Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Rannvá G. Fossaberg Sunnumorgunin 10. nov­em­ ber 2013 er ein dagur, sum tey bæði Herborg á Lakjuni Simon­sen og Jóhannes Simon­sen úr Fuglafirði altíð fara at minnast aftur á, sum ein heilt serligan morgun. Ikki bara tí, at tey henda morgun­in fingu ein son, men eisini tí at umstøðurnar und­ ir føðingini vóru alt annað enn vanligar. - Tá vit hugsa um hend­ ing­ina nú, so tykist alt bara heilt løgið, men onkursvegna eisini eitt sindur stuttligt, tí alt gekk jú væl, hóast føð­ ing­in ikki bleiv soleiðis, sum vit annars høvdu væntað og fyri­reik­að okkum til, siga for­ eldr­ini. Helt tað var búkilska Leygarkvøldið høvdu Her­ borg, Jóhannes og trý ára gamla dóttirin, Margreta, verið í Havn og vitjað familju. Tá tey vóru komin heim til Fugla­fjarð­ar, merkti Herborg, at hon ikki hevði tað so gott. - Eg var illa fyri, hevði ilt í búkinum og spýði eitt sindur, men eg hugsaði bara, at eg ivaleyst hevði fing­ ið búkilsku, tí tað hava jú verið fleiri, ið hava havt tað seinastu tíðina, fortelur Her­ borg, sum annars var sett til at eiga hósdagin 14. nov­em­ ber. Tey fóru til songar, men Her­borg bleiv við at kenna seg illa fyri. Tó hugsaði hon onga løtu, at talan kundi vera um verkir. - Nú havi eg átt fyrr, men hetta kendist bara ikki sum tá, og tí var eg sannførd um, at eg bara hevði fingið onkra búkils­ku, sigur Herborg. Ein tanki, sum nakrar tímar sein­ ni, vísti seg at vera skeivur, tí umleið klokkan 05.30 sunnu­ morgun­in hevði hon eina pínu í búkinum, sum hon als ikki var í iva um, hvat var. - Tá visti eg beinavegin, at hetta vóru verkir, og tí vakti eg Jóannes beinanvegin, for­ tel­ur Herborg. - Hon segði, at hon helt hon hevði fingið verkir, og at vit heldur máttu fara til Havn­ar. Eg hugsaði ikki meira, og so fingu vit foreldur hennara at koma at vera hjá dóttr­ini, fortelur Jóhannes. Speedaran í botn Klokkan 07.00 koyrdu tey úr Fuglafirði, og skjótt bleiv greitt, at tey høvdu skund við at koma suður til Havnar. - Eg hevði tosað í telefon við vakthavandi ljósmóðir, og hon bað okkum bara koma beina­nvegin til Havnar, men í bilinum blivu vekrirnar so mikið ógvusligar, at vit ring­du aftur, og so skuldi ein ambulansa koyra ímóti okk­um, sigur Herborg, sum minn­ist, hvussu strævin túr­ ur­in í blinum var. - Eg kempaði fyri ikki at pressa, men tað var ótrúliga ringt at halda ímóti, tí eg merk­ti, at barnið pressaði seg út. Eg kláraði hvørki at liggja ella sita, og tí helt eg fast í handtakinum í lofti­ num í bilinum og royndi sum frægast at spenna meg upp­ eft­ir fyri ikki at pressa, sigur Herborg. Jóhannes, sum koyrdi bilin, var als ikki í iva um, at tey máttu skunda sær á Lands­sjúkra­húsið. - Tankin streyfaði meg, at hon kundi eiga í bilinum, men eg royndi bara at kveistra tann tankan burtur. Men eg minnist væl, at eg koyrdi skjótt. Øgiliga skjótt, sigur Jóhan­nes og flennir. Tey møttu ambulansuni á bus­steðgi­plássinum við tunnils­munnan í Kollafirði, og ljósmóðurin avgjørdi alt fyri eitt, at ambulansan ikki skuldi koyra til Havnar, tí Her­borg fór at eiga hvørja løtu. - Hon leiddi meg úr bili­ num og inn í albulansuna, og eg hevði ikki verið inni í ambulansuni í meira enn fimm minuttir, tá eg átti, so tað gekk skjótt fyri seg, for­ tel­ur Herborg. Jóhannes var eisini inni í ambulansuni umframt ljós­ móðir­in og tveir portørar. - Har var nokkso trongt, men stemningurin var fantast­is­kur. Tað stuttliga er, at tað var fyrstu ferð, at eg og Her­borg vóru í ambulansu og fyrstu ferð, at ljóðsmóðirin og portørarnir upplivdu eina føð­ing inni í eini ambulansu. So tá alt var yvirstaðið, vóru vit øll ótrúliga glað, sigur Jóhan­nes. Hava tað gott Lítli sonurin, sum vigaði 3630 gramm og var 53 sentimetrar til longdar, lá hjá mammuni allan vegin til Havnar á Lands­sjúkrahúsið, og tey høvdu tað bæði gott, hóast eina heldur annarleiðis føð­ ing. Jóhannes koyrdi aftan fyri ambulansuna til Havn­ ar. - Verfaðir ringdi til mín Átti sonin á buss­ steðgi­plássi - Har var einki at gera. Hann vildi bara út. Tað sigur Herborg á Lakjuni Simonsen, sum sunnnumorgunin átti ein son í ambulansuni á bussteðgistaðnum við tunnilsmunnan í Kollafirði. Ein føðing, sum hon og maðurin, Jóhannes Simonsen, ongantíð fara at gloyma Annika Hoydal, ljósmóðir, og portørarnir Mainbjørn Nattestad og Tróndur Niclasen, sum vóru við til heldur sjáldsomu føðingina í ambulansuni