Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eftirlitsfólk Hevur tú hug á nýggjum avbjóðingum og royndum, er hetta møguliga nakað fyri teg. Vit søkja eftir tveimum eftirlitsfólkum í tíðaravmarkaði størv at arbeiða á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Annað starvið er til 31.12.2014 og hitt til 30.06.2014. Arbeiðsuppgávurnar Størvini fevna serliga um økini: • løggilding, góðkenning og skráseting av matvørueindum • málsviðgerð í sambandi við góðkenning av innaneftirlitsskipanum • eftirlit við løggildaðum, góðkenning og skráseting av matvøru eindum, herundir fiskavirkir, verksmiðuskip, vatnverk, smásølur við og uttan virking, matstovur, stovnskøkar, pylsu/grill/mobilar eindir, bygdarhús og møguliga innan aling av laksi. Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast, alt eftir hvørjar uppgávur eru á stovninum, og hvussu økið annars mennist. Eftirlitsfólkið skal kunna luttaka í vaktarskipan, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Krøv til útbúgving og førleika Tú kanst hava útbúgving sum: • djóralækni • akademiska útbúgving, so sum matvørukandidat ella matvøru verkfrøðingur • tekniska útbúgving, so sum matvøruteknikari • ella tilsvarandi útbúgving. Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum, og sum: • megnar at vísa og fasthalda yvirlit í eftirlitsarbeiðinum og tá á leikar • sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing • kann arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis vera liðleikari • dugir væl at samstarva • hevur góð evni at samskifta við onnur, bæði í skrift og í talu • hevur koyrikort til bil • hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir. Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt á matvøruøkinum. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Góðir møguleikar eru fyri førleikamenning. Setanarviðurskifti Annað starvið er til 31.12.2014 og hitt til 30.06.2014. Størvini eru fulla tíð og verða sett skjótast gjørligt. Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.lnd.fo. Umsókn Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Falkavegur 6, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 27. november 2013. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Lailu Jacobsen, deildarleiðara, tel. 556419. Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru- og djórasjúkulógina við tilhoyrandi kanningarstovum. Haraftrat umsitur stovnurin alilógina, og í 2011 var Arbeiðseftirlitið lagt til Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Matvørudeildin umsitur matvørulógina og djórasjúkulógina. Høvuðsuppgávurnar eru eftirlit við alivinnuni og matvøruvirkjum. Á deildini eru 13 starvsfólk í starvi, harav 3 djóralæknar. STArVSlýSinG Advokatpartafelagið Faroe Law Magnus Heinasonar gøta 10 · Postboks 158 · FO-110 Tórshavn Tlf. 66 99 00 · fax 66 99 01 eblaðið sos.fo