týsdagur 18. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 93 - 18. mai 2004
Nr. 93 - 18. mai 2004
3
Temakvøld
um Ítróttar- og kapp-
ingarpsykologi
TEMAKVØLD
Tíðindaskriv
Temakvøld verður í
róðrarneystinum hjá
NSÍ á Glyvrum 20.
mai um ítróttar- og
kappingarpsykologi.
Øll ítróttarfólk kunnu
luttaka uttan mun til
støði og ítróttargrein.
Uppleggshaldari verð-
ur Jørn Ravnholt frá
Danmarks Idræts for-
bund,
sum
hevur
undirvíst á meiri enn
200
skeiðum
um
ítróttarsálarfrøði.
Hann hevur verið ráð-
gevi hjá meiri enn 30
donskum landsliðum í
flestu ítróttargreinum,
m. a. donsku hond-
bóltsgullgentunum
undan EM-sigrinum í
2002.
Kristiligt
Lurtara- og
Hyggjara-
felag
aðalfund
LURTARAFELAG
Tíðindaskriv
Aðalfundurin
hjá
Kristiligt Lurtara- og
Hyggjarafelag, KLH,
verður Kristi himm-
alsferðardag 20. mai
2004
kl.
14.00
í
Kirkju- og missións-
húsinum á Argjum.
KLH er ópolitiskt og
endamálið hjá felagn-
um er at virka fyri
kristiligum sendingum
í almenna útvarpinum
og sjónvarpinum, og at
styðja útvarpið og
sjónvarpið í góðum og
sømiligum sending-
um. KLH vil forða
fyri, at útvarpið og
sjónvarpið verða nýtt
til ósømiligar sending-
ar og annað, sum ikki
er kristnum siði og
kristnari trúgv verd-
ugt. KLH ger ikki til-
far at senda í útvarpi
og sjónvarpi, men vil
verja, økja og styrkja
um kristiliga tilfarið í
almennu fjølmiðlun-
um.
Í sambandi við aðal-
fundin verður eisini
alment møti í Kirkju-
og missiónshúsinum á
Argjum kl. 18.00, har
øll eru vælkomin.
Joan, Berit og Ann
halda, at Fríðrikur og
Mary, vóru eitt ógvu-
liga fitt brúðarpar
BRÚDLEYP
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tær tríggjar, sum dagliga
starvast á verkhúsinum,
Stíggi í Saltangará, Joan
Olsen, Berit Abrahamsen
og Ann í Puntabyrgi, eru
samdar um, at tað var ógvu-
liga áhugavert at fylgja
sendingunum í SvF fríggja-
dagin, tá ið krúnprinsurin,
Fríðrikur og Mary, skuldu
giftast.
Tær hugdu tað mesta av
fyrrapartinum,
og
til
Stíggjur læt aftur seinna-
partin. Meðan tær koyrdu
heim, royndu tær eisini at
hyggja í bussinum.
– Men signalið var so
vánaligt hendan dagin, at
vit sóu ikki so væl, siga tær.
Hugdu heima
Berit sigur, at so skjótt, hon
kom heim á Strendur, setti
hon seg aftur at hyggja í
sjónvarp, og heima við hús
hugdi hon saman við
mammu síni og mostur
síni.
Bæði Joan, Berit og Ann
sóu sjálva brúðarvígsluna
hendan dagin, og tær vóru
ógvuliga hugtiknar av øll-
um tí, sum fór fram.
Tær halda allar tríggjar,
at Mary var ógvuliga søt,
og tær vóru hugtiknar av
hennara vakra brúðarkjóla
og langa slørinum. At kjól-
in er gamal, hildu tær var
við til at gera hann uppaftur
vakrari og meira áhuga-
verdan.
Prinsessur
Spurdar, hvat tær hildu um
Fríðrik, siga tær við ein
munn:
– Jú, hann var eisini
ógvuliga vakur og søtur.
Tær eru samdar um, at
Fríðrikur og Mary vóru eitt
ógvuliga fitt brúðarpar.
Tá ið vit spurdu tær,
Joan, Berit og Ann, um
kundu hugsað sær at verið
prinsessur, yppa tær í fyrsta
lagi øksl. Men so eru tær
samdar um, at tað hevði nú
verið stuttligt.
– Jú, jú. Tað hevði nú
verið nokso stuttligt at
verið ein prinsessa. Men
tað
hevði
helst
verið
ógvuliga strævið, eru tær
samdar um.
Á verkhúsinum,
Stíggi í Saltangará,
gjørdu tey eitt sindur
burtur úr fríggja-
degnum, sum var
dagurin, tá ið krún-
prinsurin, Fríðrikur
og Mary, giftust
BRÚDLEYP
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sigvør Nesá, sum starvast á
Stíggi, sigur, at allir brúkar-
arnir, sum høvdu hug til
tess, sluppu at hyggja í
sjónvarp
í
kantinuni
hendan dagin. Tey, sum ikki
tímdu ella høvdu minni
áhuga fyri tí, sum SvF
sendi, vóru til arbeiðis á
verkstaðnum.
– Tað vóru nøkur, sum
hugdu tað mesta av degn-
um, meðan tey vóru her hjá
okkum. Onnur, sum høvdu
minni áhuga ella ikki fat-
aðu so nógv av tí, ið fór
fram, vóru til arbeiðis.
Suppa og køkur
Sigvør sigur, at á middegi
fríggjadagin høvdu tey
suppu, kaffi og góðar
køkur í samband við dagin,
men longu klokkan 13.30
var
dagurin
á
Stíggi
liðugur.
Tað er nevniliga soleiðis,
at fríggjadagurin er stytri
enn hinir dagarnir í vikuni.
Sigvør Nesá sigur, at sum
hon hevur skilt, hildu tey,
sum vildu síggja sjálva
vígsluna og sendingarnar
annars, fram at hyggja
heima við hús.
– Jú, hetta var ein hugna-
ligur dagur her hjá okkum,
sigur hon.
Brúkararnir á Stíggi eru
um 20 í tali, og ein vanligan
dag, eru 5 fólk til arbeiðis.
Hevði verið stuttligt
at verið prinsessa
– Jú, tað hevði verið stuttligt at verið ein prinsessa, eru tær tríggjar, Joan, Berit og Ann, samdar
um.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stíggjur hevði suppu
til brúdleypið
Ann í Puntabyrgi, sum er úr Havn og Berit Abrahamsen, sum
er av Strondum, høvdu stóran áhuga í kongaliga
brúdleypinum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Leygarkvøldið sigldi
ein bátur á land á
Glyvursnesi.
Maðurin, sum var
einsamallur í
bátinum, bjargaði
sær uppá land við
egnari hjálp
SJÓFERÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygarkvøldið um gott 20-
tíðina fekk løgreglan í
Havn fráboðan um, at 13
tons stóri føroyskt bygdi
báturin, Skorðhamar, hevði
siglt á land á Glyvursnesi.
– Tá ið vit fingu boðini
frá
Alarmsentralinum,
hevði maðurin, sum var
einsamallur
í
bátinum,
bjargað sær uppá land. Vit
boðaðu MRCC Tórshavn
frá tilburðinum, og eftir at
vit høvdu havt samband við
mannin,
koyrdu
út
á
Glyvursnes.
Løgreglan sigur, at mað-
urin var hampiliga væl fyri,
tá ið teir komu út á Glyv-
ursnes, men fyri tryggleik-
ans skuld, bóðu vit hann
hyggja fram við á skaða-
stovuni.
– Hann var vátur, men sá
ikki út til at hava fingið
nakað mein.
Løgeglan sigur, at mað-
urin var á veg úr Vágunum
til Havnar við bátinum.
Hann var farin úr Vágunum
seinnapartin leygardagin,
og tilburðurin hevði einki
við bátastevnuna í Vest-
manna at gera.
– Maðurin var ikki ávirk-
aður, men hugsandi er, at
hann er sovnaður.
Løgreglan sigur, at bátur-
in hevði ikki fingið nakran
sjónligan skaða og eftir
hendingina, sleipaði ein
annar bátur, sum kom
framvið, Skorðhamar til
Havnar.
Bjargaði sær
uppá land
C
M
Y
K
3
2