týsdagur 12. november 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað er við støði í arbeiðnum
í Kvinnuhúsinum í Havn, at
sálar frøðingurin
Súsanna
Ó. Skaale lýsir støðuna hjá
nøkr um av teimum kvinnum,
ið eru fyri tí harðskapi, sum
van liga ikki sæst.
- Nei, her er ikki fokus á
tað bláa eygað, sigur Súsanna
Ó. Skaale, sum í sínum arbeiði
í Kvinnuhúsinum varnaðist
mongu
fordómarnar
um
sála r liga harðskapin.
Harðskapurin, ið eingin
sær, leiðir beinleiðis til heitið
á bókini – Um bara hann sló
meg.
Súsanna Ó. Skaale lýsir
for dómar nar soleiðis:
- Eg sá hesa eintáttaðu,
stereo typu,
myndina
av
kvinnuni sum ein veik, grá
mús, ið krýpur fram við húsa-
veggju num, uttan at tora at
koma í kontakt við nakrar.
Tað er ein mynd, ið byggir á
fordómar, sum í síðsta enda
eru beinleiðis skaðiligir, sigur
Sús anna Ó. Skaale og heldur
fram:
- Flestu kvinnur kenna seg
ikki aftur í hesi eintáttaðu
mynd ini. Og tað ger so aftur,
at alt ov lang tíð gongur, áðr-
enn tær leita sær hjálp, sigur
Sús a nna Ó. Skaale.
Tí hesar kvinnur eru alla
stað ni í samfelagnum.
- Tær eru í øllum løgum í
sam felagnum, frá leiðaranum
til vaskikonuna, staðfestir
sálar frøð ing urin.
Kvinnuhúsið fær árliga
fleiri enn 650 áheitanir um
hjálp. Kanningar úr okkara
granna løgum vísa, at so
at siga allar kvinnur, sum
hava verið fyri fysiskum
harðskapi, hava eisini verið
fyri sálarligum harðskapi.
Men meðan bláa merkið er
ítøki ligt, er verri at fáa eyga
á sálar liga harðskapin.
- Tað liggur sera nógv vald
í upplýsing. Tí havi eg valt
at lýsa evnið, soleiðis at fáa
gerast tilvitað um teir mongu
trupul leikar, ið sálarligur
harðskapur hevur við sær,
sigur Súsanna Ó. Skaale.
Komnar víðari
Bókin byggir á samrøðu
við fimm kvinnur, ið allar
hava verið fyri sálarligum
harð skapi. Kvinnurnar eru
valdar út í samstarvi við
Kvinnuhúsið. Tær um boða
ymsar bólkar í sam fela gnum.
Her
er
tann
væl út búna
kvinnan, tann við styttri
útbúgving og tann út lendska
kvinnan í føroyska sam felag-
num. Allar eru tær tó dul-
nevnd ar.
- Tað var mítt val, at
kvinn ur nar skulu vera dul-
nevnd ar. Eg vil ikki hava, at
tað skal snúgva seg um, hvar
kvinnur nar koma frá og
hvønn tær eru í familju við.
Í einum lítlum samfelag sum
okkara kann slíkt lættliga
flyta fokus frá tí, sum eg vil
fortelja í bókini. Nevniliga
søgu na um, hvussu parlagið
kann fara frá forelskilsi til
sálar ligan ágang og harðskap.
Tí upplýsi eg teirra aldur, út-
búgv ing, hjúnarstøðustøðu
og børn, samstundis sum eg
royni at verja teirra samleika,
greið ir Súsanna Ó. Skaale
frá.
Sálarfrøðingurin
hevur
somu leiðis lagt dent á, at
kvinn ur nar í bókini eru kom-
nar víðari í lívinum.
- Ja, fyri meg hevur tað
týdn ing at fortelja, at her
er eitt ljós og ein vón fyri
framm an. Felags fyri tær
allar er, at parlagið er endað
og kvinnan er komin víðari
í lívinum, sigur Súsanna Ó.
Skaale.
Rithøvundin vil tó ikki
vera við, at hon teknar eina
ljósa reyða mynd av støðuni
hjá hesum kvinnum:
- Nei, kvinnurnar fortelja
sína søgu kronologiskt. Frá
fyrs ta forelskinum, til tey
fingu børn saman og parlagið
útviklaði seg. Alla prosessina,
til sálarligi harðskapurin
kom inn í parlagið og tók yvir.
Í hes um frásøgnum hoyra vit
eisini um, hvussu kvinnurnar
eru niðurbrotnar sálarliga.
So nei, her er ikki talan um
nakra ljósareyða mynd, sig-
ur Súsanna Ó. Skaale sum
í sama viðfangi heldur fast
um týdningin av at fortelja,
at í hesum lagnum er eitt ljós
og ein vón fyri framman.
- Tað hevur týdning at
for telja hesar søgurnar, tí
tær vísa eisini á, hvat skal til
fyri at koma burtur úr sálar-
liga
harðskapinum,
sigur
Sús anna Ó. Skaale og heldur
fram:
- Sosiala netverkið hevur
stóran týdning fyri hesar
kvinn ur. Men júst sosiala
net verk ið er ofta partur av
sálar liga
harðskapinum.
Tí makin kontrollerar jú
mang an hennara sosiala lív
í slíkan mun, at hon til síðst
ikki orkar at forklára seg,
men gevur upp. Harvið verð-
ur hon enn meira avbyrgd í
parlagnum, og sálarligi harð-
skapurin kann halda fram,
sig ur Súsanna Ó. Skaale.
Fyribyrging
Bókin er ætlað sum upp lýs-
ing um tann harðskap, ið ikki
er so lættur at fáa eyga á.
Rithøvundurin er sann førd
um, at upplýsing er veg ur-
in fram, skulu vit sum sam-
felag kunna gera nakað við
trupulleikan. Tí hevur hon
fingið Elina Winther Poul-
sen, samskipara, at skriva ein
kapitul um heildarætlanina at
basa harðskapi í parløgum og
nær sam bondum. Og Katrin
á Neystabø, samskipari hjá
føroysku deildini av Am-
nesty , setir harðskapin inn
í altjóða samanhang. Eisini
er samrøða við Elina Reinert
Planck, sum við støði í sín-
um 18 árum sum leiðari fyri
Kvinnuhúsið metir um or-
søkir nar til harðskap í par-
løg um.
Bókin verður alment løgd
fram í Miðlahúsinum hós-
dagin.
Valdið liggur í upplýsing
Eintáttaða myndin av kvinnuni, ið er fyri harðskapi, er ein beiðis orsøk til at fólk aftra seg við at leita sær
hjálp. Men tann kvinnan finst allastaðni, í øllum pørtum av okkara samfelag, sigur sálarfrøðingurin Súsanna
Ó. Skaale, sum í nýggjari bók fortelur søguna hjá fimm kvinnum, ið hava verið fyri sálarligum harðskapi.
“Eg rann út á vegin við børnunum. Tá kom
hann akkurát koyrandi móti okkum. Hann
steðgaði og rópti á børnini, at tey skuldu
koma inn í bilin. Eg rópti, at tað skuldu tey
ikki, og vit runnu víðari undan honum. Tað
var fríggjadag seinnapart, og fólk stóðu
í bíðirøðum á veg heim frá arbeiði. Helst
hava tey hugsað, at hasi renna fyri at náa
bussin ella okkurt. Høvdu tey vitað, at
her - mitt í Tórshavn - rann eg fyri lívinum
undan mínum fyrrverandi hjúnarfelaga…”
- BROT ÚR BÓKINI
“Tann kropsligi harðskapurin stendur
kámur í minninum nú – men aftaná
hendi nakað, sum í dag næstan fær
meg at flenna, so langt úti og absurd
er tað: hann kravdi, at eg skrivaði »Eg
skal aldrin siga manni mínum, hvat hann
skal gera« á eitt pappír. Síðani tók hann
pappírið, skræddi tað sundur í smáar
lepar og koyrdi teir í tað, sum var eftir
av sósini frá døgurðanum. Síðani noyddi
hann meg at eta sósina. Eg át hana..”
- BROT ÚR BÓKINI