Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Foreldrini, Herborg á Lakjuni Simonsen og Jóhannes Simonsen, trý ára gamla dóttirin Margreta og nýføddi sonurin tá fyri at vita, um vit vóru komin til Havnar í øllum góð­um, og tá eg so segði, at Herborg hevði átt, helt hann, at eg tvætlaði og trúi als ikki upp á tað, eg segði, sig­ur Jóhannes og flennir, tí tað gingu bara minni enn 40 minuttir, frá tí tey fóru úr Fugla­firði til Herborg hevði átt sonin. Tá tey seinni um dagin ring­du til síni nærmastu at for­telja um nýfødda sonin, vóru tað fleiri, ið høvdu ilt við at trúgva tí, sum tey for­ taldu. - Fleiri høvdu sæð okkum fáar dagar frammanundan, og onkur enntá kvøldið fyri, og tí fingu tey tað ikki ordi­ liga til at hanga saman, for­ tel­ur Jóhannes. Seinastu dagarnar hava tey havt vitjan á føðideildini á Landssjúkrahúsinum og fleiri hava eisini ringt og ynskt tillukku. - Nógv ynskja okkum til­ lukku við kollfirðinginum, og onkur hevur eisini sagt, at vit bur­du uppkallað hann eftir onkr­um kollfirðingi sum til døm­is Jens Marna, men eg veit ikki, hvussu verður við tí, held­ur Jóhannes skemtiliga fyri. Týsdagin kundu Herborg og nýføddi sonurin fara heim til Fuglafjarðar aftur og byrja eitt familjulív, sum nú telur fýra fólk. - Tað stuttliga er, at systir mín í Havn segði leygar­ kvøldið, at vit burdu bara sovið hjá teimum, um nú Her­borg fór at eiga sunnu­ dag­in. Tí flentu vit nógv eftir beint tá, tí Herbog hevði tað so gott, men kanska hevði tað ikki verið so býtt at gjørt, sum hon segði, sigur Jóhan­ nes við einum smíli. Herborg á Lakjuni Simonsen lítla løtu eftir, at hon hevði átt sonin