týsdagur 12. november 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tað lýsir í eystri
G
ongdin fær valla verið greið
ari. Føroyskir útflytarar
leita í størri og størri mun
eystureftir, tá ið teirra vørur skulu
útflytast úr Føroyum. Hagtølini eru
greið. Føroyski útflutningurin til
Russlands er fleirfaldaður frá 2007
til 2012. Í fjør útfluttu vit fyri í alt
460 milliónir krónur. Handilsbannið
hjá ES í summar hevur óivað við
sær, at okkara útflutningur til
Russlands í ár verður metstórur –
kanska eina slaka hálva milliard
ella so.
Tørvurin á góðum handilsviður
skiftum í londunum eystanfyri
hevur sjáldan verið størri. Frá polit
iskari síðu verður stútt og støðugt
arbeitt fyri at gera okkara markn
aðarmøguleikar meira fjøltáttaðar.
Eisini hava alivinnan og pelagiska
vinnan gjørt vart við seg, og vilja
hava so góð handilsviðurskifti sum
gjørligt við eystanlond. Í farnu viku
var eg á fundi í Russlandi og Kasak
stan við greiða endamálinum: At
tryggja føroyskum útflytarum so
góðar treytir sum gjørligt.
Eurasiska tollsamgongan
Føroyar hava í nógv ár arbeitt við
at betra okkara handilsviðurskifti
við Russland. Føroyar og Russland
royndu í fleiri ár at fáa ein hand
ilssáttmála landanna millum, men
tað eydnaðist kortini ongantíð at
koma endaliga á mál, tí Russland
millum annað knýtti ætlaða WTO-
limaskapin at handilssáttmálnum.
Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein
sáttmála við Russland, sum byggir
á grundregluna hjá WTO um Most
Favoured Nation Treatment. Sátt
málin kom í gildi í 2006.
Okkara kós er lutvíst broytt. Fyri
stuttum eru Russland, Kasakstan
og Hvítarussland gingin saman í
Eurasisku tollsamgonguna. Tá hesi
trý londini hava funnið saman, ber
ikki til einans at gera ein fríhandils
sáttmála við Russland. Nú mugu vit
gera fríhandilssáttmála við øll trý
londini umvegis tollsamgonguna.
Við øðrum orðum er málið hjá
landsstýrinum at gera ein fríhand
ilssáttmála við Eurasisku tollsam
gonguna.
Tað er einki at taka seg aftur í, at
laksur og uppsjóvarfiskur standa
fyri meginpartinum av okkara út
flutningi til eystanlond. Fáa vit
beint burtur tollforðingarnar, letur
tað veruliga dyrnar upp fyri enn
størri útflutningi til hesar markn
aðir. Marknaðirnir eystanfyri eru
so mikið áhugaverdir, at í løtuni
standa heili 30 lond og bíða og
vilja gera fríhandilssáttmála við
Eurasisku
tollsamgonguna.
Av
teimum 30 londunum, ið vilja hava
ein sáttmála við tollsamgonguna,
standa EFTA londini frammarlaga
í røðini.
Hetta hevur serligan áhuga
í Føroyum, tí tað hevur stóran
búskaparligan týdning, at føroyskar
útflutningsfyritøkur
fáa
somu
treytir á hesum marknaðum sum
kappingarneytar okkara úr Noregi
og Íslandi, sum bæði eru limir í
EFTA.
Tað verður kortini ikki bara ar
beitt við Eurasisku tollsamgong
uni.
Møguleikar í Ukraina
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við
at betra okkara handilsviðurskifti
við Kina, Brasilia og Turkaland.
Ukraina er eitt annað eystanland,
sum hevur stóran áhuga á okkara
leiðum. Tað er komið longst á leið
við einum fríhandilssáttmála við
Ukraina. Fundir hava verið við
ukrainskar myndugleikar. Upp
skot um fríhandilssáttmála er sent
teimum, og so skjótt tey eru til
reiðar, verður farið undir veruligar
samráðingar.
Pelagiska vinnan og alivinnan í
Føroyum hava áður gjørt vart við,
at tey vilja, at Føroyar og Ukraina
gera ein sáttmála. Eisini í Ukraina er
tað av stórum týdningi, at føroysku
útflytararnir í minsta lagi fáa somu
treytir á ukrainska marknaðinum,
sum sínir kappingarneytar úr EFTA
og ES.
Ukraina og EFTA gjørdu ein
fríhandilssáttmála í 2010, og hetta
hevur havt við sær, at okkara kapp
ingarneytar í Noregi og Íslandi hava
havt betri treytir enn føroysku út
flytararnir. Hetta mugu vit bøta
um.
Sendistova í Moskva
Stóri áhugin hjá okkara útflytar
um og miðvísa arbeiðið hjá lands
stýrinum at tryggja betri handils
viðurskifti eystanfyri, eigur at seta
ferð undir tilgongdina at fáa sett
eina føroyska sendistovu á stovn í
Moskva.
Flestu teknisku forðingarnar eru
beindar av vegnum. Mett verður,
at ein sendistova í Moskva krevur
eina játtan á 3,25 mió. kr. Málið
verður nú fyrireikað, og manglar
ein játtan á fíggjarlógini til at seta
sendistovuna í Russlandi á stovn.
Drúgv tilgongd
Vit eru fullgreið yvir, at Føroyar
fara ikki yvir nátt at røkka einum
fríhandilssáttmála
við
hvørki
Eurasisku
tollsamgonguna
ella
Ukraina. Av royndum vita vit, at
tað er ein tungur burður at koma á
mál. Føroyskir myndugleikar hava í
fleiri umførum kannað møguleikan
at gera handilssáttmálar við lond
uttanfyri Evropa. Svarið er vanliga,
at føroyski heimamarknaðurin er
so lítil og tí ikki hevur so stóran
áhuga. Metingin hjá londunum er, at
stríðið at fáa handilssáttmála í lag
er størri enn møguligi vinningurin.
Vit kundu valt at latið vera við
at roynt við at vinna Føroyum
fleiri handilssáttmálar. Hetta er
kortini ikki nøkur gøta at ganga, tí
so koma vit ongantíð av fetanum.
Vit eiga áhaldandi at royna at
elta teir møguleikar sum eru fyri,
tí bæði fyri okkara útflytarar og
fyri føroyska samfelagið er hetta
ómetaliga týdningarmikið.
Einki kemur úr ongum, og uttan
mun til um tilgongdin gerst drúgv,
so skylda vit hvørjum øðrum at
royna at banka á tær dyr, vit kunnu
lata upp fyri okkara dugnaliga
vinnulív. Í farnu viku varð eitt
týðandi fet tikið á leiðini, tá ið vit
handaðu myndugleikunum í Russ
landi, Kasakstan og Eurasisku toll
samgonguni eina formliga áheitan
úr Føroyum um at gerast limur
í Eurasisku tollsamgonguni. Við
hesum gerst vegurin móti einum
fríhandilssáttmála við Eurasisku
tollsamgonguni vónandi slættari
at ganga.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður
Løgmaður og russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov,
tá teir hittust í New York í fjør og skjøtul varð settur á
tilgongdina at vinna marknaðaratgongd eystanfyri
Bíleggið kalendaran nú
og sendið hann út í heimin
Tel. 341800
Johanna Vang · johanna@sos.fo
Ann Christiansen · ann@sos.fo
2014