leygardagur 15. mai 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 92 - 15. mai 2004
Nr. 92 - 15. mai 2004
47
Tilhaldið Hugnin
í Sandoynni
Tilhaldið í Sandoynni er opið
mánadag og mikudag frá kl.
14-17. Báðar dagarnar er
drekkamuður at fáa. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Mánadagin 17. mai
Vit lurta eftir Marin Norðbø
jarðamóðrini á Sandi, tá hon
sigur frá. Hetta er ein upp-
tøka, ið útvarpið sendi í 1965.
Mikudagin 19. mai
Vit spæla Boccia. Vit byrja kl.
14 í Virkinum við løttum
fimleiki og spæla síðani í
liðunum reyða og bláa.
Fløvi – dagtilhaldið fyri
pensiónistar
í kvinnufelagshúsinum
á Glyvrum – allir
pensionistar hjartaliga
vælkomnir. Opið mánadag-
fríggjadag kl. 15-18.
Mánadagin 17. mai
Fimleikur við Jóhannu Troest
Týsdagin 18. mai
Ítriv fyri áhugað
Mikudagin 19. mai
Undirvísing í Boccia v/ Jóhan
Danielsen
Hósdagin 20. mai
Kristi Himmalferðardagur –
stongt
Fríggjadagin 21. mai
Opið hús
Tú fært altíð ein góðan
drekkamunn, somuleiðis eitt
gott Guðs orð. Bløðini eru
altíð til taks.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Vágs Pensionistafelag
Vágs Pensionistafelag – fel-
agið fyri pensionistar í Suður-
oyar sunnaru helvt – hevur
limafund kl. 19.00 hvønn
seinasta mánadag í hvørjum
mánaða. Ymiskt áhugavert er
á hvørjum fundi, har tú eisini
fært drekkamunn við bollum
og køkum. Fundirnir verða
hildnir í hugnaligu hølunum
hjá Vágs Matmøðrafelag.
Allir pensionistar og øll
omanfyri 60 ár eru vælkomin.
Gerst limur í Vágs
pensionistafelag.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, týs- og hósdag
kl. 9-12 fyri foreldur við børn-
um, sum ikki hava ansing.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp-
mannahavn, ið hevur tørv á
vitjan ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
Føroya Heimavirkisfelag
Postadressa: J. Paturssonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Formaður: Óluva Vilhelmsen.
T-postur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Tlf. 322686 / 319629
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt
hóskvøld kl. 20 og sunnudag
kl. 17. Síðsta sunnudag í
mánaðinum er opin
speakarafundur í Al-Anon,
Tinghúsvegur 37.
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 á Tinghúsvegi 37,
Tórshavn. www.aca-
danmark.dk.
E-mail:
acafaroeislands@hotmail.com
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.15
Mikudag: Sporafundur kl.
20.00–21.00
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: kl. 9.00-10.00
opin fundur. Kl. 17.00–18.00
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Allir fundir eru roykfríir.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt týs-
kvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Fyribyrgingarráðið
Argjaboðagøta 7 · 160 Argir
postrúm 135 · 110 Tórshavn
tlf. 315155 · fax 320272
Teldupostadr.:
fyribyrg@fyribyrg.fo
heimasíða: fyribyrg.fo
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552.
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894.
Fø. Sparikassi 442027-8.
Heilafelagið
felagið fyri apopleksi-
og afasirakt
Íslandsvegur 10
tlf. 321520
T-post: heila@post.olivant.fo
Javni
Hoydalsvegur 40 · 3 hædd
Skrivstovan hjá Javna er opin
týsdag til fríggjadag frá kl.
10-14.
Tlf. nr. 314827 · faks 310557.
Vit hava eisini eina
heimasíðu: www.javni.fo
og t-post adressu:
javni@post.olivant.fo har tit
altíð eru vælkomin at senda
spurningar ella viðmerkingar.
Parkinsonfelagið
MBF-húsið, Íslandsvegur 10C
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið hjá Kristinu, tlf.
317317.
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Felagið fyri lesi- og
skriviveik
Postadr.: MBF-Húsið
Íslandsvegur 10c
Endamál felagsins er at hjálpa
teimum ið hava lesi- og
skrivitrupulleikar.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð men samband
fæst við felagið á tlf. 441541,
Anne Karin Kjeld og 318867,
Laila Egholm.
Giktafelag Føroya
Íslandsvegur 10 C
FO-100 Tórshavn
Opið er týs- og hósdag
frá kl. 13.00-16.00.
Tlf. 310237.
www.gikt.fo
T-postur: gikt@gikt.fo
Deyvafelag Føroya
Íslandsvegur 10B
Skrivstovan er opin mánadag
til hósdag frá kl. 10.00 til kl.
15.00. Tlf. 317597,
fartlf. 222381,
skrivitlf. 316929 · fax 313609
og teldupostadr.: deaf_deaf.fo
heimasíðan: www.deaf.fo
Føroya
Astma/Allergifelag
MBF-húsið, Íslandsvegur 10c,
Tlf./fax 311419.
Upplatingartíðirnar eru:
hvønn hósdag kl. 16.30-18.
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Grønlandsvegur 58, Tórshavn
Telefontíð mánadag til
fríggjadag frá kl. 13-15.
Tlf. 317959.
Teldupost: ffk@post.olivant.fo
www.ffk.fo
MBF – Meginfelag
teirra brekaðu
Íslandsvegur 10c
FO-100 Tórshavn
Skrivstovan er opin allar
gerandisdagar
millum kl. 09.00 og 16.00.
Tlf. 317373, fartlf. 264839
faks. 310813
Teldupostur: mbf@mbf.fo
Heimasíðan: www.mbf.fo
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16 · 100 Tórshavn
Heimasíða: www.alzheimer.fo
t-postur: sigmo@post.olivant.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið á tlf. 313102.
Demenslinjan er telefonráð-
geving í øllum viðvíkjandi
demens. Tlf. 313102 svarar
týsdag kl. 18–20.
Epileptikarafelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovutíð,
men samband við felagið fæst
á tlf. 313978, Randfríð
Sørensen, ella tlf. 319793,
Mari Johannesen.
Cøliakifelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið,
Íslandsvegur 10C.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
við felagið fæst við at ringja
til onkran av nevndarlimun-
um: Annegreta tlf. 448664
Beinta tlf. 310574
Henning tlf. 314783.
Sinnisbati
Íslandsvegur 10 C, 100 Tórsh.
tlf. 322544 · Fax 310813
T-postur:
sinnbati@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin mikudag
frá kl. 16-18. Fyrsta mikudag
í mánaðinum er opið til kl.
19.30.
Tú ert vælkomin at ringja og
spyrja um alt, sum hevur við
sinnistrupulleikar at gera á tlf.
322544.
Nýrafelagið
Postsmoga 1063
110 Tórshavn.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
fæst við felagið á e-mail:
thomsen1@post.olivant.fo
Tlf. 315928, Odny
Tlf. 315786, Karin Elisa
Tlf. 314796, Hallbjørg
LISA -
Skrivstovan hjá Listafólkasam-
bandið Føroya í Pætursarstovu
Tlf: 320197
Teldupostur: lisa@lisa.fo
Heimasíða www.lisa.fo
Opið: mánad. - fríggjad. kl. 9-
12, tó týsd. kl. 16.30 - 20.30.
Amnesty International,
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Tlf. 315816
Skrivstovan er opin mánadag
frá kl. 13.00-17.00 og
mikudag frá kl. 9.30-17.30.
Heimasíðan: www.amnesty.fo
Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo
LFÚ-skrivstovan
hevur opið týsdag og hósdag
frá kl. 15 til 18. LFÚ ráðgev-
ingin hevur opið týsdag og
hósdag frá kl. 16 til 18.
Tinghúsvegur 18, 3. hædd,
Tórshavn.
Tel. 310220 (skrivstovan)
tel. 315015 (ráðgevingin).
Teldupostur:
lfu@post.olivant.fo
Heimasíða: www.lfu.fo
BRÚKARASAMTAKIÐ
Brúkarasamtakið er felag fyri
brúkarar í Føroyum. Lima-
gjaldið er 100 kr. árliga. Øll,
einstaklingar frá 16 ár og
feløg, kunnu gerast limir við
at skriva til postadressuna
niðanfyri, ella venda sær til
ein í nevndini: Ingun Simon-
sen, forkvinna, 317782/
211696, ingun@post.olivant.fo
Hans Pauli Strøm, skrivari,
424044/221919,
hps@kallnet.fo
Gunnleivur Dalsgarð,
kassam., 314868/311210,
gunnleiv@starvsmf.fo
Høgni Debes Joensen,
311832,
trongrim@post.olivant.fo
Kristina Samuelsen,
311883/211883,
kris@logting.fo
Brúkarasamtakið, Postboks
165, 110 Tórshavn.
TILTØK
BRÚDLEYP
Mikudagin 19. mai hava hjúnini Hervør og Poul Jacob
Joensen í Klaksvík silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í
Skálanum frá kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
23. juni hava Súsanna og Hjørleiv Hammer, Reynsgøta
25, Argir, verið gift í 25 ár. Silvurbrúdleypsveitsla verður
hildin á Hotel Føroyum 26. juni kl. 19.00. Tey, ið vilja
gleða silvurbrúðarparið við at koma í veitslu, verða vinar-
liga biðin um at siga frá á tlf. 317645 ella 361325 áðrenn
14. juni.
SILVURBRÚDLEYP
Leygardagin 22. mai kl. 16.00 giftast í Sands kirkju Páll á
Reynatúgvu, Sand og Kristina Johannesen, Sand.
Borðhald fyri innbodnum verður kl. 20.00 í Virkinum á
Sandi.
Leygardagin 5. juni kl. 11.00 giftast í Christianskirkjuni í
Klaksvík Sonja Sólbjørg, Klaksvík og Jonhard Danielsen,
Søldarfjørður. Veitslan verður hildin í Bygdarhúsinum í
Leirvík. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða
vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 22. mai á tlf. 442099,
441199 ella 455438.
Leygardagin 26. juni giftast Laila Haraldsen, Argir og
Sámal av Reyni, Tórshavn. Vígslan verður í Ebenezer kl.
14.00. Veitslan verðu rhildin kl. 18.00 í Reyni Service,
Vegurin Langi, Hoyvík. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við
at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at siga frá á
tlf. 315829 ella 317899 ella senda ein teldupost til
laila.haraldsen@kallnet.fo ella samal_reyni@yahoo.dk
áðrenn 5. juni.
Leygardagin 26. juni kl. 16.00 giftast Thora Petersen og
Búi Holm í Bíggjar kirkju. Brúdleypið verður hildið í
Norðradali kl. 19.00. Tey,ið vilja gleða okkum við at koma
í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf.
228742 ella 580832 innan 6. juni.
26. juni kl. 16.00 giftast í Skopunar kirkju Annika Rygg-
stein og Remi Nicolajsen. Vælkomst verður í Samljóð kl.
19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma,
verða biðin at siga frá innan 12. juni á tlf. 361955, 361047
ella 361779.
Leygardagin 26. juni kl. 15.00 giftast í Kollafjarðar kirkju
Gudny Johannesen og Rodmund Magnussen á Signabø.
Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00. Tey,
ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða vinarliga
biðin um at siga frá áðrenn 14. juni á tlf. 421489, 421449
ella 421569.
Í samband við okkara brúdleyp og 50 ára føðingardag hjá
Karl tann 29. juni, hevði tað glett okkum at sæð familju og
vinir til døgurða í Sinding forsamlingshúsi fríggjadagin
tann 2. juli kl. 18.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at
koma, verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 20. juni
á tlf. 0045 97136669.
10. juli kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni Solina Joensen,
Skopun og Hans Ib Jacobsen, Tórshavn. Veitslan verður í
bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða
okkum við at koma í brúdleyp, kunnu tekna seg á tlf.
255263 ella 320391 eftir kl. 19.00. Seinasta freist at tekna
seg er 15. juni.
Sunnudagin 4. juli hava hjúnini Jóna og Hans Jacob
Andreasen, Klaksvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður
hildin á Tekniska skúla í Klaksvík leygardagin 3. juli kl.
16.00. Tey, sum vilja gleða gullbrúðarparið við at koma í
veitslu,verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 455782
ella 456772 innan 21. juni.
GULLBRÚDLEYP
Sunnukvøldið verður
fjølbroytt og áhuga-
verd kirkjukonsert á
Glyvrum við kór-
sangi, solosangi,
floytu- og orgulspæli
KIRKJUKONSERT
Komandi
sunnukvøld
klokkan
20.00
verður
fjøllbroytt og áhugaverd
kirkjukonsert
í
Glyvra
kirkju.
Kór Glyvra kirkju leggur
fyri við at syngja nakrar av
okkara kendu fosturlands-
sangum. Fríðhild Hansen,
Bodil Simonsen og Katja
Volovelskaja fara at spæla á
floytu,
og
sopranarnar
Marita Joensen og Jonni
Dahl Hansen fara at fram-
føra "Pie Jesu" av Gabriel
Fauré og "Bist du bei mir"
eftir
Johann
Sebastian
Bach.
Frobenius-orglið í kirkj-
uni sleppur eisini upp í
part. Spældar verða tvær
orgulkoralir eftir Buxte-
hude og Jesper Madsen.
Kvinnukór Glyvra kirkju
fer síðani at syngja tveir
yndisligar sangir av T. N.
Djurhuus við løgum hjá
Schulz.
Kór Glyvra kirkju endar
konsertina við at framføra
eitt nú "Kyrie" eftir mið-
aldar tónaskaldinum Or-
lando di Lasso og undur-
føgru motettina "Locus
iste", sum Anton Bruckner
komponeraði í 1869.
Kór Glyvra kirkju telur
25 sangarar og verður
stjórnað
av
Meinhardi
Bjartalíð.
Kirkjukonsert
á Glyvrum
Tað er Meinhard Bjartalíð, prestur, ið stjórnar Kór Glyvra Kirkju, sum sunnukvøldið fer at
hava fjørlbroytta konsert í Glyvra Kirkju
Dagstovnurin Kurla helt
stóra brúdleypsdagin við
manér. Onkur av børnunum
høvdu latið seg í. Og mat-
skráin hendan dagin var
heilt annaðleiðis enn van-
ligt.
Tey
smærru
børnini
skuldu út at grilla, og tey
størri fingu mat frá Burger
King.
– Hetta er jú eitt ævintýr
fyri børnini, sigur leiðarin
Durita Dam.
Starvsfólkini hava fyri-
reikað hendan dagin væl,
og børnini hava eisini tikið
lut í fyrireikingunum. Tey
hava teknað fløgg. Bæði
tað danska, føroyska, grøn-
lendska og tað avstralska.
Eisini fingu tey prinsessu
og
kongakøku
hendan
dagin.
Durita heldur fyri, at tað
so sanniliga ikki er á
hvørjum degi, at tann kom-
andi kongurin í ríkinum
verður giftur, so tað er so
líka til at gera burturúr.
- sae -
– Tey eru so
óalmindiliga fitt,
bæði, sigur 87 ára
gamla Fía úr
Hvannasundi, sum
fylgdi brúðarparinum
allan dagin í sjón-
varpinum
BRÚDLEYP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyri meira enn hálvum ári
síðani kunngjørdi danska
kongahúsið, at Hansara
Hátign Fríðrikur krúnprins-
ur og Mary Elisabeth
Donaldson skuldu giftast
tann 14. mai 2004.
Tá segði 87 ára gamla Fía
í Hvannasundi, at hon so
ikki fór at gera døgurða
tann dagin, tí tá skuldi hon
hyggja at sjónvarpinum.
Fía hevur altíð verið sera
áhugað í danska kongarík-
inum. Hon heldur Billed-
bladet, tí har ber væl til at
fylgja við teimum konga-
ligu.
– Tey bæði eru so eina-
standandi fitt. Hann er so
menniskjasligur, og hon er
sera djørv, tað má eg siga,
heldur Fía fyri, meðan
sjónvarpið hoyrist í bak-
grundini.
Fía sigur eisini, at hon
hámetur tey fyri at halda alt
strevið út hesa seinastu
vikuna.
– Tey hava havt eitt tógv-
ið strev hesa vikuna, og eg
má siga, at tað er ótrúligt, at
tey hava hildið hetta út,
heldur Fía.
Góður kongur
Fía heldur nógv av Fríðriki
og Mary. Tað hoyrist á
henni, meðan hon tosar um
tey. Hon heldur, at Mary fer
at verða ein góð prinsessa
og seinni drotning. Tað er
hon ikki í iva um.
– Å, nú eru tey bæði á
skíggjanum, sært tú, sigur
hon mitt í tí heila.
Hon byrjar at tosa um,
hvat fyri eginleikar Fríðrik-
ur hevur. Hóast hon ongan-
tíð hevur hitt hann, so tosar
hon um hann, sum um hon
hevur kent hann alt lívið.
– Hann er so menniskja-
sligur og fittur. Júst sum
eitt vanligt fólk, sigur Fía
og leggur afturat, at um ein
hyggur at Joakim prinsi, so
er hann kanska meiri
kongaligur í sínum atburði
og
framferðarhátti
enn
bróðurin.
– Ikki tí, hann er eisni
stak fittur, sigur hon. Og
heldur hon, at nevniliga
tað, at Fríðrikur er so
menniskjasligur fer at gera,
at hann verður ein sera
góður kongur.
Fía hugdi at brúdleypin-
um saman við systur sínari,
og sótu tær allan dagin og
fylgdu við.
Royalur dagur
í Kurlu
Oys, tey eru fitt
87 ára gamla Fía úr Hvannasundi sat og fylgdi við allan dagin, tá kongaliga brúdleypið stóð
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
47
46
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Leygardagin 15.05.kl. 2115
Leygardagin 15.05.kl. 2330
Sunnudagin 16.05.kl. 2230
Leygardagin 15.05.kl. 1830
Sunnudagin 16.05.kl. 1945
Leygardagin 15.05.kl. 2300
Sunnudagin 16.05.kl. 2200
Leygardagin 15.05.kl. 2045
Sunnudagin 16.05.kl. 1930
Frumsýning –
Billettprísur: 80,- kr. –
Forsølan er byrjað
Mikudagin
19.05. kl. 1900
Mikudagin
19.05.kl. 2230
Heimsfrumsýning –
Forsølan er byrjað
Fríggjadagin 28.05. kl. 2015
Fríggjadagin 28.05. kl. 2300
KOMANDI FILMAR
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu