týsdagur 12. november 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
gevur Hallsteini Sigurðsson
eina vanliga arbeiðsviku, har
hann kemur at arbeiða frá
08.00 til 16.00. Hann stúrir tó
ikki fyri, at hann fer at keða
seg í frítíðini.
– Eg kundi hugsað mær at
sloppið við á onkra veiðiferð.
Ikki tí, eg havi ongantíð verið
nakar veiðimaður í Føroyum,
men tær upplivingarnar vil
eg gjarna sleppa at fáa, með
an eg eri í Grønlandi, sigur
Hallstein Sigurðsson, ið eisini
ætlar at royna seg innan
grønlendska gastronomi.
– Mær dámar væl at gera
mat, og eg havi sett mær
fyri, at nú fari eg at eksperi
mentera eitt sindur við grøn
lendskum mati. Í Grønlandi
er bæði laksur og reinsdjór
og nógv afturat, sum eg fari
at royna at matgera. Tað gleði
eg meg til, sigur Hallstein
Sigurðsson.
Hann ivast onga løtu í, at
hann fer at trívast í nýggjum
landi millum nýggj fólk.
– Eg havi rættiliga lætt við
at tilpassa meg, og í roynd og
veru havi eg ikki gjørt mær
tankar um, hvat skal henda,
um eg ikki fari at trívast í
Nuuk. Um eg ikki trívist, so
er tað ein nýggj støða, og so
taki eg tað harfrá. Eg eri ein
persónur, sum sær møgu
leikar, og eg eri troyttur av,
at fólk bara hugsa Føroyar,
tá onnur lond eisini eru
ein
møguleiki,
staðfestir
Hallstein Sigurðsson.
Hóast hann sær fram til
næstu trý árini í Nuuk, dylir
hann ikki fyri, at hann eisini
fer at sakna Føroyar.
– Sjálvandi fari eg at sakna
míni nærmastu og ikki minst
abbabørnini, men nú royni
eg hetta, og so mugu vit bara
síggja, hvussu leikur fer. Eitt
annað, sum eg fari at sakna
øgiligt, er tann føroyski mat
urin, og nakað av tí fyrsta eg
fari at finna útav, tá eg eri
komin upp á pláss í Nuuk,
er at fáa føroyskan mat
upp til Grønlands. Í hvussu
so er vil eg hava ræst kjøt á
nýggjárinum, sigur Hallstein
Sigurðsson og leggur bjart
skygdur afturat:
– Men nú skulu vit minn
ast til, at hetta er ikki forever,
men snýr seg um trý ár. Eg
komi heilt sikkurt aftur til
Føroya, tað skal eingin ivi
verða um tað, sigur Hallstein
Sigurðsson.
rannva@sosialurin.fo
Saknur
– Sjálvandi fari eg at sakna míni nærmastu og ikki minst
abbabørnini, men nú royni eg hetta, og so mugu vit bara
síggja, hvussu leikur fer, sigur Hallstein Sigurðsson
Mynd: Álvur Haraldsen
Eg havi rættiliga lætt við at
tilpassa meg, og í roynd og veru
havi eg ikki gjørt mær tankar um,
hvat skal henda, um eg ikki fari
at trívast í Nuuk