Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 93 - 18. mai 2004 Nr. 93 - 18. mai 2004 17 Mary Elisabeth Don- aldson úr Avstralia er nýggja krúnprinsessa Danmarkar. Hennara søga kundi verið tikin úr einum ævintýri um gentuna, sum fekk prinsin og kongaríkið KONGALIGT BRÚDLEYP Stefan í Skorini Tað eru ikki meira enn fýra ár síðan, at krúnprinsurin møtti sínari prinsessu. Tað var við Olympisku leikirnar í Sydney í Avstralia á sumri 2000. Og tað var rættiliga tilvildarligt, at tey rendu seg í hvønn annan. Mary Donaldson segði í samrøðu við Politiken, at tað kendist sum lagnan hevði ført tey bæði saman. Hon sigur, at um tey ikki høvdu møtt hvørjum øðrum við OL-leikirnar, høvdu tey við vissu funnið saman við eina kappsigling, sum var við oynna Tasmania nakrar mánaðir seinni, har Fríðrik- ur luttók. Hon er fødd í Hobart í Tasmania tann 5. februar 1972 og er yngst av fýra systkjum. Móðir hennara doyði í 1997, og faðirin giftist uppaftur í 2001. Hon hevur útbúgving innanfyri løgfrøði og marknaðar- føring frá universitetinum á Tasmania. Nógv børn Ein av uppgávunum hjá einari krúnprinsessu er sjálvsagt at føra konga- ættina víðari. Við øðrum orðum at geva tí danska fólkinum nakrar prinsar og prinsessur. Og Mary Donaldson sigur seg vera tilreiðar at seta nógv børn í verðina saman við Fríðriki krúnprinsi. Mary sigur í viðtali við Politiken, at hon fegin vil hava nógv børn. Hon legg- ur samstundis doyðin á, at hon skal uppala síni børn sjálv. Tað hevur mangan verið soleiðis í konga- familjum, at uppalingin er latin uppí hendurnar á daddum og barnagentum, men hetta skal ikki vera so- leiðis í tí donsku konga- familjuni framyvir. Mary Donaldson hevur higartil megnað at hildið eina frástøðu til tað danska fólkið, tí at hon hevur hild- ið fjølmiðlunum so langt burtur sum gjørligt. Tað eyðkenda við henni er, at hon hevur megnað at hildið privatlívið privat, tí at hon ongantíð hevur dámt at verið í ljóskastaranum hjá fjølmiðlunum. Men hetta má hon nú veitra farvæl til. Stjørnan í Tasmania Seinastu mánaðirnar hevur Mary Donaldson, sum nú má venja seg við at verða kallað Hennara hátign Mary (eftirnavnið er nevni- liga strikað), verið tað heilt stóra samtaluevnið í Tas- mania og um alt Avstralia. Serliga kvinnurnar í heimstaði hennara gloypa hvørjum mola, sum fjøl- miðlarnir kasta fyri tær. Tasmanbúgvar eru nevni- liga sera fegnir og ernir um at eiga eina veruliga prin- sessu, og hon hevur verið tað heilt heita evnið í fjøl- miðlunum seinastu vikur- nar. Tríggjar avstralskar sjónvarpsrásir hava nevni- liga sent frá brúdleypinum. Ferðast nógv Eftir at móðir hennara doyði, fór Mary út at ferð- ast í tíggju mánaðir. – Eg vildi sleppa burtur frá tí støðugu tilveruni í Avstralia og hevði tørv á at sveima eitt sindur uttan nakað ávíst mál. Aftaná setti eg búgv í Skotlandi, men tað var ov tíðliga. Eg saknaði mína familju ov nógv, og so fór eg heim- aftur og fekk tíbetur eitt gott starv í Sydney, sigur Mary við Berlingske Tid- ende. Og tað var her, at hon møtti krúnprinsinum. Rest- in er søga... Lagnan hevur knýtt tey saman Mary Elisabeth Donaldson er fødd 5. februar í Hobart, høvuðsstaðnum í Tasmania. Hon er bachelor í handli og løgfrøði frá University of Tasmania. Faðir hennara John Donaldson (f.1941) er skoti og professari í matematik. Móðirin Henrietta Donald- son (f.1942) doyði í 1997 eftir eina skurðviðgerð í hjartanum. Mary Donaldson hevur trý eldri systkin, Jane, Patricia og John. Hennara yrkisleið hevur umfatað arbeiði í einum flogfelag, eini ráðgevingarstovu, einum lýsingar- fyritøku og einum ognarvirki. FAKTA Fyri fýra árum síðani møttust tey tilvildarliga. Nú eru tey gift, og spurningurin er so, nær nógvu børnini, sum Mary ynskir sær, fara at koma Tað var ikki nógv, ið sást til Føroyar dagar- nar kring kongaliga brúdleypið, tá alt tað danska ríkið stóð á øðrum enda. Eitt einsamalt føroyskt flagg í hondini á einum ógvuliga ídnum veittrandi manni á Nytorv kom upp á sjónvarpsupp- tøkurnar og fór heimin runt, men stórt meira var ikki. Eingin í Danmark hoyrdi um nakað um føroysku brúðargáv- una, og krúnprinsa- parið upplivdi einki føroyskt undirhald. Sosialurin spurdi Jóannes Eidesgaard, løgmann, um hann helt, at danir hava gloymt føroyingar Rúnar Reistrup Føroyar hava verið í so væl goymdar í øllum brúdleyps- resinum. Vóru tær gloymd- ar? – Um tú samanber før- oysku og grønlendsku um- boðanina í brúdleypsfyri- reikingunum, so má man staðfesta, at Grønland hev- ur verið munandi meira at sæð enn Føroyar. Men tað vísir seg oftani at vera so. Vit kundu væl verið betur umboðað, og serliga haldi eg at undir døgurðanum á Christiansborg hevði eitt føroyskt innslag í undir- haldinum verið uppá sítt pláss. Julie Bertelsen fram- førdi eitt grønlendskt lag, og tað riggaði sera væl. Vit kundu havt nakað líknandi. Men hví vóru Føroyar so ósjónligar? – Hetta er ikki fyrstu ferð at man upplivir, at dansk- arar eru meira hugaðir at dyrka eina grønlendska umboðan heldur enn eina føroyska umboðan. Tað hongur kanska saman við at vit eru meira líkir dønum enn grønlendingar eru, og á útlendska pallinum sær tað kanska frægari út fyri Dan- mark at hava grønlendska umboðan enn føroyska um- boðan. Men eg má siga, at eg eri ikki rættiliga vísur í hví tað er so. Hvat kundu føroyingar gjørt øðrvísi fyri at verið meira sjónligir? – Nú trúgvi eg ikki, at grønlendingar sjálvir hava troka seg fram. Tað er eitt val hjá danska kongshús- inum hvør upptraðkar fyri brúðarparinum. Men um ein umbøn kom frá kongs- húsinum um at útvega eitt nú føroyskt undirhald til døgurðan á Christiansborg, so hevði tað ikki skula staðið á. Man hevur gjørt nakrar fínar føroyskar búnar til brúðarparið. Hví hevur einki verið at hoyrt til teir, tá nú grønlendska brúðar- gávan, sum eisini var tveir tjóðbúnar, varð umtalað í flestu donskum fjølmiðlum langt undan brúdleypin- um? – Gávan varð latin inn sambært føstum instruks- um. Føroyski umboðsmað- urin læt gávuna inn og var seinni til audiens hjá brúð- arparinum. Men altso, hatta er aftur eitt val hjá danska kongshúsinum. Tað kundi verið upp á sítt pláss, at donsk pressa gjørdi eitt sindur burturúr gávuni úr Føroyum, tí hatta er ikki nøkur vanlig gáva. Men mín greiða uppfatan er, at dønum dámar betur at dyrka tað grønlendska enn tað føroyska. Tað grøn- lendska er meira eksotiskt og riggar betur á altjóða pallinum. Kann orsøkin ikki eisini vera, at føroyingar ikki hava dugað nóg væl at rópt varskó "her koma vit við eini gávu"? – Vit eru ikki so fram- ligir, og man kann uttan iva eisini taka eitt sindur í egnan barm. Ætlanin hjá løgmanni og tingformanni var at siga krúnprinsaparinum, at tey vóru hjartaliga vælkomin til Føroya á vitjan. Parið hevur longu gjørt av at ferðast til Grønlands seinni í ár. Ein Føroyavitjan er ikki komin á skránna enn. Vórðu Føroyar gloymdar? Fjølmiðlar kring allan heim hava givið tí kongaliga brúdleyp- inum í Keypmanna- havn nógvan ans. Tey famøsu tárini hjá krúnprinsinum hava stolið yvirskriftirnar, og Mary Donaldson hevur fingið eyk- nevnið "tann danska Lady Di" KONGALIGT BRÚDLEYP Stefan í Skorini Aldarinnar brúdleyp. Hendingin, sum alt Dan- mark hevur bíðað eftir í tolni. Og tá tað endiliga fór av bakkastokki livdi tað upp til alt, ið fólk høvdu væntað og vónað. Leygardagin var bíðirøð- in uttanfyri Vor Frue Kirke fleiri hundrað metrar long, tí at fólk vildu inn at kenna rákan av royalum brúdleypi og romantikki. Blomstrini og brúdleypsprýðið stóð nevniliga órørt frá degnum fyri, tá øll eygu vóru vend móti vígsluni av krúnprins- inum og prinsessuni úr tí fjarskotna og eksotiska Av- stralia. Ímillum 200-250.000 fólk vóru við í hátíðar- haldinum á Amalienborg Slotsplads og í gøtunum í miðbýnum. Alt gekk avbera stilt og friðarligt fyri seg, sigur løgreglan, sum hevði 3300 løgreglumenn til arbeiðis hendan dagin. Framtíðin bjargað Tað hava verið nógv, sum hava ivast í, um Fríðrikur krúnprinsur var tann rætti at taka við krúnuni eftir móðir sína. Til tíðir hevur yngri bróðirin Joachim verið mettur at hava betri kongatilfar í sær enn eldri bróðirin. Men nú eftir brúdleypið siga danskir fjølmiðlar, at Fríðrikur er vaksin við uppgávuni og hevur funnið ta røttu kvinnuna at standa við sína lið, tá hann eina- ferð skal gerast kongur Danmarkar. Tað danska kongshúsið er vorðið so væl umtókt millum danir, at framtíðin hjá tí tykist bjargað - fyri- bils í øllum førum. Fjøl- miðlar halda, at Fríðrikur hevur megnað at byggja brýr millum tað aldargamla monarkiið og tað yngra ættarliðið, og hetta er veg- urin fram hjá einum gamal- dags stovni í 21. øld. Á forsíðuni í Kina Nógvir útlendskir fjølmiðl- ar fylgdu við tí kongaliga brúdleypinum, og tað fekk gott pláss í pressuni kring allan heim. Amerikanskir, evropeiskir og avstralskir fjølmiðlar vóru væl um- boðaðir í Kongens Køben- havn fríggjadagin og dagar- nar frammanundan. Men eisini í Kina var áhugi fyri einum brúdleypi í tí lítla Danmark. Blaðið China Daily hevði stóra mynd av parinum í kirkjuni á forsíðuni. So brúdleypið hevur um ikki annað skapt nógva umtalu úti í heimi. Tárini runnu um allan heim Allur heimurin fylgdi við, tá Fríðrikur fekk sína prinsessu í aldarinnar brúdleypi Eftir brúdleypsvikuni at døma, heldur kongshúsið grønlendingar vera meira áhugaverdar enn føroyingar C M Y K 17 16