týsdagur 18. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 18. mai 2004
15
FØROYA HANDILSSKÚLI
Postsmoga 177 · 110 Tórshavn · Tel 317177 · Telefax 313374
Kambsdalur · 530 Fuglafjørður · Tel 444900
444901
· Telefax
Heimasíða skúlans: www.fh.fo
HD - 1.partur
í Føroyum
FØROYA HANDILSSKÚLI
team85 • 358000
Treytað av nóg stórari luttøku verður í heyst aftur farið undir HD
1.part. HD 1. partur er ein grundleggjandi ástøðilig innføring í læru-
greinirnar Vinnubúskapur, Samfelagsbúskapur, Hagfrøði,Vinnulívs-
rættur,Vinnubúskaparligur háttur og KT & búskapur.
Møguleiki er at lesa HD 1. part sum eina samlaða útbúgving við at
fylgja øllum lærugreinunum ella at taka stakar lærugreinir eftir tørvi.
Vinnubúskapur:
Mánadag
Kl. 16.00 19.10
Hagfrøði:
Týsdag
Kl. 16.00 17.30
KT og búskapur:
Hósdagur:
Kl. 16.00 17.30
Samfelagsbúskapur
Vinnulívsrættur
Vinnubúskaparligur háttur
Miðnámsútbúgving ella hægri útbúgving. Eisini skal tann, sum ætlar
sær at lesa HD 1. part hava prógv í støddfrøði á B stigi.
Nærri upplýsingar um kostnað fyri lærugreinirnar liggja á innskriv-
ingarseðlinum á heimasíðu skúlans.
Arbeitt verður við møguleikanum at gera tað møguligt fyri suður-
oyingum og eysturoyingum/norðoyingum at fylgja HD undirvís-ingini
um videoráðstevnu.
Umsóknir skulu sendast til Føroya Handilsskúla í Havn, att.: Elsa
Maria Holm Olsen, deildarstjóra.
Innskrivingarseðil og meiri kunning um útbúgvingina finnur tú á
heimsíðu skúlans. Eisini er møguligt at fáa vegleiðing við at ringja til
lestrarvegleiðarar skúlans:
Birgir Mortensen,Tórshavn, og Karl Olsen, Kambsdalur.
Full HD-útbúgving ella HD staklærugreinir:
Skúlaárið 2004/2005
Undirvísingin byrjar í viku 36. Próvtøkan verður í mai/juni.
Skúlaárið 2005/2006
Fortreyt:
Kostnaður:
Videoráðstevna NÝTT NÝTT NÝTT
Umsóknarfreistin er 7. juni 2004
Gerst videoráðstevnumøguleikin veruleiki,
verður lýst nærri.
Toll og Skatt
PDF (92,5%)
Eiðis Læknadømis
Sjúkrakassi
hevur stongt frá 24. mai 2004 til 3. juni 2004.
Eiðis Læknadømis Sjúkrakassi
FO-430 Hvalvík
Føroya
Handilsskúli -
Hægri lestur
3/285
EPS
15
14
Nr. 93 - 18. mai 2004
Burturkast í trolið
Donsku fiskimenninir, sum royna við trolið í Norð-
sjónum, fáa nógv annað enn fisk í trolið.
Tað seinasta hálva árið hava tíggju trolarar úr Hvide
Sande á vesturjútsku strondini verið við í einari verkætl-
an, sum eitur Save the North Sea. Sum lið í verkætlanini
hava teir tikið alt burturkastið, sum kemur í trolið, við
sær til lands, og higartil snýr tað seg um næstan 83 tons.
Endamálið við verkætlanini er at fáa staðfest, hvat tað er
fyri burturkast, sum verður tveitt í havið, og at virka fyri,
at skip og boripallar ikki nýta Norðsjógvin sum køst.
Havnarmeistarin í Hvide sande, Erik Clausen, sigur
við Ritzau, at okkurt av skipunum hevði tvey tons av
burturkasti og fýra tons av fiski á onkrum túri. Í meðal
hava skipini fingið ímillum 10 og 14 tons av burtur-
kasti í trolið um mánaðin, og tað heldur havnarmeist-
arin vera í meira lagi.
Tóku myndirnar til
stuttleika
Lynndie England, sum er ímillum teir amerikonsku
hermenninar, sum eru skuldsettir fyri at hava farið illa
við irakskum fangum, sigur sambært New York Times,
at tey tóku myndirnar av fangunum til stuttleika.
Blaðið hevur fingið fatur á tí, sum kom fram, tá
Lynndie England bleiv avhoyrd. Har skal hon hava
sagt, at hon hevði verið við til traðka á irakskar fangar
og at hava teir í tjóðri. Ein mynd av Lynndie England
við einum fanga í tjóðri er farin um allan heimin, og
sambært New York Times skal hon hava greitt frá, at
tey ofta høvdu fangarnar í tjóðri einar fimm ella seks
tímar, og at fangarnir fingu boð um at grulva við tjóðr-
inum um hálsin. Eisini skal hon hava sagt, at ein av
fangavørðunum sparkaði ein irakskan fanga so illa, at
hann fekk opin sár.
Sambært blaðnum skal Lynndie England hava greitt
frá, at tað var rættiliga vanligt at taka myndir av fang-
um, sum fingu ringa viðferð.
Systirin álopin
Sunnunáttina brutu ókendir menn inn í húsini hjá teirri
58 ára gomlu Gordanu Djindjic-Filipovic í býnum Val-
geva sunnan fyri serbiska høvuðsstaðin Beograd. Ein
av monnunum spoytaði eitt ella annað evni inn í annan
armin á henni, áðrenn hann og hinir tóku til rýmingar.
Gordana Djindjic-Filipovic er systir fyrrverandi
serbiska forsætisráðharran Zoran Djindjic, sum varð
myrdur á Beograd fyri einum ári síðani, og serbiska løg-
reglan metir álopið sunnunáttina sum eina morðroynd.
Óváttað tíðindi úr Serbia siga, at menninir, sum brutu
inn til Gordanu Djindjic-Filipovic sunnunáttina, hóttu
við at myrða hana og alt húski hennara, verður Milorad
Lukovic dømdur fyri at hava lagt morðið á bróður henn-
ara til rættis. Milorad Lukovic gav her fyri stuttum yvir
til løgregluna, sum vil vera við, at tað var hann, sum
skipaði fyri morðinum á forsætisráðharran. Samstundis
er tað fyri teimum flestu ein gáta, hví hann gav seg yvir.
Rennandi varaborgar-
stjóri
Varaborgarstjórin í danska býnum Ølstykke, tann 65
ára gamli Erhard Filtenborg, hevur sum tann fyrsti dan-
in nakrantíð runnið marathon-teinin 300 ferðir, skrivar
blaðið Frederiksborg Amts Aviv.
Sunnudagin tók varaborgarstjórin lut í tí 25. Cop-
enhagen Marathon, og hann hevur runnið teir 42,195
kilometrarnar í 27 ymsum londum. Higartil í ár hevur
hann verið við í 14 marathon-renningum, og hann hevur
nú runnið einar 12.700 kilometrar, síðani hann byrjaði.
Við Frederiksborg Amts Avis sigur tann rennandi
varaborgarstjórin, at sjálvandi hevur hann fingið
drúgvar royndir á økinum, men at hann framvegis tekur
tað sum eina stóra uppgávu at fullføra teinin hvørja
ferð.
UTTAN ÚR HEIMI
Sambært ísraelska
hægstarætti hevur
ísraelski herurin loyvi
til at bróta hús hjá
palestinum í Gaza-
geiranum niður.
Mong eru vorðin
heimleys
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Leygardagin staðfesti ein
undirrættur í Ísrael, at
ísraelski herurin hevur ikki
loyvi til at bróta hús hjá
palestinum í Gaza-geir-
anum niður, men sunnu-
dagin broytti hægstitættur
avgerðina.
Síðani fimm ísraelskir
hermenn doyðu í saman-
bresti við palestinar sein-
asta mikudag, hevur ísra-
elski herurin oyðilagt hús-
ini hjá nógvum palestinum
í Gaza. Sambært tíðinda-
stovunum vórðu 88 íbúðar-
hús javnað við jørðina
fríggjadagin, soleiðis at
meiri enn túsund fólk
gjørdust heimleys. Hildið
verður, at umleið 11.000
palestinar
eru
vorðnir
heimleysir, síðani tann pal-
estinski uppreisturin byrj-
aði í september í 2000.
Amerikanski uttanríkis-
ráðharrin, Colin Powell,
sigur, at USA er ímóti tí,
sum Ísrael ger. Powell, sum
var í Jordan sunnudagin,
segði á einum tíðindafundi,
at amerikanska stjórnin vil
hava Ísrael at gevast við at
bróta húsini hjá palestinun-
um í Gaza niður.
Í lagi at bróta húsini niður
Hann góðkendi ágangin
ímóti fangunum
Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharri,
góðkendi, at her-
menninir í Irak
kundu gera seg inn á
teir iraksku fangarnar
fyri at fáa teir á glið.
Ráðstova hansara
avsannar tíðindini
FANGAVIÐFERÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharri, og ein av
hansara næstu embætis-
monnum tóku undir við, at
fangavørðarnir í Abu Ghra-
ib-fongslinum í Bagdad
kundu nýta likamligan og
kynsligan ágang ímóti teim-
um iraksku fangunum fyri
at fáa teir at svara spurn-
ingum.
Tað skrivar amerikanska
tíðarritið The New Yorker.
Blaðið hevur tosað við
týðandi fólk í amerikonsku
fregnartænastunum, sum
hava havt samband við av-
hoyringarnar av teimum
iraksku fangunum.
Verjumálaráðið Pentagon
avsannar tíðindini í tíðar-
ritinum. Talsmaðurin, Law-
rence Di Rita, segði í gjár,
at eingin í verjumálaráðn-
um hevur givið fangavørð-
unum loyvi til at nýta slíka
framferð.
The New Yorker skrivaði
í gjár, at Donald Rumsfeld
og varaverjumálaráðharrin
Stephen Cambone gjørdu
av at nýta somu framferð
ímóti fangunum í Irak sum
ímóti fangunum í Guant-
anamo í Kuba. Ein liður í
hesum var at taka myndir
av fangunum, meðan teir
vóru naknir. Samstundis
skuldu fangarnir fáa at vita,
at svaraðu teir ikki spurn-
ingunum frá fangavørðun-
um, fóru amerikanararnir at
vísa skyldfólkum teirra
myndirnar.
Politikarar ivast
Stjórnin hjá George W.
Bush, forseta hevur higartil
hildið fast um, at eingin í
herleiðsluni visti um tað,
sum fór fram í fongslinum í
Irak, men bæði demokrat-
iskir og republikanskir pol-
itikarar hava sagt seg ivast í
hesum.
– Tey sjey skuldsettu
fangavørðarnir vistu ikki,
hvussu teir skuldu míkja
fangarnar. Eg havi eingi
prógv, men eg ivist ikki í, at
onkur annar var uppi í
hesum, segði republik-
anski senatorurin Susan
Collins sunnudagin.
Fleiri hava kravt, at
Donald Rumsfeld skal fara
frá, men hann sigur nei.
Bush, forseti, hevur eisini
víst øllum skuldsetingum
ímóti verjumálaráðharran-
um aftur.
Mannarættindafelags-
skapir hava lagt stjórnina í
Washington undir at dylja
sannleikan. Teir vísa á, at
stjórnin longu í 2002 fekk at
vita, at fangar vórðu illa
viðfarnir í fangalegum, sum
CIA hevði uppsýn við.
Nakrar mánaðir seinni segði
Bush, at USA fór at forða
øllum ágangi ímóti fangum,
men sambært mannarætt-
indafelagsskapunum vóru
hetta tóm orð, tí sambært
Reyða Krossi og øðrum fel-
agsskapum hildu amerikan-
ararnir fram við at bróta
Geneve-sáttmálan
um
viðferð av krígsfangum.
C
M
Y
K
14
Sjálvuppgávur og roknskapir 2003
Innlatingarfreist
Feløg, felagsskapir deyðsbúgv v.m. - við roknskaparskyldu - skulu lata inn
sjálvuppgávur og roknskapir viðvíkjandi árinum 2003 í seinasta lagi
1. juni 2004
um roknskaparskeiðið endar í ella fellur saman við álmannakkaárinum
2003.
Sí eisini heimasíðu okkara www.tollskatt.fo
Toll- og Skattstova Føroya
Argir, 17. mai 2004
FØROYA HANDILSSKÚLI
Postsmoga 177 · 110 Tórshavn · Tel 317177 · Telefax 313374
Kambsdalur · 530 Fuglafjørður · Tel 444900
444901
· Telefax
Heimasíða skúlans: www.fh.fo
Lýsing eftir tímalærarum
til hægri útbúgvingar
FØROYA HANDILSSKÚLI
team85 • 358000
Um nóg stór undirtøka verður til niðanfyrstandandi lærugreinir,
verða hesi tímalærarastørv leys at søkja:
Søkt verður eftir tímalærarum í:
Vinnubúskapi (120 t)
Hagfrøði (90 t)
EDV og búskapur (30 t)
Viðkomandi kandidat-útbúgving.
Søkt verður eftir tímalærarum í:
Hagfrøði
(75 t)
Human Resource Management (75 t)
Altjóða Samskifti
(75 t)
Viðkomandi kandidat-útbúgving, pedagogikum og minst
2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir. Um umsøkjari ikki
hevur pedagogikum og ongar undirvísingarroyndir hevur, er
møguligt hjá skúlanum at veita pedagogiskt innleiðsluskeið.
Søkt verður eftir tímalærarum í:
Systemkonstruktiónsprosjekt (500 AT)
Systemmenning (200 AT)
Umsøkjarin skal hava viðkomandi kandidat-útbúgving
innan KT-økið.
Umsókn skal stílast til Føroya Handilsskúla í Havn,
att: Elsa Maria Holm Olsen, deildarstjóra.
Umsøkjarir kunnu fáa meiri at vita um setanarviðurskifti o.a.
við at venda sær til
Elsu Mariu Holm Olsen, deildarstjóra
Lýsingar av lærugreinunum liggja á heimasíðu skúlans.
HD 1. partur: skúlaárið 2004/05
-
-
-
Fortreytir:
AkademiMerkonom: Heystið 2004
-
-
-
Fortreytir:
Teldustøðinga-útbúgvingin: Heystið 2004
-
-
Fortreytir:
Umsóknarfreistin er 18. juni 2004
Setan fer fram í samráð við Handilsháskúlan í Århus.
(Statistik)
(Global Kommunikatión)