týsdagur 18. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 93 - 18. mai 2004
Nr. 93 - 18. mai 2004
7
Nýggi formaður-
in í MBF, Leila
Solmunde, vil
leggja nógv fyri,
at tey 23 feløgini í
meginfelagnum
kenna seg væl í
felagnum
NÝGGJUR
FORMAÐUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Aðalfundurin
hjá
MBF valdi leygardag-
in, Leilu Solmunde, til
nýggjan formann í fel-
agnum. Nýggi for-
maðurin
sigur,
at
fremsta uppgávan hjá
sær verður at fáa fel-
agið at standa saman.
– Vit eru 23 feløg í
MBF, og tí eru ofta 23
meiningar um ymisk
øki. Høvuðsuppgávan
hjá mær verður at fáa
felagið at tosa við eini
rødd. Eg ætli mær eis-
ini at leggja nógv fyri,
at feløgini kenna seg
væl í MBF, sigur
Leila Solmunde.
Ein styrki
Í 16 ár var Leila Sol-
munde formaður í
Giktafelag
Føroya,
sum er eitt av feløg-
unum undir meginfel-
agnum.
– Tað er óivað ein
styrki hjá mær, at eg
havi verið formaðurin
í einum av feløgunum
undir MBF. Eg veit,
hvat tey hugsa og
vænta av einum for-
manni, tí eg havi roynt
at sitið hinumegin
borðið, og hetta átti at
komið mær til góðar,
vísir Leila Solmunde
á.
Nýggi formaðurin
greiðir frá, at hjarta-
málið hjá henni verður
framvegis at virka fyri
at fólk við skerdum
førleika kunna verða á
jøvnum føti við hini í
føroyska samfelagn-
um.
Í koyristóli
Leila situr sjálv í
koyristóli, og tað verð-
ur starvsnevndin í
MBF noydd at tillaga
seg til.
– At eg siti í
koyristóli verður heilt
avgjørt øðrvísi hjá
nevndini. Tey verða
noydd at ráðleggja
øðrvísi, tí eg sleppi
ikki fram at allastaðni,
sigur Leila Solmunde
at enda.
Feløgini í Megin-
felag teirra
brekaðu
mótmæla staðliga
ætlanini um at
senda fimm ára
gamla Petur, sum
hevur atferðar-
trupulleikar, av
landinum
YVIRLÝSING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Á aðalfundinum hjá
Meginfelag
teirra
brekaðu leygardagin
samtyktu
feløgini
einmælt at mótmæla,
at nógv umrøddi Petur
verður
sendur
av
landinum á viðgerð-
arstovn. Feløgini vísa
á, at Petur hevur systk-
in, ommu og abba og
øll síni ættarbond og
trygdarnet í Føroyum,
meðan hann ongan
góðan
eigur
í
Danmark.
Í yvirlýsingini heita
feløgini á landsstýris-
mannin í almannamál-
um, borgarstjóran í
Tórshavnar kommunu
og
fyrisitingina
í
barnaforsorgarmálum
um at bera so í bandi,
at Petur ikki verður
sendur av landinum.
– Takið lógvatak
saman og gevi honum
tað, hann hevur fyri
neyðuni her heima. Vit
hava fakliga førleikan
í
Føroyum,
siga
feløgini í MBF.
Tey ásanna at ávisir
løgfrøðiligir og fyrisit-
ingarligir trupulleikar
eru,
men
eftirlýsa
menniskjasligu síðuna
í
viðgerðini
av
málinum.
Feløgini, ið hava
undirskrivað
yvir-
lýsingina eru: Atltz-
heimerfelagið, Føroya
Astma/Allergifelag,
LFA,
Føroya
Blindadelag, Cøliaki-
felag Føroya, Deyva-
felag Føroya, Epilept-
ikarafelag
Føroya,
Felagið
fyri
hoyribrekað í Føroy-
um,
Giktafelag
Føroya, Heilafelagið,
Felagið fyri apopleksi
og
Afasirakt,
h ø g æ t t a r f e l a g i ð ,
J
a
v
n
i
,
Lymfødemfelagið,
Felagið
fyro
MBD/Damp, Morbus
Bechterew,
Nýra-
felagið, Parkinsonfel-
agið, Føroya Psorias-
isfelagið,
Sclerose-
felagið og ÍSB.
Fráfarandi formaður-
in í MBF, Marjun
Sigurðsdóttir fegnað-
ist um undirtøkuna
fyri ári teirra brekaðu
í fjør. Í formansfrá-
greiðingini vísti
fráfarandi formaður-
in á, at árið hevur
verið støðið undir
eini hugburðs-
broyting viðvíkjandi
brekaðum í Føroyum
AÐALFUNDUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Grundleggjandi samfel-
agsbroytingar verða ikki
framdar eftir einum ári.
Heldur ikki hvørva brek,
fyri tí um vit hava eitt »ár
teirra brekaðu«. Øll ár eru
ár teirra brekaðu.
Fráfarandi formaðurin í
Meginfelag teirra brekaðu,
Marjun Sigurðsdóttir, vísti
í formansfrágreiðingini á,
at hóast ár teirra brekaðu
var í fjør, heldur áhaldandi
stríðið fyri at vinna brekað-
um betri rættindi fram.
Á
aðalfundinum
hjá
MBF leygardagin fegnaðist
hon um stóru undirtøkuna
fyri ári teirra brekaðu.
– Árið 2003 hevur verið
støðið undir eini hugburðs-
broyting. Fólk, feløg og
stovnar hugsa øðrvísi, tá
tað ræður um atgongd og
javnrætt. Bæði privatir og
almennir stovnar gjørdust
meira tilvitað um tørvin hjá
brekaðum í føroyska sam-
felagnum, sigur Marjun
Sigurðsdóttir.
Eingin langtíðarætlan
Fráfarandi formaðurin sig-
ur seg kortini framvegis
sakna ein langtíðar og skip-
aðan politikk á økinum.
– Árið í fjør átti at verið
støðið undir einum lang-
freistaðum politikki, men
hann er ikki at fáa eyga á.
Tað neyðugt hjá politikkar-
um at seta eina 5-10 ára
ætlan út í korti, heldur
Marjun Sigurðsdóttir.
Stór undirtøka
Í samband við ár teirra
brekaðu í fjør skipaði MBF
fyri eitt ótal av ymiskum
tiltøkum.
Fólkaskúlarnir
kring landið høvdu millum
annað eina evnisviku um
brekað við góðum úrslitum.
– Vit fingu ómetaliga
góðan stuðul úti í skúlun-
um. Vit fingu gjørt børnini
meira tilvitað um tey brek-
aðu,
og
samanumtikið
eydnaðist
evnisvikan
ómetaliga
væl,
greiðir
Marjun Sigurðsdóttir frá.
Heilsa og aldur
Seinastu tvey árini hevur
Marjun Sigurðsdóttir røkt
formanssessin
í
MBF.
Leygardagin takkaði hon
fyri seg.
– Aldur og heilsa gera
tað, at eg valdi at siga
formanssessin frá mær. Tað
inniber kortini ikki, at eg
fari at halda meg burtur frá
felagnum. Við Leilu Sol-
munde hevur felagið fingið
ein frálíkan formann, sigur
fráfarni formaðurin í MBF
at enda.
Felagið má
standa
saman
Sendið ikki
Petur av
landinum
Øll ár eru ár teirra brekaðu
Í dag koma umboð
fyri danska
viðgerðarstovnin til
Føroya at heilsa upp á
fimm ára gamla
Petur, áðrenn hann
um tríggjar vikur
verður sendur av
landinum.
LÍTLI PETUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Øll feløgini standa full-
komiliga spyrjandi eftir,
hvussu tað ber til, at Petur
skal sendast av landinum,
sigur Bára Johansen, for-
maður í MBD/Damp fel-
agnum.
Málið um 5 ára gamla
Petur, ið hevur atferðar-
trupulleikar, varð dúgliga
umrøtt á aðalfundinum hjá
MBF leygardagin. Sosiala
deild fekk harðar ákoyring-
ar frá feløgunum fyri sína
viðgerð av málinum.
– Drongurin er ongantíð
veruliga kannaður, men
kortini vil sosiala deild alt
fyri eitt senda hann av land-
inum. Grundarlagið fyri av-
gerðini er ómetaliga veikt,
og tí royna vit av øllum alvi
at broyta avgerðina. Eitt er
vist, at drongurin verður
ongantíð aftur menniskja,
um hann verður sendur av
landinum, sigur formaðuin
í MBD/Damp felagnum.
Danir vitja
Bára Johansen greiðir frá,
at omma og abbi Petur vóru
á fundi við barnaverndina á
sosialu deild mikudagin í
farnu viku, og fingu at vita,
at Petur verður sendur av
landinum 7. juni.
Í dag, týsdagin, koma
umboð fyri danska við-
gerðarstovnin til Føroya at
heilsa upp á Petur. Aðra-
staðni á síðuni sæst, at fel-
øgini í MBF harðliga mót-
mæla ætlanini at senda lítla
Petur av landinum.
– Yvirlýsingin er seinasti
møguleiki at fáa landsstýr-
ismannin at gera okkurt við
málið, so Petur sleppur frá
at fara av landinum. Hóast
vónin ikki er stór, so vóna
vit veruliga, at landsstýris-
maðurin fær broytt avgerð-
ina, sigur Bára Johansen at
enda.
Vit royndu at fáa við-
merking frá landsstýris-
manninum í almannamál-
um, Hans Paula Strøm,
men hetta eydnaðist ikki,
áðrenn okkara evsta mark.
Lítli Petur av landinum
7. juni
Lítli Petur varð dúgliga umrøddur á aðalfundinum hjá MBF leygardagin. Feløgini mótmæla
harðliga ætlanini hjá myndugleikanum at senda hann av landinum. Á myndini geva limir
føroysku myndugleikunum reyða kortið
Mynd: Jan Muller
Nýggi og fráfarandi formaðurin í MBF, Leila Solmunde og
Marjun Sigurðsdóttir
Mynd: Jan Muller
Fosturtøkur eru hóp-
dráp. Hópdráp skapa
fólkatørv, og tí standa
dyrnar í vesturheim-
inum nú uppá víðan
vegg fyri muslimum
og teirra yvirgangs-
atsøknum. Hetta
staðfesti frákoyrdi
norski presturin
Ludvig Nessa í
Christianskirkjuni
sunnukvøldið. Sami
prestur er eisini
kendur fyri at siga, at
tað er ikki verri at
skjóta læknar enn at
taka fostur úr móður-
lívi
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey umleið 300 fólkini, ið
høvdu leitað sær á felags-
møti í Christianskirkjuni
sunnukvøldið,
upplivdu
eina ikki sørt øðrvísi guds-
tænastu. Frákoyrdi Peter
O.K.Olofsen bjóðaði væl-
komin og gav síðani einum
øðrum frákoyrdum presti,
norska
Ludvig
Nessa,
orðið.
Tað var felagsskapurin
Pro Vita, ið hevði fingið
Nessa til Føroyar. Men í
staðin fyri at tosa um fost-
urtøkur út frá einum kristi-
ligum sjónarmiði, sum tey
flestu ivaleyst høvdu vænt-
að, nýtti Nessa høvið og
prædikustólin til at for-
døma Islam.
Fosturtøkur og mus-
limskur yvirgangur
– Muslimurin Naser Kha-
der hevur fyri stuttum skýrt
ávísar føroyingar at vera av
ringastu fundamentalistum.
Sjálvur havi eg upplivað
tað sama, og hetta er ikki
fyrstu ferð í søguni, mus-
limar hava gjørt tað til sítt
kall at fordøma og beina
fyri teimum kristnu. Og
sjálvmorðsbumburnar, sum
nú herja heimin, eru bein-
leiðis tilstuðlaðar í Koran-
ini.
Soleiðis innleiddi Nessa
sína prædiku. Síðani fylgdi
eitt søguligt yvirlit yvir
muslimska
fólkatýning
kring heimin, sum fyribils
hevur nátt sítt hæddarpunkt
við yvirgangatsøknunum
hjá Al Quada. Men bert
fyribils. Meir og verri er í
væntu, og vit hava so at
siga sjálvi skyldina. Við at
týna heili ættarlið við fost-
urtøkum, hevur vestur-
heimurin skapað ein fólka-
tørv, sum letur dyrnar upp
fyri muslimskum óflýggja-
kroppum. Hesir fáa sostatt
eitt frálíkt høvi at lúra
okkara siðir og mentan av,
fyri síðani at leypa á okk-
um, tá vit minst vænta tað,
segið Nessa.
Steðga vit hingvegin øll-
um fosturtøkum í stundini,
kunnu vit aftur skapa eina
javnvág í íbúgvaratalið. Tá
hava vit ikki longur brúk
fyri útlendskari, serliga
muslimskari arbeiðsmegi,
og soleiðis kunnu við
steðga muslimskum yvir-
gangsatsøknum í vestur-
heiminum, var boðskapurin
hjá Nessa.
Dukkur í ketsjupp
Í Noreg er Nessa mest
kendur fyri sínar óvanliga
víðgongdu útsøgnir og átøk
í stríðnum móti fosturtøku.
Um hetta er eitt tekin um, at
Pro Vita eisini ætlar sær at
herða
sítt
stríð
móti
fosturtøku, er ilt at siga,
men farandi formaðurin í
felagnum, Ólavur Miðtún,
sigur seg taka fult undir við
øllum tí, Ludvig Nessa
stendur fyri.
Longu í 1991 var Nessa
koyrdur frá sum prestur
orskað av sínum tiltøkum í
fosturtøkustríðnum. Hann
var millum annað við til at
senda brævbjálvar við smá-
um, uppkutaðum dukkum,
ið vóru innsmurdar í ket-
sjupp, til norskar politik-
arar. Eisini gjørdi hann seg
javnan
inn
á
kvinnu-
sjúkudeildir,
har
hann
kravdi at fáa tey tiknu
fostrini útflýggjaði. Tá
hann ikki fekk tey, skipaði
hann sjálvur fyri jarðar-
ferðum við plastikkfostrum
í evarska smáum kistum.
Men hóast Nessa tvær
ferðir hevur sitið í fongsli
fyri síni tiltøk, tykist hann
ikki at vera sinnaður at
setast aftur í víðgongda
stríðnum.
Á síni heimasíðu hevur
Nessa inniliga heitt á fólk
um at koma við nøvnum og
upplýsingum, soleiðis at
hann kann at skráseta allar
læknar og onnur starvsfólk,
sum eru við til at fremja
fosturtøkur. Skrásetingin
skal brúkast til at ávara fólk
móti læknum, sum hava
gjørt tað til sítt livibreyð at
drepa børnini hjá øðrum,
sigur Nessa.
Á somu heimasíðu, sum
ikki er virkin longur, sam-
anbar Nessa norskar læknar
við nazistiskar bøðlar. Men
sambært Nessa eru læknar-
nir verri, tí teir kunnu sjálv-
ir velja. Ein av seinastu
heilsanunum frá Nessa
ljóðaði soleiðis: "Læknar
eru ikki meir verdir enn eiit
barn. Tað er tað ikki verri at
skjóta ein lækna, enn at
taka eitt barn úr móður-
lívi."
Tá Nessa var koyrdur úr
prestaembætinum,
misti
hann eisini rættin til "kraga
og kjóla" og hevur tí ikki
loyvi at prædika í norskum
kirkjum. Tí stovnaði hann
saman við øðrum frákoyrd-
um prestum meinigheitina
Prestar í eksil. Meinigheitin
er framvegis virkin, hóast
norski kirkjumálaráðharrin
hevur boðað frá, at hon er
brot á kirkjulógina.
Fosturtøka sum
fyribyrging
Vit hava spurt Ólavur Mið-
tún í Pro Vita, hví felagið
hevur valt at biðið Nessa
koma til Føroyar.
Tað hava vit, tí vit meta,
at hann er ein ógvuliga
sakligur og seriøsur maður.
Nessa varð koyrdur frá, tí
hann meinar, at tað er
skeivt at drepa børn. Og tað
kunnu vit bara taka fult
undir við.
Men kann Pro Vita eisini
taka undir við hansara
harðrenda
framferðar-
hátti?
Eg haldi ikki framferð-
arhátturin er so harðrendur.
Hetta hava verið symbolsk-
ar gerðir, sum vóru neyð-
ugar, tí teir ikki sluppu
framat í norsku fjølmiðlun-
um annars.
Tú heldur tað ikki vera at
tvassa í ólukkuligu støðuni
hjá eini neyðars ungari
gentu … ?
Hetta eru ikki neyðars
ungar gentur. Hetta eru sum
oftast vaksnar konur, sum
hava pengar, hús, mann og
góðar umstøður annars at
fáa børn.
Og sum velja fosturtøku
sum eina lætta loysn?
Ja, sum var tað eitt slag
av fyribyrgingarevni.
Hvussu veist tú tað?
Tí eg kenni kvinnur, sum
hava fortalt mær tað.
Men er tað ikki í so
ógvusligt at kalla fólk, ið
taka lut í fosturtøkum, fyri
drápsmenn?
Nei, tað haldi eg ikki, tí
eitt menniskjalív er eitt
menniskjalív. Eg kann bara
svara uppá handan spurn-
ingin við at spyrja, hvat
annað vit skulu kalla ein,
sum drepir eitt annað
menniskja.
Er
framferðarhátturin
hjá Nessa nakað, Pro Vita
ætlar at taka upp?
So leingi, vit hava at-
gongd til fjølmiðlarnar, er
tað ikki neyðugt. So tað
fara tit og tíðin at vísa …
Sóknarpresturin
ábyrgdina
Tað var Niels Pauli Dan-
ielsen, sóknarprestur, sum
stóð fyri og hevði ábyrgd-
ina av gudstænastuni í
Christianskirkjuni sunnu-
kvøldið.
Spurdur, hví Christians-
kirkjan letur dyrnar upp
fyri einum frákoyrdum og
so víðgongdum presti, sig-
ur Niels Pauli:
– Eg kann sjálvandi ikki
taka ábyrgdina fyri øllum
tí, sum Nessa annars er
kendur fyri at gera og siga.
So leingi tað, sum hann
sigur her, heldur seg innan
fyri tey mørk, kirkjan kann
góðtaka, kann eg eisini taka
mær ábyrgdina fyri tí.
– At Nessa er koyrdur frá
í Noreg sigur kanska meir
um valdsharrarnar, enn tað
sigur um Nessa. Grundtvig
fekk jú eisini forboð fyri at
prædika, Kierkegaard fekk
ongantíð nakað prestastarv,
og sálmabólkin hjá Kingo
bleiv í síni tíð bannað i
kirkjuni. Slíkt hava vit jú ilt
við at skilja í dag, sigur
Niels Pauli Danielsen, sum
eisini vísir á, at tríggjar tær
størstu
leikrørslurnar
í
Klaksvík, Emmaus, KFUM
/K og Solo Deo Gloria,
vóru við til at skipa fyri
gudstænastuni sunnukvøld-
ið.
Koyrdu
ov skjótt
Sambært ferð-
kanningunum hjá
løgregluni í Kald-
baksbotni leygar-
dagin og sunnu-
dagin, koyrdu
tveir bilførarar
ávikavist 116 og
122 kilometrar
um tíman
FERÐKANNINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bæði leygardagin og
sunnudagin
gjørdi
løgreglan
ferðkann-
ingar í Kaldbaksbotni.
Leygardagin
um
middagsleitið varð ein
bilur steðgaður, sum
koyrdi 116 kilometrar
um tíman, og sunnu-
dagin um 13.30-tíðina
varð ein annar bilur
steðgaður, sum koyrdi
122
kilometar
um
tíman.
Løgreglan sigur, at
báðir
bilførararnir
koma undir tað, sum
rópt verður treytaða
frákenning av koyri-
kortinum.
Hesir missa tó ikki
koyrikortið á stand-
andi fót, men noyðast
sum frálíður upp til
nýggja koyriroynd.
Løgreglan sigur, at
eingin bilførari varð
steðgaður leygardagin
og sunnudagin við
kenning.
Víðgongdur prestur í Christianskirkjuni:
Fosturtøkur elva til
muslimskan yvirgang
- Ólavur Miðtún, farandi
formaður í Pro Vita, tekur
fult undir við øllum tí,
Ludvig Nessa stendur fyri
- Frákoyrdi norski presturin
Ludvig Nessa
Í forhøllini fekst ymiskt upplýsandi tilfar um fosturtøku. Millum annað hesi plastikkfostrini í
ymsum støddum
C
M
Y
K
7
6