Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 93 - 18. mai 2004 Nr. 93 - 18. mai 2004 13 Høng Gymnasium 3/97 (96%) PDF Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3780 Navn: Sp/f Kósabúðin Adressa: Stangavegur 90, FO-700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 10.05.2004 Viðtøkudato: 10.05.2004 Kapitalur: Kr. 101.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 101.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Hansina Hansen, Stangavegur 90, FO-700 Klaksvík. Stjórn: Malena Andreasen, Uppsalagøta 37, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.01.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil og annað virksemi sum er tengt at hesum vinnum. Skráseting Føroya tann 14. mai 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3779 Navn: Sp/f Mentor Adressa: Børkugøta 29, FO- 100 Tórshavn Kommuna: FO-100 Tórshavn Stovningardato: 13.05.2004 Viðtøkudato: 13.05.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Heini Hátún, Børkugøta 29, FO-100 Tórshavn. Stjórn: Heini Hátún, Børkugøta 29, FO-100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: Sp/f Revisión, v/Kaj Joensen, Stoffalág 4, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 13.05.2004 - 31.12.2005 Endamál: Endamál felagsins er at veita leiðsluráðgeving til almennan og privatan sektor við atliti at gagnnýtslu av KT og framkomnum rakstrarhættum og skipanum, umfram annað virki í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 14. mai 2004 Kristin Balle _______________________ Fráboðan um umhvørvis- góðkenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsu- frøðiliga starvsstovan tann 14. mai 2004, við heimild í grein 26 í løg- tingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um um- hvørvisvernd og kunn- gerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: vindmyllum hjá SEV í Neshaga Góðkenningin liggur alment frammi á Heilsufrøðiligu starvs- stovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýris- mannin í umhvørvis- málum. Møgulig kæra skal sendast Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, www.hfs.fo. www.hfs.fo Heilsufrøðiliga starvsstovan www.sosialurin.fo Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Minningarorð um abba mín Viggo Alfred Kjærbo 11.10.1920 20.04.2004 Góði abbi. Tað verður aldri tað sama at koma til Sumbiar aftur og ikki kunna síggja teg standa í durinum og taka ímóti mær, tá eg komi suður at vitja. Tað verður undarligt at fara oman í køkin á døgurðatíð og ikki síggja teg standa í klædnings- buksum, undirtroyggju og kolli og rokast við at fáa døgurðan lidnan til tíðina. Ja, tað var tín uppgáva og eingin slapp at taka hana frá tær. Og hana røktaði tú væl, líka til tann dagin tú fór úr Sumba fyri síðstu ferð. Tá alt var liðugt plagdu vit bæði at taka okkum av uppvaskinum, tú vaskaði upp og eg turkaði av. Tá plagdu tú ofta at siga hesi orð: »Ogor beði skuldi fari og arbeitt á einum hotelli, tey hevði ikki fingið betri arbeiðsfólk, sjálvt um annað er hálva- vegna ørt…« Tá kundi eg ikki lata vera at smírast. Men soleiðis vart tú, altíð klárur við onkrum stutt- ligum kommentari. Tað, sum eg altíð gleddi meg mest til, var eftir at alt var »fallið til ró«. Tá plagdu vit at seta okkum at práta um ymiskt. Tú var altíð líka interesseraður at lurta eftir mær, tá eg spurdi og bað teg fortelja mær um tíni ungdómsár undir krígnum. Eftir eina løtu fekk eg altíð eina stuttliga og spennandi søgu at hoyra. Ja, tað var mangan at eg flenti leingi eftir somu søgu, oftast allan dagin. Men nú ert tú farin, eg kann ikki rættiliga fata tað. Men eg kann samstundis gleðast um, at tú endiliga hevur fingið frið og at tú nú ert heima, har sum tú altíð tosaði um. Tað, sum lá tær so nær á hjarta: at sleppa heim til himmals at møta Gudi, andlit til andlit, og møta teimum, sum stóðu tær nær í lívinum, tína elskaðu konu, sum fór undan tær. Nú eru tit endiliga saman aftur. Tað er ikki so lítið, sum eg havi lært av abba mínum. Og eg fari altíð at minnast ta tíðina, eg hevði saman við honum, sum eina ríka tíð, fulla av minnum, sum eg ikki hevði viljað býtt um við nakað her á jørð. Men ein troyst er tó, ein dag skulu vit møtast aftur. Men inntil tá eru tað minnini, sum altíð, saman við abbanum, fara at liva víðari inni í mær. Vanja C. Joensen Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, ið mintust okkum á silvurbrúdleypsdegnum 5. mai. John og Ingvør Tá brúktbilasølan Bilfríðk- an læt upp á Hjalla leygar- dagin, var ein málninga- framsýning hjá Eli Smith sýnd fram í framsýningar- hølinum. Talan er um nakrar máln- ingar, sum eru gjørdir úr tilfari úr føroysku náttúruni og sum skulu sýnast fram í Helsingør og Frederiks- værk seinni í ár. Opið er frá mándag til fríggjadag millum kl. 8 og 16, og málningaframsýn- ingin verður í tríggjar vikur. Eli Smith á Hjalla Í kvøld heldur Eyðun Eliassen, arkitektur, fyrilestur um spanska listarmannin, Eduardo Chillida í Skálanum í Komm- unuskúlanum í Havn FYRIELSTUR Eyðun Eliasen, arkitektur, var í fjør í spanska partin- um av Baskaralandinum á námsferð fyri at kunna seg um listamannin Eduardo Chillida. Chillida (1924-2001) er so at siga ókendur um okk- ara leiðir, sjálvt um hann verður javnsettur fremstu listafólkini seinastu øldina. Serliga hava skulpturar hansara vakt ans. Verkini hava eitt einfalt; men sera máttmikið skap. Spæl og kompositiónir av tí massiva mótvegis tí opna, meistrar Chillida sum fáur. Hesum evni arbeiðir hann við í allari síni list. Í bygningum, skulpturum, stórum sum smáum. Á eldri døgum førdi hann sama evni inn í pappírs- og klæðisverk. Eduardo Chillida las byggilist í nøkur ár; men gavst. Hann vildi arbeiða leysari av nýtslukrøvunum innan byggilistina og legði tí á listarliga bógvin. Lista- verk hansara hava tó flest øll rót í byggilistini. Summi í tilfari og viðgerð, onnur í stødd og sambandi við um- hvørvið. Býar- sum lands- lagsumhvørvið. Eitt av seinastu stórverk- um hansara er ein verk- ætlan við stórbærum rúm- um inni í fjalli á Kanarisku oyggjunum. Fyrilesturin er almennur og ókeypis verður í Komm- unuskúlaauluni í Havn, týsd. 18. mai, kl. 19:30. Kveiki, ein tiltaksbólkur undir Arkitektafelag Før- oya, skipar fyri fyrilestrin- um. Eyðun Eliasen heldur fyrilestur um Eduardo Chillida Politiið fer nú, sum undanfarnu ár, í holt við eitt átak – at kanna bilar við ser- ligum atliti til píka- dekk, trygdarbelti og um bilarnir annars eru í góðum standi TÍÐINDASKRIV Eftir 1. mai er ikki loyvt at koyra við píkadekkum. Politiið vil minna á, at ferðsla og trygd neyvan kunnu skiljast at. Tað er ikki nokk bert at kanna ak- farið. Møgulig brek mugu rættast, líkamikið hvørji tey eru. Tað er eisini ódýrari bert at gjalda umvælingina – og sleppa undan bótini. Tær sokallaðu grein 13 kanningarnar hjá politinum byrja um alt landið mána- dagin 24. mai 2004 og halda fram í 14 dagar. Aftaná verða stakkann- ingar, men tá verður ikki sagt frá frammanundan. Dagurin 18. mai. Eirikur, deyður umleið 1160. Svenski kongurin Eirikur IX Jeðvarðson, sum varð myrdur av danska prinsinum Magnusi og hansara monnum í Uppsala dómkirkju. Eirikur varð virdur sum svenskt tjóðhalgimenni alla miðøld. Navnið er norrønt og merkir hann sum ræður eina ella æviga. Grein 13 kanningar byrja komandi viku C M Y K 13 12 Høng Gymnasium og HF www.hoeng-gymhf.dk tlf.:+45 5885 2636 Á Høng Gymnasium hendur tað eisini naka, tá ið klokkan hevður ringt út Gymnasium og HF – skeið við kostdeild. Ring ella hygg á heimasíðu okkara.