týsdagur 12. november 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landsstýrismaðurin vanvirðir hoyringspartar og Løgtingið
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldi
Landsstýrismaðurin í fíggjar
málum hevur í fleiri stórmál
um lagt lógir og lógarbroyt
ingar fyri Løgtingið uttan at
málini eru nóg væl lýst, uttan
at hoyringssvar eru løgd við, og
í fleiri førum uttan at hoyrings
freistin úti. Nevnast kunnu
málini um forskatting av pen
sjónum, flatskatt, avtøku av
Landsbanka Føroya og hildið
kundi verið áfram, tí søgan
endurtekur seg.
Lógarmál løgd fyri
Løgtingið áðrenn
hoyringsfreistin er úti
Í hesi vikuni – 12. november
– eru málini 40, 41, 42 og 44
í tingárinum 2013 til fyrstu
viðgerð á Løgtingi. Málini
vórðu framløgd á Løgtingi
4. november, og er talan um
umfatandi lógarmál í samband
við grundleggjandi broytingar
á eftirlønarøkinum.
Hetta eru mál við víðfevnd
ari ávirkan á persónar, feløg,
landskassa og kommunurnar.
Tí eru uppskotini eisini send
til 70 hoyringspartar at við
merkja.
Men hóast hetta eru ongi
hoyringssvar løgd við lógar
uppskotunum, og eru lógarupp
skotini hartil als ikki tillagað
í mun til ynskir frá hoyrings
pørtum.
Tí hoyringsfreistin er ikki
úti fyrr enn 15. november 2013!
Ein tilætlað strategi?
Hetta ger, at lógaruppskot
verða
løgd
fyri
Løgtingið
uttan at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur tillagað
hesi samsvarandi hoyrings
svarunum, og tá 1. viðgerð
á Løgtingi enntá er áðrenn
hoyringsfreistin er av, hava løg
tingsfólk heldur ongan møgu
leika fyri, at verða upplýst til
fullnar um avleiðingarnar av
málinum, áðrenn hetta verður
viðgjørt á Løgtingi.
Tá hetta hevur verið aftur
vendandi
mannagongdin
í
fleiri stórmálum, tykist eitt
greitt mynstur at gerast sjón
ligt. Tykist tíverri at vera ein
tilætlað strategi frá landsstýris
mansins síðu, at lógaruppskot
skulu ígjøgnum uttan at taka
atlit til hoyringspartar, og utt
an at upplýsa málini til fullnar.
Hetta má steðgast.
Tað er jú so nógv lættari at
koyra skjótt, um koyrt verður
uttan at hyggja til síðurnar,
og uttan at fylgja ferðslu
reglunum. Men rætt og trygt
er hetta ikki, og avleiðingarnar
kunnu gerast álvarsligar.
Landsstýrið ger hoyr
ingar meiningsleysar
Endamálið við hoyringum og
hoyringssvarum fellur í stór
an mun burtur, um lógarupp
skotið verður smíðað, latið
Løgtinginum,
og
Løgtingið
enntá hevur 1. viðgerð uttan
at hoyringssvarini eru komin
inn.
Tí endamálið er júst at
tryggja, at grundarlagið und
ir einum lógaruppskoti er so
gott sum møguligt, herundir
at málið verður so væl upp
lýst sum møguligt, áðrenn
landsstýrisfólkið ger endaliga
uppskotið klárt at leggja fyri
Løgtingið.
Grundað á hoyringssvarini
ger
landsstýrisfólkið
síðan
neyðugar broytingar, áðrenn
lógaruppskotið verður lagt
fyri á Løgtingi. Tá eiga hoyr
ingssvarini eisini at verða
løgd við, so løgtingsfólk verða
upplýst so væl sum møguligt,
herundir upplýst um, hvat
landsstýrisfólkið hevur tikið
við av viðmerkingum frá hoyr
ingspørtum og hvat ikki er
tikið við.
Men hesi atlit eru øll sett til
viks í samband við umrøddu
málini, ið eru til viðgerð á
Løgtingi hesa vikuna.
Hví lata inn hoyringssvar,
tá hesi onki hava at siga?
Hesin framferðarháttur und
irgrevur
tí
fólkaræðisligu
skipanina, og tað vil bara
verða spurningur um tíð, til
hoyringspartar als ikki fara at
lata hoyringssvar inn, tá hesi
ikki verða tikin fyri fult, og
ikki verða við í gerð av lógar
uppskotinum hjá landsstýr
inum, og hartil heldur ikki eru
tøk hjá løgtingsfólkum, tá málið
verður viðgjørt á Løgtingi.
Greitt brot á Ting
skipan Løgtingsins
Hetta er eisini greitt brot á
Tingskipan Løgtingsins §37,
stk. 3 har ásett verður, at í við
merkingunum til lógaruppskot
skal m.a. verða upplýst: ”hvørj
ir almennir stovnar ella aðrir
hava havt uppskotið til um
mælis, og hvørjar viðmerkingar
teirra hava verið”.
Landsstýrismaðurin eigur
at taka lógarmál aftur
Hesin arbeiðsháttur hjá lands
stýrismanninum
í
fíggjar
málum má broytast. Bræv er
tí latið formansskapin í Løg
tinginum, har biðið verður um,
at formansskapurin heitir á
landsstýrismannin í fíggjar
málum um, at taka lógarmálini
aftur.
Síðan kann landsstýrismað
urin koma aftur í Løgtingið við
hesum, eftir at hoyringsfreistin
15. november er av, og eftir at
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt
tær tillagingar í lógaruppskot
unum, ið verða mettar skila
góðar samsvarandi hoyrings
svarunum.
Hvar er eftirlitið
hjá løgmanni?
Løgmaður
hevur
sambært
Stýrisskipanarlógini
eftirlit
við, at landsstýrisfólk umsita
sítt øki á fullgóðan og lóg
ligan hátt, og at tryggja, at
øll lógaruppskot, ið koma úr
landsstýrinum eitt nú halda
ásetingarnar
í
Tingskipan
Løgtingsins. Í brævinum til
formansskapin í Løgtinginum
verður tí eisini heitt á formans
skapin um, at heita á løgmann
at tryggja, at so verður.
Hvar er løgfrøðliga
eftirkanningin hjá
landsstýrinum?
Leggjast kann afturat, at í
áravís vórðu øll lógaruppskot
frá landsstýrinum løgfrøði
liga eftirkannað á lógardeild
ini, áðrenn hesi vórðu latin
Løgtinginum. Hetta tryggj
aði, at lógarmálini vórðu væl
upplýst, hildu allar ásetingar og
vórðu orðað soleiðis, at ongin
ivi var um, hvussu lógin skuldi
umsitast. Henda løgfrøðiliga
eftirkanning er nú burtur.
Tí landsstýrið hevur valt at
spara hana burtur seinastu
árini. Hetta sæst týðiliga aftur
í lógargóðskuni, og kemur
hetta at kosta samfelagnum
dýrt yvir tíð, m.a. tí ógreitt er,
hvussu lógir skulu skiljast og
fyrisitast, og eisini mugu lógir
broytast munandi oftari, tí
feilir skulu rættast.
Tað er neyðugt at fáa end
urreist hesa løgfrøðiligu eftir
kanning.
Lógarsjusk er til
vansa fyri rættartry
gd og fólkið
Í verandi støðu vanvirðir lands
stýrismaðurin í fíggjarmálum
hoyringspartar og Løgtingið.
Tað er alneyðugt at fáa
broytt
verandi
framferðar
hátt sum skjótast. Eisini má
løgfrøðiliga eftirkanningin av
øllum lógaruppskotum end
urreistast. Tí verandi støða
tænir ongum, uttan teimum, ið
ikki ynskja eitt fult upplýst og
vælgrundað lógarverk.
Tíðin er komin til at siga
frá, at markið fyri lógarsjusk
fyri
langari
tíð
síðan
er
rokkið, og at ítøkilig stig skulu
takast fyri at grundleggjandi
partar av rættarsamfelagi og
fólkaræðisligu skipan okkara
ikki verða undirgrivnir, men
hinvegin skulu virðast og
styrkjast.
JT electric er ein av mest spennandi føroysku fyritøkunum við
breiðum virksemi í Føroyum og uttanlands. Vit sóknast eftir stjóra at
standa á odda fyri okkum.
Leitað verður eftir einum framfýsnum, ábyrgdarfullum og dugnaligum
persóni til hetta starvið.
Starvið
Tú verður við til at menna eina tænastu- og sølufyritøku.
Tú sleppur at standa á odda fyri einum virki við sera breiðum
virksemi.
Tú fert at stimbra virkishugin og tryggja lønsemi í ymsu deildunum.
Tú hevur ábyrgd at skipa virksemi og innføra mannagongdir og knýta
tær at KT.
Tú hevur beinleiðis tilvísing til nevndina.
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Umsøkjarin
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin:
- hevur royndir innan fyrisiting og fíggjarstýring
- hevur góð samstarvsevni og leiðsluroyndir
- hevur jaliga og motiverandi atferð
- dugir væl at málbera seg í skrift og talu á føroyskum, norður-
lendskum og enskum
T ekniskur førleiki er ein fyrimunur.
Umsóknir
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til
Numo, Løggilt grannskoðanarvirki umvegis t-post til ba@numo.fo
í seinasta lagi mánadagin 25. november. 2013.
Hava tit spurningar um starvið, ber til at venda sær til Bjarna
Arnason á tel. 566 565.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Allar upplýsingar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Les meira um JT electric og starvið á jt.fo
Stjóri til JT electric
Um JT electric
JT electric er millum størstu el-innleggjaravirki í Føroyum við
virksemi í 20 ymiskum londum. 22 fólk starvast í fyritøkuni, ið
heldur til í nýggja høvuðssætinum á Kamsdali umframt á deildini í
Danmark.
JT electric veitir breiðar tænastur innan elektriskt virksemi herundir
nógv undirvatnsvirksemi, eitt nú innan trolmyndatól og alivinnu.
JT electric var fyrst í heiminum at framleiða:
- Undirvatnsljós til aling
- Videomyndatól til trolfiskiskap við fullari HD-myndagósku
JT electric hevur júst ment ein av heimsins størstu fóðurflakum til
alivinnuna.