týsdagur 12. november 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Føroyska U21 landsliðið er
komið upp á pláss í Írlandi,
har teir skulu í holt við sein
astu landsliðsuppgávuna í
hesum árinum. Føroyska U21
landsliðið skal fríggjadagin
spæla móti Írlandi, sum fyrr
í ár vann 4-1 í Føroyum.
Ársins ungi spælari í før
oyskum fótbólti í ár, Hørður
Askham úr B36, er ikki við.
Tað merkir, at Heðin Askham
og Bill M. Jacobsen, U21
landsliðsvenjarar, skulu til at
finna ein nýggjan miðverja.
Hallur
Hansson,
sum
til dagligt spælir við AaB í
Danmark, er aftur við á U21
landsliðnum. Hann hevur
annars verið fastur maður á
A-landsliðnum. A-landsliðið
skal ikki spæla fyrr enn
týsdagin móti Malta, so
Hallur Hansson hevur nú
fingið loyvi at spæla við U21
landsliðnum aftur.
Beinir Ellefsen úr AB
hevur givið avboð til dystin
vegna skaða. Í hansara stað
er komin Andras Brixen
Vágsheyg, sum júst hevur
skift frá NSÍ til AB.
Sostatt er greitt, at onkrar
broytingar verða á liðnum til
dystin fríggjadagin í Írlandi.
Gott lag í Írlandi
Føroyska liðið hevði eina
drúgva ferð til Írlands, men
við venjing og nógvar hvíld
er støðan í hópinum nú góð.
– Vit komu til Sligo á út
nyrðingssíðuni
í
Írlandi
mánakvøldið
klokkan
22,
eftir 3 tímars busstúr úr
Dublin, sigur Bill M. Jacobsen
úr Írlandi.
– Veðrið er gott. Sólin er
frammi og úti eru eini 10 til 11
hitastig. Menn vóru troyttir,
tí føroyska ferðalagið fór úr
Føroyum við morgunrutuni
klokkan 8.15. Tað vil siga, at
menn fóru heimanifrá heilt
tíðliga, sigur Bill.
Eftir ein góðan náttar
svøvn og eina góða venjing
týsdagin er lagið nú gott, og
menn eru spentir til uppgáv
una verður sagt úr Írlandi.
Ongir skaðar
Hóast tað hevur verið eitt
langt kappingarár, so eru
allir menn, ið eru við á túr
inum, frískir og klárir til upp
gávuna.
– Gustav Sørensen er við
fyri Hørð Askham, Beinir
Ellefsen
meldaði
avboð
áðrenn vit fóru og í seinastu
løtu kom Andras Brixen
Vágsheyg við, sigur Bill M.
Jacobsen og leggur afturat.
– Hallur Hansson er við
aftur á U21 landsliðnum,
Sonni
Ragnar
Nattestad
hevur verið inni í tveimum
Superligadystum
fyri
FC
Midtjylland, meðan René
Shaki Joensen er byrjaður
at spæla aftur, umframt at
Rógvi Joensen er við aftur
eftir skaða, sigur Bill M.
Jacobsen.
Gustav Sørensen, sum
sannlíkt
avloysir
Hørð
Askham í miðverjuni, spælir
til dagligt við Lolland Falster
Alliancen í 2. deild í Dan
mark.
Broyting í verjuni
Tað tykist fyri vist, at Hallur
Hansson kemur at byrja inni
á miðvøllinum. Spurningurin
er so hvussu Heðin og Bill fáa
putslispælið at ganga upp.
Í málinum verður Teitur
Matras Gestsson. Tað tykist
ongin ivi verða um, at ársins
málverjin 2013 í føroyskum
fótbólti kemur at byrja inni
í málinum.
Í verjuni verður so í
minsta lagi ein broyting.
Hørður
Askham
úr
B36
hevur leikbann og kann tí
ikki spæla. Móti Týsklandi
var Sonni Ragnar Nattestad
ikki við. Tá var Andras Brixen
Vágsheyg avloysari í mið
verjuni. Men misjøvn avrik
í heimleigu kappingini hava
síðani gjørt, at verjuspælarin
ikki var úttikin til uppruna
liga hópin. Tí er ósannlíkt, at
hann kemur inn í miðverj
una.
Ein meiri sannlíkur møgu
leiki er, at Gustav Sørensen
úr LFA kemur beint inn á
plássið, har Høður Askham
hevur spælt. René Shaki
Joensen úr Brøndby IF hev
ur spælt á vinstra bakki á
U21 landsliðnum higartil.
Tað er ikki hansara vanliga
pláss, men spælir har mest
av neyð. Hann hevur ann
ars spælt nógv sum mið
verji í ungdómsdeildini hjá
Brøndby, men tað er óhugs
andi, at hann endar í mið
verjuni. Millum annað eisini
tí at Beinir Ellefsen ikki er við
at avloysa á vinstra bakki.
Bárður Hansen verður
helst høgri bakk, meðan
Sonni
Ragnar
Nattestad
somuleiðis er sjálvskrivaður
á liðnum.
Trongligt á
miðvøllinum
Hallur Hansson er við aftur,
Rógvi Joensen er tøkur aftur
eftir skaða, Brandur H. Olsen
og Tróndur Jensen spældu
ein branddyst móti Týsk
landi, meðan Bogi Reinert
Petersen ikki hevur spælt
seg av liðnum.
Allir fimm koma ikki
at byrja inni. Skulu Gilli
Sørensen, Ari Ellingsgaard og
Árni Frederiksberg, sum allir
hava mannað framrættaðu
plássini á miðvøllinum, byrja
inni, so er bara pláss fyri
tveimum av teimum fimm at
byrja inni.
Her er ein møguleiki, at
Ari Ellingsgaard ella Árni
Frederiksberg mugu víkja
fyri einum meiri verjukend
um miðvallara, tá vit nú eru
á útivølli. Hallur Hansson
hevur eitt nú røkt framrætt
aða pláss á miðvøllinum á
A-landsliðnum. Tað er lítið
sannlíkt, at Gilli Sørensen
verður tann, sum skal víkja.
Hann er liðskipari.
Líkt kundi verið til, at
Brandur Hendriksson Olsen,
sum hevur spælt við bæði
U19 og eykaliðnum hjá FCK
seinastu dagarnar, kemur
at byrja aftur. Velja Heðin
og Bill at byrja við Gilla, Ara
og Árna, so verður tað helst
undir liðini á Halli Hansson.
Velja teir, at seta ein av
framrættaðu uttanfyri so er
møguelikin, at Bogi Reinert
Sjáldan hevur føroyska U21 landsliðið verið so sterkt,
sum tað er undan dystinum fríggjadagin móti Írlandi. Tó
verða nakrar broytingar, tí Hørður Askham hevur leikbann,
meðan Hallur Hansson aftur er á U21 landsliðnum
í Írlandi
Mannsterkt
U21 landslið
FÓTBÓLTUR U21 landsliðið
Gilli til AaB Gilli Sørensen skrivar í næstum ein
tvey ára sáttmála við danska Superligafelagið, AaB.
Gilli hevur leingi verið á veg til felagið, men nú eru
AaB og B36 komin ásamt um ein prís, og sum skilst
so verður sáttmálin undirskrivaður í næstum.
Írland - Føroyar U21
Fríggjadagin 15. november 2013