Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Jákup Mikkelsen er for­mað­ ur í løgtingsins uttan­lands­ nevnd. Hann hevur ikki hug at lasta Kaj Leo Holm Jo­hannesen fyri ikki at um­røða mannarættindi, tá løgmaður í farnu viku vitjaði í Russlandi og Kasakstan. Løgmaður hitti valdsharrar og politisk umboð fyri lond­ini í Eurasisku toll­sam­ gonguni, sum fevnir um Russ­land, Kasakstan og Hvítarussland. – Sum lítið land er tað av­markað, hvussu nógv vit kunnu ávirka. Men har vit eru, har eiga vit at ávirka, sigur Jákup Mikkelsen. Hann minnir tó á, at ørind­ ini hjá løgmanni í Russlandi og Kasakstan vóru at gera ein handilssáttmála. – Vit skulu ikki krógva burt­ur, tá vit eru ónøgd við nøkur viðurskifti. Held­ur ikki tá talan er um manna­ rættindi. Men spurningurin er nær vit skulu tala at? Skulu vit fáa veruliga ávirkan á tey, vit tosa við, so mugu vit hava eitt gott forhold við tey. At byrja við at finnast at, tað er ikki rætti mátin at fáa ávirkan upp, sigur Jákup Mikkelsen. Hann leggur dent á, at eitt gott samstarv er ein fortreyt fyri ávirkan – eisini tá tað snýr seg um mannarættindi. – Eg trúgvi, at vit kunnu koma nógv longri, um vit fáa eitt gott forhold og álit á hvønn ananan, tí tá vil ein ámminning um manna­ rættindi hava nógv størri ávirk­an. Høvdu vit byrjað ein fund við at tosa um manna­ rættindi, so ivist eg í, um vit høvdu verið boðin aftur, sigur formaðurin í uttan­ landsnevndini. rolant@sosialurin.fo Fólkaskikkur fyrst so mannarættindi tíðindi MANNARÆTTINDI Formaðurin í løgtingsins uttanlandsnevnd sigur, at vit sjálvandi eiga at ávirka, har vit eru. Men ein fortreyt fyri at tosa um mannarættindi er, at vit hava tryggjað eitt gott forhold við tey, vit tosa við Jacoba Kruse, aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyar, harmast út­sagn­ irnar hjá løgmanni um, at hann ikki tók manna­ rætt­indini upp á tungu, tá hann í farnu viku fund­aðist við leiðarar úr Russlandi, Kasakstan og Hvítarusslandi. Hetta hóast Amnesty í áheitan umvegis fjølmiðlarnir hevði víst á týdningin av, at hesi mál eisini vórðu um­rødd á ferðini. – Eg haldi at tað er harmiligt, at tað ikki verð­ur víst á hesi viður­ skifti. Hetta er eitt høvi, har løgmaður ann­ars kundi víst á, hvørji grund­ leggjandi manna­rættindi vit í Føroyum – vónandi – hava, sigur Jacoba Kruse við in.fo. Hon vísir eisini á, at í øðrum londum eru dømi um, at politiski mynd­ug­ leikin hevur spurt Am­ nesty um støðuna við­ víkandi mannarætt­indum, áðrenn farið verður á slíkar ferðir. Eitt nú sigur hon, at Ongland ta einu ferðina fekk leyslatið fleiri samvitskufangar í Burma, tí myndugleikarnir høvdu tosað við Amnesty, áðrenn farið var á uttanríkisferð. Og so leggur Jacoba afturat, at hon ikki er sannførd um, at Føroyar eru ov lítlar til at gera nakran mun, soleiðis sum løgmaður annars vísir á í sínum svari til Sosialin mánadagin. – Løgmaður tosar við tey fólkini, sum hava ávirkan, tá hann er á eini slíkari ferð. Tað er ein beinleiðis atgongd til valdshavararnar, og tá hevur støddin hjá Før­ oy­um minni at siga enn per­sónliga sambandið, sigur aðalskrivarin hja Amnesty í Føroyum. Føroyar eru ikki ov lítlar Jákup Mikkelsen er formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd Jacoba Kruse er aðalskrivar í Amnesty International Føroyar Rólant Waag Dam Høgni Hoydal og Kaj Leo Holm Johannesen draga sjáld­an somu politisku línu. Tað gera teir heldur ikki, nú løg­maður hevur vitjað í Russ­ landi og Kasakstan, uttan at gretta eitt einasta orð um mannarættindi. – Tá Føroyar fara í diplo­ matiskt samband við onnur lond, so hevur tað líka stóran týdning, at vit taka mannarættindi upp, sum at onkur annar gera tað. Sjálv­ andi skal løgmaður gera vart við tað og taka støðu til tað, áðrenn hann fer undir tað stigið, sum hann er farin undir, sigur Høgni Hoydal, sum eisini fýlist á, at løgmaður ikki hevur spurningin upp í løgtinginum ella uttanlandsnevndini. – Vit mugu hava ein uttan­ ríkispolitikk, sum bygg­ir á nøkur prinsippir, og teim­ um eiga vit at fylgja líka mikið hvønn vit samráðast við. Vit mugu hava eina heilt greiða støðu, tá tað kem­ur til javnvágina um at gera avtalur við lond, og so manna­rættindastøðuna í teimum londunum. Tað er rætt, at tað er ikki altíð, at tað telur mest. Til dømis hava vit longu fiskiveiðuavtalur við Russland, vísir Høgni Hoydal á. Hóast hann er ivasamur í, hvørt tað er rætt at hava avtalur við Russland, so mælir hann staðiliga frá at gera avtalur við Hvíta­ russland, sum er partur av Evrasisku tollsamgonguni – og sum løgmaður virkar fyri at Føroyar verða ein partur av. – Hvítarussland er eitt standandi diplomatiskt mál fyri øll Norðurlond. Har er næstan reint einaræði, har grundleggjandi politiskt rætt­indi verða traðkað und­ ir fót. Tað er heilt skeivt at fara í diplomatiskt sam­skifti við teir, og geva eitt slag av blástempling av Hvíta­ russlandi. Russland er eisini ógvuliga ivasamt, Kasak­stan á sama hátt. Men eg vildi ikki mælt til, at farið í bein­leiðis samráðingar við Hvíta­russ­ land. Tað gera eingin onnur Norðurlond, sigur Høgni Hoy­dal, næstformaður í utt­ an­landsnevndini, sum eisini er limur í Norður­landa­ráð­ num. Vit mugu hava ein uttanríkis­poli­ tikk, sum byggir á nøkur prinsippir, og teimum eiga vit at fylgja líka mikið hvønn vit samráðast við Mugu hava greiða støðu MANNARÆTTINDI Næstformaðurin í uttanlandsnevndini er rúkandi ósamdur við Kaj Leo Holm Johannesen. - Sjálvandi skal løgmaður umrøða mannarættindi, sigur Høgni Hoydal Høgni Hoydal er næstformaður í løgtingsins uttanlandsnevnd