týsdagur 18. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 93 - 18. mai 2004
Nr. 93 - 18. mai 2004
9
Seinasti leygardagur
var ein merkisdagur í
føroyskari náttúru-
søgu: Fyri fyrstu ferð
í fleiri øldir eru ungar
av Okn klaktir í Før-
oyum. Oknaparið í
ovari tjørnini í við-
arlundini í Gundadali
í Havn kom út við
tveimum ungum
SVANARUNGAR
Bøgan legðist at bøla egg-
unum beint áðrenn miðjan
apríl mánaða, og steggin
hevur vart reiðrið síðan. Í
reiðrinum vóru trý egg,
men bert tvey teirra klakt-
ust.
– Fuglurin er ógvuliga
tykkin og skjarrligur hesa
tíðina. Heitt verður tí staði-
liga á tey vitjandi um ikki
at órógva oknirnar. Farið
ikki ov nær fuglinum, verið
bert á gøtunum; og haldið
ongan gang, sigur Tróndur
Leivsson,
landsskógar-
vørður.
Okn (Cygnus cygnus),
ella Sangsvanur, ella bara
Svanur, sum hann eisini
verður róptur, var búfuglur
í Føroyum fram til umleið
17. øld (Williamson 1970),
tá hann varð avoyddur. Síð-
ani kenna vit slagið bert
sum flytifugl; ið støðast
styttri ella longri bil á
vøtnum okkara vár og heyst
á síni ferð millum vetrar-
vistin, serliga í Bretlandi,
og summarvistin í Íslandi
og Norður Skandinavia. Í
Føroyum eru tríggir okna-
dalar (á Sandoynni, í Vág-
unum og í Eysturoynni).
Í viðarlundini í Gunda-
dali hava oknir verið í tjarn-
unum síðan einaferð í
sekstiárunum. Talan er um
fugl, ið, niðurundirkomin
av svongd, sjúku, sníkum
ella tílíkum, ikki hevur ork-
að at fara víðari. Skógrøkt-
in hevur síðan fingið fugl-
arnar í varðveitslu, og eftir
viðgerð hevur eydnast at
fáa nakrar av teimum at
yvirliva. Oknirnar hava tá
verðið sleptar í tjarnirnar í
viðarlundini til stóra fragd
hjá teimum vitjandi, serliga
børnunum, ið so trúliga
hava givið fuglinum breyð,
aftrat fóðrinum frá røktar-
anum.
– Fyri umleið 15 árum
síðan varð avrátt at vita, um
oknirnar í viðarlundini eis-
ini kundu nýtast til at stuðla
undir einum meira yvir-
skipaðum máli, nevniliga at
endurreisa ein nýggjan
oknastovn í Føroyum. Í
1990 komu nakrar oknir
higar úr Íslandi, men tann
royndin gav tó einki úrslit.
Seinni eru bert fuglar, fyri-
lagstir ymsastaðni í landin-
um, komnir aftrat. Hóast
nógvar royndir, er tað nú-
stani eydnast at fáa eitt par,
ið hevur vorpið troðin egg,
sigur Tróndur Leivsson,
landsskógarvørður.
Bøgan, ið nú er komin út
við tveimum ungum, er frá
1992. Anton Petersen fang-
aði hana í Vági á heysti
1992. Steggin er frá 1996.
Kurt Svendsen fangaði
hann í Sumba á vári 1997.
Parið hevur hildið til í teirri
ovaru tjørnini í viðarlundini
í Gundadali síðan 2002.
Annars er at siga, at teir
fyrstu svanirnir í viðar-
lundini í Gundadali vóru
Knópsvanur (Cygnus olor),
fingnir úr Djóragarðinum í
Keypmannahavn í fyrru
helvt av 20. øld. Hesir
fingu eisini ungar, men
slagið livir ikki vilt um
okkara leiðir; næstu bú-
fuglarnir av tí slagnum eru
at finna í Vestur Skotlandi.
Svanarungar klaktir í Plantasjuni í Havn
MARKNAÐARRÁK
Farna fríggjadag vóru tøl
fyri búskaparvøksturin í
evruøkinum
kunngjørd.
Tølini vístu, at árligi vøkst-
urin í 1. ársfj. gjørdist 1,3%
sammett við 0,6% ársfj.
frammanundan. Hóast tøl-
ini eru munandi lægri enn í
USA, vísa tey eina positiva
gongd og staðfesta, at
vøksturin í Evropu er um at
koma seg.
Størsti vøksturin hevur
verið at sæð í Fraklandi;
sum heild er tað útflutning-
ur, ið hevur økt um brutto-
tjóðarúrtøkuna í evruøkin-
um. Orsøkir eru m.a. vikn-
aða evran, ið ger evropiska
búskapin meira kapping-
arføran og framgongdin í
USA, sum hevur økt eftir-
spurning eftir m.a. evrop-
iskum vørum.
Seinasta gongdin í evrop-
iska búskapinum stuðlar
metingina um, at áður
væntaða rentulækkingin í
Evropa endaliga er avlýst.
Næsta rentuinntriv verður
ein rentuhækking, men ein
slík skal ikki væntast við
bræði.
Síðani seinasta vár er
oljuprísurin
hækkaður
meira enn 60% og hevur
seinastu dagarnar ligið om-
anfyri 40 dollarar fyri tunn-
una. Orsøkin til hækkingina
í seinastuni er, at lítið er í
oljugoymslunum í USA
samstundis sum altjóða eft-
irspurningurin er methøgur.
Møguleiki er fyri, at olju-
prísurin kann hækka meira
og hetta økir um váðan fyri,
at hesin kann tálma bú-
skaparvøksturin í Evropa, ið
júst er um at koma seg. Um
so verður kunnu lánsbræva-
rentur lækka aftur, men hó-
ast búskaparvøksturin verð-
ur lagdur undir trýst, kunnu
lægri rentur stuðla parta-
brøvunum.
Roknskapirnir, ið vóru
kunngjørdir í farnu viku,
vóru misjavnir. Meðan
Lundbeck, GN og Cisco
høvdu góð tíðindir at bera,
kunngjørdi Dell ein vána-
ligan roknskap. Hesa vik-
una kunngerða m.a. Top-
danmark, ISS, Coloplast og
Hewlett-Packard.
Bæði láns- og partabrøv
vóru sera óstøðug í farnu
viku, og hendan vikan
verður væntandi ikki øðr-
vísi. Fáar búskaparkunn-
gerðir verða og yvirgangur
er ein støðug hóttan. Real-
kreditt lánsbrøv stóðu seg
sera illa mótvegis stats-
lánsbrøvunum. Tískil kann
ein mótrørðsla væntast,
soleiðis at realkredittarnir
vinna nakað aftur.
Framgongd at hóma í Evropa
Vika 21, 2004
www.kaupthing.fo
Fuglurin er ógvuliga tykkin og skjarrligur hesa tíðina. Skógrøktin heitir tí staðiliga á tey
vitjandi um ikki at órógva oknirnar
– Farið ikki ov nær fuglinum, verið bert á gøtunum; og haldið
ongan gang, sigur Tróndur Leivsson, landsskógarvørður
Leygarmorgunin
hittust teir sjey russ-
ararnir, sum komu til
landið mikudagin, og
meginparturin av
manningini umborð
á Sigurfarinum
lagnunáttina tann
16.02.1982. Ein
kensluborin og rør-
andi løta, har fólk
ferðaðust 22 ár aftur í
tíðina og endurlivdu
óhugnaligu náttina
við Flemish Cap
SAMEINING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Í kantinuni á
Kryvjing sita menn og
kvinnur. Øll á ein ella
annan hátt samanbundin av
tilburðinum, sum fór fram í
illveðrinum við Flemish
Cap í februar í 1982.
Prátið gongur stillisliga
fyri seg, og fólk eru ógvu-
liga varin. Tað er onki at
ivast í, at her er talan um
eina hending, sum menn
hava barst fyri at leggja
aftur um seg og, sum nú
skal fram aftur í ljósið.
Tó letur til, at øll eru á
einum máli um, at hetta
bara er gott fyri øll. Ein
møguleiki at fáa endað
nakað, sum tá og enn tann
dag í dag tykist púra óskill-
igt.
Tað, at so nógvir mans
lótu lív, er í sjálvum sær ein
sorgarleikur, men meðan
menn greiða frá tilburðin-
um við Flemish Cap verður
tað alsamt greiðari og
greiðari fyri einum, hvussu
meiningsleyst hetta í veru-
leikanum var. Og hvat fyri
kenslum og minnum hesir
26 tá blaðungu menn hava
gingið við øll árini.
Onkrir einkultir smálutir
verða nevndir, sum eru nóg
mikið til at fáa tað at renna
kalt niður eftir rygginum á
einum.
Vildu ikki hava hjálp
Lítið er at ivast í, at tankin,
sum hevur fylt mest í teirra
sinni er, at teir kundu havt
bjargað so nógv fleiri av
russisku manningini.
Tí tað var nevniliga so-
leiðis, at russararnir ikki
vildu hava hjálp frá føroy-
ingunum. Teir høvdu sam-
band við eitt annað russiskt
skip, sum var fleiri tímar
frá teimum. Og tí skipinum
vildu teir so bíða eftir
heldur enn at fara umborð á
Sigurfari. Tískil kundi før-
oyska
manningin
onki
annað gera, enn at hyggja
at, meðan skipið spakuliga
sakk undir russisku mann-
ingini.
Ikki fyrr enn tað stóð við
gronini niður í sjógvin, og
umleið helmingurin var
farið undir, valdu teir at
leypa í ísakalda sjógvin.
Og tá var tað, at mann-
ingin á Sigurfarinum fór í
holt við at hjálpa teimum
upp úr sjónum, men tá var
tað tíverri ov seint fyri
meginpartin av russisku
manningini. Einans fimm
teirra vóru á lívi, tá teir
vóru komnir umborð. 14 lík
tók føroyska manningin
eisini upp. Og seinni doyði
ein av teimum fimm um-
borð á Sigurfarinum. Og
tað var einkjan eftir tann
mannin, sum var millum
tey sjey í ferðalagnum.
– Hatta var púrasta
óskilligt fyri okkum og so
ræðuligt bert at standa og
hyggja at og onki fáa gjørt.
Tað ber yvirhøvur ikki til at
greiða frá hesum, tað má
upplivast, sigur Árni, ein av
føroysku manningini, eftir
at prátið hevur gingið
stillisliga aftur og fram eina
løtu.
Hann og Sólarn sita sam-
an við konunum við sama
borð og minnast hesa nátt-
ina. Teir siga, at teir kendu
báðar russararnar aftur
beinanvegin, tá teir sóu teir
hendan morgunin. Og tað
lat eisini til, at russararnir
kendu onkran av manning-
ini aftur.
Russiski
stýrimaðurin
kendi kokkin aftur beinan-
vegin. Og so mannin, hvørs
koyggju hann svav í og
fekk heit og turr klæðir frá
aftaná.
Á ein ella annan hátt so
er tað hugtakandi bert at
sita og lurta, meðan menn
sita og tosa um hetta.
Hvussu eftirtíðin var og so
framvegis. Og hóast alt var
ein sorgarleikur, so er
hendan løtan á Kryvjivirk-
inum ein sera lívsjáttandi
løta, har tøkkin fyri lívið er
í hásætinum. Sorgartár
blandað saman við gleðis-
tárum
samstundis
sum
menn tosa um hesa ræðu-
ligu náttina, sum hevur
merkt teir fyri lívið.
Ongin kreppuhjálp
Um ein slík hending hevði
farið fram í dag, so hevði
skipið siglt inn og menn
fingið kreppuhjálp. Ella
fingið kreppuhjálp umborð.
Men tað var ikki galdandi
fyri 22 árum síðani.
Sólarn, Árni og hinir 24
umborð á Sigurfarinum
fóru beint í fiskiskap aftur,
tá eitt skip var komið eftir
monnunum, sum teir høvdu
tikið upp.
Deyðatøgn var millum
menn í fleiri dagar eftir
hendingina. Tað tók langa
tíð, áðrenn samrøður vórðu
førdar millum menn aftur.
Og teir komu ikki aftur til
Klaksvíkar fyrr enn tríggjar
mánaðir seinni.
Stutt áðrenn norðoya-
stevnu í 1982 kom Sigur-
fari aftur til Klaksvíkar.
Stórfingin móttøka var fyri
teimum, og tað fekk døpru
hendingina at fara í bak-
ljósið eina stund. Men
hóast tað so mundi hon
mangan spøkja aftur hjá
teimum. Og tað viðganga
eisini fleiri, at hon hevur og
enn ger tann dag í dag.
– Serliga um ein hoyrir
um aðrar líknandi hending-
ar, ella sær okkurt í sjón-
varpinum, so kann ein gott
verða rørdur av tí. Eisini
um tað er illveður, og ein er
burtur, tá rennur hesin
tilburðurin einum aftur í
huga, greiðir Árni frá.
Teir duga ikki at greiða
frá, hvussu lívið helt fram
eftir tað, men tað gjørdi tað
bara.
Sigurfari brann
Ein hending sum eisini
fekk menn á aðrar tankar
beint eftir, at teir vóru
komnir heim var, at eldur
kom í Sigurfari. Mánadagin
eftir norðoyastevnu kom
eldur í skipið, og fór tað
rættuliga illa. Hetta gjørdi
so samstundis tað, at støðg-
urin heima eftir hendan
minniliga túrin, gjørdist
nógv longri enn ætlað.
Men sum sagt manningin
hevur ongantíð tosað nakað
serligt um tilburðin við
Flemish Cap síðani. Okkurt
einkult dømi, har onkrir
hava tilvildarliga hitst, kom
tosið inn á hendingina, men
ikki nakað, sum varð
skipað.
Ikki fyrr enn leygardagin
15. mai 2004 - 22 ár eftir
hendingina - á Kryvjivirk-
inum í Klaksvík, har fólk
fingu tosað nøkur viður-
skifti í gjøgnum og fingu
vónina um, at ein endi nú
kann fáast á hesum.
Minnunum fara menn
helst altíð at liva við, men
kanska hendan sameiningin
gjørdi sítt til, at tað verður
lættari framyvir. Bæði fyri
russararnar og føroyingar-
nar.
Russarar og manningin á Sigurfarinum:
Fingu tosað um lagnutilburðin
Ein av manningini á Sigurfarinum og russiski stýrimaðurin.
Russiski stýrimaðurin hevur havt samband við skiparan
Mikkjal Olsen javnan upp gjøgnum árini
Myndir frá tí minniliga túrinum lógu á einum borði, og eftir
at Mikkjal hevði boðað frá, at tær vóru har, fóru fólk at hyggja
at teimum
Spakuliga kom gongd á prátið millum føroyingarnar og russararnar. Og við hjálp frá tulki gekk tað væl at halda gongd í samrøðunum
C
M
Y
K
9
8