Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uttan Tú koyrir út eftir Kirkjubøarvegnum og snarar til høgru inn í Granagøtu. Síðan koyrir tú fram við Sleipnisgøtu og snarar til høgru inn í Skemmings­ gøtu. Tá kemur tú til hesi dámligu og góðu sethúsini. Snøggur garður / urtagarður er runt húsini. Nakað av útsýni er yvir Havnardal. Húsini standa væl fyri í góðum grannalagi og í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi stutt frá Rossagøtunum og fjósunum í Havnardali. Stutt er til dagstovn, bussleiðina og aðrar hentleikar og møguleikar. Grundin er stoypt upp til undirsløgini í miðhæddini og skjøldrarnir eru stoyptir upp til bjálkalagið í loftshæddini. Út veggir annars eru úr timbri og klæddir við timbri. Vind eygu eru úr timbri og tekjan er Planja Royal við undir­ liggjandi tøttum tróðri úr krossviði. Innan Frálíku húsini fella væl inn í umhvørvið, samstundis sum stílur og snið, rakstur og viðlíkahald, hugni og liviligheit ganga upp í eina hægri eind. Stílreinu húsini eru í góðum standi, og tú kanst flyta beint inn. Tey eru dagførd við kønari hond, so hugnaligi dámurin er varðveittur. Í 2009 vóru øll vindeyguni skift, gólvini í miðhæddini slípað og gólv á loftinum skift. Í 2010 var tekjan skift og kvistur bygdur á tekjuna. Nýtt baðirúm var gjørt í ovastu hædd, trappu trinini pussað og trappuvangarnir lakkeraðir. Har afturat var kjallaraíbúð innrættað av nýggjum. Inni er ljóst og frískligt, men eisini sera hugnaligt og fjálgt. Sprossavindeyguni geva tær ljós og luft inn, og skapa eitt gott samband millum inni og úti, millum innara og ytra umhvørvið, og skjótt er at fara út í urtagarðin at njóta hvørja góða løtu. Innrætting Í miðhæddini er hjallur, inngongd / durur, gongd, grovkøkur, gestavesi og køkur / stova. Í ovastu hædd er gongd, hjúnarúm, 2 kømur, goymslurúm og baðirúm við brúsu, gosbaði og gólvhita. Í niðastu hædd er inngongd, durur, fýrrúm, køkur / stova, 4 kømur og baðirúm við brúsu og gólvhita. Harafturat er garaga, goymslurúm og svali. Dámlig og góð sethús á Norðasta Horni – trygt og ómakaleyst til hús Húsini, sum eru dagførd við kønari hond, eru í góðum standi, og tú kanst flyta beint inn. Fakta Skemmingsgøta 17, Tórshavn Byggiár:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1985 Hæddir: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .3 Gólvvídd:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 257 m2 Grundøki: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 503 m2 Hjallur:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ja Bilhús: . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ja Prísuppskot:. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 2.475.000 Sí fleiri hús á inni.fo PF INNI Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO­110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum. Hevur tú hug til at selja? - Vinaliga, set teg í samband við okkum. Nýtt