkum,
førleikamenning,
førleika
meting og fleiri læru- og út
búgvingarmøguleikar
fyri
arbeiðsleys, so at arbeiðsmeg
in er klár at taka við nútíðar
og framtíðar avbjóðingum.
Feløgini í Samtak heita á
Johan Dahl, landsstýrismann
við vinnumálum, um at kalla
partarnar á arbeiðsmark
naðinum inn til tríparta
samráðingar um spurningin
um arbeiðsmegi.
Á henda hátt átti at verið
gjørligt at funnið framm til
eina skipan sum partarnir
á arbeiðsmarknaðinum og
politiska skipanin vóru nøgd
við. Feløgini í Samtak vilja
virka fyri eini loysn sum
loysir trupulleikarnar, men
sum eisini tekur hædd fyri tí
veruleika, at arbeiðsleysi er í
landinum, og at tað má basast
áðrenn arbeiðsmarknaðurin
verður opnaður fyri øllum
uttanfyri norðanlondum.
90 ár síðani tað láturliga
ØLSTOVU-kvettið
Virgar T. Dalsgaard
Tann 8. november fyri akku
rát 90 árum síðani storm
aðu Adolf Hitler og fleiri av
teimum fremstu national
socialistunum ein nationalist
iskan høgra-politiskan fund
í BÜRGERBRÄUKELLER í
München og proklameraðu,
at teir vildu taka ræðið
bæði í Bayern og i sjálvum
Berlin. Bürgerbräukeller var
eitt risastórt vertshús, har
næstan 2000 fólk kundu sita
til borð s.
Um tað mundið var ein
hatskur nationalistiskur re
vanchustemningur í megin
partinum av Suðurtýsklandi,
og tí roknaðu nazistarnir
við, at teir spontant fóru at
fáa fundarfólkið við sær í
einari kvettroynd móti tí
demokratisku Weimar-repu
blikkini.
Saman við Hitleri vóru
millum nógvar aðrar Her
mann Gøring, Rudolf Hess,
Ernst Røhm, Julius Streicher,
William Frick, og endiliga
hetjan frá Verðinskrígnum,
generalurin Ludendorff.
Uttanfyri
ølstovuna
stóð ein tøtt rúgva av al
vápnaðum
SA-monnum,
teimum sonevndu BRÚN
SKJÚRTUNUM, sum m.a.
skutu við maskinbyrsum
fyri at ræða fundarfjøldina.
Hitler sjálvur reikaði runt
inni í ølstovuni og peiggjaði
við einum revolvara, sum
hann skjeyt við beint upp
í loft fyri at imponera og
styggja
gestirnar,
meðan
hann
rópti,
at
Weimar-
republikkin
var
avtikin.
Tað ovfarna fundarfólkið
tók ikki Hitler heilt í álvara,
fyrr enn Ludendorff við sín
um autoriteti fekk sissað
Hitler somikið, at fólk for
stóðu, hvat hann ætlaði.
Ludendorff
og
Gøring
fingu vent stemninginum
til hatskar nationalistiskar
parolur móti Berlin. Dagin
eftir fóru menn við Luden
dorffi á odda marcherandi
móti Ráðhúsinum í Münch
en og kravdu, at bæði poli
ti og býráð vórðu avsett
beinanvegin. Men tá hevði
Berlin longu sent boð um,
at tann tápuligi uppreist
urin skuldi knúsast eirinda
leyst. Tessvegna sperraði ein
vælvápnað politifjøld uppá
meira enn 100 mans nazist
unum vegin til Ráðhúsið, og
tá ið Hitlers menn vildu bróta
manngarðin, fóru politist
arnir at skjóta við tí úrsliti,
at 16 nazistar alt fyri eitt lógu
eftirá, og fleiri m.a. sjálvur
Gøring blivu illa særdir. Tá
máttu nazistarnir yvirgeva
seg og vórðu handtiknir.
Hitler sjálvur og fleiri
aðrir vórðu settir í fongsul.
Aftaná
flentu
norður
týskarar nógv at ti illa fyri
reikaðu og láturligu kvett-
royndini,
men
bara
góð
níggju ár seinni var hesin
supernationalistiski og fják
uti figururin blivin ríkis
kanslari í øllum Týsklandi.
Tá hevði tann paranoida
nationalistiska pestin breitt
seg til meginpartin av Tí
týska Ríkinum.