týsdagur 12. november 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 13. november 2013 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Petersen og Brandur H. Olsen
koma at spæla mitt á miðjuni,
meðan
Hallur
verður
á
frammrættaða miðvøllinum
saman við Gilla Sørensen og
antin Ara Ellingsgaard ella
Árna Frederiksberg.
Gunnar
einsamallur fremst
Tað er ikki altíð so lætt at
skilja Gunnar Zachariasen.
Hann hevur talent sum fáur
og kann einsamallur avgera
ein fótbóltsdyst, men er lagið
ikki gott á áleyparunum, so
kemur millum lítið og einki
buturúr.
Gunnar
hevur
á
U21
landsliðnum
spælt
fram
úr. Hóast hann ikki er ein
týpiskur føroyskur áleypari,
so hevur hann hann við sín
um kvikleika og góða bólt
førleiki elvt mótstøðuliðnum
nógvar trupulleikar. Spyr
bara
týska
liðskiparan,
Shkodran
Mustafi,
sum
skuldi fingið reyða kortið,
fyri at brúka neyðbremsuna
móti Gunnari í Týsklandi.
Her er lítið sannlíkt, at
Heðin og Bill velja at gera
nakra broyting.
Taptu seinast
Føroyar og Írland spældu
mitt í august á Svangaskarði.
Tá vann Írland 4-1, eftir at
Gilli Sørensen hevði lagt
Føroyar á odda 1-0 longu
aftaná eitt korter. Írska liðið
var tó omaná tá samanum
kom og vann 4-1. Endaliga
staðfestingin kom ikki fyrr
enn tveir minuttir fyri tíð, tá
Írland skorar til 3-1.
Nú er tíðin komin at hevna
4-1 tapið. Vit hava fyrr verið
á írsku oyggini við góðum
vónum, men taptu 4-0 fyri
Norðurírlandi. Liðið hevur
sjáldan verið betri enn tað
er hesa ferð, nú er at vóna at
U21 hevur enn eina sensatión
eftir í ermuni í 2013.
Gilli Sørensen, sum er liðskipari
á U21 landsliðnum, er ikki í iva
um, at føroyska liðið skal verja
betri fríggjadagin, um vit skulu
hava nakran møguleika at fáa
eitt gott úrslit móti Írlandi
FÓTBÓLTUR U21 landsliðið
Brixen avloysir Beinir Ellefsen Vinstri
bakkurin hjá AB, Beinir Ellefsen, hevur givið avboð
til dystin móti Írlandi vega skaða. Í hansara
stað er komin Andras Brixen Vágsheyg, sum
hevur skift frá NSÍ til júst AB til komandi ár.
Sonni rangar heldur fram í FCM Sonni Ragnar Nattestad
hevur av álvara fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Hann spældi fyrr í ár
sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið. Fyrst á venjingarlegu, síðani
í steypakappingini og nú í Superliguni. Sum skilst, so verður
nýggjur sáttmála undirskirvaður við FC Midtjylland í næstum.
Vit mugu
verja betri
Gilli Sørensen:
Tróndur Arge
Gilli Sørensen skrivar í
næstum undir ein tvey ára
sáttmála við AaB. B36 og
danska Superligafelagið
eru komin ásamt um ein
prís fyri skjóta vongin.
Gilli Sørensen var við á
liðnum, sum tapti 4-1 fyri
Írlandi á Svangaskarði í
august mánaði. Tá skoraði
Gilli einsamalla føroyska
málið, tá hann eitt korter
inni í dystinum legði Før
oyar á odda.
Gilli er ikki í iva um, at
talan verður um torføran
dystin fríggjakvøldið.
– Vit kunnu allir verða
samdir um, at hetta er
ein torfør uppgáva. Vit
skulu klára at »matcha«
teir betri á vøllinum enn
seinasta dyst. Vit skulu
taka tey góðu tingini frá
Týsklands dystinum við
okkum, sigur Gilli Søren
sen og vísur til dystin móti
Týsklandi í farna mánaði,
tá føroyska liðið tapti
tepurt 3-2 fyri Týsklandi
á útivølli.
– Vit skulu klára okkum
betri í verjustøðu, tí sein
ast skoraðu teir fýra mál
ímóti okkum. Eisini skulu
vit spæla hart ímóti teim
um, soleiðis at teir føla
okkum á vøllinum, sigur
liðskiparin
á
føroyska
U21 landsliðnum, sum er í
Írlandi í hesum døgum.
– Allir vita at tað var eitt
framúr úrslit í Týsklandi,
sum næstan gav stig, men
tað er fari í gloymibókina.
Nú er tað ein nýggur
dystur, har vónandi allir
menn eru fult til reiðar
til uppgávuna, sigur Gilli
Sørensen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Føroyski hópurin:
Teitur Gestsson, HB
Hallgrím G. Hansen, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Pál Mohr Joensen, HB
Andras Brixen Vágsheyg, AB
Bogi R. Petersen, ÍF
Rógvi Joensen, TB
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF
Gilli Sørensen, B36
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Sørmundur Á. Kalsø, KÍ
Rene S. Joensen, Brøndby IF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (Danmark)
Árni Frederiksberg, NSÍ
Gustav Sørensen, LFA (Danmark)
Tróndur Jensen, HB
Brandur H. Olsen FC København (Danmark)
Hallur Hansson, AaB Ålborg (Danmark)
Írski hópurin:
Aaron McCarey, Wolverhampton Wanderers (Ongland)
Sean McDermott, Sandnes ULF (Noreg)
Matt Doherty, Wolverhampton Wanderers (Ongland)
Shane Duffy, Yeovil Town (Ongland)
Charles Dunne, Wycombe Wanderers (Ongland)
Michael Harriman, Gillingham (Ongland)
Sean McGinty, Sheffield United (Ongland)
Anthony O'Connor, Torquay United (Ongland)
Joe Shaughnessy, Aberdeen (Skotland)
Derrick Williams, Bristol City (Ongland)
Samir Carruthers, MK Dons (Ongland)
Anthony Forde, Wolverhampton Wanderers (Ongland)
Jack Grealish, Notts County (Ongland)
Will Hayhurst, Preston North End (Ongland)
Sean Murray, Watford (Ongland)
Callum Reilly, Birmingham City (Ongland)
Aiden O'Brien, Millwall (Ongland)
John O'Sullivan, Blackburn Rovers (Ongland)
Bólkur 6 støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
Týskland
4
4
0
0
12
2
10
12
2
Montenegro
3
2
0
1
6
4
2
6
3
Romenia
4
1
2
1
5
5
0
5
4
Írland
4
1
1
2
4
6
-2
4
5
Føroyar
5
0
1
4
5
15
-10
1
Myndir: Eydbii Myndir
Mynd: Álvur Haraldsen