Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 93 - 18. mai 2004 Nr. 93 - 18. mai 2004 5 Tað kann tykjast óskiljandi fyri mong, at ein heil tjóð ella fleiri liggja lamnar, tí eitt kongaligt brúd- leyp fer fram. Men tað heldur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur ikki er so løgið. Hansara boð upp á orsøkina er, at øllum tørvar eitt ella annað slag av ævin- týrligum upplivilsum í einum gráum og van- ligum gerandisdegi SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fríggjadagin fekk danska ríkið eitt nýtt krúnprinsa- par. Fríðrikur og Mary vórðu gift í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn. Ein stórhending, sum fekk úti við 250.000 fólk út á gøtur- nar í Danmark. Eisini í Før- oyum fylgdu flestu fólk við, tá parið undir einari sera vakrari brúðarvígslu góvu hvør øðrum sítt ja. Manntómar gøtur og hvør handil, sølubúð, fyritøka og so framvegis mundi hava eitt ella fleiri sjónvarp tendrað hendan dagin. Men hvat er tað so, sum hendir, tá ein slík stórhend- ing fer fram, og hvat ger, at fólk verða so hugtikin og áhugað í hesum? Eyðun Joensen, sálar- frøðingur, heldur, at øll menniskju hava tørv á at uppliva eitt hvørt estetiskt og flott. Eitt ævintýr, sum kann fáa øll at dagdroyma eina løtu. – Hetta er ein so sjáldsom hending. Hetta er ikki nak- að, sum hendir fleiri ferðir í lívinum hjá okkum, so eg skilji tað væl, sigur Eyðun. Hann vísir á, at føroying- ar somuleiðis fylgdu væl við, tá norski krúnprinsur- in, Haakon, giftist Mette- Marit. – Áhugin hjá føroyingum fyri norska kongshúsinum er ikki eins stórur, men tá tað ikki var danski krún- prinsurin, so var tað tað næstbesta, sigur hann. Onki er at taka seg aftur í at norska hjúnarbandið var enn meira ævintýrakent enn tað danska. Við tað at borg- arliga einliga mamman fekk sín prins og kongaríkið. Øll livdu við Eyðun Joensen heldur, at tað, sum var áhugavert við brúdleypinum var, at øll livdu við í hendingini. Høg sum lág. Og hann sigur, at sjálvur varð hann bergtikin av øllum vakurleikanum. – Eg haldi, at øll, sum hava tað soltið á ein ella annan hátt í gerandisdegn- um, treingja til at sleppa at uppliva slíkan vakurleika og eitt tílíkt ævintýr, sum at ein krúnprinsur giftist ein- ari púra vanligari kvinnu, sigur hann. Fyri at seta hetta saman við tí heilt vanliga gerand- isdegnum, spyr sálarfrøð- ingurin til dømis, hví so mong keypa romanbløð og líknandi. Hann ivast ikki í, at tað er tí, at tørvurin fyri at uppliva eitt hvørt rom- antiskt, vakurt, eksotiskt er tilstaðar hjá øllum í teirra vanliga lívi. – Nú skal eg ikki fara at draga hesa hendingina fríggjadagin niður á tað støðið, men dagdroymarí er ikki ólógligt, og øll eiga at kunna droyma seg burtur eina løtu. Nevniliga tí tey hava brúk fyri tí, slær hann fast. Og hann leggur aftur- at, at hann fegin vil síggja tann, sum sá vígsluna fríggjadagin og ikki helt tað vera tað vert. Menniskjasligur Tá tosið kemur inn á krún- prinsin er sálarfrøðingurin ikki í iva um, at øll fóru frá aftur sjónvarpinum nakað ríkari enn frammanundan. Tí til vígsluna vísti buldri- bassin í danska kongshús- inum seg frá einari heilt aðrari síðu. Mong mundu tey vera, ið vórðu rørd av hansara tár- um, stutt áðrenn Mary sam- an við pápa sínum kom gangandi inn eftir kirkju- gólvinum. Í sjónvarpinum sóust hann og beiggin, Joakim prinsur, standa og smápráta eina góða løtu, áðrenn brúðurin kom. Men tá bert nakrir fáir minuttir restaðu í, tóku kenslurnar ræði á tí annars altíð róliga krúnprinsinum, og tárini komu fram. Hetta heldur Eyðun hev- ur gjørt, at fólk hava fingið eina aðrar mynd av krún- prinsinum. – Eg trúgvi, at hasi tárini vóru ektað. Alt tað, sum krúnprinsurin er kendur fyri, her hugsi um hansara djørvu brøgd og allar tær venjingarnar, sum hann hev- ur gjøgnumført, hava givið fólki eina ávísa mynd av honum. Men fríggjadagin kom tann menniskjasliga síðan veruliga fram, sigur sálarfrøðingurin, sum sjálv- ur als ongar ætlanir hevði um at hyggja at brúdleypin- um. Men hann setti seg eina løtu og varð fangaður av øll- um tí stórbæra vakurleikan- um, sum har var at síggja. Listaverk Eyðun Joensen heldur, at tað er mest sannlíkt, at or- søkin til, at menniskju verða so fangað av teimum kongaligu er, at líka frá barnsbeini av, tá vit hoyra søgur og ævintýr um kong- ar, drotningar, prinsar og prinsessur, so verður hetta so inngrógvið inn í okkum, sum nakað stórbært og flott, at tað livir í okkum allatíðina. Og tá vit so fáa ein møguleika at síggja slíkt í sjónvarpinum, so taka vit av. Sálarfrøðingurin saman- ber allan vakurleikan við list. – Um vit vilja uppliva eitt hvørt flott, so kunnu vit til dømis fara í Listaskálan á Ólavsøku, men eg haldi so sanniliga, at allir kjólarnir, prýði í kirkjuni og so fram- vegis vóru listaverk, sigur hann. Við tørvinum hjá menn- iskjum fyri at síggja og uppliva nakað flott og æv- intýrakent, sigur Eyðun seg bara kunna vera samdan í útsagninum: "Tað, sum frøir eygað, er næstan sum ein mental veitslumáltíð. " Og so legg- ur hann afturat, at tað er ikki av ongum, at kokkar siga, at útsjóndin av rættin- um er helvtin. Stórt trýst Eyðun Joensen er sannførd- ur um, at tað nú framyvir fer at liggja eitt stórt trýst á krúnprinsessu Mary. Ikki bert hevur hon tikið hetta djarva stigið at fara frá ein- um púra vanligum og an- onymum lívi til at vera donsk krúnprinsessa og ikki fáa flutt seg uttan at fjølmiðlarnir vita av tí. Men eisini trýstið av, at ein arvingur helst skal síggja dagsins ljós, verður har frá nú av. – Eg sigi bara, Gud náði hennara skinn, um hon ikki verður við barn, og tað kann nevniliga trýst gera sítt til, at hon ikki verður, sigur Eyðun. Øll munnu minnast, hvussu ljóskastarin varð varpaður á búkin á prins- essu Alexandru í langa tíð, aftaná at tey vórðu gift. Og tað er ikki ov lítið sagt, um ikki ljóskastarin verður settur enn meira á tann flata búkin hjá krúnprinsessuni. Eyðun minnir samstundis á, at trýstið ikki bert liggur á henni, hóast ljóskastarin óivað verður varpaður á hennara búk. Tey eru tvey, sum skulu gera barnið, so trýstið fer uttan iva eisini at liggja á krúnprinsinum, heldur hann. Ein danskur, kvinnuligur prestur, sum sat í studion- um hjá DR fríggjakvøldið, kom eisini inn á hetta, og tá segði hon, at fjølmiðlarnir mugu lata krúnprinsaparið fáa frið hesum viðvíkjandi. Tí sum hon málbar seg, eitt barn er ein gáva, ikki eitt krav. Um donsku fjølmiðlarnir fara at gera, sum hon segði, tað kann bara tíðin vísa. Vit hava tørv á ævintýrum Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, heldur ikki, at tað er so løgið, at fólk verða bergtikin av kongaliga brúdleypinum. – Vit hava øll brúk fyri onkrum ævintýriligum, sigur hann Mynd: Reuters Fiskasølumaðurin Birgir Kass heldur danska kongs- húsið verða virðilig umboð fyri sítt land, og at tey seta Danmark á heimskortið. Hugdi tú eftir brúdleyp- inum í sjónvarpinum? – Eg hugdi av og á, með- an eg var til arbeiðis. Vit hava eitt sjónvarp á Fiska- søluni, og hugt var, tá ið tíð var til tað. Tá ið so sjálv vígslan var, fingu vit sjampanju frá arbeiðsgev- aranum. Komin til hús, tímdi eg ikki meir, og tá var oftast skift á onkra aðra rás. Hvat heldur tú um danska kongshúsið? – Eg haldi, at tey eru fínir ambassadørar fyri Dan- mark, og at tey eru við til at seta Danmark á heimskort- ið. Til dømis eri eg ikki í iva um, at øll í Australia og á Tasmania nú vita, hvar Danmark er, og tað vistu tey neyvan undan brúdl- eypinum. Almennu Føroyar hava brúkt pengar upp á umboð- an og gávu í sambandi við brúdleypið, hvat heldur tú um tað? – Sjálvsagt skulu føroy- ingar fara í brúdleyp, og eg haldi tað verða í fínasta lagi, at løgmaður og løg- tingsformaðurin vóru við, og at vit lata brúðarparin- um eina gávu. Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, heldur tað verða skilagott av dønum at gera nógv burturúr brúdl- eypinum, tí tað er góð rekl- ama fyri Danmark. Hugdi tú eftir brúdleyp- inum í sjónvarpinum? – Eg hugdi í løtum, men tað var ikki fyrr enn eg kom til hús, og tá hugdi eg nak- að. Meðan eg var til arbeið- is, hevði eg ikki stundir at hyggja. Eg sá tó, tá ið røð- urnar vóru hildnar, og eg haldi, at serliga Prins Hen- rik kom serstakliga væl frá sínari, eins og John Don- aldson. Hvat heldur tú um, at danir brúka nógvar milli- ónir upp á brúdleypið? – Tað er í fínasta lagi, haldi eg. Tað eru tvær orsøkir til tað eftir mínum tykki. Fyri tað fyrsta er tað vakurt, romantiskt og stór- sligið, og tað skal man vænta av einum krún- prinsabrúdleypi. Harafturat er tað skilagott av dønum, tí tað er sera góð reklama fyri Danmark. Vit skulu minnast til, at hetta verður sent í sjónvarpi kring allan heim. Hetta er nakað, ið rakar beint í hjartað á fólki, og tí kemur tað at standa leingi í hugaheiminum. Hetta setur av álvara Danmark á heimskortið, og óivað fáa føroyingar eisini ágóða av hesum. Er tað rætt av føroying- um at brúka pengar upp á umboðan og gávu í sam- bandi við brúdleypið? – Tað haldi eg avgjørt. Vit skulu vísa virðing fyri kongshúsinum, tí vit eru jú partar av kongaríkinum. Brúdleypið hevur eisini stóran áhuga millum føroy- ingar. Millum annað var eg á kondittarínum í morgun, sum eg eri hvønn mána- morgun, og har sótu einir 10 mans, sum vanliga tosa um fisk ella fótbólt, men í morgun tosaðu teir bara um kongaliga brúdleypið. Á sínum mongu vitjanum úti hjá viðskiftafólki fríggjadagin, kundi tele- montørurin Kári Reynheim staðfesta, at áhugin fyri kongaliga brúdleypinum var stórur, tí allastaðnis var sjónvarpið tendrað. Hugdu tú eftir kongaligu vígsluni? – Eg hugdi í bitum. Eg var til arbeiðis og koyrdi út til viðskiftafólk, og tað var líkamikið, um eg var hjá privatum ella hjá fyritøk- um, tí allastaðnis var sjón- varpið tendrað, og á tann hátt sá eg av og á eitt sindur av hátíðarhaldinum. Hvat heldur tú um, at so nógvur peningur verður brúktur upp á eina konga- liga vígslu? – Tað man verða í lagi, haldi eg. Danir fáa óivað pengarnar inn aftur fleiri ferðir, tí hatta er góð reklama, ið fer um allan heim. Er tað rætt av føroying- um at brúka almennar pengar upp á brúdleypið? – Ja, tað haldi eg. Vit fáa óivað pengarnar aftur á onkran annan hátt. Vit skulu vísa virðing fyri kongshúsinum. Tær tríggjar, Eydis Næss, Mariann K. Ivansdóttir og Bjørg Schiller Jacobsen, ið til dagligt starvast á Salong Tótu, vóru ógvuliga áhugaðar í kongaliga brúdl- eypinum Hugdu tit eftir brúdleyp- inum? – Ja, vit hugdu allan dag- in. Eitt sjónvarp var sett upp í salongini, og hóast vit høvdu nógvar kundar allan dagin, var nógv skeitt yvir á sjónvarpið. Tá ið so sjálv vígslan var, reistust kund- arnir úr stólunum, og øll stóðu kring sjónvarpið og hugdu at. Tá ið vit so komu til hús, var hildið fram við at hyggja, og tað var sera hugnaligt og rørandi. Ser- liga stuttligt var tað at hoyra røðurnar, ið vóru virkuliga góðar, eru tær tríggjar á einum máli um. Er hetta ein gentudreym- ur at gerast prinsessa? – Nei, tað er ikki nakað, ið man ynskir sær, men tað er øgiliga stuttligt at hyggja eftir. Tað hevði kanska eisini verið stuttligt at verið prinsessa í ein dag, bara fyri at royna tað, halda tær tríggjar hárfríðkanardam- urnar. Hvat halda tit um alt hóvastákið við danska kongshúsinum? – Okkum dámar væl kongshúsið, og tað er heilt víst góð reklama fyri Dan- mark, at tey hava eitt kongshús Er tað rætt, at løgmaður og løgtingsformaðurin við konum fóru í brúdleyp? – Ja, avgjørt. Tað er í fín- asta lagi, og tað er gott, at onkur umboðar Føroyar, tí vit eru hóast alt ein partur av danska ríkinum. Fyri Thord Thorsteinsson hevði kongaliga brúdleypi lítið at siga, men hann stuðlar tó kongshúsinum Hugdu tú eftir brúdleyp- inum í sjónvarpinum? – Eg hugdi ógvuliga lítið. Tað sigur mær ikki so nógv, og tí tímdi eg ikki at hyggja. Tó skal sigast, at eg hugdi at sjálvari vígsluni, tá ið hon var. Hvat heldur tú um, at danir brúka hópin av peningi upp á eitt slíkt brúdleyp? – Tað haldi eg er í lagi, tí kongshúsið er gott PR fyri Danmark. Hetta var jú eisini fyrstu ferð síðani einaferð í 1700-talinum, at eitt krúnprinsabrúdleyp var í Danmark, so tað er í lagi, at teir gera nógv burturúr. Er tað rætt, at almennu Føroyar brúktu pengar upp á brúdleypið? – Eg haldi tað verða í fínasta lagi, at Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen fóru niður, tí vit skulu vísa virðing fyri danska kongshúsinum, so leingi sum vit eru ein partur av kongaríkinum. Ein túrur í havnargøtum mánamorgunin avdúkaði, at meinigi maðurin á gøtuni stuðlar danska kongshúsinum. Eisini kom fram, at á onkrari skrivstovu var sjálv vígslan feirað við sjampanju MEININGAR Orð: Terji Nielsen Myndir: Jens Kr. Vang Føroyingar stuðla kongshúsinum Jan Christiansen, borgarstjóri Føroyar fáa eisini ágóða av kongshúsinum Kári Reynheim, montørur Sjónvarpið var tendrað allastaðnis Eydis Næss, Mariann K. Ivansdóttir og Bjørg Schiller Jacobsen Hugdu allan dagin Thordur Thorsteins- son, parkeringsvørður Sigur mær ikki so nógv Birgir Kass, sølumaður Fingu sjampanju tá vígslan var C M Y K 5 4