Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Mánadagin í hesi vikuni fór 54 ára gamli Hallstein Sigurðs­son til Nuuk, har hann eftir ætlan skal búgva næstu trý árini. – Sum ungur ætlaði eg mær altíð at royna okkurt nýtt í onkrum øðrum landi enn í Føroyum. Nú – eg eri til­ komin - stóð hesin ung­dóms­ dreymurin brádliga framman fyri mær, og eg kundi ikki annað enn loypa út í hetta spenn­andi ævintýrið, sigur Hallstein Sigurðsson, sum hesa vikuna byrjar í nýggja starvinum í Nuuk, har hann skal vera leiðari á grøn­lendska posverkinum, Telepost Grønland. – Eg ivist ikki í, at eg kann læra okkurt frá teimum manna­gongdunum, tey brúka í Grønlandi, men møguliga kann eg eisini vísa teimum onkrar arbeiðshættir, sum vit hava royndir av í føroyska post­verk­inum, og sum kunnu lætta um arbeiðið í Nuuk, sigur Hallstein Sigurðsson. Tók skjótt avgerð Tað var ein starvslýsing á inter­netinum, sum setti hol á ungdómsdreymin hjá Hallstein Sigurðsson. – Eg eri nokkso nógv á norður­lendskum internet­ miðlum, og fyri eini trimum vikum síðani sá eg eina starvs­lýsing frá Telepost Grøn­land, har tey søktu eftir einum leiðara. Uttan at hugsa alt ov nógv um hetta starvið, valdi eg alt fyri eitt at senda eina umsókn, for­ telur Hallstein Sigurðsson, sum í eina tíð hevur verið arbeiðs­tøkur. – Eg havi verið tøkur á ar­beiðsmarknaðinum í eina tíð, og tað er ikki so lætt at fáa arbeiði í Føroyum júst nú, so eg valdi bara at senda hasa umsóknina til starvið í Grønlandi, sigur Hallstein Sigurðsson. Stutt eftir at umsóknin varð send, bleiv hann boðin til samrøðu, sum fór fram í Reykjavík. – Eg var næstan ikki meir enn komin heim aftur til Føroya, tá tey ringdu frá grøn­lendska postverkinum og bjóðaðu mær starvið. Og eg tók av alt fyri eitt, fortelur Hallstein Sigurðsson, sum hevur arbeitt á posthúsinum í Havn í tilsamans 21 ár. Har­ afturat var hann í 12 ár á Prent­miðstøðini, har hann var við til at byggja útber­ ing­ina upp. Vil læra mentanina Hallstein Sigurðsson fer í fyrstu atløgu einsamallur til Grønlands, har hann hevur fingið eina íbúð at búgva í miðskeiðis í Nuuk. – Hetta er ein dreymur, sum eg velji at gera til veru­ leika, tí nú er møguleikin til staðar, og eg merki, at øll stuðla mær í hesi avgerðini. Unnustan verður verandi í Føroyum, men kemur møgu­ liga til Grønlands seinni. Børnini eru vaksin, so tú kanst siga, at upp á allar mátar ber tað til hjá mær at taka av hesum møgu­leik­ anum at sleppa at uppliva eina aðra mentan og læra nýggj fólk at kenna, sigur Hallstein Sigurðsson, sum sigur seg altíð hava verið hug­tiknan av Grønlandi og grøn­lend­ingum. – Mær hevur altíð dámt landið væl. Eg var fyrstu ferð í Grønlandi sum 16 ára gamal, og síðani sigldi eg mill­um bygdir í Grønlandi í 11 mánaðir, tá eg var ungur. Harafturat havi eg sum vaksin samstarvað nógv við grønlendarar í ymsum norður­lendskum arbeiði, eg havi verið partur av, og á tann hátt veit eg eitt sindur um mentan­ina í landinum, sigur Hallstein Sigurðsson. Hann heldur ikki, at grøn­ lendarar neyðturviliga eru nógv øðrvísið enn føroyingar. Og tó. – Tá tað kemur til stykkið, so eru øll onkursvegna annar­leiðis. Eg meini so við, tað er eisini munur á ein­um suðringi og einum klaks­ víkingi. Men akkurát hvussu grønlendarar eru, tað havi eg trý ár at finna útav, heldur Hallstein Sigurðsson skemti­ liga fyri. Grønlendskur matur og jakt Nýggja starvið í Grønlandi Hallstein fer eftir dreyminum – Eg havi altíð droymt um at læra og liva í eini aðrari mentan. Eg fari ikki, tí eg eri troyttur av Føroyum, men nú havi eg fingið ein møguleika, ið eg vil sleppa at royna. Soleiðis sigur 54 ára gamli Hallstein Sigurðsson úr Havn, sum næstu trý árini fer at búgva og arbeiða í Nuuk í Grønlandi – Tað er eisini munur á ein­um suðringi og einum klaks­ víkingi. Men akkurát hvussu grønlendarar eru, tað havi eg trý ár at finna útav, sigur Hallstein Sigurðsson Mynd: Álvur Haraldsen