týsdagur 12. november 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Greinarøð: Hjúnabandið í einum søguligum høpi
Er hjúnabandið søguliga
støðugt og óbroytiligt?
Partur 2
Eiler Fagraklett
Tey fyrstu kristnu og hjúna
bondini
Størsti munurin á jøda
dóminum og teimum fyrstu
kristnu, sum skjótt vuksu
í tali kring Rómverkjaríkið
var, at tey kristnu trúðu,
at
heimsins
undirgangur
var heilt nær, og at Guðs
sonur, tí fór at koma aftur
fyrsta dagin. Hetta førdi
við sær, at tey fyrstu krist
nu hildu seg burtur frá
siðbundum skyldum við
víkjandi hjúnabondum og
familjusambondum.
At
liva í sølibat var sett høgt
í meti, og var mett at vera
munandi meira týðandi og
heilagt enn hjúnabandið.
Sambært Nýggja Testamen
ti, segði Jesus jú soleiðis
um hjúnabond og familju
sambond: ”Um onkur kemur
til Mín og hatar ikki faðir sín
og móður sína, konu, børn,
brøður og systrar, ja, sítt egna
lív við - hann kann ikki vera
lærusveinur Mín.” (Lukas
14:26) og "Fylg Mær, og lat
hini deyðu jarða deyðu síni!"
(Matteus 8:22).
Tey fyrstu kristnu hildu
tí, at hjúnabandið undir
gravaði nærlagnið, ið skuldi
til, fyri duga at ráða sær
sjálvum
og
soleiðis
náa
røttu frelsuna. Í fyrra brævi
Paulusar til samkomuna í
Korint stendur skrivað: ”Hin
ógifti hevur umsorgan fyri
tí, ið Harranum hoyrir til,
hvussu hann kann toknast
Harranum; men hin gifti
hevur umsorgan fyri tí, ið
heiminum hoyrir til, hvussu
hann kann toknast konuni.
Eisini er munur á konu og
ógiftari kvinnu. Hin ógifta
hevur umsorgan fyri tí, ið
Harranum hoyrir til, hvussu
hon kann vera heilag, bæði í
likami og anda; men hin gifta
hevur umsorgan fyri tí, ið
heiminum hoyrir til, hvussu
hon kann toknast manni
num.” (1. Korintarabrævið
7:32-34).
Við tíðini fekk kristna
trúgvin veruligt fótafesti í
Rómverkjaríkinum, og seinni
eisini í teimum mongu nýggju
kongaríkunum, ið vóru sett á
stovn kring Evropa, eftir at
Róm fall. Við hesi broyting
fekk kristna kirkjan brádliga
stórt politiskt og fíggjarligt
vald. Hetta hevði eisini við
sær, at tey kristnu fóru at
broyta sínar meiningar, siðir
og framferðarhátt. Sum ár
ini gingu og heimsins undir
gangur ikki kom, fekk hetta
eisini kristin at endurskoða
sína áskoðan um støðuna hjá
hjúnabandinum og um lívið
her á fold. (Stephanie Coontz,
Marriage, a History, 2005)
Kristna kirkjan
og hjúnabandið
Fyrst í miðøldini gekk tað
rættiliga hart fyri seg í Ev
ropa. Kríggj og harðskapur
var gerandisdagur. Í eini
roynd at steðga teimum
mongu
kríggjunum
og
ósemjunum millum nýggju
kongadømini í nýliga falna
Rómverksaríkinum,
vóru
kvinnur brúktar sum frið
argávur. Hetta var longu ein
vanligur siður millum tað
germanska fólkið og víking
arnar.
(Eleamor
Searle,
Predatory Kinship and the
Creation of Norman Power,
1988). Fyrstu átta øldirnar
eftir Jesus føðing vísti krist
na kirkjan lítlan áhuga í
hjúnabandinum hjá vanliga
fólkinum. Kirkjan var meira
upptikin av, hvussu yvir
stættirnar og tey, sum sótu
við valdinum, livdu sítt lív
og hvønn tey giftust við ella
vildu skiljast frá. Soleiðis
fekk katólska kirkja eisini
risastórt vald í øllum Ev
ropa. Men tá vit koma inn
miðskeiði í miðøldina, fer
kirkjan eisini at sýna bónd
unum og vanliga borgara
num annars størri áhuga.
Eitt nú fór kirkjan í 8. øld
at áseta strangari krøv fyri
hjúnaskilnað. (Lisa M. Bitel,
Women in the Early Medieval
Europe, 2002)
Blóðskemd
Hvørki Nýggja ella Gamla
testamentið siga nakað um,
hvørt blóðskemd ella insest er
skeivt ella synd. Men í 6. og 7.
øld byrjar katólska kirkjan at
nokta fólki at giftast við síni
nærmastu familju, ið higar
til hevur verið vanligur sið
ur í flestu samfeløgum kring
heimin. Fyrst var ásett, at ein
ikki longur kundi gifast við
einkjuni hjá beiggja sínum,
eins og tilmælt annars verð
ur í Gamla Testamenti. Síðan
var eisini bann sett móti, at
menn gifta seg við egnum
fosturbørnum,
systkina
børnum og konu pápabeiggj
an. At enda segði kirkjan, at
nú var ikki longur loyvt at
gifta seg í somu ætt “so langt
aftur, sum minnið røkkur”. Í
721 fór Gregory II pávi enntá
so langt, at hann bannaði
fólki at giftast við gummuni
at børnum teirra. (Mayke de
Jong, To the Limits of Kin
ship, 1991). Í 1213 minkaði
kirkjan tó eitt sindur um
insestlógirna, tí lógin gjørdi
tað ov torført og ópraktiskt
hjá fólki at finna sær ein
maka í nærumhvørvinum.
Tí varð ásett, at nú kundi
man bara ikki gifta seg fýra
familjulið
aftur.
(Eamon
Duffy, Saints and Sinners: A
History of the Popes, 2006)
Tær
mongu
lógirnar,
ið katólska kirkjan ásetti,
vóru galdandi fyri øll, men
sum við flestu viðurskiftum
Fram til 8. øld vísti kristna kirkjan lítlan áhuga í hjúnabandinum hjá vanliga fólkinum.
Kirkjan var meira upptikin av yvirstætuinum og teimum, ið sótu við veruliga valdinum
Polygami hevur verið og
er framvegis ein vanligur
siður í fleiri mentanum og
religiónum kring heimin.
Sambært Bíbliuni hevði
Sálomon kongur 700
hústrúur og 300 vinkonur