týsdagur 12. november 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Er lív títt merkt av negativum
kenslum móti einum persóni í
tínum núverandi lívi ella í tínari
fortíð? Um so er, er fyrigeving ein
vegur at ganga.
Hetta er ofta lættari sagt enn
gjørt, men tað er títt lív og tín
gerandisdagur, sum á hinari síðuni
er at vinna.
Granskarar vísa á, at við at hanga
føst í gamlari øði, dregur tú ikki
bara sálarliga pínu á teg, men eisini
likamliga pínu, eitt nú kroniskar
magatrupulleikar,
hjartatrupul
leikar, húðtrupulleikar, ovurfiti og
strongd. Haraftrat kann øðin ger
ast so ótolandi, at tú destruktivt
fellur í misnýtslu. Men, misnýtsla
kann bert doyva trupulleikan -
og ikki loysa hann. Hinvegin økir
misnýtsla bara um tín leiklut sum
offur, eins og misnýtsla eisini økir
um frustratiónirnar.
Hetta ein ónd ringrás.
Hvar er fyrigeving?
At fyrigeva er ikki at gloyma, av
nokta ella at bagatellisera nakað,
sum er gjørt ímóti tær. At fyrigeva
er ikki ein spurningur um, at tú sjálv
skalt átaka tær skuld. Fyrigeving
krevur heldur ikki, at tú tekur upp
aftur sambandið. At fyrigeva er
at sleppa bindingini til tað, sum
hendi - fyri tína egnu skuld. Hent
er hent, gjørt er gjørt. Tað, sum er
gjørt, kunnu vit ikki gera umaftur.
Tað einasta, sum vit kunnu broyta,
er okkara egna forstáilsi og okkara
egna tulking. Vit skulu leita hagar,
vit kunnu síggja tingini í einum
nýggjum ljósi, sum kann vera frí
gerandi.
Tað er trupult
At fyrigeva er nakað av tí truplasta í
lívinum, tí í hesum hongur plasering
av skuld. Tað er ikki av ongum, at
Jesus biðir menniskju um at lata
hann bera heimsins skuld. Tað er
júst tí, at vit hava trupult við at
bera skuldina sjálvi.
Spurningurin um fyrigeving og
skuld kann soleiðis vera djúptøkin
í okkara lívi. Tú skalt liva við tær
sjálvum og tí tú ert restina av lívi
tínum. Vit skulu minnast til, at fyri
geving er ein viljasak, tí tú mást
vilja tað fyri at kunna fyrigeva.
Tú kanst seta tær spurningin,
hvussu tú vilt hava tað restina av
lívi tínum, um tú heldur fram við
ikki at fyrigeva. Tú kanst eisini seta
tær spurningin, hvat tú hevði rokk
ið, um tú fyrigav.
Hvussu fyrigevur tú?
Vegurin til fyrigeving gongur um
ein nýggjan hátt at tulka og skilja.
Stutt sagt snýr tað seg um at skilja
menniskjað, sum hevur sært teg -
og um tú heldur teg ikki at kunna
skilja viðkomandi, royn so kortini.
Hugsa um, hví viðkomandi
gjørdi soleiðis. Hevði hon fingið rin
ga viðferð av síni egnu familju, ella
bar hon kanska pínu. Royndi hon
at særa teg, tí hon sjálv var sær ella
illa viðfarin. Men, ikki minst: Visti
hon yvirhøvur, at hon særdi teg - og
gjørdi hon tað óbevíst?
Tá tú hugsar soleiðis, byrjar tú
at síggja persónin í einum øðrum
samanhangi, og á henda hátt sært
tú eisini teir trupulleikar, sum tú
heldur eru, úr eini ávísari frástøðu.
Fyrigev - fyri tína egnu skuld
Ynskir tú at gerast leys av øði, aggi og beiskleika, kann fyrigeving gera teg
leysan av hesum, eins og fyrigeving kann styrkja títt lív og tína heilsu
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki alt, tú lesur um klænking,
sum tú skalt trúgva. Nógvar mytur
eru nevniliga um klænking.
Á heimasíðuni www.iform.dk
verður eitt nú spurt, um sukur fitar,
um reyðvín er sunt ella ikki - og um
reyðvín eisini fitar. Kunnu vøddar
gerast um til fiti, og er tað rætt, at
frukt ikki fitar. Gerst tú klænri av
at drekka light - og er tað nú rætt,
at fastfood fitar?
Hetta eru nakrir av spurningun
um, sum verða settir, og svarini eru
at finna á heimasíðuni.
Nógv gott er at siga um tað at
renna, men sum ráð móti klænking
eru nógv góð - og betri - alternativ.
Tú brennir fleiri kaloriur við at
renna langt ella við at rógva innan
dura, og vandin fyri skaðum er
lítil.
Samanumtikið kann sigast, at
besti hátturin at klænka seg er at
gera tað, sum tú tímir at gera. Hug
urin at íðka hevur minst líka so
stóran týdning sum hátturin. Tímir
tú ikki, gevur tað jú onga brenning
av kalorium yvirhøvur.
At renna er ein góður háttur til
motión, men tað kann vera trupult,
tá tú ert liðug/-ur at íðka, ikki at eta
fleiri kaloriur enn tær, sum tú hev
ur brent á rennitúrinum.
Light økir matarlystin
Sjálvt um light-vørur eru kaloriufá
tækar, kunnu hesar saktans snýkja
nógvar kaloriur inn undir húðina á
tær. Flestu ”kompensera” lítlu nøgd
ina av kalorium í light við at eta
fleiri kaloriur í øðrum mati.
Sjálvt tær vørur, sum eru heilt
tappaðar fyri kaloriur, eitt nú cola
light, kunnu í síðsta enda gera, at
vektin økist.
Ansvekjandi kanningar hava
víst, at sterki søti smakkurin í eini
light-vøru kann snýta blóðsukurið
og soleiðis framprovokera eina ser
staka svongd og ein skríggjandi
tørv eftir veruligum søtum vørum.
Hetta merkir, at tú í síðsta enda
etur meira av øðrum.
Kelda: www.iform.dk
Mytur um klænking
Sjálvt um light-vørur eru kaloriufátækar, kunnu hesar saktans snýkja nógvar kaloriur inn undir húðina
á tær. Flestu ”kompensera” lítlu nøgdina av kalorium í light við at eta fleiri kaloriur í øðrum mati
800 fólk eru kannað Út við 800 fólk eru nú kannað
fyri KOL og typu2-diabetes. Heilsubilurin stendur
ikki stillur. Mikudagin og restina av hesi vikuni verða
kanningar gjørdar á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Fólk kunnu
bíleggja tíð á tlf. 515155 millum klokkan 10–14.