týsdagur 18. mai 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 93 - 18. mai 2004
Nr. 93 - 18. mai 2004
11
Uttan mun til hvørt vit eru fyri ella ímóti
kongshúsi, uttan mun til um vit heldur vilja
hava republikk við fólkavaldum forseta, so
fegnast flest øll um kongaliga giftarmálið tann
14. mai í Keypmannahavn. Føroyingar flestir
uttan mun til politiskan lit eru rættiliga konga-
trúgvir. Hetta gongur heilt aftur til gamlar
dagar, tá landsmenn vendu sær til kongs, tá ið
teir høvdu verið illa viðfarnir av kongsins egnu
embætismonnum. Hóast politiskar ósemjur, so
tykist tað sum flestallir føroyingar eru góðir við
okkara felags kongshús. Tá Margretha, drotn-
ing vitjar, fer maður av húsi at fagna hátignini
uttan mun til politiskan lit ella annan meinings-
mun. Tað var tí heldur valla av tilvild, at
fullveldisætlanin fevndi um varðveitlsu av
felags kongahúsinum.
Seinasta fríggjadag sótu flestøll sum undir
lestri, meðan Fríðrikkur og Mary Donaldson
vórðu samanlisin. Hetta var eitt sera vakurt og
tignarligt hátíðarhald, og einki løgið er í, at
einki eyga var turt kring kongsríkið. Nú kemur
so gerandisdagurin, og nýggja parið skal standa
sína roynd. Tað er eingin løtt uppgáva at røkja
ein túsundáragamlan stovn sum kongsvaldið í
eini tíð við krøvum um økta demokratisering
og støðugt skjótari nútímansgerð av samfelag-
num. Men so løgið tað ljóðar, gerast røddirnar,
sum krevja forseta heldur enn kong, færri og
færri.
Hetta stavar ivaleyst frá fleiri orsøkum. Vit liva
í eini tíð, sum krevur upplivingar, kenslur og
súmbolir. Av somu orsøk leingist fólki eftir
positivum súmbolum og upplivingum. Afturat
hesum kemur, at danska kongshúsið hevur
dugað at laga seg eftir skiftandi tíðum og skift-
andi samfelagsumstøðum. Tað, sum ivaleyst
hevur havt størsta týdingin, er, at kongshúsið
hevur skilt og virt sína ópolitisku støðu
sambært grundlógini. Kongshúsið hevur bert
savnandi, umboðandi og súmbolskan týdning.
So leingi kongshúsið heldur seg til hesar
meginreglur, verður tað góðtikið sum ein
týðandi partur av fólkaræðinum. Alt bendir á, at
Fríðrikkur og Mary eru framúr væl skikkað til
henda leiklut, og tí tykist kongshúsið at hava
góðan byrð í eini tíð, har annars alt broytist. Vit
ynskja kongliga brúðarparinum til lukku og
vóna, at hjúnarlagið skal vera til gagns fyri lond
og ríki. Og vit vóna somuleiðis at síggja tey í
Føroyum um ikki so langa tíð. Tey skulu vera
hjartaliga vælkomin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tillukku!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í summar er Forn-
minnissavnið opið
hvønn dag frá sunnu-
degi 16. mai til
sunnudag 12. sep-
tember, bæði fram-
sýningarnar í Brekku-
túni og útisavnið í
Hoyvík
SAVN
Leygardag og sunnudag er
opið frá kl. 14 til 17, meðan
tað gerandisdagar er opið
frá kl. 10 til kl. 17. Fyrsta
hvítusunnudag er stongt,
men aðrar heilidagar er
opið sum sunnudag.
Ein lítil broyting er, með-
an fiskivinnuframsýningin
stendur í gerð.
Seinni í summar letur
upp ein gestaframsýning,
nevnd "Úrtøka úr felags
havi".
Fyri at gera savnið meiri
atkomiligt hjá rørslubrek-
aðum, fingu vit í 3. de-
sember í fjør, sum er dagur
teirra brekaðu, sett eina
lyftu upp, so at møguligt er
hjá fólki í koyristóli at
sleppa inn í allar partar av
framsýningini.
Sum nakað nýtt hava vit
nú enn fleir bøkur í sølu-
búðini í framsýningini, eins
og ymisk postkort verða til
sølu. Um stutta tíð ber til
hjá vitjandi at rinda við
gjaldkorti.
Nýggja heimasíðan hjá
fornminnissavninum hevur
bústaðin: www.natmus.fo
Ætlanin er at heimasíðan
verður brott og víðkað alla
tíðina, so áhugað kunnu fáa
sær kunnleika um savnið
og virksemi hjá savninum
eisini henda vegin.
Millum annað er í um-
búna at leggja stóra mynda-
savnið hjá savninum út á
heimasíðuna.
– Ferðast í egnum landi -
frí í Føroyum - vitja søvn-
ini, sigur Regin Debess,
savnslærari í tíðindaskrivi.
Christian Weihe
Júst afturkomin á einum
hugnaligum túri við At-
lantic, har flogternurnar
vóru sera fyrikomandi.
Tænastan umborð var í
topp, snøgt sagt einki at
klaga um.
Sá síðan í Degi og Viku,
at Atlantsflog hevði havt
aðalfund, og teir kundu
leggja ein positivan rokni-
skap fram. Hettar er sera
gott, og er at gleðast yvir,
serliga í hesum tíðum har
tey flestu flogfeløgini hava
hall.
Tað er sera gott at før-
oyingar stuðla sínum felag.
Men, tað er vandi í hvørjari
vælferð.
Maersk
hevur
flogið
uppá Føroyar í nógv ár, og
hava teir ivaleyst havt stórt
yvirskot á hesi rutuni, øll
tey árini teir vóru einsa-
mallir. Prísirnir lækkaðu
ikki fyrr enn Atlantsflog
byrjaði.
Tað sær út til at ganga
tann skeiva vegin við
ferðafólki hjá Maersk, og
tann positiva vegin hjá
Atlantsflog. Hetta skuldi
bert verið at glett seg yvir.
Men gevst Maersk at
flúgva uppá Føroyar, tí ov
fá flúgva við teimum, fara
prísirnir nokk tann øvugta
vegin fyri tey ferðandi.
Leiðslan í felagnum, sum
verður eftir, skal nokk duga
at koma við einari góðari
grundgeving, hví prísirnir
skulu hækka.
Tað er gott, at vit før-
oyingar standa saman um
okkara felag, men spurn-
ingurin er so um vit standa
so væl saman, at prísirnir
fara at hækka.
Tí er spurningurin, um
tey sum flúgva, ikki burdu
skift eitt sindur millum
feløgini, so bæði vera ver-
andi á marknaðinum. Tá
verður framhaldandi kapp-
ing, til fyrimun fyri ferða-
fólkini.
Atlantsflog, Maersk ella bæði
Opið hús á fornminnissavninum hvønn
sunnudag í summar
LISA – Listafólkasam-
band Føroya – skipar fyri
skeiði um at fara út á
altjóða tónaleikarapallin -
Konsertferð og marknað-
arføring.
Skeiðið verður í Pætur-
sarstovu týskvøldið 25.
mai kl.19, har Sigrid J.
Dalsgaard, samskipari hjá
TÝR, og Kristian Blak frá
TUTL siga frá sínum
royndum viðvíkjandi at
skipa fyri konsertferðum,
marknðarføring
og
at
skapa sølumarknað uttan-
lands.
Um at útflyta tónleik
Jacob Vestergaard
Hergeir Nielsen heldur
áfram at verja framferðar-
háttin viðvíkjandi ætlaða
meginbókasavninum. Ein
framferðarháttur,
sum
beindi fyri savninum.
Serliga
hugtakið
um
meginbókasavnið kom úr
erva, sigur Hergeir Nielsen,
og satt er tað. Í staðin fyri at
leggja
hugskotið
fyri
kommunurnar, sum skuldu
bera ætlanini uppi fíggjar-
liga, var var ætlanin at
trýsta savnið niður yvir
kommunurnar.
Landsbókavørurin, sum
var ein av høvuðsmonnun-
um aftan fyri bókasavns-
lógina og ætlanina við
meginbókasavninum, sigur
m.a. soleiðis í fundarfrá-
greiðing aftan á fundin í
Stórapakkhúsi: "Ynskir ein
kommuna,
av
onkrari
orsøk, ikki at virka í einum
slíkum samstarvi, so má
hetta takast upp til viðgerð
á øðrum stað, og so kann
tjakast og støða takast til,
um hetta eigur at fáa fylgjur
og møguliga hvørjar. - Er
tað ikki nettupp í hesum
førinum, at tað er so um-
ráðandi, at vit hava eitt
lógarverk, sum sigur, at so-
leiðis verður tað, punktum
finale."
Hetta er greið tala, og
seinri í somu frágreiðing
verður hildið áfram: "Tað,
at ein pinkukommuna ong-
an bókasavnspolitikk hevur
ella bara hevur ein vána-
ligan politikk á økinum,
kann ikki forða einari størri
kommunu í at økja um sítt
bókasavnsvirksemi. Verður
hetta endin, er tað tað sama
sum at siga, at sumbingar
skulu ikki hava játtan til
eina bakkaverju, tí hvørki
vágbingar ella tvørámenn
hava brúk fyri eini slík-
ari!!??"
Tey sum loyva sær at
hava eina aðra hugsan
mugu ruddast av vegnum
beinan vegin, sum tað eisini
framgongur av frágreið-
ingini, har sagt verður:
"Mín hægsta vón er tí, at
Mentamálaráðið,
Vágs
kommuna og vit øll fáa
ruddað hetta grúsið av
vegnum umgangandi".
Hví
Hergeir
Nielsen
verjir slíka niðurgerð av
kommununum í Suður-
oynni, er ilt at meta um.
Hann átti heldur at átala
slíkan ágang, sum jú beinir
fyri øllum samstarvsvilja.
Ongin
suðuroyingur,
heldur ikki Jacob Vester-
gaard ella lærarar við
miðnámsskúlan, eru ímóti,
at bókasavn verður bygt í
Vági. Tað sum lærararnir
vóru ímóti, var at blanda
meginbókasavnið
uppí
miðnámsskúlan, ella rætt-
ari, bókasavnið á skúlan-
um.
Hetta framgongur av
fleiri skrivum, sum liggja í
málinum, m.a. skrivið frá
læraraumboðnum,
sent
tann 28. mai 2002 til lands-
stýrismannin í mentamál-
um, har sagt verður m.a.:
"Men lærararáðið á Mið-
námsskúlanum meinar ikki,
at mynduleikarnir eiga at
blanda hesar tørvir saman í
eitt bókasavn, sum sam-
stundis er alment bóka-
savn".
Í brævi til Mentamála-
ráðið, dagfest 4. juli 2002,
viðgerð sama læraraumboð
spurningin, og sigur m.a. í
samandráttinum:
"Mælt
verður frá at blanda nýggja
bókasavnið og skúlabóka-
savns
Miðnámsskúlans
saman - og á nakran hátt at
lata tey treyta hvørt annað,
tí tað kann fáa keðiligar
avleiðingar fyri Miðnáms-
skúlan, so hann ikki fær
nýtt sítt egna bókasavn til
fulnar".
Jacob Vestergaard hevur
ikki uppfunnið nøkur "ser-
lig prinsippur" at byggja
bókasøvn eftir. Tað "serliga
prinsippið" um meginbóka-
søvn
var
uppfunnið
í
Mentamálaráðnum.
Tað "serliga prinsippið",
sum Hergeir Nielsen nevn-
ir, er uppfunnið fyri langari
tíð síðan, og var nýtt tá
landsbókasavnið var bygt.
Landsbókasavnið hevur
til uppgávu at veita tænast-
ur kring alt landið, og tí var
tað heilt náttúrligt, at ein
deild av landsbókasavnin-
um var bygd í Suðuroynni.
Vit gjalda jú øll til lands-
bókasavnið, men fáa ikki
somu tænastu sum tey, ið
búgva kring landsbóka-
savnið. Tí er tað ein sjálv-
søgd uppgáva hjá landin-
um, at veita øllum somu
tænastu á bókasavnsøkin-
um.
Hergeir
Nielsen
veit
sjálvsagt, at miðnámsskúlin
í Suðuroynni hevði fremstu
raðfesting, og hevði verið
komin væl longur ávegin,
sum ætlanin við megin-
bókasavninum ikki var
tengd uppí verkætlanina.
Fólkaflokkurin og and-
støðan hava sjálvtsagt ikki
roynt at boykotta miðnáms-
skúlan, sum Hergeir Niel-
sen vil verða við.
Tað er ikki gott at vita
hvørjum politiskum um-
hvørvi Hergeir Nielsen
ferðast í. Samstundis sum
hann tosar um breiðan upp-
bakning í Løgtinginum fyri
miðnámsskúlanum, leggur
hann Fólkaflokkin og tá-
verandi andstøðuna undir at
hava roynt at boykotta mið-
námsskúlan. Hetta hongur
als ikki saman, Hergeir
Nielsen.
Suðuroyggin var veruliga
sett á Føroyakortið undir
síðstu samgongu, sigur
Hergeir Nielsen, og satt er
tað. Hann gloymur bert at
upplýsa, at tað var Fólka-
flokkurin
sum
umsat
vinnumál, og stóð fyri
teimum stóru íløgunum.
Burtursæð frá miðnáms-
skúlanum og meginbóka-
savninum,
er
ivasamt
hvussu stóran leiklut Her-
geir Nielsen hevur havt í
hesum framtøkunum fyri
Suðuroynna. Hansara ser-
ligi arbeiðsháttur setur av-
markingar í so máta.
Handfaringin av teimum
málunum sum Fólkaflokk-
urin hevði við at gera, var
munandi betur enn hand-
faringin av málinum um
miðnámsskúlan/meginbóka
savnið. Tað er nýggi Smyril
eitt gott dømi um.
Ætlanin
viðvíkjandi
Smyrli var løgd fyri suður-
oyingar á almennum fundi,
har suðuroyingar sluppu at
siga sína hugsan. Suður-
oyingar gjørdu vart við seg,
og komu við ymiskum
broytingum,
sum
blivu
tiknar til eftirtektar. Smyril
bleiv "skraddaraseymaður"
til tørvin hjá suðuroyingur,
og áðrenn arbeiði var sett í
gongd, var endaliga verk-
ætlanin løgd fyri suður-
oyingar á almennum fundi.
Hevði sami framferða-
rháttur verið nýttur viðvíkj-
andi miðnámsskúlanum og
meginbókasavninum, hevði
støðan ivaleyst verið ein
onnur.
Trupuleikin við megin-
bókasavninum var jú, at
bert Vágs- og Fámjins
kommuna vildu verða við í
ætlanini, tá av tornaði. Tað í
sær sjálvum átti at sagt
Hergeir Nielsen, at fram-
ferðarhátturin var skeivur.
Fuglurin, sum Hergeir
Nielsen "helt" seg hava í
hondini, var ikki har, - hann
var ikki í eygsjón. At
"halda" seg hava tað rætta
tilboði, er snøgt sagt ikki
gott nokk. Heimaarbeiði
var ikki nóg væl gjørt, tí
"hvarv savnið".
Eg skilji væl at Hergeir
Nielsen følir avmegd. Teir
settu sær stór mál, men
politiski førleikin stóð ikki
mát við ætlaninar.
Hvørjum Hergeir Nielsen
hevur ilt av, er ikki gott at
vita, men okkurt er tað,
sum liggur aftanfyri skriv-
ing hansara. Eg skal ikki
fara at gita, hvør orsøkin er,
men at leggja meg undir at
hava ilt av onkrum í Vági,
er at skjóta út í tóman heim,
og kann ikki byggja á
annað enn óndsinnaðan
hugsunarhátt.
Eg fegnist um øll framtøk
í Vági, og vóni, at tær
ætlanir, sum eru stungnar út
í kortið, fara at vinna
frama, og koma at menna
Vág aftur vinnuliga.
Hergeir Nielsen hevur
verið í landspolitikki síðan
síðst í 70-árunum, og hóast
avrikini ikki hava verið
mong, er ymiskt ein kundi
trivið í, men slíkt tænur
neyvan nøkrum endamáli,
og verður tí ikki gjørt her.
Politiski avrikini kunnu
vera ymisk, og eru tengd at,
hvørjum ein er í samgongu
við. Sjálvur var eg lands-
stýrismaður fyri alt landið,
og ikki bert fyri Suður-
oynna. Hergeir Nielsen
kundi kanska útgreina hvat
hann hugsar um, tá hann
nevnir, at lansstýrismaðurin
í fiskivinnumálum "vóð í
møguleikum".
Suðuroyggin, og serliga
sunnara helvt av oynni,
hevur ongantíð havt størri
brúk fyri politiskari vælvild
enn nú.
Tí kann eg endurtaka, at
allar góðar kreftir í Suður-
oynni, eisini Hergeir Niel-
sen, eiga at standa saman
um oynna, fyri at vinna
Suðuroynni frama.
Tað skal verða mín vón,
at onkur av teimum ætlan-
unum, sum fyriliggja, fara
at bera ávøkstur.
Thormann Kruse
Hin 14. mai varð rikið av
bønum. Tá hevði seyðurin
ikki bitirætt í bøi og inn-
angarðsjørð longur, smb.
Hagalógini. Men ongin
grund er at bera skjótt at.
Nú gróðurin er komin
rættuliga fyri seg, gerast
lombini næstan 100g tyngri
hvønn dag. Gingu tey á
bønum alt summarið, vig-
aðu tey 10 kg meir í meðal!
Soleiðis sigur Bolli við
meg, meðan hann hyggur út
á bøin, har lombini spæla.
Hugsa tær, at fáa lomb
uppá 50 pund í miðal! Eg
hyggi eitt sindur spyrjandi
uppá hann, og mutli okkur
sum:
so
verður
onki
hoyggja? Nei nei. Tað er
ikki neyðugt. Vit keypa
bara eitt sindur av hoyggji.
Tað er ikki so dýrt, og so
kraftfóður, tað skulu vit
hava allíkaval!
Hvussu við eplunum,
spyrji eg. Tað er ongin sum
tímir at fáast við epli
longur. Tað keypa vit eisini
fyri næstan onki. Tað er
ikki ómakin vert at fjasa
við epli!
Eg gerist hugsunarsamur.
Man meting Bolla vera al-
ment galdandi? Man mein-
igi føroyingurin hava slept
síni mentan? Og ber tað til
bara at lata vera við at reka
seyðin av bønum?
Túe Bolli, sigi eg. Kann
man bara lata seyðin vera á
bønum alt summarið? Hví
ikki? Hagalógin sigur onki
um at tað ikki ber til. Bert
at um 2/3 av eigarunum
ikki eru samdir um at gera
tað soleiðis, so geri eg tað
bara soleiðis, sum tað pass-
ar mær.
Men er onki eftirlit við at
Hagalógin verður hildin?
Nei nei. Bygdaráði hevur
valgt eina hegnsýnisnevnd
og har eri eg formaður. Tí
kann eg gera sum mær
listir.
Jamen. Eru ongar avleið-
ingar av hesum? spyrji eg.
Nei! ongar. Um onkur
dummur hundur ikki er
samdur við mær, kann hann
klaga til Landbúnaðar-
stevnuna. Tað ganga fleiri
ár ímillum at henda kemur
saman – so leingi, at táið
hon endiliga er sett, so veit
man ikki hví, og so fer hvør
til sín.
Eg skilji onki av hesum.
Og allíkavæl skilji eg alt
nógv betur nú. Soleiðis er
tað nógv einfaldari: Onki
við at lata portrini upp á
midnátt hin 24. Oktober,
Ongir garðar og hegn at
halda við líka, Ongi epli at
hugsa um og onki at
hoyggja.
Bara
stór
lomb
til
heystar.
Michael Gram
Sørvágur
I et brev til Mentamála-
ráðið i det tidlige forår
redegjorde jeg for det
urimelige i, at skoleplig-
tige børn skal betale fuld
pris for brug af de of-
fentlige transportmidler
ved kørsel til og fra
praktikpladser i 9. og 10.
skoleårgang.
Det er ingen overrask-
else, at det største udvalg
af praktikpladser fore-
findes i Tórshavn. Om-
vendt har de fleste byg-
der ikke mange attraktive
erhvervspladser at til-
byde unge mennesker.
14 dages praktik er i
nogle tilfælde forbundet
med udgifter, der over-
stiger 2.000 kr. Da der er
undervisningspligt, og
dermed også pligt til at
søge praktikplads, er det
i mange tilfælde en stor
økonomisk byrde at på-
lægge børn i 15-16 års
alderen.
Mentamálaráðið svar-
ede, at det ikke vedkom
Landsstyret at bevilge
rabat på det offentlige
transportsystem i denne
forbindelse, idet børnene
hører under det kommu-
nale skolesystem. Trods
det faktum, at det er
Landsstyret, der »scorer
kassen«, skubber man
altså aben over på kom-
munernes skuldre.
Sørvågs
Kommune
skrev i et svar på fore-
spørgsel om muligheden
for at opnå rabatordn-
inger (med henvisning til
brevet sendt til Menta-
málaráðið) at man ikke
ville give støtte til prakti-
kanter, »fordi normal
praksis foreskriver, at
forældre til børn, som
vælger at søge praktik-
plads uden for øen, selv
betaler transportudgift-
erne«. Altså: Et nej, fordi
»det plejer vi ikke at
gøre«. Ingen argumenta-
tion. Minder mest om, at
man som barn på fore-
spørgsel om hvorfor, blev
spist af med ordene:
»Fordi jeg siger det!«.
Dette læserbrev skal
være en opfordring til
Mentamálaráðið om at
etablere en rabatordning
til praktikanter i 9. og 10.
klasse i lighed med den,
som studerende på de
højere niveauer benytter.
Samtidig skal jeg op-
fordre Sørvågs Kom-
mune til at yde lidt bedre
service, når en borger gør
sig den umage at bruge
flere linier på at argu-
mentere for sit budskab.
Det er ikke befordrende
for dialogen –ej heller
forståelsen at blive spist
af på den måde.
VIÐMERKINGAR
Eigur at verða bíligari
hjá næmingum í
starvsvenjing at ferðast
Seinasta viðmerkingin til Hergeir Nielsen
Stór lomb
C
M
Y
K
11
10