týsdagur 12. november 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.portoftorshavn.com
TÓRSHAVNAR HAVN
Havnaumsjónarfólk til Tórshavnar havn
Tórshavnar havn søkir eftir havnarumsjónarfólki.
Arbeiðið er skipað í skiftandi vaktum. Av tí at
arbeiðsplássið er lítið, kann roknast við ymiskum
uppgávum.
Tú skalt, á jøvnum føti við hini havnaumsjónarfólkini,
kunna veita loðstænastu.
Tú hevur ein kundavinarligan framburð, og kann
arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Roknað verður við, at tú hevur fingið vinnubræv
sum skipsførari, hevur í minsta lagi 2 ára royndir sum
yvirstýrimaður ella skipsførari, gildugt heilsuprógv fyri
sjófólk og dugir væl at orða teg í skrift og talu á
føroyskum og enskum, umframt hegni og hug til teldu.
Setanartreytir
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvsmanna-
felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jónsvein Lamhauge,
havnarmeistara, telefon 311762.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera hjá Tórshavnar havn, Postboks
103, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 4. des. 2013.
Føroya
Sølufólk til Smyril Blue Water
Smyril Blue Water er eitt av Føroya fjøltáttastu flutningsfeløgum. Okkum tørvar
eitt hugagott sølufólk, til innflutningsdeildina, sum hevur menningarmøguleikar
til at gera søluarbeiði, samskipa flutning og kundarøkt.
Smyril Blue Water bjóðar tær
» Eitt áhugavert arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan á gerðandisdagin
» Eina virkismentan vit eru errin av
» At vera partur av einum ágrýtnum og royndum toymi
» Møguleika fyri at menna og skapa nýhugsan í arbeiðsøki tínum
Sølufólk
Vit søkja eitt dugnaligt og ágrýtið sølufólk, ið hevur hug at royna seg innan
flutningsvinnuna.
Tínir eginleikar
» Tú er opin og fyrikomandi
» Tú er ágrýtin og eldhugaður
» Tú tekur ábyrgd og er dugnalig(ur)
» Tú samskiftir væl í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
Týskt er ein fyrimunur
» Tú er telduvanur og hevur kunnleika til MS Office
Fleiri upplýsingar
Hevur tú fleiri spurningar, ella væntar tær upplýsingar um starvið, er tú vælkomin
at seta teg í samband við John Frandsen, stjóra á tlf. 309618 ella t-post
jof@sbw.fo
Umsókn við avritum av viðkomandi prógvum o.a. kann sendast við t-post til
jof@sbw.fo ella við posti til:
Smyril Blue Water
Postsmoga 3296
FO-110 Tórshavn
Starvið verður sett skjótast gjørligt
Umsóknarfreistin er 18/11-2013
Sí meir á okkara heimasíðu www.sbw.fo
Blue Water Shipping A/S | www.bws.dk
Viðskiftadepilin
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.