Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hjá katólsku kirkjuni hetta tíðarskeiðið, so kun­di tað mesta keypast fyri pengar. Undan­tøk í hjúna­bands­ lógu­num, so sum at sleppa at giftast seg við nærmastu famil­ju, at fáa hjúnaskilnað o.s.fr. kundi eisini keypast fyri rætta prísin. Kirkjan var eisini skjót at gera undantøk, um møguleiki var fyri at styrk­ja um sína politisku valds­støðu. (Jean-Louis Fland­rin, Families in Former Times, 1979) Polygami Polygami, har ein er giftur við meira enn einum persóni í senn, hevur verið og er fram­ vegis ein vanligur siður í fleiri menta­num og religiónum kring heimin. Eitt nú vóru teir flestu kendu profetarnir og patriarkanir í Gamla Testa­menti giftir við fleiri kvinn­um í senn. Sálomon kong­ur hevði sambært Bíbliu­ni eitt nú 700 hústrúur og 300 vinkonur. Men sum krist­na kirkjan hevur broytt og ment seg, er polygami nú bann­að í flestu kristnu ella vestur­lendskum londum. Tó er hesin siður enn lógligur og vanligur í Miðeysturi og í fleiri afrikanskum og asiat­ iskum londum. (Miriam Kokt­ ved­gaard Zeitzen, Polygamy: A Cross-Cultural Analysis, 2008). At giftast ella ei Hóast katólska kirkjan, eins og tey fyrstu kristnu, altíð hev­ur sett sølibatið í hásæti, so hava katólskir prestar ikki altíð livað eitt alment lív í søli­bati. Í 742 ásetti Sakarias pávi, at allir prestar, ið vóru ótrúgv­ir ella høvdu meira enn eina konu, ikki longur sluppu at virka sum prestar. Katólsk­ir prestar vóru tó ikki fyrr enn í 1139 alment tvingaðir at liva í sølibati – eins og teir framvegis siga seg gera í dag. Munkar og nunnur velja eisini enn at liva eitt lív uttan hjúnaband og teimum skyld­um og rættindum, sum við tí fylgir. (Anne Barstow, Married Priests and the Re­ for­m­ing Papacy, 1982). Trúbótin í 16. øld førdi við sær eitt stórt europeiskt kjak og í summum førum enn­tá eisini kríggj um, hvørja støðu hjúnabandið skuldi hava í samfelagnum. Hjá katolikkunum verður sølibat sum áður nevnt mett at vera reinasti og rættasti livihátturin, með­an hjúnabandið er tað næst­ besta. Protestantar hildu hin­veg­in hjúnabandið vera heilagt, ærumikið og tess­ vegna skuldi tað setast í há­ sæti. Tí loyva protestantar sín­um prestum at gifta seg og stovna egna familju. (Anne Bar­stow, Married Priests and the Reforming Papacy, 1982). Kirkjan setir seg á hjúnabandið Brúðarsiðir, og nær eitt hjúna­ band alment var galdandi, hev­ur verið ógvuliga ymiskt ígjøgnum søguna og frá ein­um samfelagi til annað. Í Europa fekk kirkjan og politiska valdið ikki møgu­ leika at áseta fastar relgur hes­um viðvíkjandi fyrr enn í 16. øld. Áðrenn hetta, var tað nokk, um báðir partar bara vóru samdir um at ganga inn í hjúna­band, at foreldurini játt­aðu ella góvu boð um hetta, ella við øðrum líknandi óformell­um siðum. Fram til 12. øld helt krist­ na kirkjan, at hjún vóru gift, um bæði játtaðu, og at hjúnabandið síðan varð blá­stemplað við kynsligari sam­veru. Men mitt í 12. øld setti Peter Lombard, ið var biskopur í París, spurnartekin við hesa siðlæruna. Tí um sex “blá­stemplaði” hjúnabandið, so kundi Maria og Jósef ikki hava verið gift. Hann helt tí, at hjúnbandið skuldi væl­ signast í kirkjuni. Hetta skul­ di gerast við, at ein prestur spyr brúðarparið: "Tekur tú hesa kvinnu/mann sum við tína lið stendur…?". Við tíðini gjørd­ist hetta siðlæran í allari kirkjuni, og verður fram­vegis brúkt kring tað mesta av kristna heiminum. (Martin Ingram, Spousal Litiga­tion in the English Ecclesias­ti­cal Courts, 1990). Tað var somu­ lei­ð­is í 12. øld, at kirkjan ásetti fastar reglur um hjúna­skilnað. Kirkjan setti eitt strangt bann móti øllum hjúna­skilnaði. Tó kundu fólk sundurskiljast vegna tríggj­ar orsøkir: ótrúskap, trú­villu og sera ógvusligt mis­kunnar­ loysi. Ein av fáu orsøku­num til eina ógylding av hjúna­ bandinum var, um prógv­ast kundi, at maður var impo­ ten­tur. Lógarbroytingar í danska ríkinum Eftir at Føroyar komu undir danska kongin í 1380, hevur hjúna­bandið verið danskt mál og er tað framvegis í dag. Frá 1200 og fram til trú­ bót­ina, komu hjúnabond und­ir kanoniska rættin hjá katólsku kirkjuni, sum m.a. hevði eitt fullkomið bann móti hjúnarskilnaði. Eft­ir trúbótina í 1536 var hjún­ ar­skil­naður ikki longur bann­að­ur, men kirkjan fekk nú høvuðsábyrgdina av hjúnabandinum sum sam­ felags­skipan, og á fundi í Trent í 1563, varð avgjørt, at ein kirkjulig vígsla nú skuldi til, fyri at eitt hjúnaband al­ ment skuldi góðkennast. (Jóan Pauli Joensen, I ærlige brude­folk, 2003). Í 1683 verður aldur­markið fyri at gifta seg, sett til 16 ár hjá kvinnum og 20 ár hjá monnum í danska konga­ríki­num. Nýggja danska grundlógin áset­ur trúarfrælsi í konga­ ríki­num í 1851. Hetta førir við sær, at borgarligar vígslur verða settar í gildi. Í Føroyum merk­ir hetta eitt nú, at limir í brøðra­samkomuni og øðrum nýggj­um evangeliskum sam­ kom­un nú kunnu lata seg gifta, uttan at ein prestur frá fólkakirkjuni skal víga tey. Nú kunnu føroyingar eisini giftast borgarliga hjá borgar­s­tjóranum ella hjá sýslu­manninum. Í 1922 var aldurs­markið hækkað til 21 ár fyri kvinnur og 23 ár fyri menn. Ikki fyrr enn í 1969 vóru kynini javnsett í danska kongaríkinum, tá aldurs­ markið varð ásett at vera 18 ár fyri bæði kynini. Hetta er fram­vegis galdandi kring alt ríkið. Í 1988 var skrásett parlag sett í gildið í Danmark. Hend­ an lógin var avtikin í 2012, og í hennara stað kom ein kyns­ neautral hjúnabandslóg, sum gav loyvi hjá fólki av sama kyni at giftast hvør við øðr­um - bæði borgarligt og í donsku Fólkakirkjuni. Hesar báð­ar lógarbroytingarnar eru ikki settar í gildi í Føroyum í skriv­andi løtu. (Gyldendal, Den store Danske, 2013) Føroyska trælalógin Í umleið 1780 hevur Jens Chris­tian Svabo roknað seg fram til, at millum 28 og 30 pør giftast árliga um hetta mundið. Tað vil siga, at tað verða skrásett í miðal 0,35 hjúnabond um árið í hvørjari føroyskari bygd. Tess­vegna kundi mangan ganga mong ár millum hvørt nýtt hjúnaband í eini bygd. (Jóan Pauli Joensen, I ærlige brude­folk, 2003). Ein av orsøku­num til, at so fá gingu sam­an í hjúnaband, var tann so­nevnda Trælalógin frá 1777, sum ikki varð sett úr gildi fyrr enn í 1846. Lógin bannaði ognar­leysum og øðrum, ið ikki kundu prógva síni evni til at forsyrgja familjuni, at gifta seg og seta búgv. Ístaðin vóru hesi noydd at arbeiða sum húskallar og tænarar hjá presti ella stórbóndunum. Av tí sama vaks fólktalið ikki fyrr enn trælalógin verður av­tikin, eins og einahandilin sam­stund­is verður, og verulig fiski­vinna eisini tekur seg upp. Á henda hátt kunnu nú næst­an allir føroyingar gifta seg og stovnað egna familja. (Hans Jacob Debes, Føroya søga, 2000). Hetta er líkt sam­felags­ gongdini á europeiska megin­ land­um í miðøldini, har vanlig fólk vóru tætt knýtt at stórbóndum, og høv­du lítlan annan møgu­leika enn at arbeiða sum hús­kall­ar, arbeiðsgentur ella tæn­astu­ fólk. Tað var sum oft­ast eisini stórbóndin, ið av­gjørdi, hvønn hesi kun­du giftast við, og um tey yvir­høvur sluppu at gifta seg. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005) Í triðja og seinasta parti av greina­røðini ”Hjúnabandið í einum søguligum høp” hygg­ ja vit nærri at nútíðar fyri­ brigd­um sum hjúnabond, ið eru bygd á kærleika, í veru­ leika­num eru. Eisini við­gera vit minnilutar og hjúna­band­ ið í 20. og 21. øld. Katólskir prestar vóru ikki alment tvingaðir at liva í sølibati – eins og teir framvegis siga seg gera í dag - fyrr enn í 1139 Trælalógin bannaði ognarleysum og øðrum, ið ikki kundu prógva síni evni til at forsyrgja familjuni, at gifta seg og seta búgv í Føroyum heilt fram til 1846 (Tilvildarlig mynd, Føroya Fornmyndasavn) Danska grundlógin ásetur trúðarfrælsi í kongaríkinum í 1851. Hetta førir við sær, at borgarligar vígslur verða settar í gildi. Í Føroyum merkir hetta eitt nú, at limir í nýggju brøðrasamkomuni og øðrum nýggjum evangeliskum samkomun kunnu lata seg gifta borgarligt (Tilvildarlig mynd)